Far beinleiðis til innihaldið

Rætta áskoðanin á alkohol

Rætta áskoðanin á alkohol

Rætta áskoðanin á alkohol

TONY, sum doyði í einari ferðsluvanlukku fyri nøkrum árum síðani, kundi havt eitt nógv øðrvísi lív, viss bara hann hevði viljað viðgingið, at hann hevði alkoholtrupulleikar. Men av tí at hann kundi drekka nógv uttan at virka fullur, helt hann, at hann hevði skil á støðuni. Hví kom hann til eina so skeiva niðurstøðu?

Drekkaríið hevði forstýrað hansara vit og skil. Sjálvt um hann ikki sá tað sjálvur, ávirkaði tann stóra alkoholnøgdin hann bæði fysiskt, mentalt og kensluliga. Jú, meira hann drakk, jú verri dugdi hann at vurdera sína egnu støðu.

Ein onnur grund til, at Tony kom til hasa skeivu niðurstøðuna um seg sjálvan, var, at hann fyri alt í verðini vildi sleppa at halda fram at drekka. Ein maður, sum eitur Allan, vildi heldur ikki viðganga, at hann hevði alkoholtrupulleikar. „Eg royndi at krógva tað,“ sigur hann, „og eg fann upp á umberingar og royndi at bagatellisera mítt drekkarí. Eg hevði bara eitt mál, og tað var at halda fram at drekka.“ Sjálvt um onnur sóu, at Tony og Allan vóru alkoholikarar, blivu teir við at billa sær sjálvum inn, at alt var í fínasta ordan. Teir høvdu báðir brúk fyri at gera nakað við sítt drekkarí. Men hvat?

Ger nakað!

Nógv av teimum, sum hava klárað at leggja av at drekka, hava fylgt hesum orðunum hjá Jesusi: „Um hond ella fótur tín freistar teg, so høgg tað av og kasta tað frá tær! Tað er tær betri at fara lamin ella krypil inn til lívið enn at hava tvær hendur og tveir føtur og verða kastaður í hin æviga eld.“ – Matteus 18:8.

Jesus meinti sjálvandi ikki, at vit skuldu skaða okkum sjálvi bókstavliga. Nei, hann meinti, at vit skuldu vera villig at beina fyri øllum, sum kann skaða okkara samband við Jehova. Tað kann sjálvsagt vera øgiliga ringt. Men tað kann verja okkum og hjálpa okkum, so vit ikki blíva alkoholikarar. Viss onnur siga við teg, at tú drekkur for nógv, mást tú royna at drekka minni. a Og viss tú ikki ert førur fyri at drekka minni, mást tú vera villigur at halda teg púrasta frá alkoholi. Sjálvt um tað kann vera pínufult, er tað hóast alt betri, enn at alt lívið fer í sor.

Hevur tú lyndi til at drekka for nógv, sjálvt um tú ikki ert alkoholikari? Um so er, hvat kanst tú so gera fyri at fáa røttu áskoðanina á alkohol?

Hvar er hjálp at fáa?

1. Bið ofta og inniliga til Gud. Bíblian gevur øllum, sum gjarna vilja gleða Jehova Gud, hesi ráðini: „Latið í øllum tað, sum tit ynskja, koma fram fyri Gud í ákallan og bøn við tøkk! So skal friður Guds, sum stígur upp um alt vit, varðveita hjørtu og hugsanir tykkara í Kristi Jesusi.“ (Filippibrævið 4:6, 7) Hvat kanst tú biðja um fyri at fáa frið í sinnið?

Tú mást viðganga, at tú hevur alkoholtrupulleikar, og góðtaka, at tað er tú sjálvur, sum mást gera nakað við støðuna. Viss tú fortelur Jehova, hvat tú ætlar tær at gera fyri at vinna á trupulleikanum, fer hann at hjálpa tær, og so sleppur tú eisini undan at fáa størri trupulleikar. Bíblian sigur: „Tann, ið dylur syndir sínar, hevur onga eydnu, men tann, ið játtar tær og vendir sær frá teimum, finnur miskunn.“ (Orðtøkini 28:13) Jesus segði eisini, at vit kundu biðja soleiðis: „Leið okkum ikki í freistingar, men frels okkum frá illum!“ (Matteus 6:13) Hvat skalt tú gera, aftan á at tú hevur biðið?

