Far beinleiðis til innihaldið

Hvat lærir náttúran okkum?

Hvat lærir náttúran okkum?

Hvat lærir náttúran okkum?

„Spyr tú dýrini – tey skulu læra teg – og fuglar himmalsins – teir skulu siga tær tað – ella hygg at jørðini – hon skal læra teg – lat fiskar havsins siga tær tað!“ – JOB 12:7, 8.

TEY seinnu árini hava granskarar og verkfrøðingar lært nógv við at hyggja at plantum og djórum. Teir royna at herma eftir tí, sum teir síggja í náttúruni í eini roynd at betra um vørur, sum longu eru til, ella gera nýggjar. Tá ið tú lesur tað, sum stendur í dømunum niðanfyri, kanst tú spyrja teg sjálvan: ’Hvør hevur skapt tað, og hvør eigur at fáa æruna fyri tað?’

Hvat kunnu vit læra av hvalabøkslum?

Hvat kunnu tey, sum byggja flogfør, læra av einum hvali, sum eitur kúlubøka? Eina rúgvu faktiskt. Ein vaksin kúlubøka vigar umleið 30 tons – líka nógv sum ein lastbilur við fullari last – og hon hevur ein lutfalsliga stívan kropp við stórum bøkslum, ið líkjast veingjum. Hetta risastóra djórið flytur seg øgiliga lætt í sjónum. Tá ið hvalurin til dømis roynir eftir føði, svimur hann í rundingum undir fiskinum, sum hann ætlar sær at gloypa. Samstundis blæsur hann luftbløðrur, ið verða sum eitt net rundan um fiskin, og so er tað lítið fyri hjá hvalinum at svølgja hann.

Granskararnir skiltu ikki, hvussu eitt so stórt djór fekk svomið í so smáum rundingum. Teir funnu út av, at tað var skapið á bøkslunum, sum gjørdi tað møguligt. Kanturin á bøkslunum er ikki slættur, men hevur eina røð av framstandandi buklum.

Buklurnar hjálpa hvalinum at svimja uppeftir uttan at brúka serliga nógva orku. Hvussu tá? Blaðið Natural History greiðir frá, at hesar buklurnar fáa vatnið at streyma yvir bøkslini upp á ein máta, sum ger tað lætt hjá hvalinum at svimja upp til vatnskorpuna í smáum rundingum. Viss kanturin á bøkslunum var slættur, hevði hetta ikki borið til.

Hvat kann henda vitanin brúkast til? Viss veingirnir á flogførum høvdu sama skap sum bøkslini á kúlubøkuni, var tað helst ikki neyðugt við so nógvum luftklaffum ella aðrari tekniskari útgerð fyri at stýra luftstreyminum. Og so høvdu veingirnir verið tryggari og lættari at viðlíkahalda. Serfrøðingurin John Long heldur, at øll jettflogfør kanska heilt skjótt fara at hava somu buklur á veingjunum sum kúlubøkan hevur á bøkslunum.

Verkfrøðingar herma eftir veingjunum á fiskimásanum

Veingirnir á flogførum líkjast sjálvandi longu veingjunum á fuglum. Men nú hava verkfrøðingar gjørt enn betri kopi av fuglaveingjum. Blaðið New Scientist sigur, at tey á fróðskaparsetrinum í Florida hava roynt at herma eftir rørslunum, sum fiskimásin hevur, tá ið hann flýgur. Tey hava gjørt eina dronu, sum bæði kann sveima, kava og rísa ógvuliga skjótt í luftini.

Fiskimásin flýgur sera væl, tí hann boyggir veingirnar bæði í alboga- og akslaliðinum. Blaðið greiðir eisini frá, at dronan, sum tey gjørdu, hevur veingir, ið boyggja seg upp á sama máta sum teir hjá fiskimásanum. Hesir veingirnir gera tað møguligt hjá dronuni at sveima í luftini. Hernaðarligir felagsskapir eru áhugaðir í einari slíkari dronu, tí hon kann brúkast til at leita eftir kemiskum og biologiskum vápnum í stórbýum.

