Far beinleiðis til innihaldið

Er tað altíð neyðugt við einari bíbilskari reglu?

Er tað altíð neyðugt við einari bíbilskari reglu?

Er tað altíð neyðugt við einari bíbilskari reglu?

TÁ IÐ tú vart barn, góvu foreldrini tær sikkurt nógvar reglur. So hvørt sum tú bleivst eldri, skilti tú, at tey gjørdu tað, tí tey elskaðu teg og vildu ansa eftir tær. Nú tá ið tú ert blivin vaksin, fylgir tú kanska enn nøkrum av tí, sum tey lærdu teg, sjálvt um tey ikki longur bestemma yvir tær.

Okkara himmalski faðir, Jehova, hevur givið okkum fleiri beinleiðis boð gjøgnum sítt orð, Bíbliuna. Til dømis sigur hann, at vit skulu halda okkum frá avgudadyrkan, ótrúskapi, hjúnabandsbroti og tjóvaríi. (2. Mósebók 20:1-17; Ápostlasøgan 15:28, 29) So hvørt sum vit læra Jehova betur at kenna, skilja vit, at hann hevur givið okkum ymisk boð, tí hann elskar okkum og vil okkum tað besta. – Efesusbrævið 4:15; Esaias 48:17, 18; 54:13.

Men Bíblian sigur ikki altíð akkurát, hvat vit skulu gera. Og tí halda summi, at tey bara kunnu gera, sum tey hava hug til. Tey siga, at Gud hevði givið okkum greiðar reglur, viss tað var neyðugt.

Men tey, sum hugsa so, gera ofta nakað, sum tey angra seinni. Tey vita ikki, at Bíblian kann hjálpa teimum at skilja, hvat Guds vilji er, sjálvt um eingin beinleiðis regla er. Tá ið vit lesa og kanna Bíbliuna, finna vit nemliga út av, hvat Jehova dámar og ikki dámar. Soleiðis venja vit okkara samvitsku, og tað hjálpir okkum at taka góðar avgerðir. Tá ið vit gera tað, verður Jehova glaður, og tað verða vit eisini. – Efesusbrævið 5:1.

Góðar fyrimyndir í Bíbliuni

Í Bíbliuni lesa vit um nógvar tænarar hjá Jehova, sum tóku góðar avgerðir, sjálvt um eingin regla segði teimum, hvat teir skuldu gera. Hugsa til dømis um Jósef. Tá ið kona Potifar royndi at lokka hann í song við sær, var eingin beinleiðis regla frá Jehova, sum segði, at tað var skeivt. Men sjálvt um Jósef onga reglu hevði at ganga eftir, visti hann, at tað hevði verið skeivt at farið í song við henni, og at tað hevði gjørt Jehova keddan. (1. Mósebók 39:9) Hann má hava vitað, at Jehova hevði sagt við Ádam og Evu, at tey, sum eru gift, skulu vera trúgv móti hvørjum øðrum. – 1. Mósebók 2:24.

Vit kunnu taka eitt dømi aftrat. Í Ápostlasøguni 16:3 fáa vit at vita, at Paulus umskar Timoteus, áðrenn hann tók hann við sær út at boða. Og í ørindi 4 stendur, at teir ferðaðust víða um og fortaldu brøðrunum og systrunum um ’boðini, sum vóru ásett av ápostlunum og hinum elstu í Jerusalem’. Men eitt av teimum boðunum var faktiskt, at tað ikki longur var neyðugt hjá kristnum at blíva umskorin. (Ápostlasøgan 15:5, 6, 28, 29) So hví umskar Paulus Timoteus? Tað var tí, at allir jødar, sum búðu har á leiðum, vistu, at pápi Timoteus var grikki. Paulus vildi ikki vera nøkrum til ástoyt, og hann vildi, at øll kristin skuldu hugsa um samvitskuna hjá øðrum. – 2. Korintbræv 4:2; 1. Korintbræv 9:19-23.

Tað var púra vanligt hjá Paulusi og Timoteusi at hugsa soleiðis. Tá ið vit lesa frásøgur sum tær í Rómbrævinum 14:15, 20, 21 og 1. Korintbrævi 8:9-13; 10:23-33, síggja vit, at Paulus var villigur at lata vera við at gera ymiskt, sjálvt um tað ikki var skeivt, tí hann vildi ikki, at onnur skuldu taka nakað illa upp, ella gera tað verri hjá teimum at tæna Jehova. Og hann skrivaði einaferð um Timoteus: „Eg havi ongan samsintan, sum av sonnum hjarta vil hava umsorgan fyri, hvussu tykkum veit við; allir søkja teir sítt egna, ikki tað, sum Kristi Jesusi hoyrir til. Men roynda trúskap hansara kenna tit, at eins og barn tænir faðir sínum, hevur hann tænt við mær í evangeliinum.“ (Filippibrævið 2:20-22) Ja, Paulus og Timoteus eru sera góðar fyrimyndir fyri okkum í dag. Tá ið eingin regla var, gjørdu teir ikki bara tað, sum teir sjálvir høvdu hug til, men valdu at gera nakað, sum hjálpti øðrum at tæna Jehova.