2. Bíblian kann hjálpa tær. „Orð Guds er livandi og hevur kraft … og dømir hugsanir og ráð hjartans.“ (Hebrearabrævið 4:12) Eitt, sum hevur hjálpt nógvum, sum fyrr hava drukkið illa, er at lesa og hugsa um nøkur ørindi í Bíbliuni hvønn dag. Ein bíbliuskrivari skrivaði: „Sælur er maður, ið ikki gongur í ráði hinna gudleysu, … men hevur gleði sína í lóg HARRANS og grundar á lóg Hansara bæði dag og nátt! … Øllum, ið hann ger, hevur hann eydnu við.“ – Sálmur 1:1-3.

Allan fór at kanna Bíbliuna saman við Jehova vitnum, og tað gav honum styrki til at vinna á sínari alkoholmisnýtslu. Hann sigur: „Viss eg ikki hevði fingið hjálp gjøgnum Bíbliuna, so er eingin ivi um, at eg hevði verið deyður í dag.“

3. Royn at fáa tamarhald á tær sjálvum. Bíblian fortelur um nøkur í kristnu samkomuni, sum einaferð høvdu verið drankarar, men sum vóru blivin reinsað „við Anda Guds“. (1. Korintbræv 6:9-11) Hvussu tá? Guds heilagi andi hjálpti teimum at fáa tamarhald á sær sjálvum og at halda uppat at drekka for nógv. Bíblian sigur: „Drekkið tykkum ikki drukkin av víni – í tí er spilling! Nei, latið tykkum fylla av Andanum.“ (Efesusbrævið 5:18; Galatiabrævið 5:21-23) Jesus lovaði, at øll tey, sum biðja til Gud um heilagan anda, skulu fáa hann. So tú mást blíva við at biðja, tí so fært tú hjálp frá Gudi. – Lukas 11:9, 13.

Tey, sum vilja gleða Jehova, kunnu fáa størri sjálvstamarhald, viss tey lesa og kanna Bíbliuna og biðja ofta og inniliga. Viss tú ert um at missa mótið, mást tú minnast til hetta lyftið í Guds orði: „Tann, sum sáar í Andanum, skal av Andanum heysta ævigt lív. Latið okkum ikki troyttast av at gera hitt góða! Tí vit skulu heysta í síni tíð, so satt sum vit geva ikki uppat.“ – Galatiabrævið 6:8, 9.

4. Vel góðar vinir. „Kom saman við vís, og tú verður vísur! Men vini dára, honum gongst illa.“ (Orðtøkini 13:20) Sig við tínar vinir, at tú hevur sett tær fyri at gevast at drekka for nógv. Bíblian ávarar okkum um, at tað kanska ikki eru øll, sum reagera positivt upp á tað. Tá ið tú ikki longur vilt drekka teg fullan og ballast saman við fyrrverandi vinum, fara teir kanska at spotta teg og halda, at tú ert løgin. (1. Pætursbræv 4:3, 4) Tú mást vera villigur at halda uppat at koma saman við fólkum, sum royna at fáa teg at drekka for nógv.

5. Set eitt mark fyri, hvussu nógv tú vilt drekka. „Berið tykkum ikki at sum henda øld, nei, verðið umskapt við endurnýggjan sinnis tykkara, so tit kunnu royna, hvat vilji Guds er – hitt góða, dámliga og fullkomna!“ ( Rómbrævið 12:2) Tá ið tú skalt finna út av, hvussu nógv tú vilt drekka, mást tú hugsa um, hvat Bíblian sigur, ikki hvat vinir, sum ikki tæna Jehova, siga. Viss tú gert tað, verður Jehova glaður. Men hvussu finnur tú út av, hvar tú skalt seta markið?

Ein og hvør nøgd av alkoholi, sum ger tað ringt hjá tær at hugsa klárt, er for stór hjá tær. So tí mást tú ikki seta markið so høgt, at tú næstan verður fullur. Ansa eftir, at tú ikki avnoktar trupulleikan, men ver erligur um, hvussu nógv tú kanst drekka. Tú mást seta eitt mark, sum er forsvarligt hjá tær, og so ikki drekka meira enn tað.

