Halda líðingar nakrantíð uppat?
Svarar tú ...
-
ja?
-
nei?
-
kanska?
BÍBLIAN SIGUR
„Gud ... skal turka hvørt tár av eygum teirra; deyðin skal ikki vera longur, og hvørki sorg, skríggj ella pína skal vera longur.“ — Opinberingin 21:3, 4, umseting eftir Victor Danielsen.
HVØNN TÝDNING HEVUR HETTA FYRI TEG?
Tú fært vissu fyri, at Gud ikki er atvoldin til okkara trupulleikar. — Jákup 1:13.
Tú verður uggaður, tí tú veitst, at Gud skilir teg, tá ið tú hevur tað ringt. — Zakarias 2:12.
Tú fært vón um, at allar líðingar skulu halda uppat. — Sálmur 37:9-11.
KUNNU VIT VERULIGA TRÚGVA TÍ, BÍBLIAN SIGUR?
Ja, í minsta lagi av tveimum orsøkum:
-
Gud hatar líðingar og órættvísi. Legg til merkis, hvussu Jehova Gud hevði tað, tá ið fólk hansara í forðum varð illa viðfarið. Bíblian sigur, at tað harmaði hann, at fólkið varð ’plágað’. — Dómararnir 2:18.
Gudi dámar ikki tey, ið fara illa við øðrum. Bíblian sigur til dømis, at hann hevur andstygd fyri teimum, „ið úthella sakleyst blóð“. — Orðtøkini 6:16, 17.
-
Gud hevur umsorgan fyri hvørjum einstøkum av okkum. Tað er ikki bert tað einstaka menniskjað, sum ’kennir pláguna og sorgina, ið yvir tað er komið’; Jehova ger tað eisini! — 2 Krønikubók 6:29, 30.
Jehova fer skjótt, við sínum ríki, at gera enda á líðingunum hjá hvørjum einstøkum av okkum. (Matteus 6:9, 10) Inntil tá uggar hann eymliga tey, sum søkja hann. — Ápostlasøgan 17:27; 2 Korintbræv 1:3, 4.
HUGSA UM HETTA
Hví loyvir Gud líðingum?
Bíblian svarar hesum spurninginum í RÓMBRÆVINUM 5:12 og í SEINNA BRÆVI PÆTURS 3:9.