Far beinleiðis til innihaldið

Bíblian broytir lív

Bíblian broytir lív

Bíblian broytir lív

HVAT fekk ein rastafariara a at klippa sítt langa hár, og hvat hjálpti honum at vinna á sínum fordómum móti hvítum fólkum? Hvussu kláraði ein harðligur ungur maður, sum kravdi pengar inn fyri narkohandlarar, at broyta seg? Teir siga sjálvir frá.

’Eg vann enntá á mínum fordómum’ – HAFENI NGHAMA

ALDUR: 34

HEIMLAND: SAMBIA

FORTÍÐ: RASTAFARIARI

BAKGRUND: Eg eri føddur í eini flóttafólkalegu í Sambia. Mamma mín var flýdd undan einum kríggi í Namibia og var farin upp í eina rørslu, sum stríddist fyri at loysa Namibia frá Suðurafrika.

Eg búði í ymiskum flóttafólkalegum, inntil eg var 15. Tey ungu í legunum vórðu upplærd til at ganga á odda í loysingarrørsluni. Vit lærdu eisini at hata hvít fólk.

Tá ið eg var 11, fekk eg hug at blíva kristin og hoyra til eina kirkju í leguni. Men tá ið eg hevði tosað við ein prest, broytti eg meining og bleiv ateistur. Mær dámdi væl reggaetónleik, og eg vildi gjarna gera nakað við tey órættvísu viðurskiftini hjá teimum svørtu í Afrika. Tí fór eg upp í rastafarirørsluna, tá ið eg var 15. Eg læt hárið vaksa og fekk dreadlocks, roykti marihuana, helt uppat at eta kjøt og fór at stríðast fyri, at tey svørtu skuldu fáa frælsi. Men eg helt fram við mínum ómoralska lívsstíli, hugdi eftir harðligum filmum og var grovur í munninum.

BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV: Í 1995, tá ið eg var umleið 20, fór eg av álvara at hugsa um, hvat eg vildi við mínum lívi. Eg las allar tær bøkurnar, sum eg fekk fatur á, um rastafarirørsluna. Nakrar av teimum nevndu ymiskt úr Bíbliuni, men eg skilti ikki tað, sum eg las. So eg gjørdi av at lesa Bíbliuna sjálvur.

Seinni gav ein vinur, sum var rastafariari, mær eina bíbliuhandbók frá Jehova vitnum. Og hana studeraði eg saman við Bíbliuni.

Sjálvt um tað ikki var lætt, kláraði eg at halda uppat at roykja og drekka. (2. Korintbræv 7:1) Eg broytti mína útsjónd, klipti mítt langa hár, gavst at hyggja eftir filmum við pornografi og harðskapi og helt uppat at tosa ljótt. (Efesusbrævið 5:3, 4) Við tíðini vann eg enntá á mínum fordómum móti hvítum fólkum. (Ápostlasøgan 10:34, 35) Fyri at kunna gera allar hesar broytingarnar, mátti eg halda uppat at lurta eftir rasistiskum tónleiki. Eg mátti eisini halda uppat at vera saman við vinum, sum vildu hava meg at venda aftur til mín gamla lívsstíl.

Eftir at eg hevði gjørt hesar broytingarnar, fór eg at leita eftir einum ríkissali hjá Jehova vitnum og spurdi, um eg kundi blíva Jehova vitni. So fekk eg eitt bíbliuskeið. Tá ið eg gjørdi av at lata meg doypa, dámdi familjan tað ikki. Mamma bað meg velja allar aðrar kirkjur, bara ikki Jehova vitni. Og ein skyldmaður hjá mær, sum var ein týðandi limur í stjórnini, bleiv við at kritisera meg, tí eg vildi verða Jehova vitni.

Men tá ið eg lærdi meira um, hvussu Jesus var móti øðrum, royndi eg at vera sum hann, og tað hjálpti mær at klára mótstøðu og happing. Tá ið eg samanbar tað, sum Jehova vitni læra, við tað, sum stendur í Bíbliuni, varð eg sannførdur um, at eg hevði funnið ta sonnu trúnna. Til dømis fylgja tey boðunum í Bíbliuni um at fara út at boða. (Matteus 28:19, 20; Ápostlasøgan 15:14) Og tey blanda seg ikki upp í politikk. – Sálmur 146:3, 4; Jóhannes 15:17, 18.

HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR? Bíblian hevur hjálpt mær upp á nógvar mátar. Eg havi til dømis spart nógvar pengar, tí eg eri hildin uppat at roykja marihuana. Eg havi ikki longur hallusinatiónir, og eg havi tað nógv betri kropsliga og sálarliga.

Nú eri eg lukkuligur, og lívið hjá mær gevur meining, nakað sum eg havi longst eftir, síðan eg var tannáringur. Og fram um alt føli eg, at eg havi fingið eitt tætt samband við Gud. – Jákupsbrævið 4:8.

