Ærir tín klædnastílur Gud?
„Gerið alt Gudi til dýrd!“ – 1. KOR. 10:31.
1, 2. Hví hava Jehova vitni ein høgan standard, tá ið talan er um klæðir? (Hygg at fyrstu myndini.)
AFTAN á ein fund fyri kirkjuleiðarar skrivaði ein hollendsk avís soleiðis: „Klæðini hjá nógvum vóru frítíðarkend og avslappað, serliga tá ið tað var heitt.“ Í somu grein stóð, at tað var heilt øðrvísi á einari stevnu hjá Jehova vitnum. Tá vóru menn og dreingir í klædningsjakka og slipsi, og kvinnurnar og genturnar vóru í sámiligum kjólum og niðurdeilum, sum tó vóru modernaðir. Jehova vitni fáa ofta rós fyri at vera pent ílatin. Paulus skrivaði, at kristin eiga at ganga í sámiligum klæðum, sum eru hóskandi fyri tey, sum tæna Gudi. (1. Tim. 2:9, 10) Hóast Paulus skrivaði hetta til kvinnur, er tað eisini galdandi fyri menn.
2 Vit vilja gjarna hava ein høgan standard, tá ið talan er um klæðir, tí vit vita, at tað hevur stóran týdning fyri Jehova. (1. Mós. 3:21) Bíblian vísir, at Jehova hevur ásett nakrar normar fyri, hvussu hansara tænarar skulu vera ílatnir. Tí velja vit ikki bara klæðir, sum okkum sjálvum dámar, vit hugsa eisini um, hvat Jehova heldur um tey klæðini, vit velja at ganga í.
3. Hvat vísir lógin, sum Gud gav ísraelitunum, um hansara áskoðan á klæðir?
3 Í lógini, sum Gud gav ísraelitunum, vóru millum annað reglur, sum vardu tey móti tí ómoralska lívsstílinum hjá tjóðunum rundan um tey. Lógin vísir, at Jehova ikki dámar klæðir, sum ikki týðiliga vísa, um mann er maður ella kvinna. (Les 5. Mósebók 22:5.) Tá ið vit kanna Guds orð, skilja vit, at honum ikki dámar klæðir, sum fáa menn at líkjast kvinnum og kvinnur at líkjast monnum, ella sum gera tað ringt at síggja mun á monnum og kvinnum.
4. Hvat kann hjálpa teimum, sum tæna Gudi, at taka góðar avgerðir í sambandi við klæðir?
4 Í Bíbliuni eru fleiri meginreglur, sum kunnu hjálpa Guds tænarum at taka góðar avgerðir í sambandi við klæðir. Og tær eru galdandi líkamikið, hvar mann býr, hvørja mentan mann hevur, ella hvussu veðurlagið er. Vit hava ikki brúk fyri einum langum lista, sum vísir, hvør klædnastílur er í lagi og hvør ikki er. Nei, vit fylgja meginreglum í Bíbliuni, sum loyva, at vit hava ymiskan smak. Nú fara vit at kanna nakrar meginreglur, sum kunnu hjálpa okkum at finna út av, ’hvat Guds vilji er’, altso hvat honum dámar, tá ið vit skulu velja, hvørjum klæðum vit vilja ganga í. – Róm. 12:1, 2.
„Í ØLLUM PRÓGVA VIT OKKUM SUM TÆNARAR GUDS“
5, 6. Hvørja ávirkan eiga okkara klæðir at hava á onnur?
