Hvat heldur tú um Bíbliuna?
Heldur tú, at hon er ...
-
ein bók við menniskjans vísdómi?
-
ein bók við sagnum og halgisøgum?
-
Guds orð?
BÍBLIAN SIGUR
„Øll skriftin er innblást av Gudi.“ — 2 Timoteus 3:16, umseting eftir Victor Danielsen.
HVØNN TÝDNING HEVUR HETTA FYRI TEG?
Tú fært nøktandi svar uppá lívsins stóru spurningar. — Orðtøkini 2:1-5.
Tú fært góð ráð, sum tú kanst brúka í dagligdegnum. — Sálmur 119:105.
Tú fært eina trygga framtíðarvón. — Rómbrævið 15:4.
KUNNU VIT VERULIGA TRÚGVA TÍ, BÍBLIAN SIGUR?
Ja, í minsta lagi av trimum orsøkum:
-
Undranarvert samljóð. Umleið 40 menn skrivaðu Bíbliuna í einum 1600 ára longum tíðarskeiði. Teir flestu høvdu ongantíð møtt hvør øðrum. Kortini er Bíblian, øll sum hon er, samljóðandi og hevur eitt høvuðsevni!
-
Ærligir søguskrivarar. Fornir søgufrøðingar vóru ofta skjótir at fjala út yvir ósigrar, sum høvdu verið heimlandinum fyri. Harafturímóti vóru bíbliuskrivararnir ærligir og umrøddu bæði síni egnu mistøk og mistøkini hjá tjóðini. — 2 Krønikubók 36:15, 16; Sálmur 51:3-6.
-
Álítandi fráboðanir um framtíðina. Bíblian boðaði umleið 200 ár frammanundan frá, at fornaldarbýurin Bábel skuldi leggjast í oyði. (Esaias 13:17-22) Hon segði ikki bert, hvussu Bábel fór at verða hertikin, men nevndi eisini navnið á sigurharranum! — Esaias 45:1-3.
Nógvar aðrar bíbliufráboðanir eru eisini gingnar út til fulnar. Men er tað ikki tað, vit kunnu vænta okkum av Guds orði? — 2 Pætur 1:21.
HUGSA UM HETTA
Hvussu kann Guds orð hjálpa tær at fáa eitt betri lív?
Bíblian svarar hesum spurninginum í ESAIAS 48:17, 18 og í SEINNA TIMOTEUSBRÆVI 3:16, 17.