Far beinleiðis til innihaldið

Bíblian broytir lív

Bíblian broytir lív

HVÍ valdi ein maður, sum hevði fleiri konur, og sum hataði Jehova vitni, sjálvur at blíva Jehova vitni? Hví broytti ein prestur í einari hvítusunnusamkomu trúgv? Hvat hjálpti einari konu, sum hevði havt ein ringan barndóm, og sum hataði seg sjálva, at fáa eitt tættari samband við Gud? Hvussu bleiv ein maður, sum elskaði heavy metal, Jehova vitni? Her kanst tú lesa, hvat tey sjálvi siga.

„Eg eri blivin ein betri hjúnafelagi.“ – RIGOBERT HOUETO

  • FØDDUR: 1941

  • HEIMLAND: BENIN

  • FORTÍÐ: HEVÐI FLEIRI KONUR OG HATAÐI JEHOVA VITNI

BAKGRUND

Eg eri úr Cotonou, sum er ein stórur býur í Benin. Eg vaks upp sum katolikkur, men gekk ikki fast í kirkju. Tá í tíðini var tað loyvt at hava fleiri konur, har sum eg búði, og tað høvdu nógvir katolikkar. Eg hevði sjálvur fýra.

Í 1970’unum byrjaði ein kollvelting, og eg helt, at tað fór at verða gott fyri okkara land. So tí stuðlaði eg kollveltingini hundrað prosent og bleiv aktivur í politikki. Hinvegin vóru Jehova vitni púrasta uttanveltað. Og tað dámdi teimum, sum tóku undir við kollveltingini, illa. Eg var ein av teimum, sum forfylgdi Jehova vitnum. Tá ið trúboðararnir hjá teimum blivu vístir úr landinum í 1976, var eg vísur í, at eg ongantíð fór at síggja teir aftur.

BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV

Kollveltingin endaði í 1990, og tað gekk ikki long tíð, áðrenn trúboðararnir hjá Jehova vitnum komu aftur til landið. Tað hevði eg ikki væntað. Mann skuldi næstan trúð, at Gud var við teimum. Um hetta mundið fekk eg eitt nýtt arbeiði og kom at arbeiða saman við einum manni, sum var Jehova vitni. Hann fortaldi mær um Bíbliuna og vísti mær nøkur ørindi, sum vísa, at Jehova er ein kærleiksfullur og rættvísur Gud. (5. Mósebók 32:4; 1. Jóhannesarbræv 4:8) Tað dámdi mær væl at hoyra, og eg fekk hug at vita meira. So tí segði eg ja til eitt bíbliuskeið.

Eg byrjaði rættiliga skjótt at ganga á møti hjá Jehova vitnum. Tað hugtók meg at síggja, hvussu góð øll vóru við hvønn annan, uttan mun til hvørja rasu ella sosiala støðu tey høvdu. Jú meira eg var saman við Jehova vitnum, jú meira sannførdur bleiv eg um, at tey vóru tey sonnu kristnu. – Jóhannes 13:35.

Eg skilti, at eg noyddist at melda meg úr tí katólsku kirkjuni, um eg vildi tæna Jehova. Tað var ikki lætt, tí eg var rættiliga bangin fyri, hvat onnur fóru at siga. Men við hjálp frá Jehova tók eg meg langt um leingi saman og meldaði meg úr kirkjuni.

Eg mátti gera eina stóra broyting aftrat, tí meðan eg kannaði Bíbliuna, fann eg út av, at Gud ikki góðtekur, at ein maður hevur fleiri konur. (1. Mósebók 2:18-24; Matteus 19:4-6) Í hansara eygum var tað bara mítt fyrsta hjúnaband, sum var galdandi. Tí syrgdi eg fyri at skráseta tað hjúnabandið og at senda hinar konurnar burtur. Men eg helt kortini fram at forsyrgja teimum. Við tíðini blivu tvær av teimum Jehova vitni.

HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR?

Kona mín hoyrir enn til ta katólsku kirkjuna, men hon er heilt við upp á, at eg tæni Jehova. Vit halda bæði tvey, at eg eri blivin ein betri hjúnafelagi.

Fyrr helt eg, at eg kundi vera við til at broyta samfelagið til tað betra gjøgnum politikk, men tað kundi eg ikki. Nú veit eg, at tað bara er Guds ríki, sum kann loysa allar trupulleikarnar, sum vit menniskju hava. (Matteus 6:9, 10) Eg eri so takksamur fyri, at Jehova vísti mær vegin til eitt gott og lukkuligt lív.

