Hvør vón er fyri tey deyðu?
Hvør vón er fyri tey deyðu?
„Táið maður doyr, livnar hann tá upp aftur!“ spurdi ein maður ið æt Job fyri langari tíð síðan. (Job 14:14) Tú hevur kanska hugsað tað sama. Hvussu hevði tú kent tað um tú kundi møtt tínum kæru aftur í fyrimyndarligum umhvørvi her á jørðini?
Í roynd og veru gevur Bíblian hetta lyftið: „Hini deyðu Tíni skulu livna upp aftur, . . . jørðin gevur deydningar aftur til lívs.“ Bíblian sigur eisini: „Hini rættvísu ogna sær jørðina, og tey skulu búgva á henni um ævir.“ — Esaias 26:19; Sálmur 37:29, Ny Verden-Oversættelsen.
Fyri at trúgva slíkum lyftum, mugu vit fyrst hava svarað nøkrum spurningum: Hví doyggja vit? Hvar eru tey deyðu? Og hvussu kunnu vit vera vís í at tey fáa lívið aftur?
Deyðin — og tað ið hendir tá vit doyggja
Bíblian vísir at Gud av fyrstan tið ikki ætlaði at menniskjuni skuldu doyggja. Hann skapti tey bæði fyrstu menniskjuni, Ádam og Evu, setti tey í eitt paradís á jørðini ið varð nevnt Eden, og gav teimum boð um at fáa børn og víðka paradísiska heimið hjá sær til tað fevndi um alla jørðina. Tey skuldu bert doyggja um tey ikki aktaðu hann. — 1 Mósebók 1:28; 2:15-17.
Ádam og Eva virdu kortini lítið um Guds góðsku. Tey vóru ólýðin og noyddust at taka við revsingini. „Tú fert aftur í jørðina,“ segði Gud við Ádam, „tí úr henni ert tú tikin. Mold ert tú, og mold skalt tú aftur verða!“ (1 Mósebók 3:19) Áðrenn Ádam varð skaptur, var hann ikki til; hann var mold. Vegna ólýdni sítt, synd sína, varð hann dømdur til at verða mold aftur, til eina støðu har hann ikki var til.
Deyði er sostatt tað mótsetta av lívi. Bíblian setir henda mótsetningin upp: „Tí lønin, ið syndin gevur, er deyði, men náðigáva Guds er ævigt lív.“ (Rómbrævið 6:23) At einki slag av tilvitan er í deyðanum vísir Bíblian við hesum orðunum: „Tí víst vita tey, sum liva, at tey mugu doyggja, men hini deyðu vita einki.“ (Prædikarin 9:5) Tá eitt menniskja doyr, gongur tað sum Bíblian greiðir frá: „Andi hansara fer út, og hann verður mold aftur; sama dag er úti við hugsanum hansara.“ — Sálmur 146:3, 4.
Men hví doyggja vit øll, tá bert Ádam og Eva vóru ólýðin í Eden? Tí vit øll eru fødd eftir at Ádam var ólýðin, soleiðis at vit øll arvaðu syndina og deyðan frá honum. Bíblian greiðir frá: „Syndin kom inn í heimin við einum menniskja, og deyðin við syndini, og deyðin . . . trongdi [soleiðis] ígjønum til øll menniskju.“ — Rómbrævið 5:12; Job 14:4.
Her fer onkur kanska at spyrja um vit ikki hava eina ódeyðiliga sál ið livir víðari tá vit doyggja. Nógv læra hetta, og tey siga enntá at deyðin einans er portrið til eitt annað lív. Men henda uppfatanin stavar ikki frá Bíbliuni. Guds orð lærir tvørturímóti at menniskjað er ein sál, at sálin veruliga er menniskjað sjálvt, við øllum sínum kropsligu og sálarligu eginleikum. (1 Mósebók 2:7; Jeremias 2:34, Ny Verden-Oversættelsen; Orðtøkini 2:10) Bíblian sigur eisini: „Tann sál, ið syndar, hon skal doyggja.“ (Ezekiel 18:4, Løggilda føroyska umsetingin) Ongastaðni í Bíbliuni stendur at menniskjað hevur eina ódeyðiliga sál ið livir víðari tá likamið doyr.
Hvussu menniskju kunnu fáa lívið aftur
Tá syndin og deyðin vóru komin inn í heimin, opinberaði Gud at hansara ætlan var at tey deyðu skuldu koma aftur til lívið við einari uppreisn. Bíblian greiðir soleiðis frá at „Ábraham . . . hevði í huga, at Gud var mentur enntá at reisa [son hansara Ísak] upp frá hinum deyðu.“ (Hebrearabrævið 11:17-19) Tað var ikki av ongum at Ábraham hevði slíkt álit, tí Bíblian sigur um hin Almáttuga: „Hann er ikki Gud hinna deyðu, men hinna livandi; tí fyri Honum liva øll.“ — Lukas 20:37, 38.
