Far beinleiðis til innihaldið

Ein umbering kann skapa frið

Ein umbering kann skapa frið

Ein umbering kann skapa frið

„AT SIGA orsaka hevur stóran týdning. Ein umbering kann loysa ósemjur uttan harðskap, fáa mótstríðandi lond at nærkast hvørjum øðrum, fáa myndugleikar at viðganga, at borgarar ikki fáa rætta viðferð, og fáa viðurskifti millum einstaklingar í rættlag aftur.“ Soleiðis skrivaði Deborah Tannen, rithøvundur og málgranskari á Georgetown University í Washington, D.C.

Bíblian vísir, at viss vit eru eyðmjúk og biðja um fyrigeving, kann tað geva okkum eitt gott samband við onnur aftur. Tað síggja vit til dømis í líknilsinum hjá Jesusi um burturvilsta sonin. Tá ið sonurin kom heim aftur og eyðmjúkur bað um umbering, tók pápin ímóti honum við opnum ørmum. (Lukas 15:17-24) Ja, vit mugu ongantíð vera for stolt til at siga orsaka og biðja um fyrigeving. Og viss vit eru eyðmjúk, er tað sjálvsagt nógv lættari at gera tað.

Hvussu stóran týdning hevur ein umbering?

Ein kona úr fortíðar Ísrael, sum æt Abigajil, vísti, hvussu umráðandi tað er at biðja um umbering. Hon bað um umbering, hóast tað var maður hennara, sum hevði gjørt nakað galið. Støðan var tann, at Dávid, sum seinni bleiv kongur, helt til úti í oyðimørkini saman við monnum sínum, og teir vardu seyðin hjá Nabali, sum var maður Abigajil. Men tá ið Dávid sendi menn sínar at biðja Nabal um vatn og breyð, var hann sera ófólkaligur og vildi ikki geva teimum nakað. Hetta fekk øði í Dávid. So hann tók einar 400 menn við sær og ætlaði at drepa Nabal og øll í húskinum. Tá ið Abigajil fekk tað at vita, fór hon út at møta Dávidi. Tá ið hon sá hann, kastaði hon seg niður fyri fótum hansara og segði: „Tað eri eg, harri, tað eri eg, ið skyldina havi! Men loyv tænastukvinnu tíni at tala til tín, og lurta eftir tí, ið tænastukvinna tín sigur!“ Og so forkláraði Abigajil støðuna fyri Dávidi og gav honum mat og drekka. Tá segði hann: „Far heimaftur í friði! Eg havi lurtað eftir orðum tínum og uppfylt bøn tína.“ – 1. Sámuelsbók 25:2-35.

Av tí at Abigajil var eyðmjúk og bað um umbering fyri mannin hjá sær, bjargaði hon nógvum lívum. Dávid takkaði henni enntá fyri, at hon hevði forðað honum í at drepa ósek menniskju. Hóast tað ikki var Abigajil, sum var farin illa við Dávidi og monnunum, tók hon skyldina á seg fyri tað, sum maðurin hennara hevði gjørt, og skapti soleiðis frið við Dávid.

Eitt annað dømi um ein, sum var villigur at biðja um umbering, var Paulus ápostul. Einaferð skuldi hann forsvara seg framman fyri sanhedrininum, jødiska hægstarættinum. Høvuðspresturin Ánanias bleiv so illur um tað, sum Paulus segði, at hann bað nakrar menn sláa hann á munnin. Tá segði Paulus við hann: „Gud skal sláa teg, kálkaði veggur tín! Tú situr her at døma meg eftir lógini, og tú brýtur lógina við at geva boð, at eg skal verða sligin!“ Tá ið Paulus fekk at vita frá teimum, sum vóru har, at hann hevði fornermað høvuðsprestin, viðgekk hann beinanvegin sítt mistak og segði: „Brøður, eg vitsti ikki, at hann var høvuðsprestur! Skrivað er jú: ’Móti høvdinga í fólki tínum mást tú ikki tala ilt’.“ – Ápostlasøgan 23:1-5.