„Tað var ikki lætt at gera tær neyðugu broytingarnar.“ – ALEX LEMOS SILVA

  • FØDDUR: 1977

  • HEIMLAND: BRASIL

  • FORTÍÐ: PRESTUR Í EINI HVÍTUSUNNUSAMKOMU

BAKGRUND

Eg vaks upp í útjaðaranum av einum býi í Brasil. Har var nógvur kriminalitetur í tí býarpartinum.

Eg var øgiliga harðligur og livdi eitt sera ómoralskt lív, og eg seldi eisini rúsevni. Seinni skilti eg, at um eg helt fram upp á tann mátan, endaði eg antin í fongsli ella í grøvini. So tí valdi eg at gevast. Aftan á tað fór eg at ganga í einari hvítusunnusamkomu og bleiv enntá prestur har.

Nú tá ið eg var blivin prestur, føldi eg virkuliga, at eg kundi hjálpa fólki. Eg hevði eisini eina andaliga sending í útvarpinum og bleiv nokkso kendur millum fólk. Men eg fann út av, at samkoman ikki ordiliga hugsaði um, hvussu limirnir høvdu tað, og hon gekk enn minni upp í at æra Gud. Alt snúði seg bara um at samla pengar inn. So eg valdi at fara úr samkomuni.

BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV

Tá ið eg fór at kanna Bíbliuna saman við Jehova vitnum, sá eg beinanvegin, at tey vóru øðrvísi enn onnur kristin. Tað vóru serliga tvey ting, sum hugtóku meg. Fyri tað fyrsta tosa Jehova vitni ikki bara um at elska Gud og næstan, tey vísa tað eisini. Og fyri tað næsta blanda tey seg ikki upp í politikk og fara ikki í kríggj. (Esaias 2:4) Hetta var nakað av tí, sum sannførdi meg um, at eg hevði funnið ta sonnu trúnna – altso smala vegin, sum førir til ævigt lív. – Matteus 7:13, 14.

Tað gekk upp fyri mær, at eg noyddist at broyta meg nógv fyri at kunna liva upp til normarnar hjá Gudi. Eg noyddist at taka mær betur av familjuni, og eg mátti eisini arbeiða upp á at blíva meira eyðmjúkur. Tað var ikki lætt at gera tær neyðugu broytingarnar, men við hjálp frá Jehova eydnaðist tað. Kona mín bleiv púra ovfarin av, hvussu nógv eg broyttist. Hon var annars byrjað at kanna Bíbliuna áðrenn eg, men nú gjørdi hon enn skjótari framstig. Tað vardi ikki leingi, áðrenn vit bæði settu okkum fyri at blíva Jehova vitni. Og vit blivu doypt sama dag.

HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR?

Tað er ein gleði hjá konuni og mær at læra okkara trý børn um Jehova. Vit hava tað so gott saman í familjuni. Eg takki Jehova fyri, at eg havi lært sannleikan í hansara orði at kenna. Bíblian kann virkuliga broyta lív! Tað eri eg eitt livandi prógv um.

’Eg føli meg reina, heila og livandi.’ – VICTORIA TONG

  • FØDD: 1957

  • HEIMLAND: AVSTRALIA

  • FORTÍÐ: SYRGILIGUR UPPVØKSTUR

BAKGRUND

Eg vaks upp í Newcastle í New South Wales. Eg havi seks yngri systkin. Pápi mín var alkoholikari, og bæði hann og mamma vóru rættiliga harðlig. Mamma plagdi at buka meg og rópa eftir mær. Hon bleiv við at siga við meg, at eg einki nyttaði, og at eg skuldi brenna upp í helviti. Eg var lívsforskrekt.

Mamma bukaði meg ofta so illa, at eg ikki kundi fara í skúla. Tá ið eg var 11 ára gomul, tóku myndugleikarnir meg frá foreldrunum, og seinni sendu teir meg í eitt klostur. Eg rýmdi úr klostrinum, tá ið eg var 14. Men eg vildi ikki aftur til familjuna, so eg búði á gøtuni í Sydney.

Meðan eg búði á gøtuni, fór eg at taka rúsevni, drekka illa og fáast við pornografi og prostitutión. Einaferð upplivdi eg nakað, sum virkuliga gjørdi meg bangna. Eg búði hjá einum manni, sum átti ein náttklubba. Eitt kvøldið komu tveir menn at vitja hann, so hann sendi meg inn í sovikamarið. Men eg hoyrdi, hvat teir tosaðu um. Hann, sum átti náttklubban, ætlaði at selja meg til hasar menninar. Teir skuldu so krógva meg umborð á einum farmaskipi og taka meg við til Japan. Har skuldi eg arbeiða á einari barr. Eg fór í panikk, so eg leyp niður av balkongini og rann eftir hjálp.