Jesus er tann besta fyrimyndin, vit hava. Í fjallaprædikuni greiddi hann frá, at vit ikki bara skulu fylgja lógunum frá Jehova, men eisini hugsa um, hví hann hevur givið okkum tær. Tá ið vit skilja, hví hann hevur givið okkum eina ávísa lóg, kann tað hjálpa okkum at taka avgerðir um okkurt, sum líkist tí, sum tann lógin snýr seg um. (Matteus 5:21, 22, 27, 28) Hvørki Jesus, Paulus, Timoteus ella Jósef hugsaðu, at teir bara kundu gera tað, teir høvdu hug til, tá ið eingin greið regla var um okkurt. Teir vistu, at tvey tey størstu boðini í lógini vóru at elska Gud og næstan. Og tí tóku teir avgerðir, sum vístu, at teir fylgdu hesum báðum boðunum. – Matteus 22:36-40.

Hvussu kunnu vit taka góðar avgerðir?

Løgfrøðilig skjøl eru ofta øgiliga ítøkiliga skrivað og við nógvum detaljum, men soleiðis er tað ikki við Bíbliuni. Jehova verður glaður, tá ið hann sær, at vit royna at gera hansara vilja, sjálvt um eingin ítøkilig lóg er. Tað vil við øðrum orðum siga, at vit ikki altíð pjøvast at hava eina beinleiðis lóg frá Gudi, men at vit skulu royna at ’skilja, hvat vilji Harrans er’. (Efesusbrævið 5:17; Rómbrævið 12:2) Hví verður Jehova glaður, tá ið vit gera tað? Jú, tí tað vísir, at vit heldur vilja gleða hann enn at gleða okkum sjálvi. Og tað vísir eisini, at vit eru øgiliga takksom fyri, at hann elskar okkum, og at vit vilja vísa øðrum tann sama kærleikan. (Orðtøkini 23:15; 27:11) Tá ið vit taka avgerðir, sum eru grundaðar á Bíbliuna, fáa vit eitt tættari samband við Jehova, og ofta fáa vit eisini betri heilsu.

Her eru nøkur ítøkilig dømi, sum kunnu hjálpa okkum at taka góðar avgerðir.

Undirhald

Ímynda tær, at ein ungur maður ætlar sær at lurta eftir onkrum ávísum tónleiki. Honum dámar sjálvan tónleikin, men hann veit, at tekstirnir handla um sex og hava ljótt mál. Hann veit eisini, at sangarin ofta ljóðar illur og ógvisligur á málinum. Hesin ungi maðurin elskar Jehova, og tí vil hann gjarna vita, hvat hann heldur um henda tónleikin. Hvussu kann hann finna út av tí?

Í Galatiabrævinum nevnir Paulus verk holdsins og ávøkst andans. Kanska tú veitst, hvørjir eginleikar hoyra til ávøkst andans: „Kærleiki, gleði, friður, tol, vinsemi, góðvild, trúgv, mildleiki og sjálvstamarhald.“ (Galatiabrævið 5:22, 23, New World Translation) Men hvørjir eginleikar hoyra til verk holdsins? Paulus skrivar: „Verk holdsins eru opinber; tey eru: Siðloysi, óreinska, skammloysi, avgudadýrkan, gandur, fíggindskapur, klandur, kappingarhugur, vreiði, stríð, tvídráttur, flokkadráttur, øvund, morð, drykkjuskapur, svirr og annað tílíkt, sum eg sigi tykkum um frammanundan – eins og eg eisini áður havi sagt – at tey, sum slíkt gera, skulu ikki arva ríki Guds.“ – Galatiabrævið 5:19-21.

Tað er vert at leggja merki til tað síðsta á listanum hjá Paulusi – „og annað tílíkt.“ Hann nevnir altso ikki alt, sum hoyrir til verk holdsins. Men fyri tað hevði tað ikki verið rímiligt at sagt, at Bíblian loyvir okkum at gera alt, sum ikki stendur á listanum hjá Paulusi. Nei, tí verk holdsins fevna eisini um ymiskt, sum ikki stendur á listanum, men sum hoyrir undir „annað tílíkt“. Viss onkur við vilja ger nakað, sum líkist tí, sum Paulus nevndi, og ikki vil halda uppat við tí, sleppur hann ikki at uppliva alt tað góða, sum Guds ríki fer at syrgja fyri.

Vit mugu altso royna at finna út av, hvat Jehova ikki dámar. Hvussu gera vit tað? Ímynda tær, at ein lækni sigur við teg, at tú mást eta meira grønmeti og frukt, men halda teg frá kaku, ísi og tílíkum. Hevði tað so verið ringt at funnið út av, hvar kringla hoyrir til? Og hugsa so aftur um tað, sum Gud sigur hoyrir til ávøkst andans og verk holdsins. Hoyrir tónleikurin, sum tann ungi maðurin ætlaði sær at lurta eftir, til ávøkst andans ella verk holdsins? Har er í hvussu er einki í tónleikinum, sum minnir okkum á kærleika, góðvild, sjálvstamarhald ella aðrar eginleikar, sum hoyra til ávøkst andans. Tann ungi maðurin hevur ikki brúk fyri einari greiðari reglu fyri at skilja, at Jehova ikki dámar hetta slagið av tónleiki. Tann sama meginreglan er galdandi fyri bøkur, bløð, filmar, sjónvarpssendingar, telduspøl, heimasíður og so framvegis.