Tað, sum Paulus segði, var rætt. Ein dómari eigur ikki at brúka harðskap. Kortini bað hann um umbering fyri, at hann ikki hevði víst høvuðsprestinum virðing. a Og tað hevði við sær, at teir í sanhedrininum vóru villigir at lurta eftir tí, sum hann hevði at siga. Av tí at Paulus visti, at limirnir í hægstarættinum ikki vóru samdir um læruna um uppreisnina, segði hann við teir, at hann var ákærdur fyri at trúgva upp á uppreisnina. Hetta elvdi til stóra ósemju, og fariseararnir tóku undir við Paulusi. – Ápostlasøgan 23:6-10.

Hvat kunnu hesi dømini úr Bíbliuni læra okkum? Bæði Abigajil og Paulus vóru villig at biðja um umbering, og tað hevði við sær, at onnur vóru villig at lurta eftir teimum. So ein umbering kann hjálpa okkum at skapa frið. Ja, tað at viðganga síni mistøk og siga orsaka kann gera tað lættari at loysa ein trupulleika.

’Men eg havi einki galið gjørt’

Tá ið vit fáa at vita, at onkur hevur tikið okkurt, sum vit hava sagt, illa upp, hugsa vit kanska, at viðkomandi er í so nærtakandi. Men legg merki til, hvat Jesus segði einaferð: „Um tær tí kemur í hug, táið tú bert fram gávu tína á altarið, at bróðir tín hevur okkurt ímóti tær, lat tá gávu tína liggja har framman fyri altarið og far og verð fyrst samdur við bróður tín – kom so og ber fram gávu tína!“ – Matteus 5:23, 24.

Kanska følir ein bróðir, at tú hevur borið teg skeivt at ímóti honum. Hvat skalt tú so gera? Jesus segði, at tú skalt fara og blíva „samdur við bróður tín“, uttan mun til um tú følir, at tú hevur gjørt nakað galið ella ikki. Í grikska tekstinum brúkar Jesus eitt orð, sum merkir, „at báðir partar í einari ósemju mugu geva seg“. (Vine’s Expository Dictionary of Old and New Testament Words) Tá ið tvey fólk eru ósamd um okkurt, kann tað væl vera, at báðir partar eiga nakað av skyldini, tí øll eru ófullkomin og hava lyndi til at gera mistøk. Av tí sama mugu báðir partar ofta geva seg.

Tað, sum hevur týdning, er ikki, hvør hevur rætt, men hvør tekur stig til at fáa frið í lag. Tá ið Paulus fann út av, at nøkur kristin í Korint fóru í rættin við sínum brøðrum og systrum orsakað av persónligum ósemjum, til dømis um pengar, skrivaði hann til teirra: „Hví líða tit ikki fyrr órætt! Hví tola tit ikki fyrr skaða!“ (1. Korintbræv 6:7) Hóast Paulus segði hetta, tí hann ikki vildi hava sínar trúarfelagar at fara í rættin við hvørjum øðrum, er meginreglan greið: Tað hevur størri týdning at halda frið, enn at prógva, hvør hevur rætt, og hvør fer skeivur. Tá ið vit minnast tað, verður tað lættari at siga orsaka fyri nakað, sum onkur heldur, at vit hava gjørt galið.

Vit mugu meina tað

Í summum londum verður orðið ’orsaka’ misbrúkt. Soleiðis er tað til dømis í Japan. Har hoyrir mann alla somlu tíðina orðið sumimasen, sum er eitt vanligt orð fyri orsaka. Tað verður enntá brúkt, tá ið mann vil siga takk fyri okkurt og samstundis umbera, at mann ikki er førur fyri at geva ella gera nakað afturfyri. Av tí at fólk brúka orðið so ofta, ivast nøkur í, um tey veruliga meina tað. Nakað líknandi er eisini vanligt í øðrum londum og mentanum.

Líkamikið hvat mál vit tosa, er tað viktigt, at vit meina tað, tá ið vit siga orsaka. Bæði tónalagið og orðini eiga at vísa, at vit veruliga eru kedd um tað, sum vit hava sagt ella gjørt. Í fjallaprædikuni lærdi Jesus lærisveinarnar nakað viktigt. Hann segði: „Sig bara ja, tá ið tú meinar ja, og nei, tá ið tú meinar nei. Alt annað er skeivt.“ (Matteus 5:37, Nýggi Sáttmálin) Viss vit siga orsaka, mugu vit meina tað! Vit kunnu lýsa tað við einum dømi: Ein maður, sum stendur í kø til innskriving á flogvøllinum, sigur orsaka, tá ið hann rakar eina konu frammanfyri við kuffertinum hjá sær. Nakrar minuttir seinni, tá ið køin flytur seg, rakar hann konuna eina ferð aftrat. Hann biður aftur orsaka. Tá ið tað sama hendir triðju ferð, sigur tann, sum ferðast saman við konuni, at viss hann virkuliga meinar tað, sum hann sigur, má hann tryggja sær, at kuffertið ikki rakar konuna aftur. Ja, tá ið mann sigur orsaka, má mann eisini ansa væl eftir ikki at gera sama mistakið aftur.