Eg rendi meg inn í ein mann, sum var á vitjan í Sydney. Eg fortaldi honum, hvat var hent, og hopaði, at hann fór at geva mær nakrar pengar. Men hann bjóðaði mær í staðin við heim, so eg kundi sleppa í bað og fáa eitt sindur at eta. Tað endaði faktiskt við, at eg bleiv verandi hjá honum. Og eitt ár seinni blivu vit gift.

BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV

Tá ið eg fór at kanna Bíbliuna saman við Jehova vitnum, upplivdi eg ein meldur av kenslum. Eg bleiv so ill, tá ið eg fann út av, at tað er Satan, sum er orsøkin til óndskapin, tí eg hevði altíð fingið at vita, at tað var Gud, sum var orsøkin til tað. Og tað var ein stórur lætti at finna út av, at Gud ikki pínir nakran í einum brennandi helviti, tí tað var nakað, sum eg altíð hevði verið so bangin fyri.

Tað hugtók meg at síggja, at Jehova vitni grundaðu allar sínar avgerðir á Bíbliuna. Tey livdu virkuliga eftir tí, sum tey lærdu onnur. Eg var ikki so løtt at hava við at gera, men líkamikið hvat eg segði ella gjørdi, vóru tey altíð líka blíð og vinarlig.

Tað ringasta hjá mær var, at eg hevði so lágt sjálvsvirði. Eg hataði meg sjálva. Og hesar kenslurnar fylgdu mær í langa tíð aftan á, at eg var blivin doypt. Eingin ivi var um, at eg elskaði Jehova, men eg fekk meg bara ikki at trúgva, at hann nakrantíð kundi elska eina sum meg.

Umleið 15 ár aftan á, at eg var blivin doypt, hendi nakað, sum hjálpti mær at broyta mína tankagongd. Tað var á einum møti í ríkissalinum, tá ið ein talari las Jákupsbrævið 1:23, 24. Í teimum ørindunum verður Guds orð samanborið við eitt spegl, og í tí speglinum ber til at síggja okkum sjálvi, soleiðis sum Gud sær okkum. Tað fekk meg at hugsa um, at eg kanska sá meg sjálva upp á ein annan máta enn Gud. Fyrst hevði eg hug at skúgva tann tankan til viks, tí eg føldi enn, at tað var for nógv at forlanga, at Jehova skuldi elska meg.

Nakrar dagar seinni las eg eitt ørindi í Bíbliuni, sum broytti alt. Tað var Esaias 1:18. Har sigur Jehova: „Komið, latið okkum tala saman um rætt! … Um so syndir tykkara eru sum skarlak, skulu tær verða hvítar sum kavi.“ Tað var sum, at Jehova tosaði við meg og segði: „Kom Vicky, nú mugu vit fáa hetta av vegnum. Eg kenni teg og veit alt um tínar syndir, men eg veit eisini, hvussu tú ert innaní, og eg elski teg.“

Ta náttina fekk eg ikki sovið. Eg ivaðist enn í, um Jehova kundi elska meg. Men so kom eg at hugsa um loysigjaldið. Og knappliga gekk tað upp fyri mær, at Jehova hevði verið øgiliga tolin við mær í langa tíð. Hann hevði víst mær upp á so nógvar mátar, at hann var góður við meg. Allíkavæl var tað sum um, at eg segði við hann, at hansara kærleiki ikki var nóg stórur til at hjálpa mær, og at ofrið, sum hansara sonur læt, ikki var nokk til at fjala mínar syndir. Mann kann siga, at eg faktiskt ikki vildi taka ímóti loysigjaldinum. Men jú meira eg hugsaði um loysigjaldið, jú meira føldi eg, at Jehova elskar meg.

HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR?

Nú føli eg meg reina, heila og livandi. Eg og maðurin hava tað nógv betri saman, og eg eri so glað fyri, at tað, sum eg havi upplivað, kann hjálpa øðrum. Eg havi ongantíð følt meg so nær hjá Jehova sum nú.

„Tað var svarið upp á mína bøn.“– SERGEJ BOTANKIN

  • FØDDUR: 1974

  • HEIMLAND: RUSSLAND

  • FORTÍÐ: ELSKAÐI HEAVY METAL

BAKGRUND

Eg eri úr í Votkinsk, har sum kendi tónasmiðurin Tjajkovskij bleiv føddur. Okkara familja var fátæk. Pápi mín var eitt gott menniskja, men hann var alkoholikari, og tí var stemningurin heima altíð keðiligur.

