Far beinleiðis til innihaldið

Ein og hvør skal bera sína egnu byrðu

Ein og hvør skal bera sína egnu byrðu

Ein og hvør skal bera sína egnu byrðu

„Ein og hvør okkara skal gera Gudi roknskap fyri seg sjálvan.“ – RÓMBRÆVIÐ 14:12, Nýggi Sáttmálin.

1. Hvørja avgerð máttu tríggir ungir hebrearar taka?

 TRÍGGIR ungir hebrearar, sum búðu í Bábylon, skuldu taka eina stóra avgerð. Lógin í landinum kravdi, at teir skuldu boyggja seg niður fyri einari stórari standmynd og tilbiðja hana. Viss teir valdu at gera tað, sluppu teir at liva, men viss teir noktaðu, blivu teir kastaðir í ein eldovn. Hvat valdu teir at gera? Sadrak, Mesak og Abed-Nego høvdu ikki tíð at tosa við nakran um støðuna, men tað høvdu teir heldur ikki brúk fyri. Teir vistu, hvat teir vildu, og søgdu: ’Tú skalt vita, kongurin, at vit dýrka ikki gudar tínar, og tilbiðja ei heldur gullmyndina, ið tú hevur latið reisa!’ (Dániel 3:1-18) Teir tríggir hebreararnir vóru sjálvir førir fyri at taka eina avgerð.

2. Hvør hevði ávirkan á avgerðina, sum Pilatus tók í sambandi við Jesus, og slapp hann undan ábyrgdini?

2 Umleið 600 ár seinni hoyrdi ein landshøvdingur nakrar ákærur ímóti einum manni. Tá ið hann hevði kannað málið, var hann sannførdur um, at maðurin var ósekur. Men mannamúgvan vildi hava, at maðurin bleiv dripin. Landshøvdingurin vildi ikki, at maðurin bleiv dripin, men hann tordi ikki annað enn at lata mannamúgvuna fáa sín vilja. Hann „vaskaði sær um hendurnar fyri eygum fólksins og segði: ’Eg eri sakleysur í blóðinum av hesum rættvísa.’“ Síðani gav hann loyvi til, at maðurin bleiv dripin. Heldur enn sjálvur at taka ábyrgd í málinum um Jesus, læt Pilatus onnur taka avgerðina fyri seg. Men óansæð hvussu væl Pilatus vaskaði sær um hendurnar, so var tað, sum hendi við Jesusi, framvegis hansara ábyrgd. – Matteus 27:11-26; Lukas 23:13-25.

3. Hví skulu vit ikki lata onnur taka avgerðir fyri okkum?

3 Hvussu við tær? Ert tú sum teir tríggir hebreararnir, tá ið tú skalt taka avgerðir? Ella letur tú onnur taka avgerðir fyri teg? Tað er ikki altíð lætt at taka avgerðir. Fyri at kunna taka góðar avgerðir má mann vera búgvin. Foreldur mugu til dømis taka góðar avgerðir fyri síni børn. Tá ið ein støða er kompliserað, og mann noyðist at hugsa um nógvar ymiskar faktorar, kann tað sjálvandi vera eyka ringt at taka eina avgerð. Men sjálvt um teir elstu og samkomutænararnir kunnu hjálpa okkum at bera onkrar av okkara byrðum, so kunnu teir ikki taka avgerðir fyri okkum. Tað er ikki teirra ábyrgd. (Galatiabrævið 6:1, 2) Nei, vit skulu øll ’gera Gudi roknskap fyri okkum sjálvi’. (Rómbrævið 14:12, Nýggi Sáttmálin) Bíblian sigur: „Ein og hvør skal bera sína egnu byrði.“ (Galatiabrævið 6:5) Hvussu kunnu vit gera tað? Fyrst av øllum mugu vit síggja í eyguni, at vit hava brúk fyri hjálp, og so mugu vit læra okkum at taka góðar avgerðir.

Hvat skal til fyri at taka góðar avgerðir?

4. Hvat viktigt kunnu vit læra av, at Ádam og Eva vóru ólýðin?

4 Stutt eftir at Gud hevði skapt Ádam og Evu, tóku tey eina avgerð, sum fekk ræðuligar avleiðingar. Tey valdu at eta av trænum til kunnskap um gott og ilt. (1. Mósebók 2:16, 17) Hví gjørdu tey tað? Bíblian sigur: „Kvinnan sá nú, at træið var gott at eta av, at tað var eygunum ein lystur, og at tað var træ, sum ein mátti ynskja sær til at fáa vit av; hon tók tá av fruktini á tí og át; hon gav eisini manni sínum, og hann át.“ (1. Mósebók 3:6) Eva tók hesa avgerðina, tí hon bara hugsaði um seg sjálva. Seinni valdi Ádam at gera tað sama. Hetta hevði við sær, at ’synd og deyði trongdi ígjøgnum til øll menniskju’. (Rómbrævið 5:12) Tað at Ádam og Eva vóru ólýðin, lærir okkum nakað viktigt: Viss vit ikki fylgja vegleiðingini frá Gudi, er tað ringt at taka góðar avgerðir.