Ja, hin alvaldi Gud hevur ikki einans makt, men eisini vilja at lata tey sum hann velur, rísa upp. Jesus Kristus segði: „Undrist ikki á hetta! Tí tann tími kemur, táið øll tey, sum eru í grøvunum, skulu hoyra rødd Hansara. Og tey skulu koma fram.“ — Jóhannes 5:28, 29; Ápostlasøgan 24:15.
Tað var ikki leingi eftir at Jesus hevði sagt hetta, at hann kom fram á eitt líkfylgi sum var á veg úr ísraelitiska býnum Nain. Hin deyði var ein ungur maður, einasta barnið hjá einari einkju. Tá Jesus sá djúpu sorg Lukas 7:11-17.
hennara tók hann hjartaliga synd í henni, og við hin deyða segði hann: „Ungi maður, Eg sigi tær: Reis teg!“ Og maðurin reistist og Jesus gav móður hansara hann. —Sum hjá hesi einkjuni var gleðin eisini ovurhonds stór tá Jesus vitjaði Jairus, fyristøðumannin í einari jødiskari sýnagogu. Tólv ára gamla dóttir hansara var deyð, men tá Jesus kom heim til Jairus, gekk hann inn til tað deyða barnið og segði: „Genta, reis teg upp!“ Og tað gjørdi hon. — Lukas 8:40-56.
Seinni doyði Jesu vinur, Lazarus. Tá Jesus kom til heimið hjá honum, hevði hann verið deyður í fýra dagar. Systir hansara Marta syrgdi djúpt, men kortini vísti hon at hon hevði vón tá hon segði: „Eg veit, at hann skal rísa upp í uppreisnini síðsta dag.“ Men Jesus nærkaðist grøvini og rópti: „Lazarus, kom út!“ Og tað gjørdi hann. — Jóhannes 11:11-44.
Hugsa nú um hetta: Hvørjari støðu var Lazarus í teir fýra dagarnar hann var deyður? Aftaná segði hann einki um at hann hevði verið sælur í himli ella hevði pínst í helviti, nakað sum hann sjálvandi hevði sagt um hann hevði verið har. Nei, Lazarus visti als ikki til sín í deyðanum og hann hevði verðið verandi í teirri støðuni inntil ’uppreisnina síðsta dag’ hevði Jesus ikki kallað hann aftur til lívið.
Tað er satt at hesi undrini sum Jesus gjørdi, bert høvdu fyribils virði, tí tey upprisnu doyðu aftur. Men hann prógvaði fyri 1900 árum síðan at hini deyðu, við Guds kraft, veruliga kunnu fáa lívið aftur! Jesus vísti altso við undurverkum sínum í minni máti tað sum skal henda á jørðini undir Guds ríki.
Tá nærir vinir ella skyldfólk doyggja
Tá deyðin rakar okkara nærmastu kann sorgin vera stór, hóast vit hava vón í uppreisnini. Ábraham trúði at kona hansara skuldi fáa lívið aftur, og tó lesa vit at hann 1 Mósebók 23:2) Og hvussu var vorðið við Jesusi? Tá Lazarus var deyður „suffaði Hann í andanum, varð ógvuliga rørdur“, og løtu seinni ’græt Jesus’. (Jóhannes 11:33, 35) Tað er einki tekin um veikleika at gráta tá ein kærur vinur ella eitt skyldfólk doyr.
„fór og helt syrgihøgtíð fyri Sáru og græt um hana“. (Tá eitt barn doyr, er tað serliga ringt hjá mammuni. Bíblian talar um tann beiskleika ein mamma kann kenna í sorg síni. (2 Kongabók 4:27) Men missurin kann eisini vera svárur fyri pápan. „Á, hevði eg verið deyður í staðin fyri teg!“ græt Dávid tá sonur hansara Absalom doyði. — 2 Sámuel 18:33.
Men líta vit á uppreisnina, verða vit ikki ótroystilig í sorg okkara. Sum Bíblian sigur fara vit ikki at „syrgja sum hini, ið onga vón eiga“. (1 Tessalonikabræv 4:13) Vit fara heldur at halda okkum nær til Gud í bøn, og Bíblian lovar at hann skal styrka og halda okkum uppi. — Sálmur 55:23.
Stendur einki annað viðmerkt, eru bíbliuversini úr Umseting Victors Danielsens.