Far beinleiðis til innihaldið

Vit mugu skunda okkum at blíva búgvin, tí ’stóri dagur’ Jehova er nær

Vit mugu skunda okkum at blíva búgvin, tí ’stóri dagur’ Jehova er nær

Vit mugu skunda okkum at blíva búgvin, tí ’stóri dagur’ Jehova er nær

„Nú mugu tit … gerast búgvin.“ – HEBR. 6:1, Nýggi Sáttmálin.

1, 2. Hví noyddust tey kristnu í Jerusalem og Judea at flýggja, og hvussu bleiv tað møguligt hjá teimum?

 TÁ IÐ Jesus var her á jørðini, komu lærisveinarnir einaferð til hansara og spurdu: „Hvat er tekinið fyri, at Tú kemur, og endi er á tíðini?“ Tað, sum Jesus svaraði teimum, var ein profeti, og tann fyrsta uppfyllingin av profetiini hendi í teirra livitíð. Hann segði, at nakað óvanligt skuldi henda, sum skuldi vera tekin um, at býurin Jerusalem skjótt fór at verða oyðilagdur. Tá ið teknið var týðiligt, ’skuldu tey, sum vóru í Judea, flýggja í fjøllini’. (Matt. 24:1-3, 15-22) Fóru lærisveinarnir hjá Jesusi at leggja merki til teknið og fylgja boðunum, sum hann gav?

2 Umleið 30 ár seinni, í ár 61, gav Paulus ápostul teimum kristnu, sum búðu í Jerusalem og har á leiðum, nøkur týðandi ráð. Tá vistu hvørki Paulus ella onnur kristin, at alt tað, sum Jesus hevði profeterað, fór at ganga út bara fimm ár seinni. (Matt. 24:21) Í ár 66 lupu rómverskir hermenn á Jerusalem og mundu fingið vald á býnum. Men knappliga tóku teir seg aftur, og tað gav teimum kristnu ein møguleika at flýggja.

3. Hvat segði Paulus við tey kristnu, og hví?

3 Tey kristnu máttu vera andaliga búgvin fyri at uppdaga, at orðini hjá Jesusi gingu út, so tey kundu flýggja. Men summi vóru blivin „trek at hoyra“. Tey vóru sum andalig pinkubørn, ið høvdu brúk fyri „mjólk“. (Les Hebrearabrævið 5:11-13.) Sjálvt um nøkur av teimum høvdu verið kristin í langa tíð, vóru tey við at ’falla frá hinum livandi Gudi’. (Hebr. 3:12) Summi høvdu fingið til vana at leypa møti um, sjálvt um tíðin var álvarsom og ’dagurin nærkaðist’. (Hebr. 10:24, 25) Tað var orsøkin til, at Paulus gav teimum hesi boðini: „Nú mugu tit sleppa byrjanarlærdóminum um Krist og gerast búgvin.“ – Hebr. 6:1, Nýggi Sáttmálin.

4. Hví hevur tað so stóran týdning at vera andaliga vakin, og hvat kann hjálpa okkum at vera tað?

4 Vit liva í einari tíð, sum er heilt serlig, tí tað er nú profetiin hjá Jesusi fær sína endaligu uppfylling. ’Dagur HARRANS, hin stóri, er nær’ – altso dagurin, tá ið allur heimurin hjá Satani verður burturbeindur. (Zef. 1:14) Tað hevur ongantíð havt so stóran týdning sum nú, at vit halda okkum andaliga vakin. (1. Pæt. 5:8) Gera vit tað? Viss vit eru andaliga búgvin, fer tað at hjálpa okkum at minnast til, at vit liva á síðstu døgum.

Hvat vil tað siga at vera andaliga búgvin?

5, 6. (a) Hvat ber tað í sær at vera andaliga búgvin? (b) Hvat mugu vit gera fyri at blíva andaliga búgvin?

5 Paulus segði við tey kristnu í Jerusalem, at tey máttu vera andaliga búgvin, og hann greiddi teimum eisini frá, hvussu tey kundu blíva tað. (Les Hebrearabrævið 5:14.) Hann segði, at teir grundleggjandi sannleikarnir í Bíbliuni eru sum mjólk. Men vit hava brúk fyri fastari føði, ella djúpum sannleikum, fyri at blíva andaliga búgvin. (1. Kor. 2:10) Tey, sum eru andaliga búgvin, gera alt, tey kunnu, fyri at fylgja tí, sum tey læra, og tað hjálpir teimum at skilja millum rætt og skeivt. Tá ið tey so skulu taka eina avgerð, kunnu tey brúka tað, sum tey hava lært út frá Bíbliuni.