5. Hvat hevur Jehova givið okkum, og hvussu kunnu vit fáa gagn av tí?

5 Vit kunnu vera so glað fyri, at Jehova ikki hevur slept okkum upp á fjall. Bíblian sigur: „Táið tú fert av leið – til høgru ella til vinstru – skulu oyru tíni hoyra orð ljóða aftan fyri teg: ’Hetta er vegurin, gangið eftir honum!’“ (Esaias 30:21) Jehova tosar við okkum gjøgnum sítt orð, Bíbliuna, og tí mugu vit lesa og kanna hana væl. Fyri at kunna taka góðar avgerðir hava vit brúk fyri ’fastari føði’. Og vit mugu eisini ’venja okkum at skilja gott frá illum’. (Hebrearabrævið 5:14, Nýggi Sáttmálin) Tað gera vit, tá ið vit fylgja tí, sum vit læra úr Guds orði.

6. Hvat mugu vit gera, fyri at samvitskan hjá okkum skal rigga væl?

6 Okkara samvitska kann hjálpa okkum at taka góðar avgerðir. Hon kann hjálpa okkum at finna út av, hvat er rætt og skeivt, og hon kann bæði verja og ákæra okkum. (Rómbrævið 2:14, 15) Samvitskan má vera ávirkað av Guds orði fyri at kunna rigga væl, og vit mugu fylgja tí, sum vit læra. Viss vit ikki venja samvitskuna, kann hon lætt blíva ávirkað av tí, sum fólk rundan um okkum halda. Og so endar tað kanska við, at vit taka eina skeiva avgerð. Hvat hendir við samvitskuni, viss vit ferð eftir ferð ikki lurta eftir henni og harvið eru Gudi ólýðin? So kann tað enda við, at hon ikki ávarar okkum, tá ið vit gera nakað skeivt. Hon verður sum brennimerkt húð, altso arrut og kensluleys. (1. Timoteusarbræv 4:2) Ein bíbliuvand samvitska kann hinvegin vegleiða og hjálpa okkum.

7. Hvat skal til fyri at kunna taka góðar avgerðir?

7 Vit mugu kenna Bíbliuna væl og vita, hvussu vit skulu brúka tað, sum vit hava lært, fyri at kunna taka góðar avgerðir. Vit mugu ikki leypa framav, men hugsa okkum væl um og royna at finna út av, hvat Bíblian sigur. Og tá ið vit skulu taka eina skjóta avgerð, akkurát sum Sadrak, Mesak og Abed-Nego, vita vit akkurát, hvat vit skulu gera, viss vit kenna Bíbliuna væl og hava eina vælvanda samvitsku. Vit kunnu kanna nøkur dømi um tað.

Hvørjar vinir skulu vit velja?

8, 9. (a) Hvat vísir, at vit mugu halda okkum frá ringum felagsskapi? (b) Eru tað bara ómoralsk fólk, sum er ringur felagsskapur? Greið frá.

8 Paulus segði: „Villist ikki! Ringur felagsskapur spillir góðar siðir!“ (1. Korintbræv 15:33) Jesus segði við lærisveinarnar hjá sær: „Tit eru ikki av heiminum.“ (Jóhannes 15:19) Hetta vísir, at vit til dømis ikki eiga at vera vinir við fólk, sum eru ’siðloysingar, horkallar, tjóvar ella drykkjumenn’. (1. Korintbræv 6:9, 10) So hvørt sum vit læra meira um Bíbliuna, skilja vit, at vit heldur ikki eiga at hyggja at sovorðnum fólkum í filmum, sjónvarpssendingum, á netinum ella lesa um tey í bókum. Vit eru heldur ikki saman við fólkum, sum fjala, hvørji tey í veruleikanum eru, til dømis í kjattrúmum á netinum. – Sálmur 26:4.

9 Kunnu vit vera góðir vinir við fólk, sum liva eitt pent lív, men sum ikki trúgva upp á Jehova? Bíblian sigur: „Allur heimurin liggur í hinum illa.“ (1. Jóhannesarbræv 5:19) Hetta hjálpir okkum at skilja, at tað ikki bara eru ómoralsk fólk, sum er ringur felagsskapur. Tí er tað skilagott, at vit bara eru góðir vinir við fólk, sum elska Jehova.