Granskarar herma eftir fótunum á gekkooydluni

Landdjór kunnu eisini læra okkum nógv. Til dømis dugir tann lítla oydlan, sum verður nevnd gekko, at ganga á veggjum og uppi undir loftum. Hvussu kann hon tað?

Gekkooydlan fær fest seg á ein yvirflata, ið er líka slættur sum glas, tí hon hevur nógv evarska smá hár undir fótunum. Føturnir framleiða ikki lím, men molekylini undir fótunum og á yvirflatanum tiltrekkja hvørt annað. Vit klára sjálvsagt ikki ganga á veggjum og loftum, men tey nógvu hárini undir fótunum á gekkooydluni gera, at hon klárar tað.

Hvat kundu granskarar brúkt hetta til? Teir kundu gjørt tilfar, sum kundi verið brúkt í staðin fyri karðalás, sum náttúran eisini hevur givið íblástur til. * Ein granskari sigur, at eitt „gekkotape“ kanska hevði komið væl við í læknaheiminum, tá ið tað ikki ber til at lata sár aftur við kemiskum evnum.

Hvør eigur at fáa æruna?

Amerikanska rúmdarfelagið NASA hevur gjørt ein robott, ið gongur sum ein skorpión, og í Finnlandi hava tey gjørt ein traktor, ið flytur seg upp um stór ting akkurát sum eitt risastórt insekt. Nakrir granskarar hava gjørt toy við evarska smáum snippum, sum kunnu lata upp og aftur eins og ein furukongul, so fuktur sleppur inn ella út. Ein bilafyritøka hevur framleitt ein bil, sum hevur sama streymlinjaða sniðið sum kuffertfiskurin. Aðrir granskarar hava roynt at fáa greiðu á, hví skelin á einum ávísum kræklingaslagi er so sterk. Teir ætla at herma eftir hesum sniðinum í sambandi við at gera klæðir til hermenn lættari og sterkari.

Náttúran hevur lært okkum so nógv, at granskarar hava gjørt ein dátugrunn við upplýsingum um nógv ymisk sløg av djórum og plantum. Blaðið The Economist sigur, at nú kunnu vísindafólk leita eftir upplýsingum í hesum dátugrunninum, sum kunnu hjálpa teimum at finna góðar loysnir. Hesar upplýsingarnar um djór og plantur kunnu samanberast við eitt patent ella vørumerki. Tá ið fólk uppfinna okkurt, plaga tey at skráseta tað og fáa æruna fyri tað. Við at gera henda dátugrunnin siga granskararnir í veruleikanum, at vit eiga at takka náttúruni fyri hesar uppfinningarnar.

Hvussu fekk náttúran øll hesi fantastisku hugskotini? Nógvir granskarar siga, at alt hevur ment seg gjøgnum milliónir av árum. Men tað halda aðrir ikki. Í 2005 skrivaði Michael Behe, mikrobiologur, soleiðis í The New York Times: „Av tí at sniðgáva er so týðilig [í náttúruni], ber tað til at koma við einum einføldum argumenti: Viss okkurt líkist eini dunnu, gongur sum ein dunna og gvaggar sum ein dunna, kunnu vit – um einki annað kann prógvast – staðfesta, at tað faktiskt er ein dunna.“ Hvørja niðurstøðu kom hann til? „Vit skulu ikki vísa sniðgávu frá okkum, bara tí hon er so týðilig.“

Tá ið onkur ger betri veingir til flogfør, betri bandasjur, betri toy ella ein betri bil, eigur viðkomandi so ikki at fáa æruna fyri tað? Viss onkur hermir eftir tí, sum ein annar hevur gjørt, uttan at geva honum æruna, er tað tað sama sum at stjala.

Heldur tú, at tað gevur meining at siga, at alt tað fantastiska, sum granskarar royna at herma eftir, er komið av tilvild? Viss mann skal vera klókur fyri at gera eitt kopi, skal mann so ikki vera uppaftur klókari fyri at gera originalin? Hvør hevur uppiborið størri æru – tann sum hevur gjørt originalin, ella hann sum hevur hermt eftir honum?

