Far beinleiðis til innihaldið

Hví skulu vit biðja í Jesu navni?

Hví skulu vit biðja í Jesu navni?

JESUS tosaði ofta um bøn. Á hansara døgum plagdu trúarleiðararnir at standa „á vegamótum“ og biðja. Hví gjørdu teir tað? Fyri at „verða sæddir av menniskjum“. Teir vildu nemliga hava fólk at síggja, hvussu gudiligir teir vóru. Nógv bóðu langar bønir umaftur og umaftur, sum um tað var neyðugt at brúka nógv orð fyri at fáa Gud at lurta. (Matteus 6:5-8) Jesus lærdi eyðmjúk menniskju, at slíkar bønir vóru nyttuleysar, men hann lærdi tey eisini, hvussu tey skuldu biðja.

Jesus lærdi okkum at biðja um, at Guds navn skal blíva halgað, at hansara ríki skal koma, og at hansara vilji skal verða framdur. Hann lærdi okkum eisini, at vit kunnu biðja Gud hjálpa okkum við tí, sum hevur við okkum sjálvi at gera. (Matteus 6:9-13; Lukas 11:2-4) Jesus brúkti líknilsir fyri at læra okkum, at tað er neyðugt at blíva við at biðja, hava trúgv og vera eyðmjúk, viss vit vilja hava Jehova Gud at hoyra okkara bønir. (Lukas 11:5-13; 18:1-14) Og tað, sum hann lærdi okkum, gjørdi hann eisini sjálvur. – Matteus 14:23; Markus 1:35.

Soleiðis hjálpti Jesus lærisveinunum at biðja betri bønir. Men seinasta kvøldið, Jesus var á jørðini, lærdi hann teir tað, sum hevur størstan týdning í sambandi við bøn.

Ein stór broyting í sambandi við bøn

Seinasta kvøldið, Jesus var saman við teimum trúføstu ápostlunum, brúkti hann nógva tíð upp á at styrkja teir. Nú var tíðin komin til at læra teir nakað nýtt. Hann segði: „Eg eri vegurin, sannleikin og lívið; eingin kemur til Faðirin uttan við Mær.“ Seinni gav hann teimum hetta lyftið: „Hvat tit so biðja um í navni Mínum, skal Eg gera, fyri at Faðirin skal verða dýrmætur við Syninum. Biðja tit um nakað í navni Mínum, skal Eg gera tað.“ Og at enda segði hann: „Higartil hava tit einki biðið um í navni Mínum. Biðið, og tit skulu fáa, fyri at gleði tykkara kann verða fullkomin!“ – Jóhannes 14:6, 13, 14; 16:24.

Hesi orðini høvdu stóran týdning. Eitt bíbliuleksikon sigur, at tað var ein stór broyting í sambandi við bøn. Jesus ætlaði ikki, at vit skuldu biðja til hansara í staðin fyri til Gud. Men hann lærdi ápostlarnar nakað nýtt, sum teir nú skuldu minnast til, tá ið teir bóðu til Jehova.

Gud hevði sjálvandi altíð lurtað eftir bønunum, sum hansara tænarar bóðu. (1. Sámuelsbók 1:9-19; Sálmur 65:3) Men frá tí, at Gud gjørdi sáttmála við ísraelsfólk, máttu øll tey, sum vildu hava Gud at lurta eftir sínum bønum, viðurkenna, at Ísrael var Guds fólk. Seinni, tá ið Sálomon hevði bygt templið, máttu øll fara har at tilbiðja og ofra. (5. Mósebók 9:29; 2. Krønikubók 6:32, 33) Men henda tilbiðingin var bara ein fyribils skipan. Sum Paulus ápostul skrivaði, so vóru lógin, ið varð givin Ísrael, og ofrini, sum vórðu latin í templinum, bara ein skuggi av tí, sum skuldi koma, og ikki tann sanna myndin. (Hebrearabrævið 10:1, 2) Skuggin mátti víkja fyri veruleikanum. (Kolossebrævið 2:17) Eftir ár 33 var tað ikki longur neyðugt at halda Móselógina fyri at blíva vinur við Gud. Í staðin fyri skuldi mann nú fylgja honum, sum lógin vísti fram til – Jesusi Kristi. – Jóhannes 15:14-16; Galatiabrævið 3:24, 25.

