Far beinleiðis til innihaldið

Ekstremur ítróttur – skalt tú taka kjansin?

Ekstremur ítróttur – skalt tú taka kjansin?

Hvat sigur Bíblian?

Ekstremur ítróttur – skalt tú taka kjansin?

„Í DAG HYGGJA FÓLK IKKI BARA EFTIR EKSTREMUM ÍTRÓTTI, SUM TIL DØMIS AT LEYPA ÚT Í FALLSKÍGGJA, AT SÍGA Í BJØRGUM, AT RÓGVA OMAN EFTIR ÁARFOSSUM ELLA AT SVIMJA VIÐ HÁVUM. TEY VILJA PRØVA TAÐ SJÁLVI TIL STUTTLEIKA.“ – BLAÐIÐ WILLOW GLEN RESIDENT.

HENDA viðmerkingin lýsir væl eitt rák, sum hevur vundið nógv upp á seg innan ítrótt. Sovorðið sum at leypa út í fallskíggja, ísklintring, paragliding og BASE jumping a er blivið øgiliga populert. Og tað sigur nakað um, hvussu óð fólk eru eftir at taka kjansir. Tey gera eisini nógv farligt á súkklum, skíðum og skatebordum. Blaðið Time skrivar, at tann stóri áhugin fyri ekstremum ítrótti – altso ítróttagreinum har luttakararnir taka stórar kjansir – vísir, at milliónatals menniskju hungra eftir at balansera á eggini, har vandi, dugnaskapur og ótti verða sameind og geva bæði amatørum og professionellum eina kenslu av at flyta síni egnu mørk.

Men tað, at hetta slagið av ítrótti hevur vundið so nógv upp á seg, hevur eisini eina baksíðu. Fleiri og fleiri fólk fáa skaðar, tá ið tey íðka vanligan ítrótt upp á ekstremar mátar. Í 1997 vaks talið av fólkum í USA, sum máttu á skaðastovuna, við meira enn 33 prosentum fyri skatarar, við 31 prosentum fyri snowbordarar og við 20 prosentum fyri fjallaklintrarar. Og viðhvørt doyggja fólk enntá, meðan tey íðka ekstreman ítrótt. Tey, sum dáma slíkan ítrótt, vita, at tað er farligt. Ein kvinna, sum íðkar ekstreman skíðítrótt, sigur: „Eg veit væl, at eg kann doyggja hvørja løtu.“ Og ein professionellur snowbordari sigur, at um „mann ikki verður skaddur, hevur mann tikið for fáar kjansir“.

Hvørja áskoðan skulu kristin hava á tað at íðka ekstreman ítrótt, tá ið vit hugsa um, hvussu vandamikið tað er? Sigur Bíblian nakað, sum kann hjálpa okkum? Tað finna vit út av, um vit kanna, hvørja áskoðan Gud hevur á lívið.

Hvørja áskoðan hevur Gud á lívið?

Bíblian fortelur okkum, at Jehova er „kelda lívsins“. (Sálmur 36:10) Hann hevur skapt okkum, og hann hevur eisini givið okkum so nógv, sum vísir, at hann vil, at vit skulu njóta lívið. (Sálmur 139:14; Ápostlasøgan 14:16, 17; 17:24-28) Og tí er tað eisini rímiligt av honum at vænta, at vit ansa væl eftir hesi gávuni. Lógirnar, sum hann gav ísraelsfólki, kunnu hjálpa okkum at skilja, hvussu stóran týdning lívið hevur fyri hann.

