Bíblian broytir lív
Bíblian broytir lív
HVÍ helt ein kona í trýssunum uppat at tilbiðja avgudar? Hvat fekk ein shintoprest at siga sítt arbeiði í einum templi frá sær og blíva Jehova vitni í staðin? Hvussu kláraði ein kvinna, ið bleiv ættleidd sum nýføðingur, at vinna á kensluni av at vera svikin? Latið okkum vita, hvat tey sjálvi siga.
’Avgudar hava ikki longur ræði á mær.’ – ABA DANSOU
FØDD: 1938
HEIMLAND: BENIN
FORTÍÐ: TILBAÐ AVGUDAR
BAKGRUND: Eg vaks upp í So-Tchahoué, sum er ein bygd í einum mýrilendi tætt við eitt vatn. Fólk í bygdini fiska, halda neyt, seyð, geitir, grísar og fuglar. Eingir vegir eru í økinum, so fólk ferðast aftur og fram í báti og kano. Vanliga byggja fólk hús úr viði og grasi, men nøkur brúka eisini múrsteinar. Sjálvt um tey flestu eru fátæk, er minni kriminalitetur har enn í býunum.
Tá ið eg var barn, sendi pápi systur mína og meg í eitt klostur, har vit skuldu læra um avgudar og byrja at tilbiðja teir. Tá ið eg bleiv vaksin, fór eg at tilbiðja gudin Dudua (Oduduwa) úr yorubamentanini. Eg bygdi honum eitt altar og ofraði regluliga jams, pálmaolju, sniglar, høsnarungar, dúgvur og onnur djór. Tað var dýrt, og ofta brúkti eg næstan allar pengarnar upp á ofrini.
BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV: Tá ið eg fór at kanna Bíbliuna, lærdi eg, at Jehova er hin einasti sanni Gud. Eg fann eisini út av, at hann ikki góðtekur avgudadyrkan. (2. Mósebók 20:4, 5; 1. Korintbræv 10:14) Eg visti, hvat eg skuldi gera. So eg slapp mær av við alt, sum hevði við avgudar at gera. Eg helt uppat at fara til spákonur og spámenn og var ikki longur við í nøkrum átrúnaðarligum ritualum.
Tað var ikki lætt hjá mær – einari konu sum var farin um tey trýss – at gera hesar broytingarnar. Vinir, skyldfólk og grannar happaðu meg. Men eg bað Jehova um styrki til at gera tað, sum var rætt. Tað uggaði meg at lesa orðini í Orðtøkunum 18:10. Har stendur: „Navn HARRANS er sterkt torn; hin rættvísi skundar sær hagar og verður bjargaður.“
Nakað annað, sum hjálpti mær, var at fara á møti hjá Jehova vitnum. Har upplivdi eg kristnan kærleika, og eg sá, at tey royndu at gera tað, sum Bíblian sigur. Tað sannførdi meg um, at Jehova vitni hava ta sonnu trúnna.
HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR? Eftir at eg eri farin at liva eftir Bíbliuni, havi eg fingið eitt nógv tættari samband við børnini hjá mær. Eg føli eisini, at ein stór byrða er lyft av mínum herðum, tí eg ikki longur skal brúka allar mínar pengar upp á lívleysar avgudar, sum allíkavæl ongantíð hava hjálpt mær. Nú tilbiði eg Jehova, sum kann loysa okkara trupulleikar med alla. (Opinberingin 21:3, 4) Eg eri so glað fyri, at avgudar ikki longur hava ræði á mær, og at eg tæni Jehova í staðin. Hann verjir meg og ger meg trygga.
„Longu sum smádrongur leitaði eg eftir Gudi.“ – SHINJI SATO
FØDDUR: 1951
HEIMLAND: JAPAN
FORTÍÐ: SHINTOPRESTUR
BAKGRUND: Eg vaks upp í einum lítlum býi í Japan. Foreldrini hjá mær vóru ógvuliga religiøs. Tey lærdu meg at tilbiðja shintogudarnar. Tá ið eg var lítil, hugsaði eg ofta um mína frelsu, og eg vildi so gjarna hjálpa fólki, sum vóru í neyð. Eg minnist, at ein skúlalærari hjá mær einaferð spurdi, hvat vit í flokkinum ætlaðu at gera, tá ið vit blivu stór. Øll vistu akkurát, hvat tey vildu verða. Onkur vildi til dømis verða granskari. Eg segði, at eg droymdi um at tæna Gudi. Tá fóru øll at flenna.
