Far beinleiðis til innihaldið

Er hesum heimi lív lagað?

Er hesum heimi lív lagað?

Er hesum heimi lív lagað?

Einki annað ættarlið hevur hoyrt so nógv tos um heimsins enda. Nógv kvíða fyri at heimurin endar í eini kjarnorkuvanlukku. Onnur halda at dálkingin fer at oyðileggja heimin. Uppaftur onnur stúra fyri at búskaparligur ruðuleiki skal fáa fjøldir av menniskjum at bresta saman.

Kundi hesin heimurin veruliga gingið til grundar? Um so er, hvat hevði tað so havt við sær? Er ein heimur nakrantíð áður gingin til grundar?

Ein heimur endar — ein annar kemur ístaðin

Ja, ein heimur er gingin til grundar. Minst til tann spilta heimin á Nóa døgum. Bíblian sigur: „Heimurin, ið tá var, [gekk] undir í vatnflóðini.“ Bíblian sigur eisini at Gud ikki eirdi „hinum forna heimi, men bjargaði Nóa, prædikara rættvísinnar, sjálvum áttanda, táið Hann læt flóðina koma yvir heim hinna gudleysu“. — 2 Pætur 2:5; 3:6.

Ansaði tú eftir hvat heimsins endi tá í tíðini merkti, og hvat hann ikki merkti? Hann merkti ikki at mannaættin varð týnd. Nóa og familja hansara komu livandi undan tí heimsumfatandi vatnflóðini. Eisini gongustjørnan Jørðin og hin vakri stjørnuhimmalin. Tað var ’heimur hinna gudleysu’, ein ónd heimsskipan, sum hvarv.

So við og við fekk Nóa nógvar eftirkomarar og ein nýggjur heimur tók seg upp. Tann heimurin, ella heimsskipanin, hevur staðið við til okkara tíð. Søga hansara hevur verið full av kríggi, yvirgangi og lógloysi. Hvussu fer at gangast hesum heiminum? Er honum lív lagað?

Framtíðin hjá hesum heiminum

Bíbliufrásøgan um at heimurin á Nóa døgum gekk undir, heldur nú áfram: „Men himlarnir, ið nú eru, og jørðin, verða við sama orði goymd — eldinum!“ (2 Pætur 3:7) Ja, „heimurin [ið nú er] forgongur“, sum ein annar bíbliuskrivari málber seg. — 1 Jóhannes 2:17.

Tað merkir ikki at bókstavliga jørðin og stjørnuhimmalin hvørva, eins og tey heldur ikki hvurvu á Nóa døgum. (Sálmur 104:5) Nei, tað er hesin heimurin við sínum ’himlum’ ella stjórnarskipanum sum eru ávirkaðar av Satani, og henda ’jørðin’ ella menniskjasamfelagið, ið verður oytt sum við eldi. (Jóhannes 14:30; 2 Korintbræv 4:4) Líka so víst sum heimurin fyri vatnflóðina gekk undir, skal hesin heimurin, henda heimsskipanin, ganga undir. Ja, Jesus tekur viðurskiftini á Nóa døgum sum dømi um tað sum skal henda beint upp undir endan á hesum heiminum. — Matteus 24:37-39.

Tá Jesus nevndi Nóa dagar er vert at leggja til merkis, at tað var ein partur av svarinum hann gav ápostlum sínum tá teir spurdu: „Hvat er tekinið fyri komu tíni og veraldar enda?“ (Matteus 24:3, eftir løggildu føroysku umsetingini) Lærisveinarnir hjá Jesusi vistu at hesin heimurin skuldi ganga til grundar. Stúrdu teir fyri tí?

Nei, tvørturímóti. Tá Jesus lýsti hendingar sum skuldu fara fram undan heimsins enda, bað hann teir gleða seg tí ’endurloysing teirra nærkaðist’. (Lukas 21:28) Ja, teir skuldu endurloysast, bjargast undan Satani og hansara óndu heimsskipan til lív í einum friðsælum nýggjum heimi! — 2 Pætur 3:13.

Men nær verður heimsins endi? Hvat segði Jesus skuldi vera „tekinið“ fyri ’komu hansara og veraldar enda’?