6 Paulus skrivaði, at ’vit mugu akta eftir tí, sum vit hava hoyrt, so vit ikki reka burtur frá tí’. (Hebr. 2:1) Áðrenn mann veit av, kann mann reka burtur frá sannleikanum. Men tað hendir ikki, viss vit „akta eftir“, ella eru uppmerksom, tá ið vit lesa í Bíbliuni. Tí mugu vit spyrja okkum sjálvi: Lesi eg bara sovorðið, sum er lætt? Elski eg at kanna Guds orð, ella lesi eg bara uttan at hugsa um tað, sum eg lesi? Hvussu kann eg gera andalig framstig? Vit kunnu skunda okkum at blíva búgvin upp á tveir mátar. Vit mugu seta okkum væl inn í Guds orð, og vit mugu læra okkum at akta.

Vit mugu seta okkum væl inn í Guds orð

7. Hvussu kann tað gagna okkum at læra Bíbliuna betur at kenna?

7 Paulus skrivaði. „Eingin, sum fær mjólk, er førur fyri at skilja orð rættferðar – hann er jú barn.“ (Hebr. 5:13) Vit mugu kenna Guds orð væl fyri at blíva andaliga búgvin. Tað, sum stendur í Bíbliuni, er nakað, sum Jehova vil siga við okkum, og tí mugu vit bæði seta okkum væl inn í Bíbliuna og lesnaðin, sum „hin trúgvi og skilagóði tænarin“ gevur okkum. (Matt. 24:45-47) Tá ið vit soleiðis royna at finna út av, hvussu Gud hugsar, venja vit okkara sansar til at skilja millum rætt og skeivt. Ein systir, sum eitur Orchid, a sigur: „Tá ið eg byrjaði at lesa í Bíbliuni hvønn dag, hevði tað øgiliga stóra ávirkan á mítt lív. Tað tók mær eini tvey ár at koma ígjøgnum alla Bíbliuna, men tað føldist sum, at eg lærdi Jehova at kenna fyri fyrstu ferð. Eg fekk nógv at vita um hann, sum til dømis hvat honum dámar og ikki dámar, hvussu stóra kraft hann hevur, og hvussu vísur hann er. At lesa í Bíbliuni dagliga hevur hjálpt mær ígjøgnum nakrar av teimum ringastu løtunum í mínum lívi.“

8. Hvussu kann tað at lesa í Bíbliuni hjálpa okkum?

8 Viss vit lesa regluliga í Bíbliuni, kann hon geva okkum kraft. (Les Hebrearabrævið 4:12.) Og tað kann hjálpa okkum at broyta okkara persónligheit og gleða Jehova enn meira. Hevði tað borið til hjá tær at brúkt meira tíð upp á at lesa í Bíbliuni og hugsa um tað, sum stendur í henni?

9, 10. Hvat lærir dømið við Kyle okkum um at kenna Bíbliuna væl?

9 Tað er gott at vita, hvat stendur í Bíbliuni, men tað er ikki nokk. Tey, sum Paulus skrivaði til í Jerusalem, hava uttan iva kent Skriftirnar, men tey fylgdu teimum ikki. Tey kendu ikki Skriftirnar so væl, at tey lótu seg leiða av teimum, tá ið tey skuldu taka avgerðir.

10 Vit mugu kenna Bíbliuna væl og fylgja tí, sum hon sigur. Ein systir, sum eitur Kyle, upplivdi nakað, sum vísir, hvussu vit kunnu gera tað. Hon og ein, sum hon arbeiddi saman við, vóru blivnar óklárar. Hvat gjørdi hon fyri at loysa trupulleikan? Hon sigur: „Eg kom beinanvegin í tankar um Rómbrævið 12:18. Har stendur: ’So langt sum til tykkara stendur – so haldið frið við øll menniskju!’ Tí spurdi eg hana, um vit skuldu møtast aftan á arbeiðstíð.“ Tað gekk væl, og arbeiðsfelagin helt tað var flott, at Kyle tók stig til at reinsa luftina millum tær. Kyle sigur víðari: „Tað lærdi meg, at tað altíð loysir seg at fylgja ráðunum í Bíbliuni.“

