Far beinleiðis til innihaldið

Bíblian broytir lív

Bíblian broytir lív

Bíblian broytir lív

HVAT helt ein maður úr Skotlandi vera meira vert enn ein góð karriera sum handilsmaður? Hvussu bar tað til hjá einum manni í Brasil at halda uppat við at liva ómoralskt og roykja crack? Hvussu fekk ein maður í Slovenia, sum drakk illa, tamarhald á drekkarínum? Les, hvat teir siga.

„Eg helt, at eg livdi tað góða lívið“ – JOHN RICKETTS

FØDDUR: 1958

HEIMLAND: SKOTLAND

FORTÍÐ: HANDILSMAÐUR VIÐ STÓRARI FRAMGONGD

BAKGRUND: Eg manglaði einki sum barn. Pápi mín var yvirmaður í bretska herinum, og vit fluttu ofta. Vit búðu ikki bara í Skotlandi, men eisini í Onglandi, Týsklandi, Kenja, Malaisia, Írlandi og á Kýpern. Tá ið eg var átta ár, bleiv eg sendur á kostskúla í Skotlandi. Eg endaði við at taka prógv á Cambridge University.

Eg var 20 ára gamal, tá ið eg byrjaði í oljuvinnuni, og har hevði eg eina átta ára langa karrieru. Fyrst arbeiddi eg í Suðuramerika, so í Afrika og at enda í Vesturavstralia. Meðan eg búði í Avstralia, stovnaði eg mítt egna virki, sum eg seinni seldi.

Sølan gav so stórt yvirskot, at tað ikki var neyðugt hjá mær at arbeiða longur, og eg var bara 40 ára gamal. Nú fór eg at brúka mína tíð upp á at ferðast. Eg koyrdi Avstralia runt tvær ferðir á motorsúkklu, og eg ferðaðist eisini jørðina runt. Eg helt, at eg livdi tað góða lívið.

BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV: Longu áðrenn eg gavst at arbeiða, hugsaði eg um, hvussu eg kundi takka Gudi fyri alt tað góða, sum eg hevði fingið. Eg fór aftur at ganga í anglikansku kirkjuna, sum vit plagdu, tá ið eg var barn. Men har lærdi eg ikki nógv um Bíbliuna. So fór eg at kanna læruna hjá mormonunum, men steðgaði, tá ið eg fann út av, at teir ikki grundaðu sína læru á Bíbliuna.

Ein dagin bankaðu Jehova vitni uppá hjá mær. Eg legði merki til, at tey brúktu Bíbliuna sum lærubók. Tey vístu mær millum annað 1. Timoteusarbræv 2:3, 4, sum sigur, at Gud vil, „at øll menniskju skulu verða frelst og koma at kenna sannleikan“. Mær dámdi væl, at tey løgdu dent á, hvussu viktigt tað er at finna út av, hvat Bíblian veruliga lærir.

Meðan eg kannaði Bíbliuna saman við Jehova vitnum, kom eg at kenna sannleikarnar í henni. Til dømis lærdi eg, at Gud og Jesus ikki eru partar av eini torskildari tríeind, men at teir eru tveir ymiskir persónar. (Jóhannes 14:28; 1. Korintbræv 11:3) Sum tað var gott at fáa at vita, hvussu tað í veruleikanum hongur saman. Tað irriteraði meg bara, at eg hevði brúkt so nógva tíð upp á at royna at skilja eina læru, sum tað ikki ber til at skilja.

Stutt eftir fór eg at ganga á møti hjá Jehova vitnum. Eg legði merki til, at tey vóru blíð og ordilig fólk. Tey høvdu ektaðan kærleika, og nú visti eg, at eg hevði funnið ta sonnu trúnna. – Jóhannes 13:35.

HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR? Eftir at eg var blivin doyptur, møtti eg eini fittari damu, sum æt Diane. Hon var uppvaksin sum Jehova vitni, og eg helt, at hon var eitt deiligt menniskja. Vit giftu okkum, og eg takki Jehova fyri, at eg havi fingið eina so góða konu og samstundis ein vin, sum altíð stuðlar mær.

