Far beinleiðis til innihaldið

Nú veit eg, hvussu órættvísi verður fyribeint

Nú veit eg, hvussu órættvísi verður fyribeint

Nú veit eg, hvussu órættvísi verður fyribeint

Ursula Menne sigur frá

So leingi sum eg minnist, havi eg havt eina sterka rættferðarkenslu. Eg vildi, at øll skuldu fáa rímiliga og rættvísa viðferð. Tað var orsøkin til, at eg einaferð bleiv sett í fongsul í Eysturtýsklandi undir kommunismuni. Og sjálvt um tað kanska ljóðar løgið, var tað nettupp har, eg fann út av, hvussu órættvísi verður fyribeint. Lat meg greiða frá.

EG BLEIV fødd í 1922 í týska býnum Halle, sum er meira enn 1.200 ára gamal. Hann liggur okkurt um 200 kilometrar í ein útsynning úr Berlin og var ein av teimum fyrstu býunum, sum tók við protestantismuni. Systir mín, Käthe, bleiv fødd í 1923. Pápi mín arbeiddi í herinum, og mamma sang í sjónleikarahúsinum.

Ta sterku rættferðarkensluna hevði eg frá pápa mínum. Tá ið hann gavst í herinum, fekk hann sær ein handil. Tey flestu av teimum, sum komu at keypa frá honum, vóru fátæk, og tí læt hann tey ofta fáa vørurnar uttan at betala beinanvegin. Men av tí at hann hevði eitt so gott hjarta, fór handilin á heysin. Og hetta skuldi nokk havt lært meg, at stríðið ímóti órættvísi og mismuni ikki er so lætt, sum mann skuldi trúð. Men eg var ung og helt, at alt bar til.

Mínar listarligu gávur hevði eg frá mammu. Hon lærdi Käthe og meg at elska tónleik, sang og dans. Eg var glað og rokalig, og Käthe og eg høvdu ein góðan barndóm – tað vil siga inntil 1939.

Marran byrjar

Tá ið eg var liðug við fólkaskúlan, fór eg á ballettskúla. Har lærdi eg eisini ein serligan dans, sum krevur, at dansarin vísir sínar kenslur í rørslum. Eg fór eisini at mála. Míni fyrstu ungdómsár vóru bæði spennandi og lærurík. Men so kom 1939 og seinni heimsbardagi. Ein annar skelkur kom í 1941, tá ið pápi mín doyði av tuberklum.

Kríggj er ein sonn marra. Sjálvt um eg bara var 17 ára gomul, tá ið kríggið byrjaði, sá eg, at heimurin var farin heilt av lagi. Eg sá, hvussu púra vanlig fólk fóru at stuðla nasismuni. Kríggið hevði eisini við sær, at vit ikki fingu tað, sum vit høvdu brúk fyri. Tað var tann bera neyð og elendigheit – fólk doyðu og alt bleiv oyðilagt. Húsini hjá okkum fingu stóran skaða í einum bumbuálopi. Og fleiri í familjuni blivu dripin undir krígnum.

Tá ið kríggið endaði í 1945, búðu mamma, Käthe og eg enn í Halle. Men nú var eg gift og átti eina lítla dóttur. Maðurin og eg høvdu tað ikki gott saman, og tí fluttu vit frá hvørjum øðrum. Nú mátti eg forsyrgja dóttrini og mær sjálvari, so eg fór at arbeiða sum dansari og listamálari.

Eftir kríggið bleiv Týskland býtt sundur í fýra øki. Vit búðu í tí økinum, sum Sovjetsamveldið hevði ræði á, og vit máttu øll venja okkum við at vera undir kommunistiskum stýri. Í 1949 fekk okkara partur av Týsklandi, vanliga nevndur Eysturtýskland, navnið Týska demokratiska lýðveldið (DDR).

