HØVUÐSEVNI
Hvussu kanst tú brúka tíðina væl?
„Hevði eg bara havt betri tíð!“ Hvussu ofta hevur tú sagt tað? Øll fólk hava líka nógva tíð. Tað ger ongan mun, um tey eru rík og hava nógv vald, ella um tey eru fátæk og hava lítið at siga. Hartil kemur, at hvørki tey ríku ella tey fátæku kunnu spara sær tíð saman at brúka seinni. Tann tíðin, sum er farin, kemur ongantíð aftur. Tað gevur tí góða meining at brúka tíðina so væl, sum til ber. Hvussu skulu vit bera okkum at? Her koma fýra góð ráð, sum hava hjálpt nógvum at brúka tíðina væl.
Ráð 1: Halt skil á tíðini
Raðfest. Bíblian gevur okkum hesi ráðini: ’Dømið um, hvat beinast er.’ (Filippibrævið 1:10) Ger tær ein lista við øllum tí, sum tú skalt gera. Sjálvt um alt á listanum hevur týdning, hevur okkurt størri týdning enn annað. Royn at finna út av, hvat hevur størstan týdning, og ger so tað fyrst.
Ver framskygdur. Bíblian sigur í Prædikaranum 10:10: „Táið øksin er óhvøss, og eggin ikki verður brýnd, má tess meiri makt verða nýtt; men vísdómur hevur tann fyrimun, at hann ger alt á rættan hátt.“ Hetta dømið lærir okkum, at vit mugu gera eina ætlan fyri at fáa sum mest burtur úr tíðini. Viss okkurt er á listanum, sum ikki hevur so stóran týdning, kanst tú kanska útseta tað ella enntá lata vera við at gera tað. Og viss tú hevur gjørt alt tað, sum stendur á listanum, kanst tú kanska gera okkurt av tí, sum tú hevði ætlað at gera seinni. Við at vera framskygdur fært tú meira burtur úr tíðini.
Royn at liva einfalt. Lær teg at siga nei til tað, sum ikki hevur so stóran týdning, ella tað, sum kann taka nógva tíð. Viss tú hevur alt for nógv at gera og for nógvar avtalur, kanst tú blíva stressaður og missa gleðina.
Ráð 2: Spill ikki tíðina burtur
Lat vera við at útseta og drála. „Tann, ið altíð hyggur eftir vindinum, kemur aldri at sáa, og tann, ið altíð hyggur at skýggjunum, kemur aldri at heysta.“ (Prædikarin 11:4) Hvat lærir hetta okkum? Tá ið vit útseta tað, sum vit skulu gera, spilla vit tíðina og fáa minni burturúr. Ein bóndi, sum bíðar eftir teimum heilt røttu umstøðunum, kemur kanska ongantíð so langt sum at sáa ella heysta. Soleiðis er tað eisini hjá okkum. Viss vit bíða eftir teimum heilt røttu umstøðunum, verður tað ringt hjá okkum at fáa tað gjørt, sum vit skulu gera. Tað kann eisini vera, at vit føla, at vit mugu vita alt um eina støðu, áðrenn vit kunnu taka eina avgerð. Er talan um eina týðandi avgerð, mugu vit sjálvandi kanna málið og hugsa okkum væl um. Í Orðtøkunum 14:15 stendur: „Hin klóki gevur sær far um, hvussu hann stígur.“ Men ofta noyðast vit at taka avgerðir, sjálvt um vit ikki hava allar tær upplýsingarnar, vit kundu ynskt okkum. – Prædikarin 11:6.
Perfektionisma. Í Jákupsbrævinum 3:17 stendur: „Vísdómurin omanfrá [ella frá Gudi] er … lagaligur.“ Tað er sjálvandi gott at hava høg krøv til sín sjálvan. Men viðhvørt seta vit so høg krøv, at tað bara endar við, at vit verða kedd og skuffað. Ein, sum gjarna vil læra eitt annað mál, má til dømis góðtaka, at hann fer at siga okkurt skeivt av og á, og at tað er nakað, hann kann læra av. Men ein, sum er perfektionistur, vil fyri alt í verðini ikki siga nakað, sum er skeivt. Og tí verður tað nógv verri hjá honum at læra málið. Tá er tað nógv betri ikki at hava ov høg krøv til sín sjálvan. Í Orðtøkunum 11:2 stendur: „Hini eyðmjúku, tey hava vísdóm.“ Hartil kemur, at tey, sum eru eyðmjúk og lítillátin, duga at flenna at sær sjálvum, tá ið tey gera mistøk.