Diane og eg fingu hug at flyta út onkustaðni, har fleiri høvdu hug at hoyra tey góðu tíðindini úr Bíbliuni. Og í 2010 fluttu vit so til Belis í Miðamerika. Her boða vit fyri fólki, sum elska Gud og gjarna vilja læra meira um hann.

Tað gevur mær frið í sinnið, at eg endiliga eri komin at kenna Bíbliuna og havi lært sannleikan um Gud. Eg eri fulltíðarboðari og havi havt møguleika at læra nógv onnur sannleikan úr Bíbliuni. Einki er so gott sum at síggja Bíbliuna broyta lívið hjá fólki til tað betra – sum hon gjørdi í mínum føri. Nú havi eg endiliga lært, hvussu eg kann takka Gudi fyri tað góða lívið, sum eg havi fingið.

„Tey vóru øgiliga blíð við meg“ – MAURÍCIO ARAÚJO

FØDDUR: 1967

HEIMLAND: BRASIL

FORTÍÐ: ÓMORALSKUR LÍVSSTÍLUR

BAKGRUND: Eg vaks upp í einum lítlum býi, sum eitur Avaré, í statinum Sao Paulo. Tey flestu av teimum, sum búgva har, eru fátæk.

Pápi mín doyði, meðan mamma var upp á vegin við mær. Sum smádrongur plagdi eg ofta at lata meg í klæðini hjá mammu, tá ið hon var úti. Eg bleiv meira og meira femininur, og fólk fóru at síggja meg sum samkyndan. Sum frá leið, byrjaði eg at hava sex bæði við dreingjum og monnum.

Tá ið eg nærkaðist teimum 20, leitaði eg eftir bæði monnum og kvinnum at hava sex við. Eg leitaði hvar sum helst – á barrum, náttklubbum og enntá í kirkjum. Tá ið karneval var, læt eg meg í konufólkaklæðir og dansaði við í skrúðgongunum. Eg var øgiliga populerur.

Eg var vinur við samkynd, prostituerað og narkomanar. Nøkur av teimum lokkaðu meg at roykja crack, og tað vardi ikki leingi, fyrr enn eg var bundin av tí. Onkuntíð royktu vit alla náttina, og onkuntíð sat eg einsamallur og roykti crack allan dagin. Eg bleiv so klænur, at fólk hildu, at eg hevði AIDS.

BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV: Tað var um hetta mundið, at eg møtti Jehova vitnum. Tey vóru øgiliga blíð við meg. Eitt bíbliuørindi, tey lósu fyri mær, var Rómbrævið 10:13, har tað stendur: „Hvør tann, ið kallar á navn Harrans, skal verða frelstur.“ Tað vísti mær, hvussu viktigt tað er at brúka Guds navn, Jehova. Aftan á tað kundi eg ofta finna upp á at lata vindeygað upp, tá ið eg hevði roykt crack eina heila nátt, og grátandi hyggja upp móti himli, meðan eg bønaði Jehova um at hjálpa mær.

Eg stúrdi fyri mammu. Tað píndi hana at síggja, hvussu eg oyðilegði lívið hjá mær við rúsevnum, so eg setti mær fyri at royna at halda uppat. Stutt eftir hetta fór eg at kanna Bíbliuna saman við Jehova vitnum. Tey vóru vís í, at tað kundi hjálpa mær at leggja av – og tað gjørdi tað!

Meðan eg kannaði Bíbliuna, gekk tað upp fyri mær, at eg mátti broyta mín lívsstíl. Eitt tað ringasta var at halda uppat at liva sum samkyndur, tí tað hevði verið ein partur av mær, so leingi sum eg mintist. Nakað, sum hjálpti mær, var at gevast við øllum tí, sum hevði ringa ávirkan á meg. Eg helt uppat at ganga á barrir og náttklubbar og droppaði mínar gomlu vinir.

