Far beinleiðis til innihaldið

Skjótt verður endi á følskum átrúnaði!

Skjótt verður endi á følskum átrúnaði!

Ríkistíðindi nr. 37

Ein boðskapur til allan heimin

Skjótt verður endi á følskum átrúnaði!

▪ Hvat er falskur átrúnaður?

▪ Hvat verður av honum?

▪ Hvønn týdning fær tað fyri teg?

Hvat er falskur átrúnaður?

Harmar tað teg, at brotsverk verða framd í trúarinnar navni? Særir tað tína rættferðarkenslu, at fólk, sum siga seg tæna Gudi, standa aftan fyri bardagar, yvirgang og mutur? Hvussu ber tað til, at átrúnaður er orsøk til so nógvar trupulleikar?

Allur átrúnaður kann kortini ikki lastast fyri trupulleikarnar, bara falskur átrúnaður. Jesus Kristus, sum er ein viðurkendur átrúnaðarligur persónur, vísti á, at falskur átrúnaður elvir tað, sum er vánaligt, eins og „hitt ringa træið ber ringan ávøkst“. (Matteus 7:15-17) Hvønn ávøkst ber falskur átrúnaður?

Falskur átrúnaður . . .

LEGGUR SEG ÚT Í KRÍGGJ OG POLITIKK: Tíðarritið Asiaweek skrivar: „Bæði í Asia og aðrastaðni manipulera maktsjúkir trúarleiðarar hjartaleysir við kenslunum hjá fólki fyri at fremja síni egnu áhugamál.“ Og tí kemur tíðarritið við hesi ávaring: „Vandi er fyri, at heimurin endar í ruðuleika.“ Ein víðagitin trúarleiðari í USA kunngjørdi: „Vit mugu drepa yvirgangsmenninar fyri at forða fleiri drápum. . . . Týnið teir allar í Harrans navni!“ Mótsett hesum sigur Bíblian: „Sigur onkur: ’Eg elski Gud’ — og hatar bróður sín, so er hann lygnari.“ (1 Jóhannes 4:20) Jesus segði eisini: „Elskið fíggindar tykkara.“ (Matteus 5:44) Veitst tú um nakran átrúnað, hvørs limir eru við í kríggi?

SPREIÐIR FALSKA LÆRU: Flestu átrúnaðir læra, at sálin ella andin er ein ósjónligur partur av menniskjanum, sum heldur fram at liva, tá fysiski kroppurin doyr. Við hesi læru misnýta nógvir av hesum átrúnaðum limir sínar og krevja pengar fyri at biðja fyri sálum teirra deyðu. Men Bíblian lærir nakað annað. Hon sigur: „Tann sál, ið syndar, hon skal doyggja.“ (Ezekiel 18:4, Løggilda føroyska umstingin) „Tí at teir, sum liva, vita, at teir skulu doyggja; men hinir deyðu vita als einki.“ (Prædikarin 9:5, Løggilda føroyska umsetingin) Jesus segði, at hini deyðu skulu rísa upp — og tað hevði jú ikki verið neyðugt, um menniskjað hevði eina ódeyðiliga sál. (Jóhannes 11:11-25) Lærir tín átrúnaður, at sálin ikki doyr?

LOYVIR SIÐLEYST KYNSLÍV: Í nógvum londum loyva summar kirkjur, at samkynd verða prestvígd, og eggja myndugleikunum til at viðurkenna hjúnaløg ímillum menniskju av sama kyni. Og hartil hava kirkjur, ið fordøma siðloysi, borið yvir við trúarleiðarum, sum hava misbrúkt børn kynsliga. Hvat lærir Bíblian? Hon sigur bart út: „Villist ikki! Hvørki siðloysingar, avgudadýrkarar ella horkallar, hvørki tey, sum lata seg brúka til synd móti náttúrini, ella tey, sum gera hesa synd . . . skulu arva ríki Guds.“ (1 Korintbræv 6:9, 10) Kennir tú nakran átrúnað, sum loyvir siðleyst kynslív?

Hvørji framtíðarútlit hevur átrúnaður, sum ber spiltan ávøkst? Jesus ávaraði: „Hvørt træ, sum ikki ber góðan ávøkst, verður høgt niður og kastað í eldin.“ (Matteus 7:19) Ja, falskur átrúnaður verður ’høgdur niður’ og týndur! Men hvussu og nær verður tað? Svarið stendur í eini profetiskari sjón, sum Bíblian endurgevur í Opinberingini, kapittul 17 og 18.

Hvat verður av følskum átrúnaði?

Hugsa tær sjónina, sum hon stendur lýst í Bíbliuni. Ein skøkja situr á einum ræðandi villdýri. Dýrið hevur sjey høvd og tíggju horn. (Opinberingin 17:1-4) Hvør er henda skøkjan? Hon hevur árin á „kongar jarðarinnar“. Hon er ílatin purpur, brúkar roykilsi og er ógvuliga rík. Hartil kemur, at ’øll fólkasløg vórðu villleidd av gandi hennara’. (Opinberingin 17:18; 18:12, 13, 23) Bíblian hjálpir okkum at skilja, at henda skøkjan er ein alheims átrúnaðarlig samskipan. Hon lýsir ikki ein einstakan átrúnað, men allar átrúnaðir, ið bera spiltan ávøkst.