6. Lær teg at siga nei. „Sig bara ja, tá ið tú meinar ja, og nei, tá ið tú meinar nei.“ (Matteus 5:37, Nýggi Sáttmálin) Viss onkur bjóðar tær meira alkohol, enn tú vilt hava, kanst tú siga nei takk upp á ein fólkaligan máta. Bíblian sigur: „Tala tykkara veri altíð dámlig, kryddað við salti, so tit vita, hvussu tit skulu svara einum og hvørjum!“ – Kolossebrævið 4:6.

7. Bið familju og vinir hjálpa tær. Tú kanst biðja góðar vinir, sum elska Jehova, hjálpa tær. Teir fara heilt sikkurt at respektera tína avgerð um at drekka minni. Bíblian sigur: „Betri eru tveir enn ein, tí at teir fáa góða løn fyri møði sína. Tí at um annar teirra dettur, kann annar reisa felaga sín upp aftur.“ (Prædikarin 4:9, 10, Dahl/Viderø; Jákupsbrævið 5:14, 16) Amerikanski stovnurin National Institute on Alcohol Abuse and Alcoholism gevur eini líknandi ráð: „Tá ið mann roynir at minka um sína alkoholnýtslu, kann tað til tíðir vera ringt. Tí er tað gott at biðja familju og vinir hjálpa sær at røkka málinum.“

8. Halt fast við tað, sum tú hevur sett tær fyri. Í Jákupsbrævinum 1:22, 25 stendur: „Verið gerarar orðsins og ikki bert hoyrarar tess – við tí dára tit tykkum sjálvar! Men tann, sum skoðar inn í fullkomnu lóg frælsisins – og heldur á við tí, so at hann verður ikki gloymskur hoyrari, men gerari verksins – hann skal vera sælur í verki sínum.“

Hvussu sleppur tú burtur úr misnýtsluni?

Ikki øll, sum drekka nógv, verða alkoholikarar. Men nøkur fara at drekka so illa – ella so ofta – at tey verða bundin av alkoholi. Fólk, sum eru bundin av alkoholi, kunnu blíva illa fyri, viss tey knappliga gevast við at drekka. Og tí kann tað vera neyðugt hjá teimum at fáa læknahjálp. Allan minnist aftur og sigur: „Tá ið eg gavst at drekka, fekk eg ógvisligar abstinensir. Eg skilti, at eg umframt andaliga hjálp eisini mátti fáa læknahjálp.“

Nógvir alkoholikarar mugu í viðgerð fyri at kunna sleppa heilt burtur úr misnýtsluni. b Nøkur fáa so ógvisligar abstinensir, at tey mugu leggjast inn á sjúkrahús. Onnur hava brúk fyri heilivági, sum minkar um hugin til alkohol, ella sum kann hjálpa teimum at leggja av. Jesus segði: „Frískum tørvar ikki lækna, men sjúkum!“ – Markus 2:17.

Vegleiðingin frá Gudi riggar

Tey góðu ráðini í Bíbliuni um alkohol koma frá Gudi, sum vil okkum tað besta bæði nú og um ævir. Allan er sera takksamur fyri ta hjálpina, hann fekk frá Jehova, og tá ið hann hugsar aftur á ta tíðina, verður hann rørdur. Áðrenn Allan lærdi Jehova at kenna, trúði hann ikki upp á, at hann kundi leggja av at drekka. Men við hjálp frá Jehova hevur hann ikki smakkað dropan í 24 ár.

Viss tú hevur alkoholtrupulleikar, skalt tú ikki geva upp ella hugsa, at støðan er vónleys. Allan og óteljandi onnur hava verið í somu støðu sum tú. Og tað hevur eydnast hjá teimum antin at drekka minni ella at halda seg púrasta frá alkoholi. Tey angra tað ikki, og tað fert tú heldur ikki at gera.

Líkamikið um tú velur at drekka við máta ella slett ikki at drekka, er tað gott at hava í huga, at Jehova elskar teg og lovar tær hetta: „Hevði tú viljað givið boðum Mínum gætur! Tá skuldi friður tín verðið sum áin, og rættvísi tín sum havsbylgjurnar.“ – Esaias 48:18.

