Far beinleiðis til innihaldið

Bíblian broytir lív

Bíblian broytir lív

Bíblian broytir lív

HVUSSU fann ein ung kvinna, sum hevði havt ein ringan barndóm, meiningina við lívinum? Hvussu bleiv ein harðligur maður, sum gjørdi uppreistur ímóti politisku skipanini, ein friðarligur maður, sum boðar tey góðu tíðindini í Bíbliuni? Her kanst tú lesa, hvat tey sjálvi siga.

„Mær longdist eftir kærleika og nærleika“ – INNA LEZJNINA

FØDD: 1981

HEIMLAND: RUSSLAND

FORTÍÐ: RINGUR BARNDÓMUR

BAKGRUND: Eg bleiv fødd deyv, og foreldrini hjá mær eru eisini deyv. Tey fyrstu seks árini í mínum lívi vóru góð, men so blivu foreldrini hjá mær skild. Sjálvt um eg var so lítil, skilti eg, at tey ikki longur skuldu búgva saman, og eg bleiv øgiliga kedd. Pápi og eldri beiggin hjá mær blivu verandi í Troitsk, men mamma og eg fluttu til Tsjeljabinsk. Seinni gifti mamma seg aftur. Fosturpápi mín var alkoholikari, og hann bukaði ofta mammu og meg.

Eldri beiggin hjá mær, sum eg var so góð við, druknaði í 1993. Vanlukkan var eitt stórt sjokk fyri alla familjuna. Mamma fór at drekka, og hon byrjaði eisini at fara illa við mær akkurát sum fosturpápin. Eg ynskti mær eitt betri lív. Mær longdist eftir kærleika og nærleika, so eg fór í ymiskar kirkjur í vón um at finna tað har. Men tað gjørdi eg ikki.

BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV: Tá ið eg var 13 ára gomul gekk eg í sama flokki sum ein genta, ið var Jehova vitni. Hon plagdi at fortelja mær søgur úr Bíbliuni. Mær dámdi til dømis væl at hoyra um Nóa og Job, sum tæntu Gudi, sjálvt um teir ikki altíð høvdu tað so lætt. Tað vardi ikki leingi, fyrr enn eg fór at kanna Bíbliuna saman við Jehova vitnum og at ganga á møti hjá teimum.

Eg lærdi eina rúgvu, meðan eg kannaði Bíbliuna. Eg bleiv so glað, tá ið eg fekk at vita, at Gud hevur eitt navn. (Sálmur 83:18, New World Translation) Tað var eisini spennandi at síggja, hvussu væl Bíblian greiðir frá tí, sum skuldi henda á „síðstu døgum“. (2. Timoteusarbræv 3:1-5) Og at fáa at vita, at tey deyðu kunnu fáa lívið aftur, var heilt fantastiskt. At hugsa sær – eg sleppi at síggja beiggja mín aftur! – Jóhannes 5:28, 29.

Men øll vóru ikki líka so glað sum eg. Mamma og maður hennara vildu ikki hava nakað við Jehova vitni at gera. Tey royndu at forða mær í at kanna Bíbliuna. Men eg elskaði tað, sum eg lærdi, og ætlaði mær ikki at gevast.

Tað var strævið, at familjan hevði so nógv ímóti mínari trúgv. Og eg fekk enn eitt sjokk, tá ið lítlibeiggi mín, sum plagdi at ganga á møti saman við mær, eisini druknaði. Men vinirnir í samkomuni hjálptu mær ígjøgnum alt, sum hendi. Hjá teimum fann eg kærleikan og nærleikan, sum eg hevði leitað eftir alt lívið. Eg visti, at hetta mátti vera tann sanna trúgvin. Í 1996 bleiv eg doypt sum Jehova vitni.

HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR? Eg havi fingið ein góðan mann, sum eitur Dmitry, og vit hava verið gift í seks ár. Vit tæna saman á deildarskrivstovuni hjá Jehova vitnum í St. Pætursborg. Og við tíðini blivu foreldrini hjá mær meira lagalig.

Eg eri so glað fyri, at eg kenni Jehova. Endiliga havi eg funnið meiningina við lívinum!

„Nógvir spurningar plágaðu meg“ – RAUDEL RODRÍGUEZ RODRÍGUEZ

FØDDUR: 1959

HEIMLAND: KUBA

FORTÍÐ: GJØRDI UPPREISTUR ÍMÓTI POLITISKU SKIPANINI

BAKGRUND: Eg eri føddur í Havana í Kuba og vaks upp í einum fátækum býlingi, har gøtubardagar vóru gerandiskostur. Eg fekk áhuga fyri judo og øðrum stríðsítrótti.

