Far beinleiðis til innihaldið

Tak avgerðir, sum æra Gud

Tak avgerðir, sum æra Gud

Tak avgerðir, sum æra Gud

„Hin klóki gevur sær far um, hvussu hann stígur.“ – ORÐT. 14:15.

1, 2. (a) Hvat hevur størstan týdning, tá ið vit taka avgerðir? (b) Hvørjar spurningar fara vit nú at kanna?

 VIT taka nógvar avgerðir hvønn dag. Nakrar hava ikki so stóran týdning, meðan aðrar kunnu broyta okkara lív. Tað, sum hevur størstan týdning, tá ið vit taka avgerðir, er at æra Gud. – Les 1. Korintbræv 10:31.

2 Heldur tú, at tað er lætt at taka avgerðir, ella er tað nakað, sum tú heldur er ringt? Fyri at kunna blíva andaliga búgvin mugu vit læra at skilja ímillum, hvat er rætt og hvat er skeivt, og so taka avgerðir út frá okkara egnu sannføring, ikki út frá, hvat onnur halda. (Róm. 12:1, 2; Hebr. 5:14) Hví mugu vit annars læra at taka góðar avgerðir? Hví er tað onkuntíð so ringt at gera tað? Og hvørji ráð kunnu hjálpa okkum at taka avgerðir, sum æra Gud?

Hví mugu vit taka avgerðir?

3. Hvat má ikki forða okkum í at taka góðar avgerðir?

3 Viss vit eru vinglut, tá ið tað kemur til at fylgja normunum í Bíbliuni, kunnu floksfelagar ella arbeiðsfelagar halda, at vit ikki ordiliga eru sannførd um tað, sum vit trúgva upp á, og at vit tí eru løtt at ávirka. Og tá ið tey so lúgva, snýta ella stjala, royna tey kanska at fáa okkum at gera tað sama, ella í minsta lagi at fáa okkum at tiga um tað, sum tey gera. (2. Mós. 23:2) Men ein, sum veit, hvussu mann tekur avgerðir, ið gleða Gud, fer ikki at lata ótta ella tað at vilja passa inn forða honum í at gera tað, sum er rætt. – Róm. 13:5.

4. Hví hava onnur kanska hug at taka avgerðir fyri okkum?

4 Tá ið onnur royna at hjálpa okkum at taka avgerðir, meina tey tað sikkurt væl. Vinir, sum vilja okkum tað besta, insistera kanska upp á, at vit skulu fylgja teirra ráðum. Sjálvt um vit ikki longur búgva heima, vilja foreldrini hjá okkum sikkurt enn gjarna vita, hvussu vit hava tað, og tey føla kanska eisini, at tey skulu vera við til at taka týðandi avgerðir. Tað kundi verið í sambandi við læknaviðgerð. Bíblian sigur til dømis greitt, at vit skulu halda okkum frá blóði. (Áps. 15:28, 29) Men í nógvum førum er eingin greið regla um sovorðið, sum hevur við heilsuna at gera. Tí mugu vit øll hugsa okkum væl um og taka okkara egnu avgerðir. a Okkara nærmastu hava kanska sterkar meiningar um, hvat vit skulu gera. Men doypt kristin mugu ’bera sína egnu byrðu’, tá ið tey taka avgerðir í sambandi við heilsuna. (Gal. 6:4, 5) Tað, sum hevur størstan týdning, er at hava góða samvitsku yvir fyri Gudi, ikki yvir fyri menniskjum. – 1. Tim. 1:5.

5. Hvat kunnu vit gera fyri ikki at líða andaligt skipbrot?

5 Vit kunnu fáa nógvar trupulleikar, um vit ikki vita, hvussu vit skulu taka avgerðir. Lærisveinurin Jákup skrivaði, at ein persónur, sum ikki dugir at taka avgerðir, er ’vinglutur á øllum leiðum sínum’. (Ják. 1:8) Hann er sum ein maður í einum báti, sum rekur fyri vág og vind. Hann er lættur at ávirka og ger ofta bara tað, sum onnur siga. Tá er stórur vandi fyri, at hann líður andaligt skipbrot og síðani gevur øðrum skyldina fyri tað. (1. Tim. 1:19) Hvat kunnu vit gera, so hetta ikki hendir hjá okkum? Vit mugu vera føst í trúnni. (Les Kolossebrævið 2:6, 7.) Fyri at blíva føst í trúnni mugu vit læra okkum at taka avgerðir, sum vísa, at vit trúgva upp á Bíbliuna. (2. Tim. 3:14-17) Men hvat kann forða okkum í at taka góðar avgerðir?

Hví kann tað vera ringt at taka avgerðir?

