Far beinleiðis til innihaldið

Nýggja Túsundárið — Hvussu verður framtíðin hjá tær?

Nýggja Túsundárið — Hvussu verður framtíðin hjá tær?

Ríkistíðindi nr. 36

Nýggja Túsundárið — Hvussu verður framtíðin hjá tær?

Er nýggja túsundárið byrjanin til eina nýggja tíð?

Á MIDNÁTT hin 31. desember 1999 endaði 20. øldin. * Hetta var ein ógvuliga ófriðarlig øld, men eisini ein øld, har nýggj tøknifrøði varð tikin í nýtslu, hugtakandi læknafrøðilig framstig vórðu gjørd, har fólk upplivdu eina kunningareksplosión og fingu ein skjótt vaksandi heimsbúskap. Nógv hava tí fagnað nýggja túsundárinum sum eini ímynd um vón og broyting. Fara vit so í nýggja túsundárinum at síggja kríggj, fátækdømi, umhvørvisdálking og sjúkur hvørva?

Nógv vóna tað. Men hvussu eru líkindini fyri, at nýggja túsundárið kemur við broytingum, ið fara at gagna tær og geva tær og tínum nærmastu eitt trygt og ekkaleyst lív? Minst bara til nøkur fá av teimum stóru vandamálunum, vit hava fyri okkum.

Dálking

Ídnaðarlondini „elva til heimsfevnandi umhvørvisskaða, víðfevnda dálking og ruðuleika í vistfrøðiskipanunum“. Heldur gongdin fram, „tyngist natúrliga umhvørvið meir og meir“. — „Global Environment Outlook — 2000“, Umhvørvisætlan Sameindu Tjóðanna.

Sjúkur

„Í ár 2020 verða ikki-smittandi sjúkur helst orsøkin til sjey av tíggju deyðatilburðum í menningarøkjunum. Í dag er talið minni enn helvtin.“ — „The Global Burden of Disease“, Harvard University Press, 1996.

Nakrir serfrøðingar vilja vera við, at „í 2010 verða 66 milliónir fólk færri [á lívi] í teimum 23 londunum, sum eru ringast fyri av [AIDS].“ — „Confronting AIDS: Evidence From the Developing World“, ein frágreiðing frá Europanevndini og Heimsbankanum.

Fátækdømi

„Út við 1,3 milliardir fólk hava minni enn ein dollara um dagin at liva fyri, og út við 1 milliard fær ikki so frægt sum nøktað grundleggjandi føðitørvin.“ — „Human Development Report 1999“, menningarætlan Sameindu Tjóðanna.

Kríggj

„Harðskapurin kann í [ymiskum londum] røkka hæddir, sum eingin veit um at siga. Orsakað av etniskum, ættbólkaligum og átrúnaðarligum [tvídrátti] . . . verður vanligasta slagið av samanbrestum tey komandi 25 árini harðskapur . ., sum á hvørjum ári fer at taka lívið av fleiri hundrað túsund fólkum.“ — „New World Coming: American Security in the 21st Century“, U.S. Commission on National Security/21st Century.

Hóast alt kætið og allan spenningin í samband við nýggja túsundárið slepst ikki undan, at trupulleikar sum dálking, sjúka, fátækdømi og kríggj eru størri enn nakrantíð áður. Atvoldin til allar hesar trupulleikarnar er girnd, misálit og sjálvgóðska — lyndiseyðkenni, sum ikki verða avtikin við vísindaligum kanningum, tøknifrøði ella politikki.

Túsundárið, ið fer at signa mannaættina

Ein fortíðar høvundur tók einaferð soleiðis til orða: „Menniskjað ræður ikki sjálvt fyri vegi sínum, . . . ferðamaðurin er ikki mentur at stýra gongd síni!“ (Jeremias 10:23) Menniskju hava hvørki førleikan ella rættin at stýra jørðini. Eingin uttan Skapari okkara, Jehova Gud, hevur rættin og serkunnleikan, ið krevst til at loysa menniskjans trupulleikar. — Rómbrævið 11:33-36; Opinberingin 4:11.

Men nær verður tað og hvussu? Prógvini um, at vit nærkast endanum á ’síðstu døgunum’, eru púra greið. Kanska hevur tú hug at blaða upp í Bíbliuna hjá tær og lesa 2 Timoteus 3:1-5. Har er ein livandi lýsing av lyndinum, ið skuldi eyðkenna fólk hesar ’torføru tíðir’. Matteus 24:3-14 og Lukas 21:10, 11 greiða eisini frá ’síðstu døgunum’. Denturin verður í hesum versunum lagdur á hendingar, ið eru farnar fram síðan 1914, sum til dømis heimsfevnandi kríggj, farsóttir og matvørutrot víða hvar.

