Hvat trúgva Jehova Vitni?
Hvat trúgva Jehova Vitni?
„Vit vilja fegin hoyra hvat tú trýrt, tí tað einasta vit vita um hesi kristnu er at tey allastaðni verða fordømd!“ (Ápostlasøgan 28:22, The Living Bible) Hetta søgdu nakrir leiðarar í tí gamla Róm. Teir vildu hava upplýsingar frá fyrstu hond og fóru tí, sum best var, beinleiðis til kelduna, í staðin fyri bert at lurta eftir tí atfinnarar søgdu.
Nú í tíðini verður eisini ofta funnist at Jehova Vitnum, og tú mistekur teg um tú heldur at atfinnarar siga sannleikan um tey. Tað gleðir okkum tí at fáa høvi at greiða frá okkara trúgv í høvuðsheitum.
Bíblian, Jesus Kristus og Gud
Vit trúgva at „øll skriftin er innblást av Gudi“. (2 Timoteus 3:16) Summi siga at vit ikki eru kristin, men tað er ikki satt. Vit taka heilt og fult undir við ápostlinum Pæturi tá hann um Jesus Kristus segði: „Ikki er nakað annað navn undir himli, givið millum menniskju, sum vit skulu verða frelst við.“ — Ápostlasøgan 4:12.
Men Jesus segði at hann var „Sonur Guds“ og at ’Faðirin sendi hann’, tí trúgva vit at Gud er størri enn Jesus. (Jóhannes 10:36; 6:57) Jesus viðgekk sjálvur: „Faðirin er størri enn Eg.“ (Jóhannes 14:28; 8:28) Tí trúgva vit ikki at Jesus er javnsettur við Faðirin, sum tríeindarlæran sigur. Vit trúgva harafturímóti at hann varð skaptur av Gudi og at hann er lægri enn Gud.— Kolossebrævið 1:15; 1 Korintbræv 11:3.
Navn Guds er Jehova. Bíblian sigur: „Tú, sum eitur Jehova, tú ert eina hin Hægsti yvir allari jørðini.“ (Sálmur 83:18, Ny Verden-Oversættelsen) Í samsvar við hesa yvirlýsing legði Jesus stóran dent á Guds navn. Hann lærdi lærisveinar sínar at biðja: „Faðir okkara, Tú, sum ert í Himli! Heilagt verði navn Títt.“ Og sjálvur segði hann í eini bøn til Gud: „Eg havi opinberað navn Títt fyri teimum menniskjum, ið Tú hevur givið Mær.“ — Matteus 6:9; Jóhannes 17:6.
Vit trúgva at vit, eins og Jesus, mugu kunngera øðrum Guds navn og ætlanir. Vit taka eftir Jesusi, „hinum trúverda vitni“, og hava tí tikið navnið Jehova Vitni. (Opinberingin 1:5; 3:14) Esaias 43:10 sigur sera hóskandi við Guds fólk: „’Tit eru vitni míni,’ ljóðar orð Jehova, ’ja, tænari mín, sum eg havi útvalt.’“ — Ny Verden-Oversættelsen.
Guds ríki
Jesus lærdi lærisveinar sínar at biðja: „Komi ríki Títt,“ og hann gjørdi hetta Ríkið til høvuðsevni í læru síni. (Matteus 6:10; Lukas 4:43) Jehova Vitni trúgva at Guds ríki er ein ítøkilig stjórn ið hevur sæti í himli, at hon skal stýra jørðini, og at Jesus Kristus er settur sum ósjónligur kongur í hesi stjórnini. „Á øksl Hansara skal harraveldið hvíla,“ sigur Bíblian. „Stórt verður harradømið, endaleysur friðurin.“ — Esaias 9:6, 7.
Jesus verður tó ikki hin einasti kongurin í Guds stjórn. Hann fær nógvar samstjórnarar í himli. „Halda vit út,“ skrivaði ápostulin Paulus, „skulu vit eisini ráða við Honum.“ (2 Timoteus 2:12) Bíblian vísir at tey menniskjuni ið fáa uppreisn til himmalin at ráða við Kristusi, bert verða „144 000, sum keyptir eru frá jørðini“. — Opinberingin 14:1, 3.
Ein stjórn má sjálvandi hava tegnar, og Jehova Vitni trúgva at milliardir av menniskjum, aftrat teimum sum skulu ráða í himli, fáa ævigt lív. At enda verður jørðin, ið tá er broytt til eitt vakurt paradís, fylt við verdugum tegnum undir Guds ríki sum allir viðurkenna tað stýrið Kristus og samstjórnarar hansara útinna. Jehova Vitni eru sostatt sannførd um at jørðin aldri verður oyðiløgd, men at tað fer at ganga sum Bíblian lovar: „Hini rættvísu arva landið og búgva í tí allar tíðir.“ — Sálmur 37:29; 104:5.