Viss vit virkuliga meina tað, tá ið vit siga orsaka, mugu vit eisini viðganga okkara mistak, biðja um fyrigeving og royna at fáa alt í rættlag aftur. Og tá eigur tann, sum er blivin særdur, at vera villigur at fyrigeva mistakið. (Matteus 18:21, 22; Markus 11:25; Efesusbrævið 4:32; Kolossebrævið 3:13) Av tí at vit øll eru ófullkomin, er tað ikki altíð so lætt. Men ein umbering hevur stóran týdning, um vit vilja skapa frið.

Nær er tað ikki hóskandi at biðja um umbering?

Sjálvt um tað kann skapa frið at biðja um umbering, er tað ikki altíð hóskandi at gera tað. Tað kundi til dømis verið í sambandi við okkara trúfesti móti Gudi. Tá ið Jesus var á jørðini „setti Hann Seg sjálvan lágt, so Hann varð lýðin til deyðan“, ja, pínsludeyðan. (Filippibrævið 2:8) Men hann bað ikki um umbering fyri sína trúgv fyri at sleppa undan pínuni. Og tá ið høvuðspresturin hótti Jesus við at siga: „Eg taki Teg í eið um hin livandi Gud, at Tú sigur okkum, um Tú ert Kristus, Sonur Guds!“ umbar Jesus seg ikki, men svaraði djarvur: „Tú hevur sagt tað. Tó, Eg sigi tykkum: Hereftir skulu tit síggja Menniskjasonin sita við høgru hond kraftarinnar og koma á skýggjum himmalsins.“ (Matteus 26:63, 64) Tað hevði nógv størri týdning fyri Jesus at vera trúfastur móti Jehova, enn at halda frið við høvuðsprestin.

Tey, sum tæna Jehova, vísa myndugleikapersónum æru og virðing. Men tey skulu ikki biðja um umbering fyri at akta Gud ella fyri at elska sínar trúarfelagar. – Matteus 28:19, 20; Rómbrævið 13:5-7.

Eingin forðing fyri friði

Vit gera øll mistøk, tí vit hava arvað synd og ófullkomileika frá Ádami. (Rómbrævið 5:12; 1. Jóhannesarbræv 1:10) Ádam bleiv ófullkomin, tí hann var ólýðin ímóti skaparanum. Men at byrja við vóru Ádam og Eva fullkomin og syndafrí, og Gud hevur lovað at gera menniskju fullkomin aftur. Hann fer at beina fyri synd og øllum avleiðingum av syndini. – 1. Korintbræv 15:56, 57.

Hugsa tær, hvat tað merkir! Einaferð tosaði hálvbeiggi Jesusar, Jákup, um, hvussu vit skulu brúka tunguna. Hann segði: „Tann, sum ikki snávar í talu, er fullkomin maður, førur fyri eisini at halda øllum likaminum í teymum.“ (Jákupsbrævið 3:2) Ein, sum er fullkomin, er førur fyri at stýra tunguni hjá sær, so tað ikki er neyðugt at siga orsaka fyri at hava sagt nakað galið. Hann er førur fyri at „halda øllum likaminum í teymum“. Sum tað verður fantastiskt, tá ið vit verða fullkomin! Tá verður einki, sum forðar menniskjum í at halda frið við hvønn annan. Men inntil tá kann ein ektað og hóskandi umbering vera við til at skapa frið.

[Undirgrein]

a Kanska var tað tí, at Paulus ikki sá so væl, at hann ikki kendi høvuðsprestin aftur.

[Mynd]

Hvat kann Paulus læra okkum?

[Mynd]

Tá ið øll eru blivin fullkomin, kann einki forða fyri friði