10. Hvat kann hjálpa okkum at taka góðar avgerðir, tá ið talan er um at vera saman við fólkum, sum ikki tæna Jehova?

10 Sambært Bíbliuni er tað ikki so, at vit slett einki samband skulu hava við tey, sum ikki tæna Jehova. (Jóhannes 17:15) Vit eru saman við fólkum, sum ikki tæna Jehova, tá ið vit eru í boðanini, í skúla ella til arbeiðis. Eitt Jehova vitni, sum er gift við einum, sum ikki tænir Jehova, er helst oftari saman við verðsligum fólkum enn onnur Jehova vitni. Men tá ið vit hava lært at skilja millum gott og ilt, vita vit, at tað er stórur munur á at hava eitt ávíst samband við fólk, sum ikki tæna Jehova, og so at vera góðir vinir við tey. (Jákupsbrævið 4:4) Tað kann hjálpa okkum at finna út av, um vit vilja vera saman við floksfelagum aftan á skúlatíð ella arbeiðsfelagum aftan á arbeiðstíð.

Tá ið vit skulu velja eitt arbeiði

11. Hvat er tað fyrsta, vit skulu hugsa um, tá ið vit skulu velja okkum eitt arbeiði?

11 Í Bíbliuni eru góð ráð, sum kunnu hjálpa okkum, tá ið vit skulu taka avgerðir um, hvussu vit vilja forsyrgja familjuni. (1. Timoteusarbræv 5:8) Fyrst og fremst mugu vit hugsa um, hvat tað er fyri eitt arbeiði, og hvat tað krevur av okkum. Vit kunnu ikki fáa okkum eitt arbeiði, sum krevur, at vit gera nakað, sum Bíblian beinleiðis fordømir, til dømis at stjala, misnýta blóð ella gera nakað, sum hevur samband við falska tilbiðing. Vit vilja heldur ikki lúgva ella snýta, hóast ein arbeiðsgevari biður okkum gera tað. – Ápostlasøgan 15:29; Opinberingin 21:8.

12, 13. Hvat annað er viktigt at hugsa um í sambandi arbeiði?

12 Hvat um arbeiðið í sær sjálvum ikki beinleiðis er í stríð við tað, sum Bíblian sigur? So við og við sum vit læra meira um Bíbliuna, skilja vit, at tað eru nøkur ting, vit mugu hugsa um, áðrenn vit taka eina avgerð. Hevði tað til dømis verið í lagi at sitið og tikið telefonina í einari fyritøku, sum hevur við pengaspøl at gera? Tað hevur eisini stóran týdning at finna út av, hvar lønin kemur frá, og hvar arbeiðið skal gerast. Hevði eitt Jehova vitni, sum hevur sína egnu málarafyritøku, til dømis kunnað givið tilboð upp á at mála eina kirkju? – 2. Korintbræv 6:14-16.

13 Hvat gera vit, um arbeiðsgevarin hjá okkum í einum einstøkum føri biður okkum vera við til at mála eina kirkju? So mugu vit hugsa um, hvat tað heilt ítøkiliga er, arbeiðsgevarin vil hava okkum at gera, og umhugsa, um vit kunnu siga nei. Ella hvat við at gera eitt heilt vanligt arbeiði, sum til dømis at ganga við posti í økjum, sum fevna um støð, har ymiskt verður gjørt, sum stríðir ímóti Bíbliuni? Tað, sum stendur í Matteus 5:45, kann kanska hjálpa okkum at taka røttu avgerðina. Vit mugu eisini hugsa um, hvussu tað at gera eitt ávíst arbeiði dag eftir dag hevði kunnað ávirkað okkara samvitsku. (Hebrearabrævið 13:18) Fyri at kunna taka góðar avgerðir í sambandi við arbeiði mugu vit venja okkara samvitsku.

„Kenn Hann á øllum leiðum tínum“

14. Hvat skulu vit altíð hugsa um, tá ið vit taka avgerðir?

14 Tá ið vit skulu taka eina avgerð um eitt nú útbúgving ella læknaviðgerð, mugu vit fyrst finna út av, hvat Bíblian sigur, og so hugsa gjølla um, hvussu vit kunnu fylgja tí. Sálomon kongur segði: „Lít á HARRAN av øllum hjarta tínum, men lít ikki á vit títt! Kenn Hann á øllum leiðum tínum! So skal Hann gera gøtur tínar rættar.“ – Orðtøkini 3:5, 6.

