Far beinleiðis til innihaldið

Eg hevði ringt við at góðtaka klædnastílin hjá øðrum

Eg hevði ringt við at góðtaka klædnastílin hjá øðrum

Eg hevði ringt við at góðtaka klædnastílin hjá øðrum

EILEEN BRUMBAUGH SIGUR FRÁ

EG VAKS upp í einum øgiliga strangum og gamaldags átrúnaði. Hesin átrúnaðurin, sum verður róptur Old Order German Baptist Brethren, byrjaði í Týsklandi í 1708. The Encyclopedia of Religion sigur, at henda rørslan tók seg upp, tí nøkur fólk vóru sannførd um, at øll høvdu brúk fyri at hoyra tey góðu tíðindini um Kristus. Av tí sama sendu tey trúboðarar út í onnur lond.

Í 1719 fór Alexander Mack við einum lítlum bólki til tað, sum nú eitur Pennsylvania í USA. Síðani tá er hesin bólkurin blivin til fleiri ymiskar bólkar, og hvør bólkur hevur sínar egnu tulkingar av lærunum hjá Alexander Mack. Í okkara lítlu samkomu vóru vit umleið 50, og hjá okkum hevði tað stóran týdning at lesa í Bíbliuni og fylgja tí, sum teir leiðandi í samkomuni søgdu.

Familjan hjá mær hevði hoyrt til hesa trúnna í minst trý ættarlið. Tað valdi eg eisini at gera og bleiv doypt, tá ið eg var 13. Eg hevði lært, at tað var skeivt at eiga ella brúka ein bil, ein traktor, eina telefon ella bara eitt radio ella annað, sum brúkar streym. Kvinnurnar í samkomuni gingu altíð í síðum og heilt einføldum kjólum. Vit kliptu okkum ikki og høvdu altíð okkurt á høvdinum. Menninir høvdu skegg. Vit vistu, at Jesus hevði sagt, at mann ikki skuldi vera ein partur av heiminum, og tí hildu vit, at tað var skeivt og eitt tekin um stoltleika at ganga í modernaðum klæðum, brúka sminku ella smúkkur.

Vit lærdu at hava djúpa virðing fyri Bíbliuni, tí hon er Guds orð. Hvønn morgun, áðrenn vit ótu morgunmat, plagdu vit at savnast í stovuni og lurta, meðan pápi las ein kapittul úr Bíbliuni og segði nøkur orð um tað, sum hann hevði lisið. So løgdu vit okkum øll á knæ, meðan hann bað eina bøn. Aftan á tað bað mamma faðirvár. Eg gleddi meg altíð til hesar løturnar, tí øll í familjuni vóru saman um tað andaliga.

Vit búðu á einum garði tætt við Delphi í Indiana og dyrkaðu ymisk sløg av grønmeti. Vit koyrdu í hestavogni inn til býin og seldu grønmetið á gøtuni ella hús úr húsi. Hart arbeiði var fyri okkum ein partur av okkara gudsdyrkan. Tí brúktu vit nógva tíð upp á møðsamt arbeiði, uttan sunnudagar, tí tá var tað ikki lov. Onkuntíð vóru vit kortini so upptikin av arbeiðinum á garðinum, at tað var ein avbjóðing at fokusera upp á tað andaliga.

Hjúnaband og familja

Í 1963, tá ið eg var 17, gifti eg meg við James, sum eisini hoyrdi til okkara samkomu. Hansara røtur í Old Brethren trúnni gingu so langt aftur sum til hansara langommur og langabbar. Vit høvdu bæði tvey eitt stórt ynski um at tæna Gudi og trúðu, at okkara samkomu var tann einasta rætta.

Í 1975 høvdu vit fingið seks børn, og í 1983 kom tað sjeynda og síðsta barnið. Rebecca, sum var næstelst, var einasta gentan. Vit arbeiddu hart, brúktu lítið av pengum og livdu einfalt. Vit royndu at læra børnini hjá okkum tær somu bíbilsku meginreglurnar, sum okkara foreldur og onnur í samkomuni høvdu lært okkum.