Vit mugu læra okkum at akta

11. Hvat vísir, at tað kann vera ringt at akta, tá ið umstøðurnar ikki eru so lættar?

11 Viðhvørt kann tað vera ringt at fylgja tí, sum Bíblian sigur. Eitt dømi er, tá ið Jehova fríaði ísraelsfólk úr trældómi í Egyptalandi. Tey fóru at ’kjakast við Móses’ og blivu við at ’freista HARRAN’, ella provokera hann. Hví gjørdu tey tað? Tí tey ikki høvdu nokk av vatni at drekka. (2. Mós. 17:1-4) Minni enn tveir mánaðir eftir at tey høvdu lovað at halda øll boðini, sum Jehova hevði givið teimum, vóru tey ólýðin og fóru at tilbiðja ein avgud. (2. Mós. 24:3, 12-18; 32:1, 2, 7-9) Hví vóru tey ólýðin? Móses hevði verið burtur leingi. Kanska vóru tey bangin fyri, at fíggindarnir fóru at leypa á tey, meðan hann var burtur og ikki fekk vart tey, sum hann hevði gjørt fyrr. (2. Mós. 17:8-16) Líkamikið um tað var so ella ikki, vildi ísraelsfólk „ikki akta“. (Áps. 7:39-41) Paulus bað tey kristnu gera sær ómak fyri ikki at gera tey somu mistøkini sum ísraelsfólk, ið vóru so bangin, at tað forðaði teimum í at sleppa inn í lovaða landið. – Hebr. 4:3, 11.

12. Hvussu lærdi Jesus at vera lýðin, og hvat gott kom burturúr?

12 Viss vit vilja verða búgvin, mugu vit gera okkara besta fyri at akta Jehova. Eins og Jesus kunnu vit læra at vera lýðin, sjálvt undir stórum trýsti. (Les Hebrearabrævið 5:8, 9.) Áðrenn Jesus kom niður á jørðina, aktaði hann faðir sín. Men meðan hann var á jørðini, var tað ikki líka lætt at akta, tí tá var hann undir stórum trýsti bæði sálarliga og kropsliga. Av tí at Jesus var lýðin undir ekstremum umstøðum, bleiv hann tann heilt rætti til ta nýggju uppgávuna, sum Gud hevði í huga til hansara, nemliga at vera kongur og høvuðsprestur.

13. Hvat vísir, um vit hava lært at vera lýðin?

13 Hvussu við okkum? Hava vit sett okkum fyri altíð at akta Jehova, eisini tá ið vit eru undir stórum trýsti? (Les 1. Pætursbræv 1:6, 7.) Leiðbeiningin frá Gudi í sambandi við moral, erligheit, talu, bíbliulesing, møtini og boðanina er greið. (Jos. 1:8; Matt. 28:19, 20; Ef. 4:25, 28, 29; 5:3-5; Hebr. 10:24, 25) Fylgja vit leiðbeiningini frá Jehova, eisini tá ið tað ikki er lætt? Um so er, vísir tað, at vit eru blivin meira búgvin.

Hví er tað gott at vera andaliga búgvin?

14. Hvussu kann tað at vera andaliga búgvin verja okkum? Lýs við einum dømi.

14 Vit liva í einum heimi, har nógv hava mist allan moral. So tí eru vit betur vard, viss vit hava lært okkum at skilja millum rætt og skeivt. (Ef. 4:19) Eitt dømi um tað er ein bróðir, sum eitur James, ið var vanur við at lesa og hugsa gjølla um bíbilskan lesnað. Hann fekk arbeiði eitt stað, har tað bara vóru kvinnur. James fortelur: „Sjálvt um nógvar av teimum ongan moral høvdu, virkaði ein av kvinnunum øðrvísi og vísti áhuga fyri Bíbliuni. Men so ein dagin, tá ið vit vóru einsamøll í einum rúmi, legði hon upp til sex. Tað kom púra óvart á meg, og tað var ringt at steðga henni. Beint tá kom eg í tankar um nakað, sum eg hevði lisið í Vakttorninum um ein bróður, sum hevði upplivað nakað tað sama á sínum arbeiðsplássi. Greinin vísti til dømið við Jósefi og konu Potifar. Eg skumpaði kvinnuna frá mær, og hon rann avstað.“ (1. Mós. 39:7-12) Aftaná var James so glaður fyri, at einki hendi, so hann kundi hava góða samvitsku. – 1. Tim. 1:5.