15. Hvat læra tey fyrstu kristnu okkum um at taka avgerðir?

15 Vit mugu eisini hugsa um, hvussu okkara avgerðir ávirka onnur. Tað var til dømis ikki neyðugt hjá teimum fyrstu kristnu at fylgja øllum lógunum um mat, sum Gud hevði givið ísraelsmonnum. Tey kundu velja at eta ávísan mat, sum ikki var loyvdur at eta undir Móselógini. Men Paulus nevndi nakað áhugavert um kjøt, sum hevði verið ofrað til avgudar. Hann segði: ’Um matur er bróður mínum ástoyt, skal eg í allar ævir ikki eta kjøt, fyri at eg ikki skal vera bróður mínum ástoyt.’ (1. Korintbræv 8:11-13) Paulus vildi altso, at tey fyrstu kristnu hugsaðu um, hvussu teirra avgerðir ávirkaðu onnur. Vit mugu eisini ansa eftir, at avgerðirnar, sum vit taka, ikki eru øðrum „til ástoyt“. – 1. Korintbræv 10:29, 32.

Vit mugu biðja Gud um vísdóm

16. Hvussu kann bøn hjálpa okkum at taka góðar avgerðir?

16 Tað er viktigt at biðja til Gud, áðrenn vit taka eina avgerð. Lærisveinurin Jákup skrivaði: „Fattast onkrum av tykkum vísdóm, so biði hann til Gud um hetta, Hann, sum gevur øllum gjarna og brigslar ikki – so skal hann verða honum givin!“ (Jákupsbrævið 1:5) Vit kunnu vera vís í, at Jehova lurtar eftir okkara bønum og gevur okkum vísdóm, so vit kunnu taka góðar avgerðir. Tá ið vit fortelja Jehova um okkara innastu kenslur og biðja hann um hjálp, kann heilagi andin hjálpa okkum at skilja Bíbliuna betur og eisini at koma í tankar um okkurt skriftstað, sum vit hava gloymt.

17. Hvussu kunnu onnur hjálpa okkum, tá ið vit skulu taka avgerðir?

17 Kunnu onnur hjálpa okkum, tá ið vit skulu taka avgerðir? Ja, Jehova hevur givið okkum góðar brøður og systrar í samkomuni, sum vit kunnu tosa við. (Efesusbrævið 4:11, 12) Vit kunnu biðja tey um hjálp, serliga tá ið vit skulu taka eina stóra avgerð. Brøður og systrar, sum vita nógv um lívið og skilja Bíbliuna væl, kunnu hjálpa okkum at taka ta røttu avgerðina og „døma um, hvat beinast er“. (Filippibrævið 1:9, 10) Men vit mugu minnast til, at onnur ikki skulu taka avgerðir fyri okkum. Tað mugu vit sjálvi gera.

Hvussu verður úrslitið?

18. Hvat kunnu vit siga um úrslitið av einari góðari avgerð?

18 Verður úrslitið altíð gott, tá ið avgerðirnar, sum vit taka, eru grundaðar á Bíbliuna? Ja, í hvussu er í longdini. Men viðhvørt kann tað hava nakað keðiligt við sær at byrja við. Sadrak, Mesak og Abed-Nego vistu, at teir kundu blíva dripnir, viss teir ikki vildu tilbiðja standmyndina. (Dániel 3:16-19) Og tá ið ápostlarnir søgdu við jødiska ráðið, at teir vildu „lýða Gud meir enn menniskju“, blivu teir húðflongdir, áðrenn teir vórðu leyslatnir. (Ápostlasøgan 5:27-29, 40) Vit mugu eisini hava í huga, at sjálvt um vit taka góðar avgerðir, so gongst ikki altíð sum ætlað, tí ’tíð og tilvild møtir okkum øllum’. (Prædikarin 9:11, Dahl/Viderø) Viss okkurt keðiligt hendir, sjálvt um vit hava tikið eina góða avgerð, kunnu vit vera vís í, at Jehova hjálpir okkum at klára tað, og at hann at enda fer at signa okkum. – 2. Korintbræv 4:7.

19. Hvat kann hjálpa okkum at taka góðar avgerðir?

19 Tá ið vit skulu taka avgerðir, mugu vit finna út av, hvat Bíblian sigur, og hugsa um, hvussu vit kunnu brúka tað, sum vit hava lært. Vit eru so takksom fyri, at Jehova hjálpir okkum við sínum heilaga anda, og at hann hevur givið okkum góðar brøður og systrar í samkomuni. Alt hetta kann hjálpa okkum at taka góðar avgerðir.

Hvat hevur tú lært?

• Hvat skal til fyri at kunna taka góðar avgerðir?

• Hvussu kann tað at duga at skilja millum gott og ilt hjálpa okkum at velja góðar vinir?

• Hvat skulu vit millum annað hugsa um, tá ið vit skulu velja eitt arbeiði?

• Hvat kann hjálpa okkum, tá ið vit skulu taka avgerðir?

[Lestrarspurningar]

[Mynd]

Tað at Ádam og Eva vóru ólýðin, lærir okkum nakað viktigt

[Mynd]

Vit mugu finna út av, hvat Bíblian sigur, áðrenn vit taka eina stóra avgerð