Far beinleiðis til innihaldið

Skulu vit betala skatt?

Skulu vit betala skatt?

Skulu vit betala skatt?

TAÐ munnu vera fá, sum dáma at betala skatt. Nógv halda ikki, at pengarnir verða brúktir upp á tann rætta mátan. Nøkur fólk í einum býi í Miðeystri vildu ikki betala skatt. Tey søgdu: „Vit fara ikki at geva stjórnini pengar, ið skulu betala fyri kúlurnar, sum drepa okkara børn.“

Nógv taka undir við teimum og vilja ikki, at teirra skattapengar skulu verða misbrúktir. Hinduleiðarin Mohandas K. Gandhi greiddi einaferð frá, hví hann helt, at tað at betala skatt var ein samvitskuspurningur. Hann segði: „Ein og hvør, sum stuðlar einum stati, sum hevur ein vápnaðan her, er samsekur í syndini hjá statinum. Øll, ung sum gomul, hava lut í hesi syndini, tá ið tey betala skatt.“

Ein amerikanskur heimsspekingur, sum æt Henry David Thoreau, noktaði eisini at betala skatt, tí hann ikki vildi stuðla kríggi. Hann helt tað ikki vera rætt av politikarum at tvinga fólk at stuðla onkrum, sum tey hildu vera skeivt. Tað skuldi vera ein avgerð, sum fólk tóku við sínari egnu samvitsku.

Hesin spurningurin hevur týdning fyri kristin, tí Bíblian sigur, at tey skulu hava góða samvitsku í øllum, tey gera. (2. Timoteusarbræv 1:3) Og hon sigur eisini, at myndugleikarnir hava rætt til at krevja skatt frá borgarunum. Í Rómbrævinum 13:1, 5-7 stendur: „Hvørt menniskja veri teimum yvirvøldum [myndugleikum á jørðini] lýðið, sum yvir tí eru! Tí eingin yvirvøld er, sum ikki er frá Gudi; tær, ið eru, eru settar av Gudi.“ Og víðari stendur: „Tí er neyðugt at vera lýðin, ikki bert tí revsing er, men eisini fyri samvitskunnar skuld. Tí lata tit jú eisini skattir; tí teir eru tænarar Guds, sum júst hava hetta starv. Gjaldið øllum tað, ið tit skylda – honum skatt, sum skatt skal hava.“

Tey fyrstu kristnu betaltu skatt, sjálvt um ein stórur partur fór til hernaðarlig endamál. Tað gera Jehova vitni eisini í dag. Men hví betala vit skatt, ið fer til endamál, sum vit ikki stuðla? Skal ein kristin bara ignorera sína samvitsku, tá ið skatturin skal betalast?

Samvitska og skattur

Tað er áhugavert at hugsa um, at ein stórur partur av skattinum, sum tey fyrstu kristnu fingu at vita, at tey skuldu betala, bleiv brúktur til at stuðla hernaðarligum endamálum. Og tað var nettupp hesin problematikkurin, sum fekk Gandhi og Thoreau at fylgja síni samvitsku og nokta at betala skatt.

Tað er eisini vert at leggja merki til, at tey kristnu ikki bara skuldu fylgja boðunum í Rómbrævinum fyri at sleppa undan revsing, men eisini „fyri samvitskunnar skuld“. (Rómbrævið 13:5) So sjálvt um ein kristin ikki dámar tann mátan myndugleikarnir brúka skattapengarnar upp á, betalir hann kortini skatt, tí hann vil hava góða samvitsku. Fyri at skilja hetta betur mugu vit vita, hvussu samvitskan virkar. Hon er sum ein rødd innan í okkum, ið fortelur okkum, hvat er rætt, og hvat er skeivt.

Sum Thoreau gjørdi vart við, hava vit øll eina sovorðna rødd innan í okkum, men tíverri kunnu vit ikki altíð líta á hana. Fyri at kunna gera tað, sum Gudi dámar, mugu vit venja okkara samvitsku, so hon passar til hansara moralnormar. Gud er nógv klókari enn vit, og tí mugu vit ofta broyta tann mátan, vit hugsa upp á, og læra okkum at hugsa sum hann. (Sálmur 19:8) Vit mugu royna at finna út av, hvat Gud heldur um myndugleikarnar her á jørðini. Latið okkum gera tað.

Vit síggja, at Paulus kallar myndugleikarnar á jørðini fyri „tænarar Guds“. (Rómbrævið 13:6) Hvat meinti hann við? Jú, heilt einfalt, at myndugleikarnir tryggja lóg og landaskil. Sjálvt tær mest korruptu stjórnirnar syrgja vanliga fyri almennum tænastum, so sum postverki, skúla, sløkkiliði og politii. Gud veit, at hesir myndugleikarnir viðhvørt gera ymiskt, sum ikki er so gott, men hann loyvir teimum kortini at vera til, og hann vil, at vit skulu vísa teimum virðing og betala skatt.