Seinni fór eg at lesa til shintoprest. Á skúlanum møtti eg einum shintopresti, sum í fríløtunum plagdi at sita og lesa í einari bók við svartari permu. Ein dagin spurdi hann meg: „Sato, veitst tú, hvat hetta er fyri ein bók?“ Eg hevði sæð permuna á bókini, so eg svaraði: „Hatta er Bíblian.“ Hann segði: „Ein og hvør, sum ætlar at blíva shintoprestur, eigur at lesa hesa bókina.“
Eg fór beint út at keypa mær eina bíbliu, setti hana á tað besta plássið á hillini og ansaði væl eftir henni. Men eg hevði ongantíð tíð at lesa í henni, tí eg hevði so nógv at gera á skúlanum. Tá ið eg var liðugur við skúlan, fór eg at arbeiða sum shintoprestur í einum templi. Barndómsdreymurin var blivin veruleiki.
Men eg uppdagaði skjótt, at lívið sum shintoprestur ikki var, sum eg hevði væntað. Teir flestu av prestunum vóru ikki serliga blíðir og hugsaðu ikki nógv um onnur. Nógvir vóru slett ikki trúgvandi. Ein av teimum leiðandi prestunum segði enntá við meg: „Viss tað skal gangast tær væl her, mást tú bara tosa um filosofisk evni. Tað er forboðið at tosa um trúgv.“
Eg bleiv so skuffaður av shintoismuni, tá ið eg hoyrdi sovorðnar viðmerkingar. Sjálvt um eg bleiv við at arbeiða í templinum, fór eg at kanna onnur trúarsamfeløg. Men eg fann einki, sum var betri. Jú fleiri trúarsamfeløg eg kannaði, jú meira skuffaður bleiv eg. Eg føldi ikki, at sannleikin var at finna nakrastaðni.
BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV: Í 1988 møtti eg einum buddisti, sum bað meg lesa Bíbliuna. Eg kom í tankar um shintoprestin, sum fleiri ár frammanundan hevði sagt tað sama við meg. Nú gjørdi eg av at fylgja ráðunum. Tá ið eg fór at lesa í Bíbliuni, bleiv eg skjótt heilt bitin av tí. Viðhvørt las eg alla náttina, inntil tað fór at lýsa.
Tað, sum eg las, gav mær hug at biðja til tann Gud, sum eg las um í Bíbliuni. Eg byrjaði við faðirvár, sum stendur í Matteus 6:9-13. Hesa bønina endurtók eg annan hvønn tíma, eisini meðan eg gjørdi tænastu í shintotemplinum.
Eg hevði nógvar spurningar um tað, sum eg las. Eg var blivin giftur, og Jehova vitni høvdu vitjað konu mína, so eg visti, at tey læra fólk um Bíbliuna. Tí fór eg til eitt Jehova vitni og oysti hana undir við spurningum. Eg varð bilsin, tá ið eg sá, at hon svaraði øllum spurningunum við Bíbliuni. Hon syrgdi fyri, at eitt annað Jehova vitni kom at studera Bíbliuna við mær.
Stutt eftir fór eg at ganga á møti hjá Jehova vitnum. Eg hugsaði ikki um tað tá, men eg hevði fyrr verið øgiliga ófólkaligur ímóti nøkrum av teimum, sum vóru á møtinum. Allíkavæl vóru tey blíð við meg og fingu meg at føla meg vælkomnan.