Útsjóndin hevði nógv at siga í okkara samkomu. Av tí at eingin veit, hvat býr í hjartanum, hildu vit, at klæðini vístu, hvussu ein persónur var innast inni. So viss ein í samkomuni gjørdi for nógv burtur úr at seta hárið, hildu vit, at hon var stolt. Og um mynstrið á kjólanum var for stórt, var tað eisini tekin um stoltleika. Viðhvørt høvdu reglurnar størri týdning enn tað, sum stóð í Bíbliuni.

Svágur mín kemur í fongsul

Seinast í 1960’unum var beiggi James, Jesse, sum eisini hoyrdi til Old Brethren trúnna, fongslaður, tí hann noktaði at gera hertænastu. Meðan hann var har, møtti hann Jehova vitnum, sum eisini halda, at tað sambært Bíbliuni er skeivt at fara í kríggj. (Esaias 2:4; Matteus 26:52) Jesse tosaði nógv við tey um Bíbliuna og legði merki til, at tey vóru ógvuliga dámlig fólk. Eftir at hava kannað Bíbliuna væl og virðiliga bleiv hann doyptur sum eitt Jehova vitni – tað skelkaði okkum virkuliga.

Jesse fortaldi manninum hjá mær, James, hvat hann hevði lært, og syrgdi fyri, at hann fekk bløðini Vakttornið og Vaknið! regluliga. James las bløðini og fekk uppaftur størri áhuga fyri Bíbliuni. Hann hevði altíð ynskt sær at tæna Gudi, men ofta følt, at Gud var so langt vekk. Tí var hann øgiliga áhugaður í øllum, sum kundi hjálpa honum at fáa tættari samband við Gud.

Teir elstu í okkara samkomu bóðu okkum lesa andalig bløð hjá amishfólkunum, mennonitunum og øðrum Old Brethren átrúnaðum – sjálvt um vit annars hildu, at hesir átrúnaðirnir vóru ein partur av heiminum. Pápi mín hevði nógv ímóti Jehova vitnum og helt ikki, at vit skuldu lesa Vakttornið og Vaknið! So eg bleiv heilt forfard, tá ið eg sá James lesa tey. Eg var bangin fyri, at hann fór at trúgva upp á falska læru.

James hevði leingi ivast í nøkrum av lærunum hjá Old Brethren. Hann helt, at tær vóru í stríð við Bíbliuna – serliga læran um, at tað er skeivt at arbeiða hart sunnudagar. Til dømis var tað í lagi at geva djórunum vatn at drekka sunnudagar, men ikki at royta so mikið sum eina ókrútsplantu upp. Men teir elstu fingu ikki víst honum, hvar í Bíbliuni tað stóð. So við og við fór eg eisini at ivast í ymiskum lærum hjá samkomuni.

Vit høvdu altíð trúð, at okkara samkoma var tann rætta, og vit vistu, at lívið ikki fór at verða lætt, viss vit meldaðu okkum út úr Old Brethren. Og tí var tað ein øgiliga ring avgerð at taka. Men vit kundu ikki longur við góðari samvitsku verða verandi í einari samkomu, sum eftir okkara meining ikki fylgdi Bíbliuni í øllum. Í 1983 skrivaðu vit so eitt bræv og fortaldu, hví vit fóru úr samkomuni, og vit bóðu um, at brævið bleiv lisið upp fyri limunum. Eftir tað blivu vit koyrd úr samkomuni.

Vit fóru at leita eftir sonnu trúnni

Eftir hetta fóru vit at leita eftir sonnu trúnni. Vit leitaðu eftir einari samkomu við fólkum, sum sjálvi fylgdu tí, tey lærdu onnur. Allarfyrst strikaðu vit allar tær samkomurnar, sum góðtóku kríggj. Okkum dámdi enn best samkomur, har limirnir livdu einfalt og ikki pyntaðu seg, tí so hildu vit, at tey ikki vóru ein partur av heiminum. Frá 1983 til 1985 tóku vit okkum tíð at ferðast runt í USA fyri at kanna ymiskar samkomur – mennonitar, kvekarar og aðrar líknandi bólkar.