6. Hvussu kann ótti ávirka okkum?

6 Ótti kann forða okkum í at taka avgerðir. Kanska eru vit bangin fyri, at vit taka eina skeiva avgerð, at vit gera okkum fyri skommum ella at tað ikki gongur, sum ætlað. Tað er ikki merkiligt, um mann hugsar soleiðis, tí eingin hevur hug at taka eina ringa avgerð, sum fær keðiligar avleiðingar, ella sum mann verður flóvur av. Men um vit elska Gud og hansara orð, verður tað lættari at taka avgerðir. Hvussu tá? Jú, tá ið vit elska Gud, royna vit at finna góð ráð í Bíbliuni og í okkara lesnaði, áðrenn vit taka eina stóra avgerð. Og so gera vit ikki líka nógv mistøk, tí Bíblian gevur „hinum óroyndu klókskap, hinum ungu kunnskap og skil“. – Orðt. 1:4.

7. Hvat kunnu vit læra av Dávidi kongi?

7 Ber tað altíð til at taka góðar avgerðir? Nei, tí vit gera øll mistøk. (Róm. 3:23) Til dømis tók Dávid kongur, sum var ein vísur og trúfastur maður, ringar avgerðir viðhvørt. Og tað fekk keðiligar avleiðingar bæði fyri hann og onnur. (2. Sám. 12:9-12) Men fyri tað um Dávid hevði gjørt mistøk, hugsaði hann ikki, at hann ongantíð aftur kundi taka avgerðir, sum Gudi dámdi. (1. Kong. 15:4, 5) Vit kunnu eisini taka góðar avgerðir, sjálvt um vit fyrr hava gjørt nøkur mistøk. Vit mugu minnast til, at Jehova gjarna vil fyrigeva okkum, tá ið vit synda. Hann hjálpir altíð teimum, sum elska og akta hann. – Slm. 51:3-6, 9-12.

8. Hvat læra vit av tí, sum Paulus segði um hjúnabandið?

8 Hvat kann hjálpa okkum, so tað verður lættari at taka avgerðir? Vit mugu minnast til, at tað ikki altíð bara er ein avgerð, sum er røtt. Hugsa til dømis um, hvat Paulus segði um hjúnabandið. Hann segði: „Við hini ógiftu og einkjurnar sigi eg, at tað er teimum gott, um tey verða verandi sum eg. Men kunnu tey ikki vera fráhaldandi, so giftist tey! Betri er at giftast enn at brenna av girnd.“ (1. Kor. 7:8-9) Paulus segði, at tað var best at vera ógiftur, men at tað eisini var í lagi at giftast.

9. Skulu vit leggja nakað í, hvat onnur halda um okkara avgerðir? Greið frá.

9 Skulu vit leggja nakað í, hvat onnur halda um okkara avgerðir? Ja, í ein vissan mun. Paulus segði nakað um hetta, tá ið hann tosaði um mat, sum kanska hevði verið ofraður til avgudar. Hann segði, at tað fyri so vítt var í lagi at eta henda matin, men viss onnur tóku tað illa upp, skuldi mann ikki gera tað. Hann skrivaði soleiðis: „Um tí matur er bróður mínum ástoyt, skal eg í allar ævir ikki eta kjøt, fyri at eg skal ikki vera bróður mínum ástoyt.“ (1. Kor. 8:4-13) Vit mugu eisini ansa eftir, at vit ikki gera nakað, sum onnur kunnu taka illa upp. Men tað, sum vit eiga at hugsa mest um, er, hvussu okkara avgerðir ávirka okkara vinalag við Jehova. (Les Rómbrævið 14:1-4.) Hvørjar meginreglur í Bíbliuni kunnu hjálpa okkum at taka avgerðir, sum æra Gud?

Seks ráð, sum hjálpa okkum at taka góðar avgerðir

10, 11. (a) Hví skulu vit ikki vera for sjálvsikkur, tá ið vit taka avgerðir í familjuni? (b) Hvat skulu teir elstu minnast til, tá ið teir taka avgerðir í samkomuni?

10 Ver ikki for sjálvsikkur. Áðrenn vit taka eina avgerð, kunnu vit spyrja okkum sjálvi: „Havi eg rætt til at taka hesa avgerðina?“ Sálomon kongur segði: „Kemur hugmóð, kemur skomm við, men hini eyðmjúku, tey hava vísdóm.“ – Orðt. 11:2.