Eg kláraði meg væl í skúlanum, og foreldrini vildu hava meg at lesa víðari á einum fróðskaparsetri. Har gekk tað upp fyri mær, at okkurt var galið við politisku skipanini. Eg setti mær fyri at gera uppreistur. Ein vinmaður og eg lupu á ein løgreglumann, tí vit ætlaðu at stjala revolvaran frá honum. Vit bardust, og løgreglumaðurin varð illa løstaður. Vinmaðurin og eg blivu settir í fongsul og dømdir at verða skotnir. Sjálvt um eg bara var 20 ára gamal, skuldi eg skjótt doyggja!

Sum eg sat har, einsamallur í fongsulsklivanum, royndi eg at fyrireika meg til tað, sum skuldi henda við mær. Eg vildi ikki vísa, at eg var bangin. Men nógvir spurningar plágaðu meg. Til dømis: Hví er so nógv órættvísi í heiminum? Er hetta lívið alt?

BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV: Deyðadómurin hjá okkum bleiv seinni broyttur til 30 ára fongsulsrevsing. Tað var um tað mundið, eg møtti nøkrum Jehova vitnum, sum vóru í fongsli fyri sína trúgv. Teir vóru djarvir og samstundis friðarligir, og tað helt eg vera so flott. Sjálvt um teir vóru fongslaðir av órøttum, vóru teir ikki illir.

Hesir menninir, sum vóru Jehova vitni, lærdu meg, at Gud hevur eina ætlan við okkum menniskjum. Teir vístu mær í Bíbliuni, at hann fer at gera jørðina til eitt paradís. Og har verður hvørki kriminalitetur ella órættvísi. Teir fortaldu mær, at bara góð menniskju skulu búgva á jørðini, og at tey fáa møguleika at liva í allar ævir. – Sálmur 37:29.

Mær dámdi væl tað, sum eg lærdi, men eg føldi ikki, at eg kundi liva upp til tað at vera eitt Jehova vitni. Tað at vera politiskt neutralur ella at venda hin kjálkan til virkaði ómøguligt. Tí valdi eg at lesa Bíbliuna einsamallur. Tá ið eg var liðugur við tað, kom eg fram til, at tað bara eru Jehova vitni, ið uppføra sum tey fyrstu kristnu.

So hvørt sum eg kannaði Bíbliuna, skilti eg, at eg mátti broyta meg nógv. Til dømis bannaði eg illa, og tað mátti eg halda uppat við. Eg noyddist eisini at leggja av at roykja. Og eg mátti læra meg at vera neutralur í politiskum spurningum. Tað var ikki lætt at gera hesar broytingarnar, men so við og við lukkaðist tað, tí Jehova hjálpti mær.

Eg var sera illsintur, og tað var eitt tað ringasta at broyta. Sjálvt í dag biði eg um hjálp til at stýra mær. Fleiri ørindi í Bíbliuni hava hjálpt mær, til dømis Orðtøkini 16:32. Har stendur: „Hin tolni er betri enn veldigur kappi; størri er at stýra sinni sínum enn at taka ein stað.“

Í 1991 bleiv eg doyptur sum eitt Jehova vitni. Eg bleiv doyptur í einari vatntunnu í fongslinum. Árið eftir blivu nakrir av okkum fangum leyslatnir og sendir til Spania, tí vit høvdu familju har. Tá ið eg kom til Spania, byrjaði eg beinanvegin at ganga á møti hjá Jehova vitnum. Tey tóku so væl ímóti mær, at eg føldi tað sum, at vit høvdu verið vinir í nógv ár. Og tey hjálptu mær eisini við at fáa mín nýggja gerandisdag at fungera.

HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR? Nú eri eg ein glaður maður og tæni Gudi saman við konuni og døtrunum. Eg havi møguleika fyri at brúka tað mesta av míni tíð til at læra onnur um Bíbliuna, og tað eri eg sera takksamur fyri. Viðhvørt hugsi eg aftur á ta tíðina, tá ið eg sum ungur maður var dømdur til deyðis. Og so verði eg so glaður, tá ið eg hugsi um alt tað, sum eg havi í dag. Eg eri ikki bara á lívi, eg havi eisini eina vón. Eg gleði meg til paradísið. Tá fer rættvísi at ráða, og „deyðin skal ikki vera longur“. – Opinberingin 21:3, 4.

[Tekstsendurgeving]

„Eg bleiv so glað, tá ið eg fekk at vita, at Gud hevur eitt navn“

[Mynd]

Maðurin og eg dáma væl at vísa deyvum ymiskt tilfar á teknmáli