5 Paulus fekk íblástur frá Gudi til at skriva eina týðandi meginreglu niður, sum er at finna í 2. Korintbrævi 6:4. (Les.) Okkara útsjónd sigur nógv um okkum. Og nógv gera sær eina mynd av okkum út frá tí, sum tey síggja. (1. Sám. 16:7) Av tí at vit tæna Gudi, skilja vit, at okkara klædnastílur ikki bara handlar um, hvat okkum dámar, ella hvat vit halda er behagiligt at vera í. Meginreglurnar í Bíbliuni eiga at fáa okkum at lata vera við at ganga í klæðum, sum sita stramt, eru avdúkandi ella seksut. Tað fevnir um klæðir, sum avdúka tey meira intimu støðini á kroppinum. Onnur skulu helst ikki blíva illa við ella føla, at tey mugu hyggja burtur, tá ið tey síggja, hvussu vit eru ílatin.
6 Tá ið vit eru rein og pen og hóskandi ílatin, er tað meira sannlíkt, at fólk fáa virðing fyri okkum og týðiliga síggja, at vit tæna Jehova. Tað ger kanska eisini, at tey fáa hug at læra okkara Gud at kenna. Tá ið vit eru hóskandi ílatin, fáa onnur størri virðing fyri okkara samskipan, og tað kann fáa tey at lurta eftir boðskapinum, sum kann geva teimum ævigt lív.
7, 8. Nær er tað serliga umráðandi at vera hóskandi ílatin?
7 Av tí at vit hava virðing fyri okkara heilaga Gudi, okkara brøðrum og systrum og teimum, vit boða fyri, eiga vit at vera í klæðum, sum æra Jehova og geva fólki eina positiva mynd av boðskapinum. (Róm. 13:8-10) Og tað er serliga galdandi, tá ið vit gera okkurt andaligt, sum til dømis tá ið vit eru á møti ella í boðanini. Vit eiga at vera ílatin sum fólk, „ið játta seg undir gudsótta“. (1. Tim. 2:10) Sjálvandi kunnu nøkur klæðir vera hóskandi eitt stað á jørðini, men óhóskandi onkra aðrastaðni. Tí hugsa Jehova vitni um, hvat er vanligt, har sum tey búgva, fyri at eingin skal taka nakað illa upp.
8 Les 1. Korintbræv 10:31. Tá ið vit eru á stevnum, eiga vit at vera hóskandi ílatin og ansa eftir, at klæðini ikki geva okkum for nógv uppmerksemi. Vit fylgja ikki tí ekstrema mótarákinum í heiminum. Sjálvt tá ið vit kekka inn ella út av einum hotelli, og tá ið vit hugna okkum áðrenn og aftan á stevnuskránna, eiga vit ikki at vera ófantaliga ílatin ella vera í alt for avslappaðum klæðum. Av tí sama smæðast vit ikki við at siga, at vit eru Jehova vitni, og tað verður eisini lættari hjá okkum at boða óformliga.
9, 10. Hví eigur Filippibrævið 2:4 at hava ávirkan á, hvat vit velja at fara í?
9 Les Filippibrævið 2:4. Hví mugu vit hugsa um, hvørja ávirkan okkara klæðir hava á okkara brøður og systrar? Ein orsøk er, at tey, sum tæna Gudi, royna at fylgja hesi meginregluni: „Deyðið tí hinar jørðisku limirnar: Siðloysi, óreinsku, girndarbruna.“ (Kol. 3:2, 5) Nakrir av okkara trúarfelagum hava livað eitt ómoralskt lív, áðrenn teir blivu Jehova vitni, og noyðast kanska enn at stríðast ímóti skeivum lystum. (1. Kor. 6:9-11) Vit vilja sjálvandi ikki gera tað verri hjá teimum at halda seg moralskt reinar.
10 Vit vilja gera okkara til, at samkoman er rein, so tí hugsa vit um, hvussu vit eru ílatin, tá ið vit eru saman við okkara brøðrum og systrum. Og tað er galdandi, bæði tá ið vit eru á møti og eru saman sum heild. Vit kunnu sjálvandi sjálvi velja, hvørjum klæðum vit vilja ganga í, men vit hava øll skyldu at velja klæðir, sum gera tað lættari hjá øðrum at hugsa, tosa og uppføra seg upp á ein máta, sum Gudi dámar. (1. Pæt. 1:15, 16) Sannur kærleiki „ber seg ikki ósømiliga at“ og „søkir ikki sítt egna“. – 1. Kor. 13:4, 5.
