Hvør er Jesus Kristus?
Hvør er Jesus Kristus?
„EISINI nógv, sum ikki eru kristin, halda, at hann var ein stórur og vísur lærari. Hann var avgjørt eitt hitt týdningarmiklasta menniskjað á ævini.“ (The World Book Encyclopedia) Talan er um Jesus Kristus, ið grundaði kristindómin. Veitst tú, hvør hann er? Hevur hann nakra ávirkan á títt lív?
Hendingarnar í samband við tænastu Jesusar standa skrivaðar í Bíbliuni í fýra søguligum verkum, sum nevnast evangeliini. Hvussu álítandi eru hesar frásøgur? Tá gitni søgufrøðingurin, Will Durant, hevði gjøllkannað tær, skrivaði hann: „At nakrir fáir og vanligir menn í einum ættarliði skuldu havt uppfunnið eina so máttmikla og dragandi persónmensku, eina so høga siðalæru og eina so hugkveikjandi sjón av menniskjaligum brøðralagi, hevði verið eitt undur, sum var nógv ótrúligari enn nakað av tí, evangeliini siga frá.“
Kortini vita milliónir av fólki í eysturlondum og aðrastaðni lítið og einki um Jesus. Tey trúgva kanska, at hann hevur livað, men halda ikki, hann hevur nakran týdning í teirra lívi. Onnur halda ikki, at hann er verdur at fáast við, orsakað av tí sum hansara sonevndu lærisveinar hava gjørt. Summir japanar siga: ’Tað vóru tey kristnu, sum blakaðu eina kjarnorkubumbu yvir Nagasaki, ein bý við fleiri kristnum íbúgvum enn teir flestu býirnir í Japan annars.’
Men hevði tú brigslað einum lækna, at ein sjúklingur livdi illa, um sjúklingurin ikki hevði fylgt ávísingunum frá læknanum? Sjálvandi ikki. Fólk í kristinheiminum hava leingi ikki lagt lag í ávísingarnar frá Jesusi um, hvussu gerandistrupulleikar kunnu loysast. Í staðin fyri at vísa Jesus frá tær, tí sonevnd kristin ikki hava fylgt hansara ávísingum, hví so ikki sjálvur læra nakað um hann? Kanna Bíbliuna og vita, hvør Jesus í grundini er, og hvussu hann kann broyta lívið hjá tær.
„Uppskrift“ Jesusar — kærleiki
Jesus Kristus var ein framúrskarandi lærari, sum búði í Palestina fyri nærum 2000 árum síðani. Vit vita sera lítið um barnaár hansara. (Matteus, kapitlini 1 og 2; Lukas, kapitlini 1 og 2) 30 ára gamal fór hann undir tænastu sína, sum var at „vitna um sannleikan“. (Jóhannes 18:37; Lukas 3:21-23) Teir fýra, sum skrivaðu søguligu evangeliini um lív Jesusar, løgdu seg serliga eftir at lýsa almennu tænastu hansara, seinasta hálvtfjórða árið hann livdi á jørðini.
Undir tænastu síni gav Jesus lærisveinunum ávísing um, hvussu teir skuldu loysa ymiskar trupulleikar, sum stungu seg upp. Ávísingin, ella „uppskriftin“, var kærleiki. Í fjallatalu síni, sum man vera best kenda prædikan í søguni, lærdi Jesus lærisveinar sínar at vísa næstakærleika. Hann segði: „Alt, sum tit tí vilja, at menniskju skulu gera tykkum, skulu tit eisini gera teimum.“ (Matteus 7:12) Henda meginreglan nevnist gylta reglan. Tey ’menniskjuni’, sum Jesus sipar til, fevna eisini um fíggindar. Í somu prædiku segði hann: „Elskið fíggindar tykkara . . . biðið fyri teimum, ið . . . søkja at tykkum.“ (Matteus 5:44) Hevði slíkur kærleiki ikki loyst nógvar av teimum trupulleikunum, vit dragast við í dag? Tað helt hinduisturin og fólkaleiðarin Mohandas Gandhi. Hann skal hava tikið soleiðis til: „Tá tygara land og mítt kunnu savnast um læruna, sum Kristus setti fram í hesi fjallaprædikuni, hava vit loyst . . . allar heimsins [trupulleikar].“ Læra Jesusar um kærleika hevði, um øll fylgdu henni, loyst trupulleikarnar hjá mannaættini.