11 Foreldur kunnu lata børnini taka nakrar avgerðir sjálvi, men børnini mugu ikki halda, at tey sjálv sleppa at bestemma alt. (Kol. 3:20) Giftar konur kunnu taka ymiskar avgerðir í familjuni, men tær mugu samstundis minnast til, at maðurin er høvdið í familjuni. (Orðt. 1:8; 31:10-18; Ef. 5:23) Og menninir mugu minnast til, at teir eisini hava avmarkaðan myndugleika, tí Jesus er høvdið hjá teimum. (1. Kor. 11:3) Elstar hava myndugleika til at taka ymiskar avgerðir í samkomuni. Men teir tryggja sær, at teir ikki fara ’út um tað, sum stendur’ í Bíbliuni. (1. Kor. 4:6) Teir fylgja eisini neyvt vegleiðingini, sum teir fáa frá trúgva og skilagóða tænaranum. (Matt. 24:45-47) Vit sleppa undan nógvum trupulleikum, viss vit eru eyðmjúk og bara taka avgerðir, sum vit hava rætt til at taka.

12. (a) Hví er tað gott at skaffa sær vitan? (b) Hvussu kunnu vit gera tað?

12 Skaffa tær vitan. Sálomon segði: „Tað, sum hin hugagóði hugsar um, leiðir bert til vinning, men alt bræði bert til tap.“ (Orðt. 21:5) Umhugsar tú at siga ja eitt ávíst arbeiði? So mást tú hugsa teg væl um, áðrenn tú tekur eina avgerð. Finn viðkomandi upplýsingar um arbeiðið, tosa við onkran, sum kennir nakað til tað, og hugsa um, hvørjar meginreglur í Bíbliuni tú kanst brúka í tí sambandi. (Orðt. 20:18) Síðani kanst tú gera tveir listar, ein við fyrimunum og ein við vansum. Áðrenn tú tekur eina avgerð, mást tú so at siga ’rokna út, hvussu mikið tað fer at kosta’. (Luk. 14:28) Tað er viktigt, at tú hugsar um, hvussu avgerðin fer at ávirka títt samband við Jehova, og ikki bara, hvussu hon fer at ávirka tína fíggjarstøðu. Tað krevur tíð og orku at skaffa sær vitan. Men tað loysir seg, tí so tekur tú ikki for skjótar avgerðir, sum kunnu hava stúranir og trupulleikar við sær.

13. (a) Hvat fáa vit at vita í Jákupsbrævinum 1:5? (b) Hví er tað gott at biðja um vísdóm?

13 Bið um vísdóm. Vit mugu biðja Jehova hjálpa okkum at taka avgerðir, sum honum dámar. Lærisveinurin Jákup segði: „Fattast onkrum av tykkum vísdóm, so biði hann til Gud um hetta, Hann, sum gevur øllum gjarna og brigslar ikki – so skal hann verða honum givin.“ (Ják. 1:5) Tað er eingin skomm at biðja Gud um vísdóm, tí vit hava øll brúk fyri vísdómi, tá ið vit skulu taka avgerðir. (Orðt. 3:5, 6) Viss vit bara líta á okkum sjálvi, kann tað lætt enda galið. Tá ið vit biðja Jehova um vísdóm og leita okkum ráð í Bíbliuni, kann hann hjálpa okkum at skilja, hvat okkara motiv í veruleikanum er til at taka eina ávísa avgerð. – Hebr. 4:12; les Jákupsbrævið 1:22-25.

14. Hví skulu vit ikki útseta ting?

14 Tak eina avgerð. Vit mugu ikki taka eina avgerð, fyrr enn vit hava skaffað okkum vitan og biðið Jehova um vísdóm. Ein, sum er klókur, „gevur sær far um, hvussu hann stígur“. (Orðt. 14:15) Men hinvegin skulu vit eisini ansa eftir, at vit ikki útseta tað. Fólk, sum hava lyndi til at útseta ting, koma ofta við øllum møguligum umberingum fyri at sleppa frá at bestemma seg. (Orðt. 22:13) Men tey, sum gera tað, velja í veruleikanum at lata onnur taka avgerðir fyri seg.

15, 16. Hvussu kunnu vit føra eina avgerð út í lívið?

15 Før avgerðina út í lívið. Tað er ikki nokk bara at taka eina avgerð, vit mugu eisini føra hana út í lívið. Sálomon segði: „Alt, ið hond tín er før fyri at gera við styrki tíni, ger tað!“ (Præd. 9:10) Viss vit gjarna vilja hava, at tað, sum vit hava sett okkum fyri, skal eydnast, mugu vit eisini laga ymiskt annað í okkara lívi eftir tí. Viss ein boðari til dømis setur sær fyri at blíva pionerur, fer tað nokk ikki at eydnast hjá honum, viss hann brúkar for nógva tíð upp á at tjena pengar og stuttleika sær.