Í hesum tíðarskeiðinum komu Jehova vitni út at vitja okkum á garðinum. Vit lurtaðu eftir teimum, men bóðu tey bara brúka bíbliutýðingina King James Version. Eg hevði virðing fyri, at tey ikki vildu fara í kríggj. Men eg helt, at tey vóru for verðslig. Tey kundu ikki vera sonn kristin, tá ið tey ikki vóru ílatin akkurát sum vit. Eg helt, at mann var stoltur, viss mann gekk í modernaðum klæðum og átti modernað ting.

James fór at ganga á møti í ríkissalinum hjá Jehova vitnum og hevði nakrar av dreingjunum hjá okkum við. Tað órógvaði meg, og eg bleiv ill. Hann bað meg koma við, men eg vildi ikki. Ein dagin segði hann so: „Sjálvt um tú ikki ert samd við teimum í øllum, kanst tú so ikki bara koma við og vita, hvussu tey eru?“ Hann var hugtikin av teirra verumáta.

At enda gjørdi eg av at fara við, men eg var øgiliga varin. Eg kom inn í ríkissalin í mínum síða kjóla og við kýsa á høvdinum. Summir av dreingjunum hjá okkum gingu skóleysir, og teir vóru eisini í gamaldags klæðum. Øll heilsaðu hjartaliga upp á okkum. Eg hugsaði: „Vit síggja heilt øðrvísi út, men tey taka allíkavæl væl ímóti okkum.“

Eg legði beinanvegin merki til, hvussu blíð øll vóru, men eg hevði sett mær fyri bara at eygleiða. Eg vildi ikki reisa meg upp, meðan tey sungu, og heldur ikki syngja við. Aftan á møtið fór eg at spyrja tey um alt møguligt. Eg spurdi til dømis um okkurt, sum eg helt, at tey gjørdu skeivt, ella um, hvussu eitt ávíst skriftstað skuldi skiljast. Sjálvt um eg var nokk so ófólkalig, vóru øll blíð við meg. Tað imponeraði meg, at eg kundi seta fleiri fólkum sama spurning og faktiskt fáa sama svar. Summi av teimum skrivaðu svarið niður, og tað hjálpti mær, tí so fekk eg kannað tað seinni.

Á sumri í 1985 fóru vit øll á stevnu hjá Jehova vitnum, bara fyri at vita hvussu tað var. James gekk enn við síðum skeggi, og sum vant vóru vit øll í gamaldags klæðum. Í steðginum kom alla tíðina onkur at práta við okkum. Tað rørdi okkum, at tey vóru so blíð, og vit føldu okkum væl. Vit vóru eisini hugtikin av einleikanum, tí líkamikið hvar vit fóru á møti, so var læran tann sama.

James var rørdur av áhuganum, sum øll vístu honum, og segði ja takk til eitt bíbliuskeið. Hann kannaði alt, sum hann lærdi, væl og virðiliga fyri at tryggja sær, at tað var rætt. (Ápostlasøgan 17:11; 1. Tessalonikabræv 5:21) Sum tíðin gekk, bleiv hann vísur í, at hann hevði funnið sannleikan. Men eg visti hvørki út ella inn. Eg vildi gjarna gera tað, sum var rætt, men eg vildi ikki vera „modernað“ og „verðslig“. Tá ið eg endiliga læt meg yvirtala til at vera við á bíbliuskeiðinum, hevði eg King James Version liggjandi á øðrum knænum og New World Translation á hinum. Eg kannaði hvørt einasti ørindi í báðum umsetingum fyri at tryggja mær, at eg ikki bleiv villleidd.

