Hví er lívið so fult av trupulleikum?
Ríkistíðindum nr. 34
Hví er lívið so fult av trupulleikum?
Eitt paradís uttan trupulleikar — er tað møguligt?
Fleiri og størri trupulleikar — hví?
Trupulleikar hava altíð verið. Nógv hildu teir kundu loysast við nútímans tøknifrøði — men teir bara versna.
Brotsverk: Tað er minni enn so øll ið kenna seg trygg á gøtuni ella inni hjá sær sjálvum. Eitt árið herfyri var triðihvør íbúgvi í einum landi í Europa fyri brotsverki.
Umhvørvi: Dálkingin ger meir og meir um seg bæði í luftini, á landi og á sjógvi. Í menningarlondunum sleppur fjórðihvør íbúgvi ikki fram at reinum vatni.
Armóð: Nú eru fleiri fátøk og svong fólk enn nakrantíð áður. Í summum londum liva meir enn 90 prosent av fólkinum í armóð. Umleið 800 milliónir — heili 30 prosent av arbeiðsmegini í heiminum — eru arbeiðsleys ella hava ov lítið arbeiði, og talið økist.
Hungur: Vit hava kanska nóg mikið at eta, men tað hava alsamt fleiri milliónir ikki. Í menningarlondunum doyggja í minsta lagi 13 milliónir, meginparturin børn, á hvørjum ári í hungri.
Kríggj: Tjóðfrøðiligur ófriður hevur tey seinnu árini kostað fleiri hundrað túsund fólkum lívið. Og í tjúgundi øldini hava bardagar kravt væl meiri enn hundrað milliónir mannalív.
Onnur vandamál: Aftrat øllum hesum koma so fleiri vandamál, eitt nú at familjulívið verður upployst, rúsevnismisnýtslan økist, fleiri einsamallar mammur, fleiri heimleys og støðugt vaksandi siðloysi. Ein fyrrverandi kenslumálaráðharri í USA sigur: „Alt ov nógv bendir á . . . eina spilta mentan.“ Tey seinastu 30 árini vaks fólkatalið í USA 41 prosent, men yvirgangsbrotsverkini øktust 560 prosent, talið á børnum sum vórðu fødd uttan fyri hjúnalag vaks 400 prosent, hjúnaskilnaðartalið 300 prosent, og mett varð at sjálvmorð millum tjanningar øktust meir enn 200 prosent. Og nógv lond hava tøl sum líkjast hesum.
Hví er støðan versnandi?
Tann Gud sum skapti okkum, gevur svarið. Hansara orð, Bíblian, nevnir hetta trupla tíðarskeiðið „torførar tíðir“, og vit fáa at vita at tað eru ’síðstu dagarnir’. (2 Timoteus 3:1) ’Síðstu dagarnir’? Ja, Bíblian talar um „veraldar enda“, endan á hesi heimsskipanini. — Matteus 24:3, Løggilda Føroyska Umsetingin.
Teir vaksandi trupulleikarnir nú á døgum eru týðilig tekin um at endin á hesi óndu heimsskipanini nú stendur fyri durum, og sostatt eisini endin á óndskapi og teimum sum eru atvoldin til hann. (Matteus 24:3-13; 2 Timoteus 3:1-5; Opinberingin 12:7-12) Gud fer skjótt at leggja uppí og skipa fyri eini rættvísari loysn á øllum trupulleikunum kring okkum. — Jeremias 25:31-33; Opinberingin 19:11-21.
Kirkjurnar hava svikið
Tey stóru trúarsamfeløgini í heiminum hava ikki bøtt um støðuna. Tvørturímóti. Í bardøgum hava vit sæð katolikkar drepa katolikkar, og protestantar drepa protestantar — í milliónatali. Í borgarakrígnum í Rwanda, har nógv tey flestu eru katolikkar, drupu fleiri hundrað túsund fólk nýliga hvørt annað! (Sí myndina vinstrumegin.)
Hevði Jesus tikið riflu ella masjetu í hond og dripið nakrar av sínum egnu lærisveinum, tí teir vóru úr einum øðrum landi? Sjálvandi ikki! Bíblian sigur at „tann, ið elskar Gud, skal elska bróður sín við“. (1 Jóh. 4:20, 21) Allir heimsins stóru átrúnaðir hava svikið í so máta. „Tey siga, at tey kenna Gud, men tey avnokta Hann við verkum sínum.“ — Titus 1:16.
Aftrat tí hava kirkjurnar ikki vart bíbilskar siðareglur. Á tann hátt hava tær givið sítt íkast til tað skelkandi siðloysið í øllum heiminum.
