LÍVSSØGA
Mín fyrsti kærleiki hevur hjálpt mær at halda út
TÍÐLIGA á sumri í 1970, tá ið eg var 20 ára gamal, lá eg á einum sjúkrahúsi í Phoenixville í USA. Eg var hermaður og illa sjúkur. Ein sjúkrarøktarfrøðingur, sum var nøkur fá ár eldri enn eg, tók blóðtrýstið hjá mær hálva hvønn tíma. Tað bleiv við at falla, og hann sá meira og meira ørkymlaður út. Eg spurdi hann: „Hevur tú ongantíð sæð nakran doyggja?“ Hann bleiv bleikur og segði: „Nei, tað havi eg ikki.“
Akkurát tá sá framtíðin hjá mær ikki so góð út. Men hvussu var eg endaður á sjúkrahúsinum? Lat meg fortelja eitt sindur um lívið hjá mær.
FYRSTU FERÐ EG UPPLIVDI KRÍGGJ
Eg bleiv sjúkur undir vjetnamkrígnum, meðan eg arbeiddi sum hjálparfólk á einari skurðstovu. Mær dámdi væl at hjálpa teimum sjúku og særdu, og eg vildi gjarna vera skurðlækni. Eg var komin til Vjetnam í juli 1969. Og sum øll onnur, ið akkurát vóru komin, fekk eg eina viku til at venja meg við tíðarmunin og tann ógvisliga hitan.
Stutt aftan á, at eg var farin at arbeiða á einum sjúkrahúsi í Dong Tam, komu nógvar tyrlur við eini rúgvu av løstaðum hermonnum. Eg var ógvuliga tjóðskaparhugaður og elskaði at arbeiða, so eg vildi gjarna sleppa í gongd beinanvegin. Teir løstaðu vórðu fluttir yvir í nakrar smáar svalligar metalbarakkir. Á hesum tronga plássinum stríddust ein skurðlækni, ein narkosulækni og tveir sjúkrarøktarfrøðingar fyri at bjarga lívi. Eg legði merki til, at mann læt nakrar stórar svartar sekkir verða verandi í tyrlunum. Eg fekk at vita, at tað vóru leivdir av deyðum hermonnum, sum vóru sprongdir í luftina í bardaga. Hetta var fyrstu ferð, eg upplivdi kríggj.
EG ROYNI AT FINNA SANNLEIKAN UM GUD
Eg hevði longu hoyrt eitt sindur um sannleikan, tá ið eg var ungur, tí mamma kannaði Bíbliuna saman við Jehova vitnum. Mær dámdi væl at sita og lurta, meðan hon prátaði við tey. Hon bleiv kortini ongantíð doypt. Um sama mundið gingu eg og fosturpápi mín fram við einum ríkissali. Eg spurdi hann, hvat tað var fyri nakað. Hann svaraði: „Tú skalt halda teg langt burtur frá hasum fólkunum.“ Eg elskaði fosturpápa mín og gjørdi, sum hann segði. Av tí sama misti eg sambandið við Jehova vitni.
Tá ið eg kom aftur úr Vjetnam, føldi eg, at eg hevði brúk fyri Gudi í mínum lívi. Ræðulig minnir plágaðu meg. Tað var sum, at eingin rættiliga skilti, hvat gekk fyri seg í Vjetnam. Tíðindi gingu um, at børn blivu dripin í krígnum. Og eg minnist, at mótmælisfólk ákærdu amerikanskar hermenn fyri at myrða smá ósek børn.
Gud hevði altíð havt stóran týdning fyri meg, og eg vildi so gjarna hava tættari samband við hann. Tí fór eg at vitja ymiskar samkomur og kirkjur. Men eg bleiv skuffaður. At enda fór eg á møti í ríkissalinum hjá Jehova vitnum í Delray Beach í Florida. Tað var ein sunnudag í februar í 1971.