Lívið undir kommunismuni

Hesi árini gjørdist mamma sjúk, og eg mátti taka mær av henni. So eg fekk mær eitt skrivstovuarbeiði hjá kommununi. Tað var eisini um hetta mundið, eg kom í samband við nakrar studentar, sum mótmæltu og gjørdu vart við órættvísið, sum fór fram í samfelagnum. Til dømis slapp ein ungur maður ikki at lesa víðari, tí pápi hansara hevði verið limur í nasistaflokkinum. Eg kendi hann væl, tí vit plagdu at spæla tónleik saman. Eg hugsaði: Hví skal hann straffast fyri tað, sum pápi hansara hevur gjørt? Nú fór eg av álvara at stuðla mótmælisfólkunum og gjørdi av at vera við í almennum mótmælistiltøkum. Einaferð var eg til dømis við til at seta mótmælisseðlar upp við síðuna av trappuni uttan fyri dómhúsið.

Eg var skrivari hjá lokalu friðarnevndini og bleiv fleiri ferðir illa við av teimum brøvunum, eg skuldi skriva. Einaferð hevði nevndin ætlanir um at senda einum eldri manni, sum búði í Vesturtýsklandi, pakkar við kommunistiskum propagandatilfari, bara fyri at fáa myndugleikarnar har at fáa illgruna til hansara. Eg bleiv so ill um, at tey skuldu fara so illa við hesum manninum, at eg krógvaði pakkarnar á skrivstovuni. Og tí blivu teir ongantíð sendir.

„Tann mest forferdiligi persónurin í fongslinum“ gav mær vón

Í juni 1951 komu tveir menn inn á skrivstovuna hjá mær. Teir søgdu: „Tú ert handtikin.“ Teir tóku meg við sær til fongslið Roter Ochse, ella Reyði oksin. Eitt ár seinni bleiv eg ákærd fyri undirgravandi virksemi móti statinum. Ein studentur hevði slatrað fyri Stasi, sum er loyniliga politiið, og fortalt teimum, at eg fyrr hevði verið við til at seta mótmælisseðlar upp. Rættarmálið gekk ikki rættvíst fyri seg, tí eingin vildi lurta eftir tí, sum eg hevði at siga. So eg bleiv dømd at sita seks ár í fongsli. Einaferð bleiv eg sjúk og flutt inn í sovisalin, sum hoyrdi til fongsulssjúkrahúsið. Har vóru umleið 40 aðrar konur. Tá ið eg sá, hvussu ólukkuligar tær allar vóru, fór eg í panikk. Eg rann yvir móti útgongdini og dukaði á hurðina.

„Hvat vilt tú?“ spurdi fangavørðurin.

„Eg má sleppa út!“ rópti eg. „Set meg í isolatión, viss tað skal vera. Eg má bara sleppa út.“ Men hann lurtaði sjálvandi ikki eftir mær. Stutt eftir hetta legði eg merki til eina konu, sum var nógv øðrvísi enn hinar. Hon var púra rólig. So eg setti meg hjá henni.

Eg bleiv bilsin, tá ið eg hoyrdi hana siga: „Ansa eftir, hvar tú setur teg.“ Og so segði hon: „Hinar halda, at eg eri tann mest forferdiligi persónurin í fongslinum. Eg eri nemliga Jehova vitni.“

Tá visti eg ikki, at tann kommunistiski staturin roknaði Jehova vitni fyri at vera fíggindar. Men eg mintist, at tveir bíbliustudentar (sum Jehova vitni kallaðust fyrr) ofta vitjaðu pápa mín, tá ið eg var barn. Og faktiskt minnist eg, at pápi plagdi at siga: „Bíbliustudentarnir hava rætt.“

Eg græt av berum lætta, tá ið eg møtti hesi fittu konuni, sum æt Berta Brüggemeier. „Góða fortel mær um Jehova,“ segði eg. Og frá tí degnum vóru vit nógv saman og tosaðu ofta um Bíbliuna. Eg lærdi millum annað, at hin sanni Gud, Jehova, er kerligur, rættvísur og elskar frið. Eg lærdi eisini, at hann fer at gera alt tað gott aftur, sum nú er oyðilagt, tí ónd menniskju hava havt makt yvir øðrum og kúgað tey. Sálmur 37:10, 11 sigur: „Um lítla stund – so er hin gudleysi ikki til … Men hini eyðmjúku skulu arva landið og gleðast í nógvum friði.“

