Far beinleiðis til innihaldið

Bíblian broytir lív

Bíblian broytir lív

Bíblian broytir lív

HVÍ vendi ein maður aftur til tað, sum hann hevði lært um Gud, tá ið hann var barn? Hvussu fór ein ungur maður at síggja Jehova sum tann pápan, hann hevði saknað alt lívið? Les, hvat teir siga.

„Eg mátti venda aftur til Jehova“ – ELIE KHALIL

FØDDUR: 1976

HEIMLAND: KÝPROS

FORTÍÐ: BURTURVILSTUR SONUR

BAKGRUND: Eg eri føddur á Kýpros, men vaks upp í Avstralia. Foreldrini hjá mær eru Jehova vitni, og tey gjørdu sítt besta fyri at læra meg at elska Jehova og Bíbliuna. Men sum tannáringur fór eg at ganga mínar egnu leiðir. Eg plagdi at sníkja meg út um kvøldarnar fyri at vera saman við øðrum ungum. Vit stjólu bilar og gjørdu nógv annað býtt.

Í fyrstuni ansaði eg væl eftir, at foreldrini hjá mær ikki skuldu uppdaga nakað og blíva kedd. Men so við og við legði eg einki í tað. Eg fekk mær vinir, sum vóru nógv eldri enn eg. Teir kendu ikki Jehova og høvdu ringa ávirkan á meg. At enda segði eg við foreldrini hjá mær, at eg ikki tímdi at vera Jehova vitni longur. Tey vóru tolin og royndu at hjálpa mær, men eg var treiskur. Tað var ein stór sorg hjá teimum.

Eftir at eg var fluttur heimanífrá, fór eg at eksperimentera við rúsevnum; eg bæði dyrkaði og seldi stórar nøgdir av marihuana. Eg livdi, sum eg hevði hug til uttan at hugsa um moral, og fór ofta út at ballast á náttklubbum. So við og við bleiv eg eisini meira illsintur. Eg østi meg upp, viss onkur segði nakað, sum mær ikki dámdi – eg kundi bæði finna upp á at rópa eftir fólki og leypa á. Faktiskt gjørdi eg alt tað, sum eg hevði lært, at mann ikki skal gera.

BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV: Eg bleiv vinur við ein, sum eisini var misnýtari, og sum hevði mist pápa sín, tá ið hann var barn. Vit sótu ofta og tosaðu langt út á náttina. Tá kundi hann finna upp á at fortelja mær um, hvussu nógv hann saknaði pápa sín. Eg hevði jú lært, at tey, sum eru deyð, skulu rísa upp, og áðrenn eg visti av, sat eg og fortaldi honum um Jesus – at hann hevði reist fólk upp frá deyðum og eisini hevur lovað at gera tað í framtíðini. (Jóhannes 5:28, 29) „Hugsa tær at síggja pápa tín aftur,“ segði eg. „Vit kunnu øll sleppa at liva í einum paradísi á jørðini í allar ævir.“ Soleiðis uggaði eg hann.

Onkuntíð fór vinmaðurin at tosa um onnur evni, sum til dømis teir síðstu dagarnar ella tríeindarlæruna. So tók eg Bíbliuna hjá honum og vísti honum ymisk skriftstøð, sum fortaldu sannleikan um Jehova Gud, Jesus og teir síðstu dagarnar. (Jóhannes 14:28; 2. Timoteusarbræv 3:1-5) Jú meira eg tosaði við vinmannin hjá mær um Jehova, jú meira fór eg eisini sjálvur at hugsa um hann.

So við og við fóru sáðkornini, sum foreldrini hjá mær høvdu roynt at sáa í mítt hjarta, at vaksa. Til dømis hendi tað onkuntíð, tá ið eg ballaðist og tók rúsevni saman við vinfólki, at eg knappliga fór at hugsa um Jehova. Nógv av teimum søgdu, at tey elskaðu Gud, men lívið hjá teimum segði nakað annað. Soleiðis vildi eg ikki vera, og eg skilti, at eg mátti venda aftur til Jehova.

Eitt er at vita, hvat er rætt, eitt annað er at gera tað. Okkurt var lætt at broyta. Til dømis fekk eg skjótt vant meg av við at taka rúsevni. Eg droppaði eisini mínar gomlu vinir og fór at kanna Bíbliuna saman við einum elsta í samkomuni.