Ein logisk niðurstøða

Nógv, sum eygleiða náttúruna, taka undir við sálmaskaldinum, sum skrivaði: „Hvussu mong eru ikki verk Tíni, HARRI! – Tú gjørdi tey øll við vísdómi; jørðin er full av tí, ið Tú hevur skapt.“ (Sálmur 104:24) Paulus skrivaði nakað líknandi: „Ósjónliga vera [Guds], bæði æviga kraft og guddómleiki Hansara, sæst frá skapan heimsins; tað skilst av verkum Hansara.“ – Rómbrævið 1:19, 20.

Nógv trúgvandi menniskju, sum hava virðing fyri Bíbliuni, hugsa kortini, at Gud møguliga hevur brúkt menning til at skapa øll undrini í náttúruni. Men hvat sigur Bíblian um tað?

[Undirgrein]

^ stk. 15 Karðalás hevur nógvar krókar og lykkjur, og tað er gjørt við íblástri frá burruplantuni.

[Tekstsendurgeving]

Hvussu fekk náttúran so nógv góð hugskot?

[Tekstsendurgeving]

Hvør hevur patent upp á náttúruna?

[Ramma/Mynd]

Viss mann skal vera klókur fyri at gera eitt kopi, skal mann so ikki vera uppaftur klókari fyri at gera originalin?

Hetta flogfarið, sum er sera lætt at stýra, er gjørt við íblástri frá veingjunum á fiskimásanum

Ein gekkooydla verður ikki skitin um føturnar, setur eingi fótaspor, fær gingið á øllum flatum uttan teflon og fær akkurát sum einki fest seg á ein flata og loyst seg aftur. Granskarar royna at herma eftir henni

Hetta streymlinjaða sniðið á kuffertfiskinum hevur givið íblástur til ein bil

[Kelduávísingar]

Flogfar: Kristen Bartlett/ University of Florida; fótur á gekkooydlu: Breck P. Kent; kuffertfiskur og bilur: Mercedes-Benz USA

[Ramma/Myndir]

INSTINKTVÍSIR NAVIGATØRAR

Nógv djór duga væl at finna veg, tí tey fylgja sínum instinkti. Her eru tvey dømi:

Ferðslustýring hjá meyrum. Hvussu finna meyrur aftur til meyrutúgvuna, tá ið tær hava verið og leitað eftir føði? Granskarar í Bretlandi hava funnið út av, at meyrur leggja ein ávísan lukt eftir seg á leiðini, og at tær gera gøtur, sum gera tað lættari hjá teimum at finna heimaftur. Til dømis ger eitt ávíst slag av meyrum gøtur úr túgvuni, sum greina seg sundur í tvær. Blaðið New Scientist greiðir frá, at hesar tvígreiningarnar hava ein ávísan vinkul. Hetta er virkuliga hugtakandi, og tað hjálpir meyrunum. Ein meyra, sum er á veg aftur til túgvuna og kemur fram at eini tvígreining, fylgir instinktivt lættastu gøtuni, sum altíð førir aftur til túgvuna. Henda skipanin ger tað lættari hjá meyrunum at fara frá og til túgvuna uttan at villast, og av tí sama spara tær orku.

Fuglakumpass. Tá ið flytifuglar ferðast langa leið í øllum veðri, finna teir leiðina fram uttan at villast. Hvussu ber tað til? Granskarar hava funnið út av, at fuglar sansa magnetfeltið kring jørðina. Men blaðið Science greiðir frá, at magnetfeltið varierar og ikki altíð peikar beint norður. Hvussu finna fuglarnir so vegin? Teir hyggja eisini eftir, hvar sólin er um kvøldið. Og sjálvt um sólin ikki er sama stað alt árið, so sær tað út til, at teir vita, hvør tíð á árinum tað er. So teir brúka bæði magnetfeltið og sólina at miða seg eftir.

Hvør hevur programmerað meyruna, so hon skilur geometriina? Hvør hevur lært fuglarnar at finna leiðina fram? Óintelligent menning? Ella ein intelligentur skapari?

[Kelduávísing]

© E.J.H. Robinson 2004