Kærleiki hansara í verki
Jesus livdi, sum hann prædikaði. Hann tók áhugamálini hjá øðrum fram um síni egnu og sýndi kærleika í verki. Einaferð høvdu Jesus og lærisveinar hansara verið so upptiknir av at boða fyri fólki, at teir ikki høvdu havt tíð at eta. Tá Jesus sá, at lærisveinunum tørvaði at ’hvíla seg eitt sindur’, sigldu teir til eitt oyðið stað. Men ein stór mannamúgva kom hagar undan teimum. Hvat hevði tú gjørt, um tú vart í somu støðu sum Jesus? Vit lesa, at Jesusi „tykti hjartaliga synd í teimum“, og „Hann fór at læra tey nógv“. (Markus 6:30-34) Av sterkari samkenslu bjóðaði hann sær til at hjálpa øðrum.
Tað, Jesus gjørdi fyri onnur, var ikki avmarkað til andaliga frálæru. Hann veitti eisini ítøkiliga hjálp. Við bert fimm breyðum og tveimum fiskum mettaði hann til dømis 5000 menn (umframt kvinnur og børn), sum høvdu lurtað eftir honum til út á kvøldið. Á einum øðrum sinni mettaði hann 4000 fólk við sjey breyðum og nøkrum fáum smáfiskum. (Matteus 14:14-21; 15:32-38; Markus 6:35-44; 8:1-9) Ja, Jesus gjørdi undurverk.
Jesus grøddi eisini nógv sjúk, teirra millum blind, lamin, spitølsk og deyv. Hann vakti eisini upp frá deyðum. (Lukas 7:22; Jóhannes 11:30-45) Einaferð bønaði ein spitalskur maður hann: „Vilt Tú, so kanst Tú gera meg reinan!“ Hvat gjørdi Jesus? „Hann rætti út hondina, nam við hann og segði: ’Eg vil; verð reinur!’“ (Markus 1:40, 41) Tað, sum eggjaði Jesus, var eitt sterkt ynski um at hjálpa teimum. Við slíkum undurverkum vísti hann kærleika sín til tey neyðstøddu.
Ljóðar tað ótrúligt? Minst til, at Jesus gjørdi meginpartin av undurverkum sínum, meðan onnur sóu. Sjálvt mótstøðumenn Jesusar, sum altíð leitaðu eftir onkrum at finnast at, kundu ikki nokta, at hann dugdi at gera undur. (Jóhannes 9:1-34) Hartil kemur, at undurverk hansara tæntu einum endamáli. Tey hjálptu fólki at ásanna, at Jesus var tann, sum Gud hevði sent. — Jóhannes 6:14.
Henda stutta umrøðan av lívi og læru Jesusar ger longu, at vit kenna okkum drigin at honum og fáa hug at etirlíkna kærleika hansara. Men tað er ikki einasti mátin, Jesus kann ávirka lív okkara. Hann var ikki bert ein stórur lærari, sum tosaði um kærleika. Hann gav ábendingar um, at hann hevði eina fyri-menniskjaliga tilveru sum einborni sonur Guds. (Jóhannes 1:14; 3:16; 8:58; 17:5; 1 Jóhannes 4:9) Men hann hevur eisini eina eftir-menniskjaliga tilveru, og tað hevur uppaftur størri týdning fyri okkum øll. Bíblian vísir á, at Jesus reis upp frá deyðum og nú er settur sum kongur í Guds ríki. (Opinberingin 11:15) Jesus segði: „Hetta er hitt æviga lív, at tey kenna Teg, hin einasta sanna Gud, og tann, ið Tú sendi, Jesus Kristus.“ (Jóhannes 17:3; 20:31) At læra Jesus Kristus at kenna kann altso merkja, at vit fáa ævigt lív í einum paradísi! Hvussu tá? Ja, hví ikki læra meira um Jesus og vita, hvussu ’kærleiki hansara tvingar okkum’ at fylgja honum eftir? (2 Korintbræv 5:14) Jehova Vitni vilja fegin hjálpa tær. — Jóhannes 13:34, 35.
Stendur einki annað viðmerkt, eru bíbliuorðini eftir Umseting Victors Danielsens, endurskoðaðu útgávuni frá 1974.