„Í veruleikanum betalir tú ikki fyri ting við pengum. Tú betalir fyri tey við tínari tíð.“ – Charles Spezzano, rithøvundur og sálarfrøðingur
Ráð 3: Hav javnvág í og ver realistiskur
Finn javnvágina millum arbeiði og frítíð. „Betri er ein nevi av friði enn báðar hendur fullar av strevi og av eftirsókn eftir vindi!“ (Prædikarin 4:6) Arbeiðsnarkomanar, sum hava ’hendurnar fullar av strevi’, loyva sær sjáldan at njóta úrslitið. Teir hava heilt einfalt hvørki tíð ella orku til tað. Men tey, sum eru dovin, velja heldur at hava „báðar hendur fullar“ av hvílu og oyðsla soleiðis dýrabara tíð burtur. Bíblian eggjar okkum til at finna javnvágina: Tað er gott at arbeiða og at gleðast um tað, sum kemur burturúr. Ein sovorðin gleði er ein gáva frá Gudi. – Prædikarin 5:18.
Fá nokk av svøvni. „Í friði leggist eg og sovni við tað sama,“ segði ein bíbliuskrivari. (Sálmur 4:9) Flestøll vaksin hava brúk fyri at sova umleið átta tímar hvørja nátt fyri at fáa nokk av hvílu. Vit brúka tíðina væl, tá ið vit sova nóg nógv, tí tað ger, at vit fáa hugsavnað okkum, minnast betur og hava lættari við at læra nakað nýtt. Men viss vit ikki fáa nokk av svøvni, verður tað verri at læra nakað nýtt. Tað kann eisini hava óhapp, mistøk og irritatión við sær.
Set tær realistisk mál. „Tað er betri at gleðast um tað, sum eyguni síggja, enn at leingjast eftir øðrum.“ (Prædikarin 6:9, New World Translation) Hvat merkir tað? Ein, sum er klókur, letur seg ikki stýra av dreymum, serliga ikki um talan er um nakað órealistiskt ella ómøguligt. Og tí letur hann seg heldur ikki lokka av lýsingum ella av, at tað er lætt at lána pengar. Nei, hann hevur lært at vera nøgdur við tað, sum hann hevur, og sum ber til, altso „tað, sum eyguni síggja“.
Ráð 4: Fylg góðum normum
Hugsa um tínar normar. Tínir normar hjálpa tær at meta um, hvat er gott, týðandi og gevandi. Viss tú fylgir góðum normum, verður tað lættari hjá tær at taka góðar avgerðir og at brúka tíðina upp á tann besta mátan. Men hvar finna vit sovorðnar normar? Nógv halda, at teir eru at finna í Bíbliuni, sum er full av vísdómi. – Orðtøkini 2:6, 7.
Raðfest kærleika. Í Kolossebrævinum 3:14 stendur, at kærleiki „er band fullkomileikans“. Vit kunnu ikki vera lukkulig og føla okkum trygg uttan kærleika, serliga í familjuni. Fólk, sum seta arbeiði og tað at tjena pengar fremst í lívinum, eru ikki lukkulig. Bíblian vísir, at tað er kærleiki, sum hevur størstan týdning. Orðið kærleiki verður nevnt fleiri hundrað ferðir í Bíbliuni. – 1. Korintbræv 13:1-3; 1. Jóhannesarbræv 4:8.
Tak tær tíð til at læra Gud at kenna. Geoff hevði eina góða konu, tvey fitt børn, góðar vinir og eitt gott arbeiði, har hann koyrdi sjúkrabil. Men tá ið hann var til arbeiðis, sá hann ofta fólk, sum píndust, og enntá fleiri, sum doyðu. „Er tað virkuliga soleiðis lívið eigur at vera?“ spurdi hann. Men so fór hann at lesa í bíbilskum lesnaði, sum Jehova vitni hava givið út, og har fekk hann svar upp á sínar spurningar.
Geoff fortaldi konuni og børnunum, hvat hann hevði lært, og tey hildu eisini, at tað var áhugavert. Tey fóru øll at kanna Bíbliuna, og tað gjørdi, at tey fingu eitt betri lív, og tað hjálpti teimum at brúka tíðina nógv betur. Tey fingu eisini eina góða vón um ævigt lív í einum heimi uttan sorg og pínu. – Opinberingin 21:3, 4.
Hetta dømið við Geoff minnir okkum á orðini hjá Jesusi í Lukas 11:28. Har stendur: „Sæl eru tey, sum hoyra orð Guds og goyma tað!“ Ert tú villigur at seta eitt sindur av tíð av til at lesa í Guds orði og hugsa um tað? Tú kanst vera vísur í, at einki annað kann hjálpa tær at fáa sum mest burtur úr tíðini – ikki bara nú, men restina av lívinum.