Eg dugdi ikki serliga væl í skúlanum, og sum árini gingu, fekk eg minnilutakenslur. Mær dámdi best at vera einsamallur, og eg hevði ikki álit á øðrum. Skúlatíðin var ógvuliga strævin. Tá ið eg skuldi leggja fram fyri flokkinum, var eg so nervøsur, at eg ikki eingongd dugdi at forklára okkurt heilt simpult. Tá ið eg var liðugur við áttanda flokk, stóð soleiðis í karakterbókini hjá mær: „Vantandi orðfeingi, dugir illa at seta orð á sínar tankar.“ Hesi orðini særdu meg virkuliga og gjørdu minnilutakenslurnar enn sterkari. Eg fór at hugsa um, hvat meiningin var við mínum lívi.

Meðan eg var tannáringur, byrjaði eg at drekka. Í fyrstuni føldist tað gott, men tá ið eg drakk for nógv, fekk eg ringa samvitsku. Lívið gav onga meining. Eg bleiv meira og meira deprimeraður. Onkuntíð var eg heima í fleiri dagar uttan at fara út. Eg hugsaði enntá um at taka mítt egna lív.

Tá ið eg var 20, fór eg at lurta eftir heavy metal. Tað gav mær nýggja orku, og tí hevði eg tað betri í eina tíð. Eg fann saman við øðrum, sum eisini lurtaðu eftir sovorðnum tónleiki. Eg fekk mær langt hár, hol í oyruni og gekk ílatin sum heavy metal tónleikarar. Við tíðini bleiv eg harður og illsintur og skeldaðist ofta við onnur í familjuni.

Eg helt, at eg fekk tað betri av at lurta eftir heavy metal tónleiki, men tað var beint øvut. Eg broyttist nógv til tað verra. Tá ið eg hoyrdi okkurt negativt um teir tónleikararnar, sum eg sá upp til, føldi eg tað sum, at teir høvdu svikið meg.

Nú fekk eg aftur sjálvmorðstankar. Eg hevði ikki hug at liva longur. Tað einasta, sum helt mær aftur, var tankin um, hvussu kedd mamma hevði blivið. Hon var so góð við meg og hevði gjørt so nógv fyri meg. Tað var ein ræðulig støða at vera í. Eg vildi bara doyggja, men eg fekk meg ikki til at taka mítt egna lív.

Fyri at hugsa um okkurt annað fór eg at lesa klassiskan russiskan lesnað. Tann eina søgan handlaði um ein mann, sum arbeiddi í einari kirkju. Knappliga fekk eg hug at gera nakað fyri Gud og onnur menniskju. Fyri fyrstu ferð í lívinum bað eg inniliga til Gud. Eg bað hann vísa mær, hvussu eg kundi fáa eitt gott og innihaldsríkt lív. Meðan eg bað, kom ein óvanligur friður yvir meg. Men nakað enn meira óvanligt hendi stutt aftaná. Bara tveir tímar seinni bankaðu Jehova vitni uppá hjá mær og bjóðaðu mær eitt bíbliuskeið. Eg eri sikkur upp á, at tað var svarið upp á mína bøn. Hetta var byrjanin til mítt nýggja lív.

BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV

Sjálvt um tað var ringt, blakaði eg alt vekk, sum hevði við heavy metal tónleik at gera. Men tónleikurin bleiv kortini við at runga í høvdinum á mær í langa tíð aftaná. Viðhvørt tá ið eg gekk framvið onkustaðni, har tey spældu henda tónleikin, komu keðilig minnir frá mínum gamla lívi fram. Men eg vildi ikki, at hesi minnini skuldu oyðileggja alt tað góða, sum eg lærdi, og tí royndi eg at halda meg burtur frá sovorðnum støðum. Og hvørja ferð eg kom at hugsa for nógv um alt tað, sum var hent fyrr, bað eg inniliga til Gud. Tá ið eg gjørdi tað, upplivdi eg ’Guds frið, sum stígur upp um alt vit’. – Filippibrævið 4:7.

Eg fann út av, tá ið eg kannaði Bíbliuna, at kristin hava skyldu at fortelja øðrum um sína trúgv. (Matteus 28:19, 20) Tað helt eg ongantíð, at eg fór at klára. Men mær dámdi so væl tað, sum eg lærdi, og tað gav mær frið í sinnið. Eg visti, at onnur eisini høvdu brúk fyri at hoyra um sannleikan. So sjálvt um eg var bangin, fór eg at fortelja øðrum um mína trúgv. Tað kom óvart á meg, at tað faktiskt gav mær størri sjálvsálit, og tað styrkti eisini mína trúgv.

HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR?

Eg havi fingið eina góða konu, og eg eri so glaður fyri, at eg havi havt møguleika fyri at kanna Bíbliuna saman við nógvum, millum annað systur míni og mammu míni. Tað at tæna Gudi og at hjálpa øðrum at læra hann at kenna hevur givið mær eitt gott og innihaldsríkt lív.