Verður kærleiki millum øll menniskju nakrantí ein veruleiki?
Ríkistíðindum nr. 35
Verður kærleiki millum øll menniskju nakrantí ein veruleiki?
Næstakærleikin er kólnaður
FLEIRI milliónir menniskju kenna seg hjálparleys, tey eru ólukkulig og síggja sær eingi ráð. Ein fyrrverandi handilskvinna sigur frá hesum tilburði: ’Eitt kvøldið bankaði ein einkja, sum býr á somu hædd sum eg, upp á dyrnar hjá mær og segði, at hon kendi seg einsamalla. Eg fortaldi henni fólkaliga, men avgjørd, at eg hevði nógv um at vera. Hon bað orsaka, og fór avstað aftur.’
Tíverri tók einkjan sama kvøldið lívið av sær. Aftaná segði handilskvinnan, at tað „neit henni fast“.
Vantandi næstakærleiki fær ofta syndarligar avleiðingar. Undir tí etnisku ósemjuni í fyrrverandi jugoslaviska landspartinum, Bosnia-Hersegovina, vóru meira enn ein millión íbúgvar riknir av landinum, og nógv túsund vórðu dripin. Hvør drap tey? „Nábúgvarnir,“ klagaði ein genta, sum varð rikin burtur úr bygd síni. „Vit kendust.“
Í Rwanda vórðu fleiri hundrað túsund myrd, í nógvum førum av nábúgvum sínum. ’Hutuar og tutsiar búðu saman, giftust hvør við øðrum og hugsaðu ikki um, ella vistu als ikki, hvør ið var hutu, og hvør ið var tutsi,’ segði The New York Times frá. ’Men knappliga broytist myndin, og blóðbaðið byrjaði.’
Og í Ísrael búgva jødar og arábar síð um síð, men nógvir hata hvør annan. Tað sama geldur nógvar katolikkar og protestantar í Írlandi og støðugt fleiri fólkabólkar í øllum heiminum. Ongantíð áður hevur kærleikatrotið verið so stórt í heiminum.
Hví er næstakærleikin kólnaður?
Skaparin gevur svarið. Orð hansara, Bíblian, nevnir okkara tíð ’síðstu dagarnar’ og sigur, at fólk skulu vera „kærleiksleys“. Um hesar ’torføru tíðir’, sum Bíblian eisini nevnir ’endan’ á galdandi skipanini, boðaði Jesus Kristus frá, at „kærleikin [skuldi] kølna hjá hinum flestu“. — 2 Timoteus 3:1-5; Matteus 24:3, 12.
At kærleikin trýtur nú í tíðini, er tí ein av vitnisburðunum um, at vit liva á síðstu døgum. Tíbetur merkir tað eisini, at hesin gudleysi heimurin skjótt má lúta fyri einum nýggjum heimi undir eini kærleiksstjórn. — Matteus 24:3-14; 2 Pætur 2:5; 3:7, 13.
Men skulu vit veruliga trúgva, at heimurin kann broytast so mikið, at øll menniskju læra at elska hvørt annað og liva saman í sátt og semju?
Næstakærleiki — ein veruleiki
„Hvør er tá næsti mín?“ spurdi ein lógkønur í fyrsti øld Jesus. Maðurin helt ivaleyst, at Jesus fór at siga: ’Jødiski landsmaður tín.’ Men í staðin segði Jesus frá einum næstakærum og miskunnsamum samverja fyri at læra okkum, at eitt medmenniskja úr øðrum landi eisini er næsti okkara. — Lukas 10:29-37; Jóhannes 4:7-9.
Jesus legði dent á, at næstur kærleikanum til Gud eigur kærleikin til okkara medmenniskju at vera týdningarmesta liviráð okkara. (Matteus 22:34-40) Men hevur tað nakrantíð verið soleiðis í einum samfelag, at hvør einstakur veruliga elskaði sín næsta? Ja, eitt slíkt samfelag vóru tey kristnu í fyrstu øld. Tey vóru kend fyri at vísa øðrum kærleika. — Jóhannes 13:34, 35.
