Tráar tú eftir at blíva umsjónarmaður?
FERNANDO a var nervøsur. Tveir elstar høvdu spurt, um teir kundu tosa við hann. Aftan á tær seinastu ferðirnar, fylkisumsjónarmaðurin hevði vitjað samkomuna, høvdu teir elstu nevnt fyri honum, hvat hann skuldi gera fyri at kunna blíva elsti. Sum tíðin gekk, fór Fernando at ivast í, um hann nakrantíð fór at blíva tað. Nú hevði fylkisumsjónarmaðurin nýliga vitjað samkomuna aftur. Hvat fóru teir elstu at siga hesa ferð?
Fernando lurtaði eftir tí, sum teir elstu søgdu við hann. Ein av teimum vísti á 1. Timoteusarbræv 3:1 og segði, at teir elstu í samkomuni høvdu fingið eitt bræv, har tað stóð, at Fernando var blivin útnevndur sum elsti. Fernando bleiv so yvirraskaður, at hann segði: „Hvat segði tú?“ Bróðirin segði tað eina ferð aftrat, og Fernando fór at smílast. Tá ið tað seinni bleiv sagt í samkomuni, blivu øll so glað.
Er tað nakað galið við, at mann gjarna vil vera elsti í samkomuni? Nei, slett ikki. Í 1. Timoteusarbrævi 3:1 stendur: „Tráar onkur eftir umsjónarembæti, er tað gott verk, hann hevur hug til.“ Hetta ørindið hevur fingið nógvar brøður at arbeiða upp á at blíva elstar. Av tí sama eru fleiri hundraðtúsund elstar og samkomutænarar kring heimin. Men av tí at samkomurnar vaksa, er brúk fyri enn fleiri elstum og samkomutænarum. Hvussu kunnu brøður blíva tað? Og skulu teir sum Fernando ganga og spekulera upp á, nær teir verða elstar?
HVAT MERKIR TAÐ AT TRÁA EFTIR AT BLÍVA UMSJÓNARMAÐUR?
Grikska orðið í 1. Timoteusarbrævi 3:1, sum verður umsett til ’at tráa eftir’, merkir at toyggja seg eftir onkrum, akkurát sum tá ið mann toyggir seg eftir eini frukt, sum hongur á einum træi. Men tað at tráa eftir at blíva elsti, merkir ikki, at mann vil hava onnur at síggja upp til ein. Hví ikki? Tí teir, sum gjarna vilja tæna sum elstar, eiga at gera tað, tí teir vilja gera eitt gott verk, og ikki tí teir vilja bestemma yvir øðrum.
Í 1. Timoteusarbrævi 3:2-7 og Titusarbrævi 1:5-9 lesa vit um, hvat ein bróðir má gera fyri at kunna blíva elsti. Raymond, sum hevur verið elsti leingi, sigur soleiðis: „Tað, sum hevur mest at siga, er, hvussu vit eru sum menniskju. Tað er gott at duga at halda fyrilestrar og at undirvísa, men tað hevur størri týdning at vera ólastandi, fólkaligur, ordiligur, gestablíður, rímiligur og at hava tamarhald.“
Ein bróðir, sum gjarna vil vera elsti, má vera ólastandi. Tað vil siga, at hann er erligur og heldur seg frá øllum, sum er ómoralskt. Hann er fólkaligur, ordiligur, rímiligur og hevur tamarhald. Og tí hava hansara brøður og systrar álit á, at hann er førur fyri at ganga á odda í samkomuni. Hann er gestablíður, og tað hevur nógv at siga fyri tey ungu og nýggju í samkomuni. Hann troystar og hjálpir teimum, sum eru sjúk og gomul. Hann ger alt hetta, tí hann er góður við onnur, og ikki bara tí hann roynir at blíva elsti. b
Teir elstu í samkomuni vilja gjarna hjálpa tær og geva tær góð ráð, men tú hevur sjálvur ábyrgdina av at fylgja tí, sum Bíblian sigur skal til fyri at blíva elsti. Henry, sum hevur verið elsti leingi, sigur: „Viss tú gjarna vilt vera elsti, mást tú vísa, at tú ert klárur til tað.“ Hann vísir til Prædikaran 9:10 og sigur: „’Alt, ið hond tín er før fyri at gera við styrki tíni, ger tað.’ Tú mást gera títt besta, líkamikið hvørja uppgávu teir elstu geva tær. Tað er gott at læra seg at dáma allar uppgávur í samkomuni, eisini at feia ella vaska gólv. Við tíðini fara onnur at leggja merki til tað góða, sum tú gert.“ Viss tú kundi hugsað tær at blivið elsti einaferð, mást tú vera arbeiðssamur og álítandi í øllum, sum tú gert. Øll eiga at síggja, at tú ert eyðmjúkur, og ikki ein, sum er stoltur og vil bestemma yvir øðrum. – Matt. 23:8-12.