„Eg havi lært at stýra míni vreiði“ – MARTINO PEDRETTI

ALDUR: 43

HEIMLAND: AVSTRALIA

FORTÍÐ: SELDI RÚSEVNI

BAKGRUND: Vit fluttu ofta, meðan eg vaks upp. Vit búðu í smáum býum, í einum stórbýi og eina tíð í einum fjarskotnum parti av Avstralia saman við upprunafólkinum. Eg havi góð minnir frá teirri tíðini saman við systkinabørnum og mammubeiggjum. Vit fiskaðu, veiddu, gjørdu boomerangir og aðrar trælutir.

Pápi mín var boksari, og longu meðan eg var heilt lítil, lærdi hann meg at berjast. Eg bleiv ógvuliga harðligur. Tá ið eg var tannáringur, fór eg ofta út at drekka á barrum. Vinirnir og eg royndu altíð at koma í bardaga við onkran. Vit kundu finna upp á at leypa á 20 fólk ella fleiri í senn við knívum og baseballbattum.

Eg tjenti pengar við at selja rúsevni og stolnar vørur. Eg plagdi eisini at krevja pengar inn fyri narkohandlarar og hótti fólk við høglbyrsu ella revolvara fyri at fáa tey at betala. Eg ætlaði mær at blíva leigumordari. Mítt motto var: „Drep, ella verð dripin.“

BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV: Eg hevði hoyrt um Jehova vitni, meðan eg vaks upp. Tá ið eg var umleið 20, spurdi eg mammu mína, um hon visti, hvar tey hildu til. Tveir dagar seinni bankaði eitt Jehova vitni, sum æt Dixon, uppá hjá mær. Vit tosaðu eina løtu, og hann bjóðaði mær at koma við á eitt møti hjá Jehova vitnum. Eg fór við og havi nú gingið á møti í meira enn 20 ár. Líkamikið hvat eg spurdi um, dugdu tey at vísa mær svarið í Bíbliuni.

Tað var fantastiskt at fáa at vita, at Jehova leggur í øll menniskju, eisini tey, sum skikka sær illa. (2. Pætursbræv 3:9) Tað gekk upp fyri mær, at hann er sum ein pápi, ið elskar meg og ansar eftir mær, eisini tá ið eingin annar vil. Tað var ein lætti at finna út av, at hann vildi fyrigeva mínar syndir, viss eg broytti meg. Tað, sum stendur í Efesusbrævinum 4:22-24, ávirkaði meg nógv. Tað hjálpti mær at ’leggja tað gamla menniskjað av og lata meg í tað nýggja menniskjað, sum er skapt eftir Gudi’.

Tað var ikki lætt at broyta lívsstíl. Eg kláraði meg ígjøgnum alla vikuna uttan at røra rúsevni, men í vikuskiftinum, tá ið eg var saman við vinunum, var aftur galið. Eg skilti, at eg mátti flyta burtur frá mínum vinum, viss eg skuldi klára at broyta meg. So eg gjørdi av at flyta til ein annan part av Avstralia. Nakrir av vinunum bjóðaðu sær til at fylgja mær á ferðini, og eg tók av. Á ferðini fóru teir at roykja marihuana og bjóðaðu eisini mær. Eg fortaldi teimum, at eg hevði sett mær fyri ikki at roykja aftur, og so helt eg leiðina fram einsamallur. Seinni hoyrdi eg, at teir stutt aftaná høvdu rænt ein banka og brúkt eina avsagaða høglbyrsu.

HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR? Tá ið eg ikki longur hevði samband við mínar gomlu vinir, var tað nógv lættari hjá mær at broyta meg. Í 1989 bleiv eg doyptur sum eitt Jehova vitni. Síðani tá eru systir mín, mamma mín og pápi mín eisini farin at tæna Jehova.

Nú havi eg verið giftur í 17 ár og eigi trý deilig børn. Eg havi lært at stýra míni vreiði, eisini tá ið eg verði provokeraður. Eg havi lært at elska menniskju av øllum „ættum, fólkum og tungumálum“. (Opinberingin 7:9) Eg havi sjálvur upplivað, at tað er rætt, sum Jesus sigur: „Verða tit í orðum Mínum, eru tit av sonnum lærisveinar Mínir; og tit skulu skilja sannleikan, og sannleikin skal gera tykkum fríar.“ – Jóhannes 8:31, 32.

[Undirgrein]

a Rastafariarar eru limir í eini sekt úr Jamaika. Teir hava ofta dreadlocks, sum er eitt slag av flættum, og meta Haile Selassie úr Etiopia sum Gud.

[Tekstsendurgeving]

Fyri at kunna gera broytingarnar, mátti eg halda uppat at lurta eftir rasistiskum tónleiki

[Tekstsendurgeving]

Vinirnir og eg royndu altíð at koma í bardaga við onkran. Vit kundu finna upp á at leypa á 20 fólk ella fleiri í senn við knívum og baseballbattum