Okkurt annað var verri at broyta. Serliga tað at eg var so illsintur. Eg kláraði kanska at stýra mær eina tíð, men so var aftur galið. Eg hevði tað so ringt aftaná og hugsaði, at alt var til onga nyttu. Mótleysur sum eg var, fór eg at tosa við hann, sum las Bíbliuna við mær. Hann var sum altíð tolin og blíður, og tað hjálpti mær nógv at tosa við hann. Einaferð fekk hann meg at lesa eina grein í Vakttorninum um, hvussu viktigt tað er, at vit ikki geva uppat. Vit tosaðu um, hvat eg kundi gera, tá ið eg bleiv illur. So við og við sum eg brúkti tað, sum stóð í greinini, og bað nógvar inniligar bønir til Jehova, fekk eg tamarhald á mínum kenslum. Í apríl 2000 bleiv eg at enda doyptur sum Jehova vitni. Tað er sikkurt óneyðugt at siga, at foreldrini hjá mær vóru ovurfegin.

HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR? Tað gevur mær frið í sinnið og góða samvitsku at vita, at eg hvørki brúki rúsevni ella livi ómoralskt longur. Líkamikið hvat eg geri, um eg eri til arbeiðis, á møti ella geri okkurt annað, eri eg nógv glaðari enn fyrr. Eg síggi ljóst upp á lívið.

Eg takki Jehova fyri míni foreldur, sum ongantíð mistu tolið við mær. Eg hugsi eisini nógv um tað, sum Jesus segði í Jóhannes 6:44: „Eingin kann koma til Mín, uttan Faðirin, sum sendi Meg, dregur hann.“ Jehova hevur drigið meg til sín, og tí eydnaðist tað mær at venda aftur til hansara. Tað eri eg ótrúliga takksamur fyri.

„Eg saknaði ein pápa.“ – MARCO ANTONIO ALVAREZ SOTO

FØDDUR: 1977

HEIMLAND: KILI

FORTÍÐ: SPÆLDI DEATH METAL TÓNLEIK

BAKGRUND: Eg vaks upp hjá mammu míni í einum hugnaligum býi, sum eitur Punta Arenas, í sunnara partinum av Suðuramerika. Mamma og pápi fóru frá hvørjum øðrum, tá ið eg var fimm, og tað gav mær eina kenslu av at vera svikin. Eg saknaði ein pápa.

Mamma kannaði Bíbliuna saman við Jehova vitnum og tók meg við á møti í ríkissalinum. Men eg hataði møtini og var ofta púra ómøguligur at fáast við, tá ið vit vóru á veg yvir til ríkissalin. Tá ið eg var 13, helt eg uppat at ganga á møti.

Eg var farin at elska tónleik, og eg uppdagaði, at eg hevði góð evni tann vegin. Tá ið eg var 15, spældi eg heavy metal og death metal á festivalum, barrum og í privatum veitslum. Eg var saman við nógvum dugnaligum tónleikarum og fekk eisini áhuga fyri øðrum tónleiki, og tí fór eg at lesa tónleik á lokala tónlistaskúlanum. Tá ið eg var 20, flutti eg til høvuðsstaðin, Santiago, at lesa víðari. Eg bleiv eisini við at spæla við í heavy metal og death metal bólkum.

Alla hesa tíðina føldi eg meg kortini tóman innan. Fyri at fáa tað betri, plagdi eg at drekka meg fullan og taka rúsevni saman við hinum í bólkinum, ið vóru blivnir sum familja fyri meg. Eg hevði hug at gera uppreistur ímóti øllum, og tað sást á mær. Eg gekk í myrkum klæðum, og fekk mær eisini skegg og langt hár.

Eg var so provokerandi, at eg ferð eftir ferð kom í slagsmál og í klammarí við politiið. Einaferð, tá ið eg hevði drukkið for nógv, leyp eg á nakrar pusjarar, sum irriteraðu vinmenninar og meg. Teir bukaðu meg so illa, at eg breyt kjálkabeinið.

Men tað ringasta var kortini nakað, sum kom frá mínum allarnærmastu. Ein dagin fann eg út av, at daman hjá mær hevði verið mær ótrúgv við mínum besta vinmanni, og at tað hevði vart í fleiri ár. Og sjálvt um allir hinir vistu av tí, hevði eingin av teimum sagt mær tað. Eg var fullkomiliga knústur.