Í Móselógini vóru fleiri lógir, sum kravdu, at fólk skuldu gera ymiskt fyri at verja onnur ímóti deyðsvanlukkum. Viss ein ísraelittur ikki fylgdi hesum lógunum, og eitt annað menniskja doyði orsakað av tí, skuldi hann straffast. Til dømis skuldu tey, sum áttu hús, gera eitt rimaverk rundanum á tí flata takinum. Viss tað ikki bleiv gjørt, og onkur datt niður av takinum og doyði, var tað húsaeigarin, sum hevði skyldina. (5. Mósebók 22:8) Viss ein tarvur knappliga stangaði onkran til deyðis, bleiv tann, sum átti tarvin, ikki drigin til svars. Men viss tarvurin var kendur fyri at stanga, og fólk høvdu ávarað eigaran um tað, og hann ikki hevði ansað nóg væl eftir tarvinum, so skuldi eigarin standa til svars fyri tað og sjálvur doyggja. (2. Mósebók 21:28, 29) Jehova gav ísraelsfólki hesar lógirnar, tí lívið er dýrabart í hansara eygum, og tí hann vil, at menniskju skulu hava somu áskoðan á lívið sum hann.

Tey, sum kendu Jehova væl, skiltu, at sjálvt um eingin ítøkilig lóg var um okkurt, so var tað skeivt at seta sítt egna lív ella tað hjá øðrum í váða. Í eini frásøgu í Bíbliuni segði Dávid, at hann gjarna vildi hava ’vatn at drekka úr brunninum, sum var við portrið í Betlehem’. Filistarar høvdu ræði á Betlehem um tað mundið. Tá ið tríggir hermenn hjá Dávidi hoyrdu um hetta ynskið, brutu teir seg ígjøgnum tilhaldið hjá filistarum og oystu vatn upp úr brunninum við portrið í Betlehem og tóku tað við sær aftur til Dávid. Hvussu reageraði Dávid? Hann vildi ikki drekka vatnið, men stoytti tað út á jørðina. Hann segði: „Gud mín, lat tað vera langt frá mær at gera hetta! Skuldi eg drukkið blóðið av hesum monnum, ið hava sett lív sítt í váða! Tí við at seta lívið í váða hava teir fingið tað higar.“ (1. Krønikubók 11:17-19) Dávid vildi ikki, at menninir skuldu seta lívið í váða bara fyri at geva honum tað, sum hann vildi hava.

Tá ið Djevulin royndi at lokka Jesus at leypa niður av templinum, fyri at vita um einglarnir fóru at lofta honum, noktaði Jesus at seta lívið í váða. Hann segði: „Tú mást ikki freista Harran Gud tín.“ (Matteus 4:5-7) So bæði Dávid og Jesus vistu, at Gud ikki vildi hava teir at gera nakað, sum kundi kostað teimum ella øðrum lívið.

Við hesum báðum dømunum í huga, hvussu kunnu vit so finna út av, um ein ítróttagrein er ekstrem ella farlig? Og av tí at nógv íðka vanligan ítrótt upp á ein farligan máta, hvussu kunnu vit so vita, hvar markið gongur?

Er tað tað vert?

Fyri at svara tí spurninginum mugu vit hugsa okkum væl um, áðrenn vit velja at íðka eina ávísa ítróttagrein. Vit kundu til dømis spurt okkum sjálvi: Hvussu ofta fáa fólk skaða í hesi ítróttagreinini? Havi eg ta røttu útgerðina, og havi eg fingið nóg góða upplæring, so eg ikki komi til skaða? Og viss eg datt, ella trygdarútgerðin sveik, hevði eg so bara fingið ein lítlan snudd, ella kundi eg brotið meg sundur ella enntá doyð?

Ein kristin, sum við vilja íðkar farligan ítrótt, kann gera Jehova keddan, og so er hann heldur ikki nøkur góð fyrimynd fyri onnur í samkomuni. (1. Timoteusarbræv 3:2, 8-10; 4:12; Titusarbrævið 2:6-8) So sjálvt tá ið vit stuttleika okkum, mugu vit hugsa um Jehova, og hvussu stóran týdning lívið hevur fyri hann.

[Undirgrein]

a BASE er ein stytting av ensku orðunum building, antenna, span og earth (bygningur, antenna, brúgv og hamari). Mett verður, at hesin ítrótturin at leypa út í fallskíggja, frá til dømis bygningum, brúgvum og homrum, er so vandamikil, at hann er bannaður nógvastaðni.