Hvussu er vorðið í dag? Tekur nakar eftir Kristusi í kærleika? Uppslagsverkið Encyclopedia Canadiana sigur: „Virki Jehova Vitnanna er ein uppafturlívgan og endurreising av frumkristindóminum, soleiðis sum Jesus og lærisveinar hansara íðkaðu hann . . . Allir eru brøður.“
Hvussu sæst tað? Eitt nú í at Jehova vitni ikki hata síni medmenniskju ella drepa tey, hvørki orsakað av rasu, tjóðskapi ella etniskum uppruna. Tey drepa ongan yvirhøvur, tí tey liva eftir Bíbliunnar orðum um, í fluttari merking, at ’smíða svørð síni um til plógjørn og spjót síni til víngarðsknívar’. (Esaias 2:4) Jehova vitni eru kend fyri fegin at taka fyrsta stigið til at hjálpa sínum næsta. — Galatiabrævið 6:10.
Við tí í huga var tað natúrligt, at ein oddagrein í kaliforniska blaðnum Sacramento Union einaferð skrivaði: „Nógmikið er at siga, at um allur heimurin livdi eftir læru Jehova vitnanna, fekst endi á blóðbaði og hatri; kærleikin hevði rátt sum kongur.“ Í ungarska blaðnum Ring skrivaði ein høvundur: „Eg eri komin til ta niðurstøðu, at um Jehova vitni vóru tey einastu her á jørðini, hevði øll krígsførsla hildið uppat, og einasta uppgávan hjá politinum hevði verið at ansa eftir ferðsluni og skriva út pass.“
Men tað krevur sjálvandi eina víðgongda broyting í øllum heiminum, um kærleikin skal merkja øll menniskju. Hvussu fæst tann broytingin í lag? (Les baksíðuna.)
Tá øll vísa hvør øðrum kærleika
Ein bøn, sum Jesus flættaði inn í víðagitnu fjallatalu sína, vísir, at ein víðgongd broyting stendur fyri durum. Jesus lærdi okkum at biðja: „Komi ríki Títt! Verði vilji Tín, sum í Himli, so á jørðini við!“ — Matteus 6:10.
Hvat er Guds ríki? Ein verulig stjórn við sæti í himli. Tí nevnist tað eisini „ríki Himmiríkis“. Jesus, ’Friðarhøvdingin’, er av Faðir sínum tilnevndur at stjórna hesum ríki. — Matteus 10:7; Esaias 9:6, 7; Sálmur 72:1-8.
Hvat fer Guds ríki so at gera við henda hatska heimin, tá tað kemur? „Tað skal sora øll hini ríkini og forkoma“ heimsins korruptu stjórnum. (Dániel 2:44) Bíblian sigur eisini: „Heimurin forgongur, . . . men tann, ið ger vilja Guds, verður í allar ævir.“ — 1 Jóhannes 2:17.
Um tann nýggja heimin, sum Gud lovar, sigur Bíblian: „Hini rættvísu arva landið og búgva í tí allar ævir.“ (Sálmur 37:9-11, 29; Orðtøkini 2:21, 22) Tað verður ein hugtakandi tíð! „Deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur“. (Opinberingin 21:4) Ja, tey deyðu skulu liva aftur, og øll jørðin verður broytt til eitt bókstavligt paradís. — Esaias 11:6-9; 35:1, 2; Lukas 23:43; Ápostlasøgan 24:15.
Skulu vit sleppa at liva í Guds nýggja heimi, mugu vit elska hvør annan, sum Gud lærir okkum at gera. (1 Tessalonikabræv 4:9) Ein eysturlendskur bíbliulesari segði: „Eg gleði meg til ta tíðina, tá øll hava lært at elska hvør annan, soleiðis sum Bíblian lovar.“ Og vit kunnu vera vís í, at Gud heldur lyfti síni! „Eg havi sagt tað,“ sigur hann. „Eg skal eisini fullføra tað.“ — Esaias 46:11.
Tann, sum vil sleppa at gleðast um signingarnar undir Guds ríki, má læra Bíbliuna at kenna, soleiðis sum fleiri milliónir søkjandi menniskju kring allan heimin gera í løtuni. (Jóhannes 17:3) 32-síðu heftið Hvat krevur Gud av okkum? er eitt frálíkt amboð. Tú fært eitt eintak, um tú útfyllir seðilin á fyrru síðuni og sendir hann til nærmastu adressuna í yvirlitinum.
□ Vilt tú hava fleiri upplýsingar ella ókeypis heimabíbliuskeið, kanst tú skriva til Vagttårnet á nærmastu adressuni niðanfyri:
[Kelduávísing á síðu 2]
Sníkskjútti og gravarferð í Bosnia: Reuters/Corbis-Bettmann