Tá ið eg kom inn, var fyrilesturin um at vera av, men so varð eg bara verandi til vakttornslesturin. Eg minnist ikki nógv av tí, sum kom fram, men eg minnist, at eg sá nøkur smá børn sita og blaða í Bíbliuni, og at tey dugdu at finna tey ørindini, sum blivu viðgjørd. Tað helt eg vera fantastiskt. Eg sat bara friðarliga og lurtaði. Men tá ið eg skuldi fara, kom ein blíður eldri bróðir yvir ímóti mær. Tað var Jim Gardner, sum var umleið fýrs ára gamal. Hann rætti mær eina bók, sum æt Sannleikin ið førir til ævigt lív, og spurdi, um eg vildi eiga hana. Vit avtalaðu at hittast tann komandi hósdagin fyri at kanna Bíbliuna saman.
Sama kvøldið skuldi eg til arbeiðis. Tað var á skaðastovuni á einum privatum sjúkrahúsi í Boca Raton í Florida. Eg hevði vakt frá klokkan ellivu um kvøldið til klokkan sjey næsta morgun. Av tí at tað var so friðarligt á skaðastovuni, setti eg meg at lesa í Sannleiksbókini. Ein sjúkrasystir kom framvið og skrykti bókina úr hondunum á mær, hugdi at permuni og segði: „Tú ætlar tær ikki at blíva ein av teimum, ha?“ Eg tók bókina frá henni aftur og segði: „Eg eri bara komin í helvt, men jú, tað sær soleiðis út.“ So fór hon aftur, og eg náddi at lesa bókina lidna ta náttina.
Tá ið eg og bróðir Gardner hittust tann hósdagin, spurdi eg hann, hvat vit skuldu kanna saman. Hann segði: „Ta bókina, sum eg gav tær.“ „Hana havi eg longu lisið,“ svaraði eg. Bróðir Gardner smíltist og segði: „Jú, men latið okkum bara kanna henda fyrsta kapittulin saman.“ Eg var bilsin um, hvussu lítið eg hevði fingið við. Hann bað meg lesa fleiri ørindi í mínari egnu bíbliu. Endiliga lærdi eg sannleikan at kenna um Jehova Gud. Bróðir Gardner, sum bleiv ein góður vinur, las tríggjar kapitlar í Sannleiksbókini við mær tann fyrrapartin. Hvønn hósdag aftan á tað lósu vit tríggjar kapitlar saman. Eg elskaði hasar løturnar. Og eg eri so takksamur fyri, at hesin blíði, salvaði bróðirin, sum hevði kent Charles Taze Russell, upplærdi meg.
Fáar vikur seinni bleiv eg góðkendur sum boðari. Jim hjálpti mær við nógvum og lærdi meg, hvussu mann boðar hús úr húsi. (Áps. 20:20) Vit fylgdust ofta, og eg kom at elska boðanina. Boðanararbeiðið er enn tað, sum eg meti sum mín størsta framíhjárætt, og tað er ein gáva at sleppa at hoyra til „samverkamenn Guds“. – 1. Kor. 3:9.
MÍN FYRSTI KÆRLEIKI TIL JEHOVA
Lat meg fortelja um nakað, sum hevur hjálpt mær sera nógv. Tað er mín fyrsti kærleiki til Jehova. (Opinb. 2:4) Hesin kærleikin hevur hjálpt mær at takkla ræðulig minnir frá krígnum og annað, sum eg havi havt at stríðast við í lívinum. – Es. 65:17.
Mín kærleiki til Jehova hevur hjálpt mær at takkla ræðulig minnir frá krígnum
Eg minnist serliga væl ein dag á vári í 1971. Foreldrini høvdu akkurát blakað meg út úr íbúðini, sum tey annars høvdu latið meg búð í. Tað var fosturpápin, sum ikki vildi hava Jehova vitni búgvandi hjá sær. Um tað mundið átti eg ikki so nógvar pengar. Sjúkrahúsið, sum eg arbeiddi á, betalti okkum løn aðruhvørja viku, og eg hevði akkurát brúkt meginpartin av pengunum upp á pen klæðir, so eg kundi fara við í boðanina. Eg átti eitt sindur á bók, men tað var í einum banka heilt norðuri í Michigan, statinum har sum eg vaks upp. So eg búði í bilinum í nakrar dagar. Eg rakaði mær og vaskaði mær á vesum á ymsum bensinstøðum.