Á møtunum lærdi eg, at Gud vil, at giftir menn skulu elska og virða familjuna hjá sær. Inntil tá hevði eg verið so upptikin av mínum prestaarbeiði, at eg hevði forsømt konuna og børnini hjá okkum. Tað gekk upp fyri mær, at eg hevði lurtað eftir øllum tí, sum fólk, ið komu at tilbiðja í templinum, høvdu at siga, men eg hevði ongantíð lurtað eftir tí, sum kona mín hevði at siga.
So við og við lærdi eg nógv um Jehova, og tað fekk meg at elska hann. Eg hugsaði nógv um tað, sum eg las í Rómbrævinum 10:13. Har stendur: „Hvør tann, ið kallar á navn Harrans, skal verða frelstur.“ Longu sum smádrongur leitaði eg eftir Gudi, og nú hevði eg endiliga funnið hann.
Alt hetta gjørdi, at eg ikki longur føldi, at eg hoyrdi til í templinum. Í fyrstuni var eg bangin fyri, hvat onnur fóru at hugsa, viss eg ikki longur vildi vera shintoistur. Men eg hevði altíð sagt við meg sjálvan, at eg fór at skifta trúgv, viss eg fann hin sanna Gud aðrastaðni. Og á vári í 1989 gjørdi eg av at fylgja míni samvitsku. Eg helt uppat at arbeiða í templinum og var vísur í, at Jehova fór at syrgja fyri mær.
At siga arbeiðið í templinum frá mær var ikki lætt. Teir leiðandi prestarnir vóru illir og royndu at noyða meg at verða verandi. Uppaftur verri var tað tó, tá ið eg skuldi siga tað við foreldrini. Á veg heim til teirra var eg so bangin, at eg fekk ilt fyri bringuna, og knøini skulvu undir mær. Eg steðgaði fleiri ferðir á vegnum og bað Jehova geva mær styrki.
Tá ið eg kom heim til foreldrini hjá mær, tordi eg í fyrstani slett ikki at siga, hví eg var komin. Fleiri tímar gingu. Men endiliga, eftir at eg hevði biðið nógvar bønir til Gud, tók eg meg saman og greiddi pápa mínum frá øllum. Eg fortaldi honum, at eg hevði funnið hin sanna Gud og ikki vildi vera shintoistur longur. Pápi var bæði skelkaður og keddur. Onnur skyldfólk komu á gátt og royndu at fáa meg at broyta meining. Eg vildi ikki særa familjuna, men samstundis visti eg, at tað var rætt at tæna Jehova. Sum frá leið, lærdi familjan at virða mína avgerð.
Sjálvt um eg ikki longur kom í templið, var tað ringt at sleppa tí úr tonkunum, tí tað hevði verið ein stórur og týðandi partur av mínum lívi. Eg royndi at gloyma tað, men hvar eg so vendi mær, sá eg okkurt, sum minti meg á fortíðina.
Tað, sum hjálpti mær at koma víðari, var fyri tað fyrsta at sleppa mær av við alt, sum hevði samband við shintoismuna. Eg brendi bæði bøkur, myndir og eisini annað, sum hevði kostað mær nógvar pengar. Síðani royndi eg at vera so nógv saman við Jehova vitnum sum gjørligt. Har fekk eg góðar vinir, sum stuðlaðu og hjálptu mær. So við og við hvarv tað gamla lívið úr tonkunum.
HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR? Fyrr hevði eg forsømt konuna og børnini, og tey høvdu ofta følt seg einsamøll. Men tá ið eg fór at vera meira saman við teimum, soleiðis sum Bíblian sigur, at menn skulu, blivu vit tættari knýtt. Seinni fór kona mín eisini at tæna Jehova. Og nú tæna vit øll Jehova saman – sonurin, dóttirin, maður hennara, konan og eg.
Tá ið eg hugsi um, at eg sum smádrongur droymdi um at tæna Gudi og hjálpa øðrum, dugi eg at síggja, at eg havi fingið alt, sum eg droymdi um – og meira aftrat. Eg havi nógv at takka Jehova fyri!
