Far beinleiðis til innihaldið

Hvør stýrir í roynd og veru heiminum?

Hvør stýrir í roynd og veru heiminum?

Heldur tú, at tað er ...

  • Gud?

  • menniskju?

  • onkur annar?

BÍBLIAN SIGUR

„Allur heimurin liggur í hinum illa.“ — 1 Jóhannes 5:19, umseting eftir Victor Danielsen.

’Sonur Guds er opinberaður til tað, at Hann skal gera verk Djevulsins til einkis.’ — 1 Jóhannes 3:8.

HVØNN TÝDNING HEVUR HETTA FYRI TEG?

Tú fært greiðu á, hví so nógvir trupulleikar eru í heiminum. — Opinberingin 12:12.

Tú fært álit á, at heimurin fer at broytast til tað betra. — 1 Jóhannes 2:17.

KUNNU VIT VERULIGA TRÚGVA TÍ, BÍBLIAN SIGUR?

Ja, í minsta lagi av trimum orsøkum:

  • Stjórnarskipan Satans er fordømd. Jehova hevur avgjørt at gera enda á valdi Satans yvir menniskjum. Hann hevur lovað at ’gera Djevulin til einkis’ og bøta allan tann skaðan, ið Satan hevur verið atvoldin til. — Hebrearabrævið 2:14.

  • Gud hevur valt Jesus Kristus at stýra heiminum. Jesus líkist als ikki tí ónda og sjálvgóða stjórnaranum í hesum heimi. Viðvíkjandi kongadømi Jesusar lovar Gud: „Honum skal tykjast synd í tí, sum lítið hevur at týða og fátækur er ... Hann skal fría sálir teirra frá órætti og yvirgangi.“ — Sálmur 72:13, 14.

  • Gud kann ikki lúgva. Bíblian sigur greitt: ’Gud kann ómøguliga lúgva.’ (Hebrearabrævið 6:18) Tá ið Jehova lovar at gera nakað, er tað, sum var tað longu gjørt! (Esaias 55:10, 11) ’Høvdingin yvir hesum heimi skal verða kastaður út.’ — Jóhannes 12:31.

HUGSA UM HETTA

Hvussu verður heimurin, tá ið núverandi stjórnarin er kastaður út?

Bíblian svarar hesum spurninginum í SÁLMI 37:10, 11 og í OPINBERINGINI 21:3, 4.