Skjótt enda ’síðstu dagarnir’. Dániel 2:44 sigur: „Gud Himmalsins [skal] grunda eitt ríki, sum í allar ævir ikki skal verða lagt í oyði, . . . tað skal sora øll hini ríkini [á jørðini] og forkoma teimum, men sjálvt skal tað standa fast í allar ævir.“ Boðað varð altso frá, at Gud skuldi stovna eitt ríki, ella eina stjórn, sum skal stýra jørðini. Sambært Opinberingini 20:4 skal henda stjórnin hava ræði í túsund ár. Latið okkum kanna, hvussu nógv betri livikor mannaættin fær í hesum undursama túsundárinum:

Búskapur. „Tey skulu byggja hús og búgva í teimum og planta víngarðar og eta ávøkst teirra; ikki skulu onnur koma at búgva í tí, sum tey hava bygt, og ikki skulu onnur eta av tí, sum tey hava plantað.“ — Esaias 65:21, 22.

Heilsustøða. „Tá skulu eygu hinna blindu verða opnað, og oyru hinna deyvu verða latin upp; tá skal hin lamni leypa sum hjørtur, og tunga hins málleysa fegnast.“ „Og eingin, sum býr har, skal siga: ’Eg eri sjúkur.’“ — Esaias 33:24; 35:5, 6.

Umhvørvi. Gud fer at „oyða tey, sum oyða jørðina“. — Opinberingin 11:18.

Viðurskiftini millum manna. „Eingin skal gera nakað ilt, og eingin skal forkoma nøkrum, á øllum heilaga fjalli Mínum; tí jørðin skal vera full av kunnskapi um [Jehova].“ — Esaias 11:9.

Fleiri milliónir trúgva hesum bíbilsku lyftunum og hava á tann hátt fingið eina bjartskygda og vóngóða áskoðan á framtíðina. Tí orka tey eisini betur at standa seg ímóti lívsins trýsti og trupulleikum. Bíblian kann eisini verða ein leiðbeinandi kraft í tínum lívi. Men hvussu?

Kunnleiki sum førir til lív

Vísindini og tøknifrøðin hava staðið fyri nógvum hugtakandi avrikum. Men menniskjaligur kunnleiki hevur ikki gjørt lívið trygt og eydnuríkt hjá teimum flestu. Einasti kunnleikin, ið megnar tað, stendur lýstur í Bíbliuni í Jóhannes 17:3, sum sigur: „Hetta er hitt æviga lív, at tey kenna Teg, hin einasta sanna Gud, og tann, ið Tú sendi, Jesus Kristus.“

Tann kunnleikan finna vit í Bíbliuni. Nógv hava ógvuliga avgjørdar meiningar um hesa heilagu bók, hóast bert fá hava kannað hana. Hvussu við tær? Víst er tað kravmikið at lesa Bíbliuna, men tað er stríðið vert. Bíblian er einasta bókin, sum er „innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing, til uppfostran í rættvísi“. — 2 Timoteus 3:16.

Hvussu lærir tú so Bíbliuna at kenna? Tú kundi til dømis tikið við hjálpini frá Jehova Vitnum. Tey undirvísa ókeypis fleiri milliónum í heimi teirra. At hjálpa sær hava tey ymiskan bíbilskan lesnað, sum til dømis heftið Hvat krevur Gud av okkum? Í tí eru greið svør til nógvar av teimum spurningunum, tú møguliga hevur, eitt nú: Hvør er Gud? Hvørja ætlan hevur Gud við jørðini? Hvat er Guds ríki? Hvussu kann Bíblian geva tær eitt betri familjulív?

Vilt tú hava Jehova Vitni at vitja teg, kanst tú fylla út lepan í neðra. Tey vilja fegin geva tær fleiri upplýsingar um Guds ríkis stórfingnu túsundárastjórn.

□ Eg vil fegin hava heftið Hvat krevur Gud av okkum?

□ Eg vil fegin vitjast í samband við ókeypis bíbliuskeið

[Undirgrein]

^ par. 4 Her verður sipað til tær vanligu vesturlendsku áskoðanirnar í samband við nýggja túsundárið. Tøkniliga sæð byrjar tað 1. januar 2001.