Eitt navn, sum er yvir øllum nøvnum

Jesus gav okkum eitt betri grundarlag fyri at nærkast Jehova í bøn. Hann vísti á, at um okkara bønir skulu verða hoyrdar og svaraðar av Gudi, mugu vit biðja í hansara navni. Hvussu kundi Jesus gera hetta møguligt?

Av tí at vit øll eru syndarar, kunnu vit ikki av okkum sjálvum fáa Guds góðkenning. (Rómbrævið 3:20, 24; Hebrearabrævið 1:3, 4) Men Jesus gav sítt fullkomna lív sum gjald fyri okkara syndir. (Rómbrævið 5:12, 18, 19) Og tí kunnu øll, sum vísa trúgv á Jesu offur og biðja í hansara navni, fáa eitt gott samband við Jehova. – Efesusbrævið 3:11, 12.

Tá ið vit biðja í Jesu navni, vísa vit á minst trimum økjum, at vit trúgva upp á hansara leiklut í Guds ætlan: (1) Hann er „lamb Guds“, og Gud kann bara fyrigeva okkara syndir orsakað av hansara ofri. (2) Jehova reisti hann upp frá deyðum, og nú er hann ’høvuðsprestur’ og tryggjar, at øll kunnu fáa gagn av hansara ofri. (3) Hann er einasti „vegurin“ til Jehova, tá ið vit biðja. – Jóhannes 1:29; 14:6; Hebrearabrævið 4:14, 15.

Tá ið vit biðja í Jesu navni, vísa vit Jesusi virðing. Og tað eiga vit at gera, tí Jehova vil, at ’hvørt knæ skal boyggja seg í navni Jesusar’, og at „hvør tunga skal játta, at Jesus Kristus er Harri, Gudi Faðir til dýrd“. (Filippibrævið 2:10, 11) Men tað hevur uppaftur størri týdning, at vit æra Jehova, tá ið vit biðja í Jesu navni, tí tað var hann, sum gav sín son fyri okkara skyld. – Jóhannes 3:16.

Vit skulu biðja „av øllum hjarta“, ikki av berum vana

Fyri at vit kunnu skilja, hvussu stóran týdning Jesus hevur, lýsir Bíblian hann við ymiskum heitum og nøvnum. Tað hjálpir okkum at skilja alt tað góða, sum Jesus hevur gjørt, ger nú og fer at gera fyri okkum í framtíðini. (Sí rammuna „ Týðandi leikluturin hjá Jesusi“.) Jesus hevur enntá fingið „navnið, sum yvir øllum nøvnum er“. * Hann hevur fingið alt vald í himli og á jørð. – Filippibrævið 2:9; Matteus 28:18.

Meira enn ein vani

Vit mugu biðja í Jesu navni, viss vit vilja hava Jehova at hoyra okkara bønir. (Jóhannes 14:13, 14) Men vit mugu ansa eftir, at vit ikki bara siga „í Jesu navni“ uttan at hugsa um tað. Hví?

Tað kann lýsast við einum dømi. Tá ið ein handilsmaður sendir eitt bræv, endar hann kanska við at skriva „blíðar heilsanir“. Sjálvt um handilsmaðurin endar brævið soleiðis, er tað ikki tí, hann hevur áhuga fyri tær persónliga, hann er bara fólkaligur. Tá ið vit brúka Jesu navn í okkara bønum, skal tað ikki bara vera sum at enda eitt bræv. Sjálvt um vit skulu ’biðja uttan íhald,’ mugu vit gera tað „av øllum hjarta“ og ikki av berum vana. – 1. Tessalonikabræv 5:17; Sálmur 119:145.

Tá ið vit biðja í Jesu navni, skulu vit hugsa um, hvussu góður hann er. Vit skulu ikki bara siga „í Jesu navni“ av vana, vit skulu heldur hugsa um alt tað góða, sum hann longu hevur gjørt, og tað, sum hann fegin vil gera fyri okkum í framtíðini. Tá ið vit gera tað, fáa vit størri álit á tað lyftið, sum Jesus gevur, tá ið hann sigur: „Hvat tit so biðja Faðirin um, skal Hann geva tykkum í navni Mínum.“ – Jóhannes 16:23.

^ stk. 14 Eitt bíbliuleksikon greiðir frá, at navnið á einum persóni kann vísa til ymiskt, sum til dømis hansara eginleikar, hansara vald og hansara støðu.