Tað, sum sannførdi meg

Meðan vit kannaðu Bíbliuna saman við Jehova vitnum, lærdu vit, at okkara himmalski faðir er ein Gud, ikki tríggir í einum, og at vit eru sálir og ikki hava eina ódeyðiliga sál. (1. Mósebók 2:7; 5. Mósebók 6:4; Ezekiel 18:4; 1. Korintbræv 8:5, 6) Vit lærdu eisini, at helviti er felags grøvin hjá øllum menniskjum og ikki eitt pínustað við brennandi eldi. (Job 14:13; Sálmur 16:10; Prædikarin 9:5, 10; Ápostlasøgan 2:31) At læra, hvat Bíblian sigur um helviti, var eitt stórt stig á vegnum, tí í Old Brethren hevði tað altíð verið eitt ivamál.

Allíkavæl bleiv eg við at ivast í, um hetta kundi vera tann sanna trúgvin, tí eftir mínari meining vóru Jehova vitni ein partur av heiminum. Tey livdu ikki tað einfalda lívið, sum eg helt, mann skuldi. Men samstundis dugdi eg at síggja, at tey gjørdu, sum Jesus segði, og boðaðu tey góðu tíðindini um Guds ríki fyri øllum menniskjum. Eg var so forvirrað! – Matteus 24:14; 28:19, 20.

Tað, sum fekk meg at blíva við at kanna Bíbliuna, sjálvt um tað var ein trupul tíð hjá mær, var, at tey í samkomuni vóru so umhugsin. Øll vóru so góð við okkum. Ymisk fólk úr samkomuni komu at vitja okkum, onkuntíð við tí umberingini, at tey bara skuldu keypa mjólk og egg. Tí lærdu vit tey betur at kenna og sóu, at tey vóru fitt og ordilig. Sjálvt um eitt ávíst Jehova vitni studeraði við okkum, forðaði tað ikki fyri, at onnur í samkomuni stukku inn á gólvið. Tvørturímóti komu tey altíð inn, viss tey vóru í nærheitini. Tað var akkurát tað, sum vit høvdu brúk fyri. Vit fingu møguleika at læra Jehova vitni betur at kenna, og tað hevði stóran týdning fyri okkum at føla teirra umsorgan og kærleika.

Tað vóru ikki bara tey í tí nærmastu samkomuni hjá Jehova vitnum, sum hugsaðu um okkum. Meðan eg gekk og stríddist við spurningin um, hvussu mann átti at ganga ílatin og seta hárið, kom Kay Briggs úr eini grannasamkomu at vitja meg. Hon var einfalt ílatin og brúkti ikki sminku. Eg føldi meg væl saman við henni og tordi at fortelja henni, hvat eg hugsaði. Seinni kom eisini ein bróðir, Lewis Flora, at vitja meg. Hann var uppvaksin í einari samkomu, sum líktist Old Brethren. Hann sá, hvørjari tvístøðu eg var í, og sendi mær eitt bræv upp á tíggju síður, har hann royndi at hjálpa mær. Tað rørdi meg so nógv, at eg táraði, og eg las brævið aftur og aftur.

Eg bað bróður O’Dell, sum var ferðandi umsjónarmaður, um at forklára mær Esaias 3:18-23 og 1. Pætursbræv 3:3, 4. Eg spurdi hann: „Vísa hesi ørindini ikki, at vit mugu ganga í einføldum klæðum, viss vit skulu gleða Gud?“ Hann visti, at mín bíblia brúkti orðið kýsi í Esaias 3:20, og spurdi: „Er tað skeivt at ganga við kýsa? Er tað skeivt at flætta hárið?“ Í Old Brethren plagdu vit at flætta hárið hjá smágentunum, og kvinnurnar brúktu kýsa. Eg sá nú, at vit ikki høvdu verið konsekvent í okkara tulking, og helt, at tað var ótrúligt, at umsjónarmaðurin hevði verið so tolin og vinarligur við meg.

Eg bleiv meira og meira sannførd, men eg hevði framvegis eitt, sum bleiv við at arga meg – kvinnurnar kliptu hárið. Teir elstu royndu at hjálpa mær og søgdu, at summar kvinnur kunnu fáa øgiliga langt hár, meðan tað hjá øðrum bara veksur til eitt vist. Eru tær kvinnurnar, sum fáa øgiliga langt hár, so betri enn aðrar? Teir hjálptu mær eisini at skilja, hvønn leiklut samvitskan hevur í sambandi við klæðir og hár, og góvu mær okkurt við heim, sum eg kundi lesa.