Hetta er tó bara ein fyribils skipan. Tí Gud fer at lata sítt himmalska ríki koma í staðin fyri allar myndugleikar á jørðini, og hann fer at gera alt tað gott aftur, sum mannastjórnir hava oyðilagt upp gjøgnum søguna. (Dániel 2:44; Matteus 6:10) Inntil tá vil Gud, at vit skulu akta myndugleikarnar og betala skatt.

Men hvat um tú enn hugsar sum Gandhi og heldur, at tað er ein synd at betala skatt, sum fer til at stuðla kríggi? So er gott at minnast til, at Gud er nógv klókari enn vit og veit nógv meira enn vit. Tað ger tað kanska lættari hjá okkum at broyta hugburð. Gud segði einaferð gjøgnum profetin Esaias: „Sum himmalin er hægri enn jørðin, eru leiðir Mínar hægri enn leiðir tykkara, og hugsanir Mínar hægri enn hugsanir tykkara.“ – Esaias 55:8, 9.

Hvør hevur tann hægsta myndugleikan yvir okkum?

Hóast Bíblian sigur, at vit eiga at betala skatt, merkir tað ikki, at vit altíð skulu akta myndugleikarnar. Jesus greiddi einaferð frá, at myndugleikarnir á jørðini bara hava fingið avmarkað vald frá Gudi. Tá ið ein maður spurdi hann, um mann skuldi betala skatt til ta rómversku stjórnina, segði hann: „Gevið keisaranum tað, ið keisarans er, og Gudi tað, ið Guds er.“ – Markus 12:13-17.

Myndugleikarnir framleiða pengar, so í Guds eygum hava teir rætt til at krevja skatt frá okkum. Men Jesus vísti, at vit bara mugu tilbiðja Gud og liva, sum hann vil hava okkum at liva. So tá ið lógir ella krøv frá menniskjum ganga ímóti Guds lógum, mugu kristin akta Gud meir enn menniskju. – Ápostlasøgan 5:29.

Kristin í dag eru kanska ikki altíð so nøgd við, hvussu nakrir av skattapengunum verða brúktir, men tey seta seg ikki upp ímóti myndugleikunum ella nokta at betala skatt. Tí um tey gjørdu tað, høvdu tey ikki víst álit á Gud. Nei, tey bíða eftir, at Gud fer at lata sítt ríki loysa heimsins trupulleikar. Jesus gjørdi greitt, at Guds ríki ’ikki er av hesum heimi’. – Jóhannes 18:36.

Hví er tað gott at fylgja tí, sum Bíblian sigur?

Tað hevur nógvar fyrimunir at fylgja tí, sum Bíblian sigur um at betala skatt. Til dømis sleppur mann undan revsing og at vera bangin fyri at blíva uppdagaður. (Rómbrævið 13:3-5) Men tað, sum hevur størstan týdning, er, at vit kunnu hava góða samvitsku, tí vit vita, at vit æra Gud, tá ið vit fylgja landsins lógum. Tað kann gott vera, at vit ikki hava líka nógvar pengar eftir sum tey, ið ikki betala skatt ella snýta. Men eingin ivi er um, at Gud fer at halda sítt lyfti um at syrgja fyri sínum trúføstu tænarum. Dávid orðaði tað soleiðis: „Eg havi verið ungur og eri vorðin gamal; men ikki havi eg sæð hin rættvísa vinaleysan ella avkom hansara leita eftir breyði.“ – Sálmur 37:25.

Vit kunnu eisini fáa frið í sinnið, tá ið vit skilja og fylgja tí, sum Bíblian sigur um at betala skatt. Gud krevur okkum ikki til svars fyri, hvat myndugleikarnir velja at brúka okkara skattapengar til, akkurát sum lógin ikki krevur okkum til svars fyri, hvussu ein útleigari brúkar teir pengarnar, hann fær inn í húsaleigu. Ein maður í Suðurevropa sum eitur Stelvio stríddist í fleiri ár fyri rættvísi, áðrenn hann lærdi sannleikan í Bíbliuni at kenna. Hann greiðir frá, hví hann helt uppat at royna at finna eina politiska loysn: „Tað gekk upp fyri mær, at tað er ómøguligt hjá menniskjum at skapa rættvísi, frið og einleika í heiminum. Tað er bara Guds ríki, sum kann skapa eitt nýtt og betri samfelag.“

Stelvio valdi at geva „Gudi tað, ið Guds er“. Og viss vit eisini gera tað, kunnu vit vera sikkur upp á, at vit sleppa at síggja, hvussu Gud fer at skapa eitt gott og rættvíst stýri her á jørðini. Tá fer hann at beina fyri øllum órættvísi og gera alt tað gott aftur, sum mannastjórnir hava oyðilagt.

[Tekstsendurgeving]

Gud er nógv klókari enn vit, og tí mugu vit broyta tann mátan, vit hugsa upp á, og læra okkum at hugsa sum hann

[Tekstsendurgeving]

Tá ið kristin betala skatt, hava tey góða samvitsku yvir fyri Gudi og vísa, at tey líta á, at hann tekur sær av teimum

[Tekstsendurgeving]

„Gevið keisaranum tað, ið keisarans er, og Gudi tað, ið Guds er“

[Kelduávísing]

Copyright British Museum