Hvat er Guds ríki?
Heldur tú, at tað er ...
-
okkurt innan í okkum?
-
ein stjórn í himli?
-
okkurt annað?
BÍBLIAN SIGUR
’Gud Himmalsins skal grunda ríki, sum í allar ævir ikki skal verða lagt í oyði.’ — Dániel 2:44, umseting eftir Victor Danielsen.
„Sonur er givin okkum, og á øksl Hansara skal harraveldið hvíla.“ — Esaias 9:6.
HVØNN TÝDNING HEVUR HETTA FYRI TEG?
-
Tú kanst gleðast um eina rættvísa stjórn. — Esaias 48:17, 18.
-
Tú fært fullkomna heilsu og eitt lukkuligt lív í einum komandi nýggjum heimi. — Opinberingin 21:3, 4.
KUNNU VIT VERULIGA TRÚGVA TÍ, BÍBLIAN SIGUR?
Ja, í minsta lagi av tveimum orsøkum:
-
Jesus vísti, hvat Guds ríki fer at gera. Jesus lærdi sínar lærisveinar at biðja um, at Guds ríki skuldi koma, og at Guds vilji skuldi verða á jørðini. (Matteus 6:9, 10) Jesus vísti, hvussu tann bønin fór at verða svarað.
Meðan Jesus var á jørðini, gav hann svongum mat, grøddi sjúk og vakti upp deyð! (Matteus 15:29-38; Jóhannes 11:38-44) Sum framtíðar kongur í Guds ríki gav Jesus eina frálíka hóming av, hvat Ríkið fer at gera fyri sínar borgarar. — Opinberingin 11:15.
-
Støðan í heiminum vísir, at Guds ríki skjótt fer at koma. Jesus segði, at bardagar, hungursneyð og jarðskjálvtar skuldu plága heimin, beint áðrenn Ríkið fær frið í lag á jørðini. — Matteus 24:3, 7.
Alt hetta síggja vit í dag. Tí skulu vit ikki ivast í, at Guds ríki skjótt fer at gera enda á øllum hesum trupulleikum.
HUGSA UM HETTA
Hvussu verður lívið, tá ið Guds ríki valdar?
Bíblian svarar hesum spurninginum í SÁLMI 37:29 og í ESAIAS 65:21-23.