Um sannan og falskan átrúnað segði Jesus: „Av ávøkstum teirra skulu tit kenna teir“ — tað merkir av tí sum limirnir gera. Hann segði eisini: „Hvørt træ, sum ikki ber góðan ávøkst, verður høgt niður og kastað í eldin.“ (Matteus 7:15-20) Sambært Bíbliuni mugu vit flýggja frá átrúnaði, sum ber vánaligan ávøkst og tí stendur fyri undirgangi. — Opinberingin 18:4.
Sannur átrúnaður hevur ikki svikið
Hin sanna kristna samkoman ber „góðan ávøkst“, serstakliga kærleika. (Matteus 7:17; Jóhannes 13:34, 35) Finst nakað sameint altjóða samfelag av kristnum sum hevur slíkan kærleika hvør til annan? Í hvørjum trúarsamfelag nokta tey av hesi orsøk at drepa trúarfelagar, ella nakran yvirhøvur? — 1 Jóhannes 3:10-12.
Jehova Vitni eru kend fyri at hava henda ’góða ávøkstin’. Í øllum heiminum, í meira enn 230 londum, hava tey ’smíðað svørð síni um til plógjørn’. (Esaias 2:4) Tey eru eisini kend fyri at boða ’evangeliið’ um Guds ríki í øllum heiminum. Tað gera tey av kærleika til næstan, og tí tey akta boðini frá Kristusi. (Matteus 24:14) Umframt hetta geva tey tí høgu siðalæruni í Bíbliuni sítt viðmæli, og royna sjálv at fylgja henni. — 1 Korintbræv 6:9-11.
Nei, hin sanna trúgvin hevur ikki svikið. Hon finst, og hon biður øll koma og fylkjast um tann Eina sum er mentur at loysa allar trupulleikar. Tað er Hann sum skjótt fer at broyta heimin fullkomiliga. Hvør er Hann? Les vinaliga meir um hetta á baksíðuni.
Eitt paradís uttan trupulleikar kemur
Stóð tað til tín, hevði tú so ikki loyst allar teir trupulleikarnar sum tyngja mannaættina? Sjálvandi hevði tú tað! Skulu vit so meina at tann góði Skaparin — hann sum einsamallur hevur megi og vísdóm at loysa teir — ikki vil?
Bíblian vísir at Gud við sínum himmalska ríki, stjórnað av Jesusi Kristi, fer at leggja seg út í menniskjans viðurskifti. Tað skal „knúsa“ allar spiltar stjórnir á jørðini. (Dániel 2:44; Matteus 6:9, 10) Og hví tað? Sálmaskaldið vendir sær til Jehova og svarar at tað er tí fólk skulu „sanna, at eingin uttan Tú eitur [Jehova], hin hægsti yvir allari jørðini“! — Sálmur 83:19.
Sleppur nakar undan við lívinum tá hesin heimurin endar? Bíblian svarar: „Heimurin forgongur, men tann, ið ger vilja Guds, verður í allar ævir.“ (1 Jóhannes 2:17) Hvar skulu tey undankomnu ’verða í allar ævir’? Bíblian svarar aftur: „Hini rættvísu skulu ogna sær jørðina, og tey skulu verða verandi á henni um ævir.“ — Sálmur 37:9-11, 29, NW; Orðtøkini 2:21, 22.
Í Guds nýggju verð skal ’deyðin ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur.’ (Opinberingin 21:4) Hvørki brotsverk, armóð, hungur, sjúka, sorg ella deyði! Nei, deyð gerast livandi aftur, tí ein „uppreisn verður“! (Ápostlasøgan 24:15) Og jørðin sjálv skal broytast til eitt satt paradís. — Esaias 35:1, 2; Lukas 23:43.
Hvat skulu vit so gera fyri at sleppa at liva í Guds nýggju verð? Jesus segði: „Hetta er hitt æviga lív, at tey kenna Teg, hin einasta sanna Gud, og tann, ið Tú sendi, Jesus Kristus.“ (Jóhannes 17:3) Tað er júst tað sum milliónir av menniskjum eru farin í holt við. Tað gevur teimum styrki at klára nógvar persónligar trupulleikar longu nú, og, tað sum er av størri týdningi: Tey fáa fult álit á at teir trupulleikarnir, sum tey ikki klára nú, verða loystir væl og virðiliga í Guds nýggju verð.
[Kelduávísing á síðu 2]
Foto: WHO, P. Almasy
[Kelduávísing á síðu 3]
Jerden Bouman/Sipa Press