„Tekinið“

Grikska orðið sum her er umsett ’koma’ er parousiʹa, sum merkir „hjávera“, tað vil siga at vera hjástaddur. Tá „tekinið“ sást, merkti tað tí ikki at Kristus skjótt fór at koma, men at hann longur var komin aftur og var hjástaddur. Tað merkti at hann hevði byrjað stjórnarvald sítt ósjónliga sum kongur í himli og at hann skjótt skuldi gera enda á fíggindum sínum. — Opinberingin 12:7-12; Sálmur 110:1, 2.

Jesus segði ikki bara frá einari einstakari hending sum skuldi vera „tekinið“. Hann lýsti nógvar hendingar og nógv viðurskifti í heiminum. Alt hetta skuldi fara fram í teirri tíðini sum bíbliuskrivararnir nevndu ’síðstu dagarnar’. (2 Timoteus 3:1-5; 2 Pætur 3:3, 4) Gev gætur eftir onkrum av tí sum sambært Jesusi skuldi eyðkenna ’síðstu dagarnar’.

„Tjóð skal reisast móti tjóð, og ríki móti ríki.“ (Matteus 24:7) Kríggini nú á døgum hava verið fleiri og størri enn nakrantíð áður. Ein søgumaður greiddi soleiðis frá fyrra heimsbardaga sum brast á í 1914: „Hetta varð fyrsta totala kríggið.“ Men seinni heimsbardagi var uppaftur meiri oyðandi. Og framvegis herja kríggj jørðina. Ja, orðini hjá Jesusi ganga út á merkisverdan hátt!

„Hungur . . . skal vera víða hvar.“ (Matteus 24:7) Eftir fyrra heimsbardaga kom kanska størsta hungursneyðin í søguni. Ræðuligur hungur gjørdi eisini um seg eftir seinna heimsbardaga. Megurð nemur út ímóti ein fimting av teimum sum búgva á jørðini og tekur á hvørjum ári lívið av 14 milliónum børnum. „Hungur“ hevur sanniliga gjørt vart við seg!

„Stórir jarðskjálvtar skulu vera.“ (Lukas 21:11) Síðan 1914 hava jarðskjálvtar á hvørjum ári kravt í miðal tíggju ferðir so nógv mannalív sum øldirnar frammanundan. Tak bara nakrar fáar stórar jarðskjálvtar: 1920, Kina, 200.000 deyð; 1923, Japan, 99.300 lótu lív; 1939, Turkaland, 32.700 dripin; 1970, Peru, 66.800 andlát og 1976, Kina, umleið 240.000 (ella, sambært summum keldum, 800.000) deyð. „Stórir jarðskjálvtar“, ja, tað er vist!

„Bæði her og har . . . pestur.“ (Lukas 21:11) Beint eftir fyrra heimsbardaga doyðu umleið 21 milliónir av sponsku sjúkuni. Science Digest sigur: „Ongantíð áður í søguni vitjaði deyðin so miskunnarleyst og kvikliga.“ Síðan hava hjartasjúkur, krabbamein, eyðkvæmi og nógvar aðrar sjúkur dripið milliónir av menniskjum.

„Lógloysið fær yvirhond.“ (Matteus 24:12) Síðan 1914 hevur heimurin verið merktur av harðskapi og brotsgerðum. Nógva staðni eru fólk bangin fyri at ganga á gøtuni, eisini um dagin. Um kvøldið tora tey slettis ikki útum, men girða seg inni fyri læstum hurðum.

Boðað varð frá nógvum øðrum sum skuldi verða á síðstu døgum, og alt er gingið út. Tað merkir at heimsins endi er nær. Men tíbetur koma nøkur undan við lívinum. Eftir ávaringina um at „heimurin forgongur“, lovar Bíblian: „Tann, ið ger vilja Guds, verður í allar ævir.“ — 1 Jóhannes 2:17.

Vit mugu altso læra hvør Guds vilji er, og gera hann. So kunnu vit koma livandi undan heimsins enda og í allar ævir gleða okkum um signingarnar í Guds nýggja heimi. Bíblian lovar at Gud til ta tíð „skal turka hvørt tár av eygum [menniskjanna]“, og „deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur“. — Opinberingin 21:3, 4.

Er einki annað viðmerkt, eru bíbliuorðini eftir umseting Victor Danielsens, endurskoðaðu útgávuni 1974.

[Kelduávísing á síðu 6]

Myndakeldur: Flogfar: USAF-foto. Barn: WHO-foto av W. Cutting. Jarðskjálvti: Y. Ishiyama, Hokkaido University, Japan.