Men hvussu kemur Guds ríki? Við at øll menniskju sjálvboðin geva seg undir Guds stjórn? Nei, Bíblian er sannroyndarlig og vísir at Gud beinleðis má leggja seg út í viðurskiftini á jørðini: „Gud Himmalsins [skal] grunda ríki, sum í allar ævir ikki skal verða lagt í oyði, og hetta ríki . . . skal sora øll hini ríkini og forkoma teimum, men sjálvt skal tað standa fast í allar ævir.“ — Dániel 2:44.
Nær kemur Guds ríki? Grundað á bíbilsku profetorðini sum í løtuni ganga út, trúgva vit at tað verður heilt skjótt. Vit fara at biðja teg hugsa um nøkur profetorð ið boða frá ’teimum síðstu døgunum’ hjá tí óndu heimsskipanini sum nú er. Tú kanst lesa i Matteus 24:3-14; Lukas 21:7-13, 25-31; og í Seinna Timoteusbrævi 3:1-5.
Markus 12:30, 31) Kærleikin millum sonn kristin gongur tvørtur um øll landamark. (Jóhannes 13:35; 1 Jóhannes 3:10-12) Tí hava vit eina uttanveltaða støðu í politiskum viðurskiftum í teimum einstøku londunum. Vit royna at vera sum teir fyrstu lærisveinarnir hjá Jesusi. Um teir segði hann: „Tey eru ikki av heiminum, eins og Eg eri ikki af heiminum.“ (Jóhannes 17:16) Hetta hevur eftir okkara uppfatan við sær at vit sleppa okkum undan tí siðleysa atburðinum, sum er so vanligur í dag, tað vil til dømis siga lygn, stuldur, leyslevnað, hjúnabandsbrot, homoseksuellar gerðir avgudadýrkan og misnýtsla av blóði, og annað slíkt sum verður fordømt í Bíbliuni. — 1 Korintbræv 6:9-11; Efesusbrævið 5:3-5; Ápostlasøgan 15:28, 29.
Av tí at vit royna at ’elska Jehova Gud okkara av øllum hjarta og huga, av allari sál og styrki, og næsta okkara sum okkum sjálvi’, eru vit ikki sundurbýtt, hvørki í tjóðskapar-, rasu- ella samfelagsmálum. (Okkara framtíðarvónir
Vit trúgva ikki at lívið nú, í hesum heiminum, er alt. Vit trúgva at Jehova sendi Kristus til jarðar fyri at geva lívsblóð sítt sum loysigjald, so menniskju kundu gerast rættvís í eygum Guds og fáa ævigt lív í einari nýggjari heimsskipan. Sum ein av Jesu ápostlum segði: „Vit . . . eru rættvísgjørd í blóði Hansara.“ (Rómbrævið 5:9; Matteus 20:28) Vit takka stórliga Gudi og syni hansara fyri hesa endurloysing, ið gevur møguleika fyri lívi í framtíðini.
Jehova Vitni trúgva fult og fast at eitt framtíðarlív er møguligt við einari uppreisn frá deyðum undir Guds ríki. Vit trúgva, sum Bíblian lærir, at tilveran hjá einum menniskja steðgar við deyðanum, at ’sama Sálmur 146:3, 4; Ezekiel 18:4; Prædikarin 9:5; Jóhannes 5:28, 29.
dag er úti við hugsanum tess’, og at vónin fyri tey deyðu um lív í framtíðini er grundað á at Gud minnist tey og letur tey rísa upp. —Kortini eru vit eisini vís í at nógv sum liva í dag, sleppa undan við lívinum tá Guds ríki ger enda á teimum stjórnunum sum nú eru, og at tey, som Nóa og familja hansara ið komu undan Vatnflóðini, kunnu halda áfram at liva á einari reinsaðari jørð. (Matteus 24:36-39; 2 Pætur 3:5-7, 13) Men vit trúgva at hetta er treytað av at vit gera tað Jehova vil, sum Bíblian sigur: „Heimurin forgongur, . . . men tann, ið ger vilja Guds, verður í allar ævir.“ — 1 Jóhannes 2:17; Sálmur 37:11; Opinberingin 7:9, 13-15; 21:1-5.
Tað er eyðsæð at tað ikki í stuttum ber til at viðgera alt sum Jehova Vitni trúgva, men vit fara at biðja teg kanna málið gjøllari.
Stendur einki annað viðmerkt, eru bíbliuversini úr Umseting Victors Danielsens.
[Tekstsendurgeving á síðu 4]
Vit taka eftir Jesusi og hava tí tikið navnið Jehova Vitni