Eg flutti aftur til Punta Arenas og fór at undirvísa í tónleiki. Umframt tað arbeiddi eg sum sellospælari. Eg helt eisini fram at spæla og gera upptøkur saman við heavy metal og death metal bólkum. Eg møtti eini fittari gentu, sum æt Sussan, og vit fluttu saman. Nakað seinni fann Sussan út av, at mamma hennara trúði upp á ein tríeinigan Gud, og at eg ikki gjørdi. „Hvat er so rætt?“ spurdi hon. Eg svaraði, at eg visti, at tríeindarlæran ikki var sonn, eg dugdi bara ikki at prógva tað. Men eg visti, at Jehova vitni kundu vísa henni sannleikan í Bíbliuni. Og so gjørdi eg nakað, sum eg ikki hevði gjørt í nógv ár – eg bað Gud um hjálp.

Fáar dagar seinni sá eg ein mann, sum eg helt meg kenna, og eg spurdi hann, um hann var Jehova vitni. Hann var týðiliga skelkaður av míni útsjónd, men svaraði allíkavæl fólkaliga, tá ið eg spurdi um møtini í ríkissalinum. Eg var sikkur upp á, at hetta var svarið upp á mína bøn. Eg fór í ríkissalin og setti meg á aftastu rekkju, so eingin skuldi leggja merki til mín. Men nógv kendu meg aftur frá teirri tíðini, tá ið eg gekk á møti sum barn. Tey tóku væl ímóti mær og heilsaðu so hjartaliga upp á meg, at eg føldi meg virkuliga væl. Tað var sum, eg endiliga var komin heim. Tá ið eg sá hann, sum hevði lært meg um Bíbliuna, tá ið eg var lítil, spurdi eg, um hann vildi studera við mær aftur.

BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV: Ein dagin las eg Orðtøkini 27:11, har tað stendur: „Ver vísur, sonur mín, og gleð hjarta mítt.“ Eg helt, tað var ótrúligt, at eitt lítið menniskja kann fáa sjálvan skaparan at gleða seg. Tað gekk upp fyri mær, at Jehova var tann pápin, sum eg hevði saknað alt lívið.

Eg vildi gjarna gleða faðir mín í himli og gera hansara vilja, men eg hevði verið bundin av rúsevnum og alkoholi í nógv ár. Eg bleiv klárur yvir, at tað, sum Jesus sigur í Matteus 6:24, er rætt. Har stendur: „Eingin kann tæna tveimum harrum.“ Meðan eg stríddist við at broyta meg, gekk tað upp fyri mær, hvussu viktig tann meginreglan er, sum stendur í 1. Korintbrævi 15:33: „Ringur felagsskapur spillir góðar siðir!“ Viss eg skuldi broyta mínar vanar, kundi eg ikki blíva við at koma tey somu støðini og vera saman við teimum somu fólkunum. Ráðini í Bíbliuni vóru nokk so greið: Um eg skuldi tæna Gudi, mátti eg fara ógvisliga til verka. – Matteus 5:30.

Eg elskaði heavy metal, so tað var øgiliga ringt hjá mær at sleppa øllum, sum hevði við tann tónleikin at gera. Men við hjálpini, sum eg fekk frá vinunum í samkomuni, eydnaðist tað til síðst. Eg gavst at drekka for nógv og taka rúsevni. Eg klipti mær eisini, rakaði skeggið av og fór at ganga í øðrum enn svørtum klæðum. Tá ið eg fortaldi Sussan, at eg ætlaði at klippa mær, bleiv hon so forvitin, at hon mátti vita, hvat var hent. Hon segði: „Eg komi við tær fyri at vita, hvat gongur fyri seg í hasum ríkissalinum!“ Henni dámdi alt tað, sum hon sá har, og skjótt fór hon eisini at studera Bíbliuna. Seinni giftu vit okkum. Og í 2008 blivu vit doypt sum Jehova vitni. Tað er so deiligt, at vit nú kunnu tæna Jehova saman við mammu.

HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR? Eg slapp burtur úr einum lívi, har alt var falskt, bæði gleðin og vinfólkini. Eg elski framvegis tónleik, nú eri eg bara meira kræsin. Eg havi verið ígjøgnum nógv, men eg royni at brúka tað, sum eg havi upplivað, til at hjálpa øðrum. Eg vil hava tey at síggja, at sjálvt um tað, sum hesin heimurin hevur at bjóða, kanska sær spennandi út, er tað einki vert, tá ið samanum kemur. – Filippibrævið 3:8.

Eg havi fingið góðar vinir í samkomuni, og har er sannur kærleiki og friður. Fram um alt havi eg við at koma nær til Jehova Gud endiliga funnið ein pápa.

[Tekstsendurgeving]

„Jehova hevur drigið meg til sín, og tí eydnaðist tað mær at venda aftur til hansara“