16 Sjálvt um vit taka eina góða avgerð, kann hon vera ring at føra út í lívið. Hví er tað so? Tí „allur heimurin liggur í hinum illa“. (1. Jóh. 5:19) Vit mugu berjast við „harrar heimsins í hesum myrkri, við andaher óndskaparins í himmalrúminum“. (Ef. 6:12) Bæði Paulus og Judas vístu á, at lívið hjá teimum, sum vilja tæna Gudi, ikki altíð fór at vera so lætt. – 1. Tim. 6:12; Jud. 3.

17. Hvat væntar Jehova av okkum, tá ið vit taka avgerðir?

17 Endurskoða avgerðina, og broyt hana um neyðugt. Tað gongst ikki altíð sum ætlað, tí vit eru øll undirløgd „tíð og tilvild“. (Præd. 9:11, Dahl/Viderø) Men tað eru nakrar avgerðir, sum vit ikki kunnu broyta, sjálvt um vit føla, at tað er ringt at halda fast við tær. Viss vit til dømis eru blivin doypt ella gift, kunnu vit ikki broyta tær avgerðirnar. Jehova væntar, at vit halda sovorðin lyfti. (Les Sálm 15:1, 2, 4.) Tær flestu avgerðirnar hava tó ikki heilt so stóran týdning. Tað er skilagott, at vit av og á endurskoða tær avgerðirnar, sum vit hava tikið. Viss vit uppdaga, at vit eiga at broyta eina avgerð, skulu vit ikki vera for stolt ella treisk til at gera tað. (Orðt. 16:18) Tað viktigasta er, at vit blíva við at tæna Jehova.

Lær onnur at taka avgerðir, sum æra Gud

18. Hvussu kunnu foreldur læra børnini at taka góðar avgerðir?

18 Foreldur kunnu gera nógv fyri at læra børnini at taka avgerðir, sum æra Gud. Eitt tað besta, tey kunnu gera, er at vera góðar fyrimyndir. (Luk. 6:40) Foreldur kunnu fortelja børnunum, hvat tey plaga at gera, áðrenn tey taka eina avgerð. Tey kunnu eisini lata børnini taka ymiskar avgerðir sjálvi og rósa teimum, tá ið tað gongur væl. Men hvat skulu tey gera, viss barnið tekur eina ringa avgerð? Tað fyrsta, foreldur kanska hava hug at gera, er at loysa trupulleikan fyri barnið, men tað er ikki altíð tann besta loysnin. Viss ein sonur til dømis hevur koyrikort og brýtur ferðslulógina og fær eina bót, hava foreldrini kanska hug at betala bótina. Men um tey lata hann betala bótina við sínum egnu pengum, er tað meira sannlíkt, at hann lærir at taka ábyrgd fyri sínar gerðir. – Róm. 13:4.

19. Hvat eiga vit at læra okkara bíbliulestrarnæmingar, og hvussu kunnu vit gera tað?

19 Jesus segði, at hansara lærisveinar skuldu undirvísa øðrum. (Matt. 28:20) Eitt tað viktigasta, vit kunnu læra okkara bíbliulestrarnæmingar, er, hvussu mann tekur góðar avgerðir. Viss tað skal eydnast, mugu vit lata vera við at siga, hvat teir skulu gera. Vit skulu heldur læra teir, hvussu teir sjálvir kunnu finna góð ráð í Bíbliuni og taka sínar egnu avgerðir. Vit skulu jú øll standa Gudi til svars fyri tað, sum vit gera. (Róm. 14:12) Ja, vit hava góðar grundir til at læra okkum at taka avgerðir, sum æra Gud.

[Undirgrein]

a Hetta evnið verður viðgjørt í greinini „Hvussu meti eg blóðúrdráttir og viðgerð, har mítt egna blóð verður nýtt?“ sum stóð at lesa í Okkara ríkistænastu í november 2006, síðurnar 3-6.

Hvussu svarar tú?

• Hví er tað viktigt at læra at taka avgerðir?

• Hvussu kann ótti ávirka okkum, og hvussu kunnu vit vinna á óttanum?

• Hvørji seks ráð kunnu hjálpa okkum at taka avgerðir, sum æra Gud?

[Lestrarspurningar]

[Ramma/​Mynd]

Seks ráð, sum hjálpa okkum at taka góðar avgerðir

1 Ver ikki for sjálvsikkur

2 Skaffa tær vitan

3 Bið um vísdóm

4 Tak eina avgerð

5 Før avgerðina út í lívið

6 Endurskoða avgerðina, og broyt hana um neyðugt

[Mynd]

Ein persónur, sum ikki dugir at taka avgerðir, er sum ein maður í einum báti, sum rekur fyri vág og vind