ANSA EFTIR, AT TÚ IKKI HEVUR SKEIVAR TANKAR OG GERÐIR
Nakrir brøður siga og gera ymiskt fyri at royna at fáa elstaráðið at útnevna teir. Aðrir brøður taka tað illa upp, tá ið teir elstu geva teimum ráð. Teir, sum hava tað soleiðis, kunnu spyrja seg sjálvar: Vil eg vera elsti, tí eg vil framhevja meg sjálvan, ella er tað tí, eg gjarna vil hjálpa til við at taka mær av seyðinum hjá Jehova?
Teir, sum tráa eftir at blíva umsjónarmenn, mugu heldur ikki gloyma, at teir eiga at vera „fyrimyndir fylgisins“. (1. Pæt. 5:1-3) Ein bróðir, sum er ein fyrimynd fyri onnur í samkomuni, er erligur bæði í tonkum og gerðum. Hann er tolin og ger tað, sum er rætt, óansæð um hann er elsti ella ikki. Fyri tað um mann verður elsti, er mann framvegis ófullkomin. (4. Mós. 12:3; Slm. 106:32, 33) Sjálvt um ein bróðir kanska ikki er tilvitaður um, at hann hevur nakað at arbeiða upp á, kann tað vera, at onnur síggja tað. (1. Kor. 4:4) Viss teir elstu geva tær ráð úr Bíbliuni, mást tú lurta eftir teimum uttan at taka tað illa upp. Og ger so títt besta fyri at fylgja tí, sum teir siga.
HVAT UM TÚ MÁST BÍÐA LEINGI?
Nakrir brøður føla, at teir mugu bíða leingi, áðrenn teir verða útnevndir. Viss tú hevur tráað eftir at blíva umsjónarmaður í fleiri ár, blívur tú so onkuntíð ótolin? Um so er, kanst tú hugsa um hesi orðini: „At vænta leingi ger hjartað sjúkt, men uppfylt ynski er lívsins træ.“ – Orðt. 13:12.
Tá ið tað sær út til, at tað, sum mann hopar fer at henda, ikki hendir, kann mann blíva keddur. Tað hendi hjá Ábrahami. Jehova hevði lovað honum at fáa ein son. Men árini gingu, uttan at hann og Sára fingu nøkur børn. (1. Mós. 12:1-3, 7) Tá ið Ábraham var blivin gamal, segði hann: „HARRI, hvat ætlar Tú at geva mær! Eg fari jú barnleysur burtur … Tú hevur jú einki avkom givið mær.“ Jehova vissaði hann um, at hann nokk skuldi fáa ein son. Men tað gingu í minsta lagi 14 ár aftrat, áðrenn Gud gav honum tað, sum hann hevði lovað. – 1. Mós. 15:2-4; 16:16; 21:5.
Misti Ábraham gleðina í tænastuni fyri Jehova, meðan hann bíðaði? Nei. Hann ivaðist ongantíð í, at Gud fór at gera tað, sum hann hevði lovað. Hann bleiv við at gleða seg til tað. Paulus ápostul skrivaði: „Táið [Ábraham] soleiðis tolin hevði bíðað, fekk hann tað, sum lovað var.“ (Hebr. 6:15) At enda gav Jehova Ábrahami nógv meira, enn hann hevði ímyndað sær. Hvat kanst tú læra av Ábrahami?