Klæðir

Í Bíbliuni eru eisini meginreglur, sum kunnu brúkast í sambandi við klæðir, sminku og hár. Hesar meginreglurnar kunnu hjálpa okkum at finna út av, hvat fyri klæðir eru hóskandi hjá kristnum at ganga í. Tey, sum elska Jehova, gera ikki bara, sum tey sjálvi hava hug til, men velja at gleða sín himmalska faðir. Sjálvt um Jehova ikki hevur givið okkum greiðar reglur um, hvat vit skulu fara í, so er tað allíkavæl nakað, sum hevur týdning fyri hann. Tað er ymiskt, hvussu fólk ganga ílatin, alt eftir hvar tey búgva, og mótin broytist eisini. Men tær grundleggjandi meginreglurnar frá Gudi kunnu brúkast hvar sum helst og nær sum helst.

Til dømis stendur soleiðis í 1. Timoteusarbrævi 2:9, 10: „Somuleiðis [vil eg], at kvinnurnar skulu skrýða seg við sámiligum búna, við blúgv og heiður, ikki við flættum, gulli, perlum ella dýrum klæðum, men við góðum verkum – sum kvinnum sømir, ið játta seg undir gudsótta.“ So tí mugu vit, sum tæna Gudi, hugsa um, hvat fólk, har sum vit búgva, halda vera hóskandi klæðir at ganga í. Hetta er nakað, sum hevur stóran týdning, tí tá ið vit til dømis eru í boðanini, kunnu klæðini hjá okkum hava ávirkan á, hvussu fólk taka ímóti boðskapinum. (2. Korintbræv 6:3) Vit vilja gjarna vera góðar fyrimyndir, so vit lata okkum ikki í nakað, sum onnur kunnu taka illa upp ella verða distraherað av, sjálvt um vit kanska sjálvi halda tað vera pent ella smart. – Matteus 18:6; Filippibrævið 1:10.

Viss vit finna út av, at onkur heldur, at tey klæðini, sum okkum dámar at ganga í, ikki eru hóskandi, mugu vit gera sum Paulus. Hann var villigur at broyta seg, tí hann hugsaði um andaligu heilsuna hjá øðrum. Paulus segði: „Verðið eftirfylgjarar mínir, eins og eg fylgi Kristusi eftir.“ (1. Korintbræv 11:1) Og um Jesus skrivaði Paulus: ’Kristus gjørdi heldur ikki, sum Honum líkaði.’ Tað, sum Paulus vildi læra okkum øll, er týðiligt. Hann segði: „Vit, sum sterk eru, eiga at bera veikleikar hinna veiku og ikki gera, sum okkum sjálvum líkar. Ein og hvør av okkum skal gera, sum næsta hansara líkar – honum til gagn, til uppbygging.“ – Rómbrævið 15:1-3.

Hvussu kunnu vit læra at taka góðar avgerðir?

Tá ið vit lesa í Bíbliuni hvønn dag, royna at skilja tað, sum vit lesa, og hugsa djúpt um tað, læra vit meira um, hvat Jehova dámar. Og tað at vita, hvat honum dámar og ikki dámar, kann gera tað lættari hjá okkum at taka góðar avgerðir. Men tað tekur tíð at læra at taka góðar avgerðir. Akkurát sum mann ikki sær dag frá degi, at eitt lítið barn veksur, sæst tann andaligi vøksturin heldur ikki beinanvegin. Tí mugu vit vera tolin og ikki hugsa, at nakað er galið, viss vit ikki síggja framstig alt fyri eitt. Men hinvegin gera vit heldur ikki framstig, bara tí tíðin gongur. Nei, vit mugu studera Bíbliuna og gera okkara besta fyri at gleða Jehova. – Hebrearabrævið 5:14.

Tá vit fylgja lógunum, sum Jehova hevur givið okkum, vísa vit, at vit gjarna vilja akta hann. Men tá ið eingin lóg ella regla er, og vit allíkavæl taka avgerðir, sum gleða hann, vísa vit, at vit elska hann. Jú longur vit hava tænt Jehova, og jú tættari samband vit hava fingið við hann, jú meira fáa vit hug at líkjast honum og Jesusi. Og tá ið vit skulu taka avgerðir, er tað heilt natúrligt hjá okkum at leita okkum ráð í Bíbliuni. Vit verða eisini nógv glaðari sjálvi, tá ið vit royna at gleða Jehova í øllum.

[Myndir]

Tað er ymiskt, hvussu fólk ganga ílatin, alt eftir hvar tey búgva, men vit eiga at lata meginreglurnar í Bíbliuni ávirka okkara val