VIT MUGU VELJA KLÆÐIR, SUM HÓSKA TIL HØVIÐ
11, 12. Hvat mugu vit hava í huga, tá ið vit skulu velja klæðir?
11 Bíblian sigur: ’Alt hevur tíð sína.’ (Præd. 3:1, 17) Og tað er nakað, sum tey, ið tæna Gudi, hava í huga, tá ið tey velja klæðir. Sjálvandi hava veðrið, árstíðirnar og aðrar umstøður nakað at siga í tí sambandi. Men normarnir hjá Jehova eru altíð galdandi. – Mal. 3:6.
12 Í heitari londum kann tað vera ein eyka avbjóðing at vera sámiliga ílatin. Okkara brøður og systrar virðismeta, at vit ikki ganga í klæðum, sum sita so stramt ella leyst, at tey eru avdúkandi. (Job 31:1) Og tá ið vit hugna okkum á strondini ella við ein svimjihyl, eiga okkara svimjiklæðir at vera sámilig. (Orðt. 11:2, 20) Tað kann gott vera, at nógv fólk í heiminum eru í avdúkandi svimjiklæðum, men vit, sum tæna Jehova, mugu tryggja okkum, at okkara klæðir altíð æra hann.
13. Hví eigur tað, sum stendur í 1. Korintbrævi 10:32, 33, at fáa okkum at hugsa um, hvørjum klæðum vit velja at ganga í?
13 Ein onnur týðandi meginregla, sum kann hjálpa okkum, tá ið vit skulu velja klæðir, er at hugsa um samvitskuna hjá øðrum, uttan mun til um tey tæna Jehova ella ikki. (Les 1. Korintbræv 10:32, 33.) Vit hava ábyrgd at velja klæðir, sum ikki eru øðrum til ástoyt, og tað er ein ábyrgd, vit mugu taka í álvara. Paulus skrivaði: „Ein og hvør av okkum skal gera, sum næsta hansara líkar – honum til gagn, til uppbygging.“ Og síðani kom hann við hesi grundgevingini: „Kristus gjørdi jú ikki heldur, sum Honum líkaði.“ (Róm. 15:2, 3) Jesus gjørdi Guds vilja og hugsaði meira um onnur enn um seg sjálvan. Viss vit vilja gera sum Jesus, velja vit ikki klæðir, sum vit kanska halda eru pen ella smart, men sum kundu gjørt, at fólk í økinum ikki vilja lurta eftir okkara boðskapi.
14. Hvussu kunnu foreldur læra børnini at velja klæðir, sum æra Jehova?
14 Foreldur, sum eru Jehova vitni, hava ábyrgd at læra síni børn at fylgja meginreglunum í Bíbliuni. Tí mugu tey tryggja sær, at klæðir og útsjónd, bæði hjá teimum sjálvum og børnunum, gleða Jehova. (Orðt. 22:6; 27:11) Tá ið foreldur eru góðar fyrimyndir fyri børnini og hjálpa teimum at finna hóskandi klæðir, læra tey børnini at fáa virðing fyri Gudi og hansara normum. Tað er viktigt, at børn skilja, at tey ikki bara skulu velja klæðir, sum tey sjálvi dáma, men eisini hugsa um, hvat fyri klæðir æra Jehova, tann Gud sum vit umboða.
VIT MUGU BRÚKA OKKARA FRÍA VILJA VIÐ SKILI
15. Hvat kann hjálpa okkum at velja tey røttu klæðini?
15 Í Bíbliuni eru góð ráð, sum kunnu hjálpa okkum at taka skilagóðar avgerðir, ið æra Jehova. Tó er pláss fyri, at vit hava okkara egna persónliga smak. Tað er ymiskt, hvat okkum dámar at ganga í, og hvussu vit eru fyri fíggjarliga. Men okkara klæðir eiga altíð at vera rein og pen og hóskandi til høvið og lokalan sið.