Vit fóru at fylgja tí, sum vit lærdu

Vit leitaðu eftir einum trúarsamfelagi, har limirnir vístu sína trúgv í verki, og tað funnu vit. Jesus segði: „Av tí skulu øll sanna, at tit eru lærisveinar Mínir – at tit hava kærleika hvør til annan.“ (Jóhannes 13:35) Vit ivaðust ikki í, at Jehova vitni vísa ektaðan kærleika. Men tað var ein nokk so forvirrandi tíð hjá teimum báðum elstu børnunum hjá okkum, Nathan og Rebeccu. Tey høvdu nemliga tikið Old Brethren trúnna til sín og vóru eisini blivin doypt. Men sum frá leið hevði tað, sum vit fortaldu teimum úr Bíbliuni, og kærleikin, sum Jehova vitni vístu teimum, góða ávirkan á tey.

Til dømis hevði Rebecca altíð longst eftir at fáa eitt tættari samband við Gud. Tá ið hon fann út av, at Gud ikki hevur avgjørt okkara lagnu frammanundan, bleiv tað nógv lættari hjá henni at biðja til hann. Tað hjálpti henni eisini at læra, at Gud ikki er ein partur av eini tríeind, men ein veruligur persónur, sum hon kundi taka eftir. (Efesusbrævið 5:1) Hon helt, at tað var ein lætti, at hon ikki noyddist at brúka tað avoldaða málið úr King James bíbliuni, tá ið hon bað til Gud. At læra, hvussu mann eigur at biðja, og at vita, at Gud lovar okkum eina góða framtíð í einum paradísi á jørðini, gjørdi stóran mun hjá henni. – Sálmur 37:29; Opinberingin 21:3, 4.

Nú tæna vit øll Jehova

James og eg og tey fimm elstu børnini – Nathan, Rebecca, George, Daniel og John – blivu doypt sum Jehova vitni á sumri í 1987. Harley bleiv doyptur í 1989, og Simon í 1994. Øll familjan hjá okkum er íðin í tí arbeiðinum, sum Jesus gav sínum lærisveinum – at boða tey góðu tíðindini um Guds ríki.

Teir elstu fimm dreingirnir – Nathan, George, Daniel, John og Harley – og eisini dóttirin Rebecca – hava tænt á deildarskrivstovuni hjá Jehova vitnum í USA. George er har enn og hevur nú verið har í 14 ár. Simon, sum fór úr skúlanum í 2001, er nýliga eisini farin á Betel. Allir synirnir hjá okkum eru antin samkomutænarar ella elstar í samkomum hjá Jehova vitnum. Maður mín er elsti í samkomuni í býnum Thayer í Missouri, og eg havi úr at gera í boðanini.

Vit eiga trý ommu- og abbabørn – Jessica, Latisha og Caleb – og tað er ein stór gleði hjá okkum at síggja, at foreldrini læra tey at elska Jehova. Vit eru so glað fyri, at Jehova dró okkum til sín og hjálpti okkum at finna tað fólkið, sum tænir honum.

Vit hugsa nógv um tey, sum eru trúgvandi, men sum alt sítt lív hava lært, at leggja størri dent á reglur enn á Bíbliuna. Vit hopa, at tey fáa ta somu gleðina, sum vit hava. Fyrr gingu vit hús úr húsi og seldu grønmeti, men nú ganga vit hús úr húsi við teimum góðu tíðindunum. Eg havi hug at tára, tá ið eg hugsi um tolið og kærleikan, sum fólkið hjá Jehova hevur víst okkum.

[Myndir]

Tá ið eg var umleið sjey ára gomul og seinni sum vaksin

[Mynd]

James, George, Harley og Simon í gamaldags klæðum

[Mynd]

Henda myndin av mær var at síggja í einum lokalum tíðindablaði. Eg var á veg á marknaðin við grønmeti

[Kelduávísing]

Journal and Courier, Lafayette, Indiana

[Mynd]

Familjan hjá okkum í dag