Ein dagin, meðan eg enn búði í bilinum, kom eg á boðanarmøti nakrar tímar for tíðliga. Eg hevði akkurát fingið frí frá sjúkrahúsinum og parkeraði bilin aftan fyri ríkissalin. Meðan eg sat har, og eingin sá meg, komu øll tey ræðuligu minnini frá vjetnamkrígnum skolandi inn yvir meg. Eg bæði sá og hoyrdi teir ungu menninar fyri mær. Teir blivu við at spyrja meg: Yvirlivi eg? Yvirlivi eg? Eg royndi at ugga teir so væl, sum eg kundi, og gjørdi alt fyri, at teir ikki skuldu síggja á mær, at teir faktiskt fóru at doyggja. Meðan eg sat har í bilinum, brast eg út úr at gráta.
Eg havi gjørt mítt besta fyri ongantíð at missa mín fyrsta kærleika til Jehova
Eg bað inniliga til Jehova, og tárini runnu niður eftir kjálkunum. (Slm. 56:9) Men so fór eg at hugsa um, at tey deyðu kunnu fáa lívið aftur. Eg skilti knappliga, at Jehova fer at brúka uppreisnina til at fáa alt tað ræðuliga, sum eg og nógv onnur hava upplivað, í rættlag aftur. Gud fer at geva hesum ungu monnunum lívið aftur, og teir fáa møguleika at læra hann at kenna. (Áps. 24:15) Tað at skilja hetta fekk meg at elska Jehova enn meira. Hetta er ein dagur, sum eg ongantíð gloymi. Líka síðani havi eg gjørt mítt besta fyri ongantíð at missa mín fyrsta kærleika, serliga tá ið lívið ikki hevur verið so lætt.
JEHOVA HEVUR GJØRT SO NÓGV FYRI MEG
Tá ið kríggj er, gera menniskju nógv óreint og ógvisligt, og eg var einki undantak. Men eitt, sum hevur hjálpt mær, er at hugsa djúpt um tvey av mínum yndisørindum í Bíbliuni. Tað fyrsta er Opinberingin 12:10, 11, sum vísir, at tað ikki bara er okkara boðan, sum sigrar á Djevulinum, men eisini blóð lambsins. Hitt er Galatiabrævið 2:20, sum hjálpti mær at skilja, at Jesus faktiskt doyði „fyri meg“. Av tí at Jesus ofraði sítt lív, kann Jehova fyrigeva mær fyri alt tað, sum eg havi gjørt. Og tað gevur mær góða samvitsku og hug at hjálpa øðrum at læra meira um Jehova, sum er so fyrigevandi. – Hebr. 9:14.
Tá ið eg hugsi aftur á, hvussu lívið hjá mær hevur verið, eri eg so takksamur fyri alt tað, sum Jehova hevur gjørt fyri meg. Eg kann nevna eitt dømi. So skjótt sum Jim fann út av, at eg búði í bilinum, setti hann meg í samband við eina systur, sum leigaði kømur út. Eg ivist ikki í, at tað var Jehova, sum brúkti Jim og hesa systrina, so eg kundi fáa eitt gott stað at búgva. Jehova er so umhugsin. Hann tekur sær altíð av sínum trúføstu tænarum.
EG VAR ÍÐIN, MEN MÁTTI LÆRA AT VERA MEIRA FÓLKALIGUR
Í mai 1971 hevði eg nøkur ørindi í Michigan, sum eg noyddist at taka mær av. Áðrenn eg fór frá samkomuni í Delray Beach í Florida, fylti eg bilin við lesnaði. Eg koyrdi norðureftir á motorvegi 75, men áðrenn eg var komin hálva leið, var lesnaðurin uppi. Eg boðaði íðin alla møguliga staðni. Eg steðgaði á við fongsul og á steðgiplássum og bjóðaði enntá faldarar inni á mannfólkavesunum. Eitt, sum eg javnan hugsi um, er, um nøkur av hesum sannleiksfræunum nakrantíð fóru at spíra. – 1. Kor. 3:6, 7.