Eg varð leyslatin og flýddi til Vesturtýsklands

Eg varð leyslatin í 1956 eftir at hava sitið í gott og væl fimm ár í fongsli. Fimm dagar seinni flýddi eg til Vesturtýsklands at búgva. Um tað mundið átti eg tvær døtur, Hannelore og Sabine, og eg tók tær við mær. Har bleiv eg skild frá manninum og kom aftur í samband við Jehova vitni. Meðan eg kannaði Bíbliuna, gekk tað upp fyri mær, at eg mátti broyta ymiskt í mínum lívi fyri at kunna liva upp til normarnar hjá Jehova. Tað fór eg í holt við og bleiv doypt í 1958.

Seinni møtti eg Klaus Menne, sum eisini var Jehova vitni, og vit blivu gift. Vit vóru lukkulig saman og fingu tvey børn, sum eita Benjamin og Tabia. Fyri umleið 20 árum síðani hendi tað ræðuliga, at Klaus doyði í einari vanlukku, og eg havi verið einkja síðani tá. Tað uggar meg nógv at hugsa um, at tey deyðu fáa lívið aftur í einum paradísi á jørðini. (Lukas 23:43; Ápostlasøgan 24:15) Eg eri eisini so glað fyri, at míni fýra børn tæna Jehova.

Bíblian hevur lært meg, at tað bara er Jehova, sum kann syrgja fyri rættvísum viðurskiftum. Í mun til menniskju veit hann alt um okkum, sjálvt tað sum eingin annar sær ella skilur. Tann vitanin hjálpir mær longu nú, serliga tá ið eg síggi ella upplivi nakað, sum er órættvíst. Bíblian sigur: „Sært tú hin fátæka verða kúgaðan, og rætt og rættvísi verða undirtraðkað í landinum, so undrast tú ikki á tað! Tí ein hægri aktar eftir hinum høga, og ein enn hægri aktar eftir teimum báðum!“ (Prædikarin 5:7) Tann, sum er „enn hægri“, er sjálvandi skaparin. Og Bíblian sigur eisini: „Alt er sjónligt fyri hansara eygum, og vit skulu standa til svars fyri honum.“ – Hebrearabrævið 4:13, Nýggi Sáttmálin.

Tað, sum nærum 90 ár hava lært meg

Fólk spyrja meg av og á, hvussu tað var at liva undir nasistiskum og kommunistiskum stýri. Tað hevur verið trupult í báðum førum. Og stjórnirnar hava prógvað, at menniskju ikki eru før fyri at stýra sjálvi. Bíblian sigur bart út: „Eitt menniskja ræður yvir øðrum, tí til vanlukku.“ – Prædikarin 8:9.

Tá ið eg var ung og bláoygd, helt eg, at vit menniskju vóru før fyri at skapa eitt rættvíst samfelag. Nú veit eg betur. Tað er bara skaparin, sum kann tað. Og tað fer hann at gera, tá ið hann ger enda á teimum óndu og gevur Jesusi harradømið yvir allari jørðini. Jesus hevur altíð hugsað meira um onnur enn um seg sjálvan. Bíblian sigur um hann: „Tú elskaði rættferð og hataði lógloysi.“ (Hebrearabrævið 1:9) Eg eri so glað fyri, at eg havi lært Jesus at kenna og havi vón um at sleppa at liva undir hansara rættvísa harradømi um ævir.

[Mynd]

Saman við døtrunum Hannelore og Sabine, tá ið vit vóru komnar til Vesturtýsklands

[Mynd]

Í dag saman við soni mínum, Benjamin, og Sandru, konu hansara