15. Hvussu kann tað at gera andalig framstig styrkja okkara trúfesti móti Jehova?

15 Tað er eisini lættari hjá okkum at vera trúføst móti Jehova, viss vit eru andaliga búgvin, og so verða vit heldur ikki ’villleidd av alskyns fremmandum lærum’. (Les Hebrearabrævið 13:9.) Tá ið vit stremba eftir at gera andalig framstig, fokusera vit upp á tað, sum hevur størstan týdning. (Fil. 1:9, 10) Og tað ger okkum meira takksom fyri alt tað, sum Gud hevur gjørt fyri okkum. (Róm. 3:24) Ein kristin, sum er ’fullvaksin í viti’, er altso takksamur og hevur eitt tætt samband við Jehova. – 1. Kor. 14:20.

16. Hvat hjálpti einari systur at blíva andaliga sterk?

16 Ein systir, sum eitur Louise, viðgongur, at hon í eina tíð eftir dópin gekk mest upp í, hvat onnur hugsaðu um hana. Hon sigur: „Eg gjørdi einki galið, men eg brendi ikki fyri at tæna Jehova. Tað gekk upp fyri mær, at okkurt mátti gerast, viss eg skuldi geva Jehova mítt besta. Eg mátti hava hjartað við.“ Louise gjørdi nakað við støðuna og bleiv andaliga sterk. Og tað vísti seg at koma væl við, tá ið hon seinni fekk álvarsamar heilsutrupulleikar. (Ják. 5:8) Louise sigur: „Tað var ein strævin tíð, men eg fekk eitt enn tættari samband við Jehova.“

Vit mugu ’vera lýðin av hjarta’

17. Hví hevði tað alstóran týdning hjá teimum fyrstu kristnu at vera lýðin?

17 Ráðini frá Paulusi um at skunda sær at blíva búgvin vístu seg at bjarga lívinum hjá teimum fyrstu kristnu í Jerusalem og Judea. Tey, sum fylgdu ráðunum, vóru seinni før fyri at uppdaga teknið, sum Jesus hevði givið um, nær tey skuldu „flýggja í fjøllini“. Tá ið tey sóu „viðurstygd oyðingarinnar … standa á heilagari grund“, altso rómverska herin, sum hevði umringað Jerusalem og var farin inn í býin, vistu tey, at nú var tíð at flýggja. (Matt. 24:15, 16) Tey kristnu fylgdu ávaringini frá Jesusi og flýggjaðu úr Jerusalem, áðrenn býurin bleiv oyðilagdur. Sambært søgufrøðinginum Eusebius búsettust tey í býnum Pella, sum lá í fjallaøkinum í Gilead. Soleiðis sluppu tey undan ringastu vanlukkuni, sum nakrantíð hevur rakt Jerusalem.

18, 19. Hví hevur lýdni alstóran týdning í dag?

18 Tá ið vit eru andaliga búgvin, er tað lættari at vera lýðin. Og tað at vera lýðin fer eisini at bjarga okkara lívi, tá ið profetiin hjá Jesusi um ta stóru trongdina fær sína endaligu uppfylling. (Matt. 24:21) Tí mugu vit akta, uttan mun til hvørja leiðbeining vit fáa frá ’trúgva og skilagóða húshaldaranum’. (Luk. 12:42) Ja, tað hevur alstóran týdning, at vit læra okkum at ’vera lýðin av hjarta’! – Róm. 6:17.

19 Viss vit skulu blíva andaliga búgvin, mugu vit venja okkara sansar til at skilja millum rætt og skeivt. Tað gera vit við at seta okkum væl inn í Guds orð og við at læra okkum at akta.

[Undirgrein]

a Summi nøvn eru broytt.

Hvat hevur tú lært?

• Hvat vil tað siga at vera andaliga búgvin, og hvussu verða vit tað?

• Hví mugu vit kenna Bíbliuna væl, viss vit skulu blíva andaliga búgvin?

• Hvussu kunnu vit læra okkum at vera lýðin?

• Hvussu gagnar tað okkum at vera andaliga búgvin?

[Lestrarspurningar]

[Mynd]

Viss vit fylgja meginreglunum í Bíbliuni, tá ið vit skulu loysa trupulleikar, vísir tað, at vit eru andaliga búgvin

[Mynd]

Tað bjargaði lívinum hjá teimum fyrstu kristnu at fylgja tí, sum Jesus segði