16. Hví er tað stríðið vert at royna at finna hóskandi klæðir?
16 Tað er ikki altíð lætt at finna hóskandi klæðir. Nógvir klædnahandlar selja bara nýggjasta móta. Og tí kann tað vera neyðugt at brúka nógva tíð og orku upp á at finna blusur, niðurdeilar og kjólar, sum eru sámiligir, ella klædningar og buksur, sum ikki sita for stramt. Men okkara brøður og systrar leggja sikkurt merki til tað og virðismeta tað, tá ið vit gera okkara besta fyri at finna pen og hampilig klæðir. Og tað at vita, at vit æra okkara himmalska faðir, ger, at tað er alt stríðið vert.
17. Hvat kann hava ávirkan á, um ein bróðir velur at hava skegg ella ikki?
17 Er tað hóskandi, at brøður hava skegg? Undir Móselógini var tað eitt krav, at menn høvdu skegg. Men Móselógin er ikki galdandi í dag, og vit hava ikki skyldu at fylgja henni. (3. Mós. 19:27; 21:5; Gal. 3:24, 25) Í summum londum og mentanum er tað vanligt og púra í lagi, at menn hava eitt pent og snøgt skegg, og tað tekur kanska slett ikki uppmerksemið frá teimum góðu tíðindunum. Faktiskt hava nakrir elstabrøður eisini skegg í sovorðnum londum. Men kortini velja nakrir brøður kanska ikki at hava tað. (1. Kor. 8:9, 13; 10:32) Aðrastaðni í heiminum er tað ikki vanligt at hava skegg, og tað verður ikki mett at vera hóskandi hjá Jehova vitnum. Viss ein bróðir har hevði skegg, kundi tað kanska enntá forðað honum í at æra Gud og at vera „ólastandi“. – Róm. 15:1-3; 1. Tim. 3:2, 7.
18, 19. Hvat ber tað í sær at fylgja tí, sum stendur í Mika 6:8?
18 Vit eru takksom fyri, at Jehova ikki hevur givið okkum ein langan lista við reglum um klæðir og útsjónd. Í staðin letur hann okkum brúka okkara fría vilja til at taka góðar avgerðir, sum eru grundaðar á bíbilskar meginreglur. So sjálvt í sambandi við klæðir og útsjónd kunnu vit vísa, at vit vilja „liva eyðmjúkt við Gudi“. – Mika 6:8.
19 Tá ið vit eru eyðmjúk, viðurkenna vit, at Jehova gevur tey bestu ráðini, tí hann er reinur og heilagur. Og tá ið vit eru eyðmjúk, hugsa vit eisini um kenslurnar og meiningarnar hjá øðrum. So vit „liva eyðmjúkt við Gudi“, tá ið vit fylgja hansara høgu normum og hugsa um samvitskuna hjá øðrum.
20. Hvørja ávirkan eiga okkara klæðir og útsjónd at hava á onnur?
20 Okkara klæðir og útsjónd eiga at gera tað lætt hjá øðrum at síggja, at vit tæna Jehova. Bæði okkara brøður og systrar og fólk sum heild eiga at síggja, at vit umboða okkara rættvísa Gud. Hann hevur høgar normar, og vit vilja gera okkara besta fyri at liva upp til teir normarnar. Øll, sum hava eina útsjónd og ein atburð, ið gevur øðrum hug at læra sannleikan at kenna, hava stórt rós uppiborið. Tað er nakað, sum ærir Jehova og gleðir hansara hjarta. Tá ið vit taka skilagóðar avgerðir í sambandi við klæðir, kunnu vit blíva við at æra okkara heilaga Gud, sum sjálvur er ’klæddur í stórleika og dýrd’. – Slm. 104:1, 2.