Viss tú gjarna vilt tæna sum elsti, men árini eru gingin, uttan at tú ert blivin tað, mást tú blíva við at líta á Jehova. Tú mást ikki missa gleðina í tænastuni fyri hann. Warren, sum hevur hjálpt nógvum brøðrum at gera andalig framstig, sigur: „Tað tekur tíð hjá einum bróður at blíva klárur at vera elsti. Við tíðini fer hansara atburður og mátin, hann tekur sær av sínum uppgávum, at vísa, um hann er klárur. Nakrir brøður halda, at teir ikki kunnu tæna Jehova upp á ein nóg góðan máta, viss teir ikki eru elstar. Tað er skeivt at hugsa soleiðis, og so verður tað eisini ringt at vera glaður. Óansæð hvar mann tænir ella hvørja uppgávu mann hevur, gongst tað einum væl, viss mann tænir Jehova trúfastur.“
Ein bróðir hevði bíðað í meira enn tíggju ár, áðrenn hann bleiv útnevndur sum elsti. Við kendu sjónini í Ezekiel kapittul 1 í huga fortelur hann, hvat tað lærdi hann: „Jehova førir himmalvognin hjá sær, sína samskipan, við tí ferðini, sum hann sjálvur velur. Tað viktigasta er ikki, at ting henda, tá ið vit vilja hava tey at henda, men tá ið Jehova vil. Eg fann út av, at ynskið hjá mær um at tæna sum elsti ikki handlaði um meg, altso um hvat eg vildi ella kundi hugsað mær at blivið. Tí tað, sum eg kundi hugsað mær, er ikki endiliga tað, sum Jehova veit, er best fyri meg.“
Viss tú hevur hug at tæna sum elsti einaferð, kanst tú royna at hjálpa øðrum í samkomuni. Tú mást ikki blíva ótolin, viss tað virkar sum, at tú hevur bíðað leingi. Raymond, sum er nevndur fyrr í greinini, sigur. „Mann er sjáldan nøgdur, viss mann er ærusjúkur. Tað er lætt at missa gleðina í tænastuni fyri Jehova, viss mann bara gongur og hugsar um, at mann ikki er blivin elsti enn.“ Tú kanst gera meira burtur úr at menna ávøkst andans, serliga tol. Og royn at blíva meira andaligur. Tað kanst tú gera við at lesa í Bíbliuni. Tú kanst eisini royna at vera meira við í boðanini og vita, um tú kanst fáa ein bíbliulestur. Tað er eisini viktigt at vera ein góð fyrimynd í familjuni, millum annað við at fylgjast við teimum í boðanini, fara á møti saman og hava familjulestur. Royn at vera so nógv saman við tínum brøðrum og systrum sum gjørligt. Viss tú gert alt hetta, kanst tú gleðast um at tæna Jehova, meðan tú arbeiðir upp á at blíva elsti.
Jehova vil sjálvandi gjarna, at brøður verða klárir at blíva elstar, men hvørki hann ella hansara samskipan vil, at teir skulu blíva keddir ella missa mótið, meðan teir arbeiða fram ímóti málinum. Jehova hjálpir og tekur sær av øllum teimum, sum tæna honum við røttum motivi. Og sum við øllum øðrum gávum, Jehova gevur okkum, ’leggur hann onga sorg aftrat’. – Orðt. 10:22.
Sjálvt um tú hevur arbeitt upp á at blíva elsti í eina tíð, kanst tú blíva við at gera andalig framstig. Viss tú roynir at menna góðar eginleikar, hjálpir øðrum í samkomuni og tekur tær av tínari familju, kanst tú vera vísur í, at Jehova leggur merki til tað. Og líkamikið hvørjar uppgávur tú fært, kanst tú altíð gleðast um at tæna Jehova.
a Nøvnini í hesi greinini eru broytt.
b Meginreglurnar í hesi greinini kunnu eisini hjálpa teimum, sum gjarna vilja vera samkomutænarar. Í 1. Timoteusarbrævi 3:8-10, 12, 13 stendur, hvat teir mugu gera fyri at kunna blíva tað.