[Undirgrein]

a Sí rammuna „ Drekki eg for nógv?

b Fleiri møguleikar eru at finna innan slíka viðgerð. Jehova vitni mæla ikki til eina ávísa viðgerð. Hvør einstakur má sjálvur hugsa gjølla um teir viðgerðarmøguleikarnar, sum eru tøkir, og so taka eina avgerð, sum ikki stríðir ímóti meginreglunum í Bíbliuni.

[Ramma/Mynd]

 Drekki eg for nógv?

Tú kanst spyrja teg sjálvan:

• Drekki eg meira nú enn fyrr?

• Drekki eg oftari nú enn fyrr?

• Eri eg farin at drekka meira av tí sterka slagnum?

• Drekki eg fyri at linna strongd ella fyri at flýggja undan trupulleikum?

• Hevur onkur í familjuni ella ein vinur sagt, at hann er bangin um meg og mítt drekkarí?

• Hevur alkohol givið mær trupulleikar heima, til arbeiðis ella tá ið eg havi verið á feriu?

• Er tað ringt hjá mær at klára meg uttan alkohol í eina viku?

• Verði eg illa við, tá ið onnur velja at halda seg frá alkoholi?

• Royni eg at krógva fyri øðrum, hvussu nógv eg drekki?

Viss tú svaraði ja upp á ein ella fleiri av hesum spurningunum, noyðist tú kanska at gera nakað við títt drekkarí.

[Ramma/Mynd]

Hvussu kann eg taka góðar avgerðir um alkohol?

Áðrenn tú drekkur alkohol, kanst tú hugsa um hetta:

Er tað skilagott, at eg drekki alkohol, ella skal eg lata vera?

Tilmæli: Tann, sum ikki dugir at stýra sær, eigur at halda seg frá alkoholi.

Hvussu nógv skal eg drekka?

Tilmæli: Set eitt mark frammanundan, áðrenn alkoholið ger, at tú ikki hugsar klárt.

Nær vil eg drekka?

Tilmæli: Ikki áðrenn tú skalt koyra bil ella gera nakað annað, sum krevur fulla konsentratión; ikki áðrenn tú skalt gera okkurt andaligt; ikki tá ið tú ert upp á vegin; ikki saman við ávísum heilivági.

Hvar vil eg drekka?

Tilmæli: Í einum sunnum umhvørvi; ikki í loyndum; ikki tá ið tú ert saman við fólkum, sum taka tað illa upp, at mann drekkur.

Hvørjum vil eg drekka saman við?

Tilmæli: Saman við familju og vinum, sum duga at drekka við máta; ikki saman við nøkrum, sum hava alkoholtrupulleikar.

[Ramma/Mynd]

Bíblian hjálpti einum alkoholikara

Supot úr Tailandi drakk illa. At byrja við drakk hann bara um kvøldarnar. Men so við og við fór hann eisini at drekka um morgunin og á døgurðatíð. Hann drakk fyri at blíva fullur. Men so fór hann at kanna Bíbliuna saman við Jehova vitnum. Tá ið Supot fann út av, at Jehova Gud ikki góðtekur alkoholmisnýtslu, helt hann uppat at drekka. Eftir eina tíð datt hann kortini útí aftur. Familjan var so kedd.

Men Supot elskaði framvegis Jehova og vildi gjarna tæna honum upp á tann rætta mátan. Vinirnir hjá honum blivu við at hjálpa honum og eggjaðu familjuni til at brúka meira tíð saman við honum og ikki missa vónina. Eitt, sum hjálpti honum, var tað, sum stendur í 1. Korintbrævi 6:10. Har verður sagt bart út, at drykkjumenn ikki skulu arva Guds ríki. Tað fekk hann at skilja, hvussu álvarsom støðan var, og at hann mátti gera alt, hann var mentur, fyri at koma burtur úr misnýtsluni.

Hesa ferð var Supot avgjørdur um at halda seg púrasta frá alkoholi. Við hjálp frá Guds heilaga anda, Bíbliuni, familjuni og samkomuni eydnaðist tað honum at enda. Tað var til stóra gleði fyri familjuna, tá ið hann var klárur at lata seg doypa. Nú hevur Supot tað tætta sambandið við Gud, sum hann altíð hevði ynskt sær, og hann brúkar sína tíð til at hjálpa øðrum at tæna Jehova.