Eg má viðganga, at eg ikki var so fólkaligur, beint tá ið eg lærdi sannleikan at kenna, og tað gekk serliga út yvir míni nærmastu. Av tí at mín fyrsti kærleiki til Jehova var so sterkur, var eg øgiliga djarvur, men ikki so fólkaligur. Eg elski beiggjarnar hjá mær, John og Ron, og tí tvingaði eg teir at lurta eftir mær, tá ið eg boðaði fyri teimum. Seinni noyddist eg at siga orsaka, fyri at eg var so ágangandi. Men eg blívi við at biðja til, at teir taka ímóti sannleikanum. Gjøgnum árini hevur Jehova upplært meg, og eg havi lært at vera meira fólkaligur í boðanini, og tá ið eg undirvísi. – Kol. 4:6.
ONNUR, SUM EG ELSKI
Eg gloymi ongantíð mín fyrsta kærleika til Jehova, men eg fari eisini altíð at elska mína familju og vinir. Eg elski mína fantastisku konu, Susan. Eingin ivi var um, at eg vildi hava eina konu, sum eisini tænti Jehova. Og Susan var ein andaliga sterk systir. Eg minnist týðiliga einaferð, eg skuldi vitja hana, meðan vit gingu saman. Hon sat á trappuni framman fyri húsini hjá foreldrunum og las í Vakttorninum. Eg sá, at tað ikki var ein lestrargrein, hon las, og allíkavæl blaðaði hon øll ørindini upp í Bíbliuni. Tað fekk meg at hugsa, at hon mátti vera sera andalig. Vit blivu gift í desember 1971, og eg eri takksamur fyri, at hon hevur stuðlað mær líka síðani. Eg eri sjálvandi glaður fyri, at hon elskar meg, men tað, sum gleðir meg mest, er, at hon elskar Jehova meira.
Susan og eg hava eisini fingið tvær dýrabarar gávur – synir okkara Jesse og Paul. Jehova var ein heilt natúrligur partur av teirra lívi, tá ið teir vuksu upp. (1. Sám. 3:19) Og vit eru stolt av, at teir sjálvir hava tikið sannleikan til sín. Teir hava ikki gloymt sín fyrsta kærleika, tí teir tæna enn Jehova trúfastir og hava báðir verið í fulltíðartænastuni í meira enn 20 ár. Eg eri eisini sera stoltur av báðum svigardøtrunum, Stephanie og Racquel. Tær kundu verið mínar egnu døtur. Synirnir hjá mær hava gift seg við andaligum systrum, sum elska Jehova av øllum hjarta. – Ef. 6:6.
Aftan á dópin tænti eg í Rhode Island í 16 ár, og har fingu vit nógvar góðar vinir. Eg havi nógv frálík minnir um allar teir fantastisku elstabrøðurnar, sum eg arbeiddi saman við. Eg eri eisini sera takksamur fyri alla ta hjálpina, sum eg fekk frá teimum nógvu fylkisumsjónarmonnunum. Tað var ein stórur framíhjárættur at sleppa at arbeiða saman við so nógvum brøðrum, sum hildu fast við sín fyrsta kærleika til Jehova. Í 1987 fluttu vit til North Carolina fyri at tæna, har tørvurin var størri. Og har fingu vit enn fleiri góðar vinir.
Í august 2002 fóru Susan og eg at tæna á Betel í Patterson í USA. Eg var í tænastudeildini og Susan í vaskarínum. Hon elskaði at arbeiða har. Seinni, í august 2005, fekk eg tann stóra framíhjárættin at blíva ein partur av stýrandi ráðnum. Tað var ein stór uppgáva, sum eg ikki føldi meg verdan til. Og tað var ræðandi hjá Susan at hugsa um, hvussu stór ábyrgd tað var, hvussu nógv arbeiði tað kravdi, og hvussu nógv vit skuldu ferðast. Henni hevur ongantíð dámt at flúgva, men vit flúgva næstan alla tíðina. Eitt, sum hevur hjálpt henni, er at fáa góð ráð frá nøkrum av hinum systrunum, sum eru giftar við brøðrum í stýrandi ráðnum. Tað hevur gjørt, at hon hevur klárað at stuðlað mær í mínari uppgávu, og eg elski hana fyri tað.
Á skrivstovuni hjá mær eru nógvar myndir, sum hava stóran týdning fyri meg. Tær minna meg á mítt fantastiska lív. Eg havi gjørt mítt besta fyri ikki at gloyma mín fyrsta kærleika til Jehova, og hann hevur longu signað meg ríkliga fyri tað.