Dýrið, sum skøkjan ríður á, ímyndar heimsins politisku veldi. * (Opinberingin 17:10-13) Falskur átrúnaður hevur sett seg á bakið á hesum politiska dýri, við tað at hon roynir at ávirka avgerðirnar, tað tekur, og hava eftirlit við tí, sum tað ger.

Men skjótt hendir nakað undranarvert. „Hini tíggju hornini, ið tú sást, og dýrið — hesi skulu hata skøkjuna, gera hana oydna og nakna, eta kjøt hennara og brenna hana upp.“ (Opinberingin 17:16) Heilt óvæntað, í eini knappari vend leggja heimsins politisku veldi eftir følskum átrúnaði og gera hana fullkomiliga til einkis. Hvat fær tey at bera seg soleiðis at? „Gud hevur givið teimum í hjarta at fullføra hugsan Sína,’ verður sagt í Opinberingini 17:17. Ja, Gud krevur falskan átrúnað til svars fyri allar tær vanvirðisligu gerðir, sum hon hevur framt í Guds navni. Fullkomiliga rættvíst brúkar hann hennara politisku fríggjarar sum amboð at týna hana við.

Hvørji eru ráðini, um vit ikki ynskja at fáa somu lagnu sum falski átrúnaðurin? „Farið út frá henni, fólk Mítt,“ sigur Gud. (Opinberingin 18:4) Ja, nú er tíð at flýggja frá følskum átrúnaði! Men hvar finna vit skjól? Ikki í gudsnoktan, tí hon hevur heldur onga framtíð. (2 Tessalonikabræv 1:6-9) Einasta skjólið finna vit í tí sanna átrúnaðinum. Hvussu vita vit, hvør tann sanni átrúnaðin er?

Hvussu vit kenna sanna átrúnaðin

Hvønn góðan ávøkst má hin sanni átrúnaðurin bera? — Matteus 7:17.

Sannur átrúnaður . . .

VÍSIR KÆRLEIKA Í VERKI: Sannir Guds tænarar eru ikki partur „av heiminum“. Teir standa ikki spjaddir av rasu ella mentan, men hava „kærleika hvør til annan“. (Jóhannes 13:35; 17:16; Ápostlasøgan 10:34, 35) Teir drepa ikki hvør annan, men eru til reiðar at lata lívið hvør fyri annan. — 1 Jóhannes 3:16.

HELDUR SEG TIL GUDS ORÐ: Sannur átrúnaður grundar læru sína á Guds orð, Bíbliuna, og ikki á ’viðtøkur’ og „menniskjaboð“. (Matteus 15:6-9) Hví? Tí „øll skriftin er innblást av Gudi og er nyttulig til lærdóm, til sannføring, til rættleiðing“. — 2 Timoteus 3:16.

STYRKIR FAMILJUNA OG FREMUR GÓÐAN SIÐ: Sannur átrúnaður eggjar giftar menn til at „elska konur sínar sum síni egnu likam“, hjálpir giftum kvinnum at ’vísa manninum virðing’ og lærir børn at ’akta foreldur síni’. (Efesusbrævið 5:28, 33; 6:1) Og hartil mugu tey, sum hava fingið ávísan myndugleika og ábyrgd, vera fyrimyndir í góðum siði. — 1 Timoteus 3:1-10.

Gongur nakar átrúnaður eftir hesum reglum? Í bókini Holocaust Politics, sum kom út í 2001, verður sagt: „Høvdu fleiri menniskju livað eftir tí, sum Jehova Vitni boða og læra, hevði tað forðað fyri holocaust, og ræðulig fólkamorð høvdu ikki longur komið fyri.“

Ja, í 235 londum boða Jehova Vitni bíbilsku siðareglurnar — og liva eftir teimum. Tak við hjálpini frá Jehova Vitnum og lær, hvat Gud væntar av tær, so tú kanst tilbiðja hann á ein hátt, sum hann góðkennir. Men ger tað nú. Drála ikki. Skjótt verður endi á følskum átrúnaði! — Zefanias 2:2, 3.

Stendur einki annað viðmerkt, eru bíbliuorðini eftir Umseting Victors Danielsens.

Vilt tú vita meira um tann bíbilska boðskapin, sum Jehova Vitni bera, ert tú vælkomin at skriva til adressuna í neðra

□ Eg vil fegin, heilt óbindandi, hava heftið Vakið!

□ Setið tykkum vinaliga í samband við meg viðvíkjandi ókeypis bíbliuskeiði.

[Undirgrein]

^ par. 17 Ein neyvari frágreiðing um evnið er at finna í Åbenbaringen — Det store klimaks er nær!, sum Jehova Vitni hava givið út.

[Tekstsendurgeving á síðu 3]

Falskur átrúnaður roynir at ávirka „kongar jarðarinnar“

[Tekstsendurgeving á síðu 3]

„Farið út frá henni, fólk Mítt“