’Eg visti, at okkurt manglaði.’ – LYNETTE HOUGHTING
FØDD: 1958
HEIMLAND: SUÐURAFRIKA
FORTÍÐ: KENDI SEG SVIKNA
BAKGRUND: Eg bleiv fødd í Germiston, einum friðarligum býi, har nógv arbeiddu í námunum. Míni foreldur sóu seg ikki før fyri at taka sær av mær, so tey lótu meg frá sær. Eg var ikki meira enn 14 dagar gomul, tá ið eitt kerligt par ættleiddi meg, og eg helt, at tey vóru míni foreldur. Men tá ið eg fekk at vita, at eg var ættleidd, føldi eg meg svikna. Eg fekk eina kenslu av, at eg ikki hoyrdi til hjá teimum, sum høvdu ættleitt meg, og at tey ikki ordiliga skiltu meg.
Tá ið eg var umleið 16, fóru eg og vinirnir ofta á barr at dansa og lurta eftir livandi tónleiki. Eg var 17, tá ið eg fór at roykja. Eg vildi vera líka kløn sum genturnar í tubbakslýsingunum. Tá ið eg bleiv 19, fór eg at arbeiða í Johannesburg og fekk vinir, sum høvdu ringa ávirkan á meg. Eg fór at tosa ljótt, eg roykti meir og meir og drakk illa í vikuskiftunum.
Hóast hetta var eg rættiliga aktiv og íðkaði ymiskan ítrótt. Umframt tað gekk eg høgt upp í mína karrieru innan telduheimin. Úrslitið var, at eg tjenti nógvar pengar, og nógv hildu, at eg kláraði meg væl. Men í veruleikanum var eg ólukkulig. Eg føldi meg tóma og vónsvikna. Innast inni visti eg, at okkurt manglaði.
BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV: Tá ið eg fór at kanna Bíbliuna, lærdi eg, at Jehova er kærleikans Gud. Eg lærdi eisini, at hann hevur víst sín kærleika við at geva okkum sítt orð, Bíbliuna. Hon er sum eitt bræv frá honum við góðum ráðum um, hvussu vit skulu liva. (Esaias 48:17, 18) Eg skilti, at eg mátti gera stórar broytingar, um eg skuldi fáa gagn av hesi kerligu leiðbeiningini frá Jehova.
Eitt, sum eg noyddist at gera, var at finna aðrar vinir. Eg hugsaði nógv um orðini í Orðtøkunum 13:20. Har stendur: „Kom saman við vís, og tú verður vísur! Men vini dára, honum gongst illa.“ Hetta ráðið hjálpti mær at kvetta sambandið við mínar gomlu vinir og at fáa mær nýggjar vinir, sum vóru Jehova vitni.
Tað var øgiliga ringt hjá mær at leggja av at roykja. Og tá ið tað endiliga eydnaðist, fekk eg eitt nýtt problem – eg tók næstan 14 kilo uppá. Eg føldi meg so illa, og tað tók mær næstan tíggju ár at tapa meg aftur. Men eg visti, at tað var rætt at leggja av at roykja. Eg bað ofta til Jehova, og hann gav mær styrki, so eg kláraði tað.
HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR? Eg havi fingið nógv betri heilsu. Nú eri eg glað og nøgd, tí eg veit, at mann ikki verður lukkuligur av at tjena nógvar pengar og hava eina góða karrieru. Tað, sum gevur mær gleði, er at fortelja øðrum um sannleikan í Bíbliuni. Og tað hevur havt við sær, at tríggir av mínum fyrrverandi arbeiðsfelagum nú tæna Jehova saman við mær og manninum. Áðrenn foreldrini, sum ættleiddu meg, doyðu, fekk eg millum annað fortalt teimum, at Bíblian lovar, at deyð fáa lívið aftur í einum paradísi á jørðini.
Vinalagið við Jehova hevur hjálpt mær at vinna á kensluni av at vera svikin. Nú føli eg, at eg eri ein partur av eini heimsumfatandi, andaligari familju. Eg havi bæði fingið mammur, pápar, beiggjar og systrar. – Markus 10:29, 30.
[Mynd]
Hjá Jehova vitnum havi eg upplivað kristnan kærleika
[Mynd]
Shintotemplið har eg arbeiddi