Tað var ikki lætt at gera hesar broytingarnar, men tað hjálpti mær at vita, at Jehova var góður við meg, og at hann skilti, hvat eg stríddist við. (1. Jóhannesarbræv 3:19, 20) Í 2002 var eg heilt hildin uppat at liva sum samkyndur, og sama árið bleiv eg doyptur sum Jehova vitni.

HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR? Mamma var so ovfarin av, at eg broytti meg so nógv, at hon sjálv fór at kanna Bíbliuna. Tíverri fekk hon seinni eina heilabløðing, men hennara kærleiki til Jehova og sannleikan heldur fram at vaksa.

Tey seinastu átta árini havi eg havt úr at gera við at læra onnur um Bíbliuna. Eg má viðganga, at eg av og á havi stríðst við ómoralskar tankar. Men tað styrkir meg at vita, at Jehova verður glaður, tá ið eg velji at standa ímóti freistingum.

Eg havi tað gott við mær sjálvum nú, tí eg veit, at Jehova er mín vinur, og at eg gleði hann. Í dag eri eg ein lukkuligur maður.

„Eg var ein botnleys tunna“ – LUKA ŠUC

FØDDUR: 1975

HEIMLAND: SLOVENIA

FORTÍÐ: DRAKK ILLA

BAKGRUND: Eg varð føddur í Ljubljana, sum er høvuðsstaðurin í Slovenia. Eg hevði ein góðan barndóm, inntil eg var fýra ár. Tá gjørdi pápi mín sjálvmorð. Eftir hesa vanlukkuna mátti mamma stríðast fyri at syrgja fyri eldra beiggja mínum og mær.

Tá ið eg var 15, flutti eg heim til ommu mína. Har var gott at vera, tí eg hevði nógvar vinir í grannalagnum. Eg hevði eisini nógv størri frælsi, enn tá ið eg búði heima. Tá ið eg var 16, fekk eg vinir, sum plagdu at ballast í vikuskiftunum. Eg fekk mær langt hár, gekk í ófantaligum klæðum og fór, sum frá leið, at roykja.

Sjálvt um eg royndi ymisk rúsevni, helt eg meg til alkohol, tí tað dámdi mær best. Skjótt drakk eg ikki bara nøkur fá gløs av víni, men meira enn eina fløsku í senn. Hóast eg drakk so nógv, dugdi eg væl at krógva, hvussu ávirkaður eg var. Ofta var tað bara lukturin av alkoholi, sum avdúkaði, at eg hevði drukkið. Men sjálvt tá visti eingin, at eg kanska hevði drukkið fleiri litrar av víni, øli og vodka.

Ofta var tað eg, sum hjálpti vinunum at halda sær á beinunum eftir eina nátt á diskotekinum, sjálvt um eg allarhelst hevði drukkið dupult so nógv sum teir. Ein dagin hoyrdi eg av tilvild ein av mínum vinum siga, at eg var ein botnleys tunna. Á slovenskum er tað eitt ljótt úttrykk, sum verður brúkt um ein, ið drekkur for nógv. Tað særdi meg!

Eg fór at hugsa um lívið hjá mær. Eg føldi meg púra nyttuleysan. Tað var sum einki av tí, eg gjørdi, gav nakra meining.

BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV: Stutt eftir at tað var gingið upp fyri mær, at eg var í ferð við at spilla lívið burtur, legði eg merki til, at ein av mínum floksfelagum var broyttur – hann var blivin meira fyrikomandi. Eg bleiv forvitin og vildi vita, hví hann var broyttur, so eg bað hann koma við mær á kafé. Vit prátaðu, og hann segði, at hann var farin at kanna Bíbliuna saman við Jehova vitnum. Hann fortaldi mær um okkurt av tí, sum hann hevði lært. Tað var púra nýtt fyri mær, tí eg hevði hvørki gingið í kirkju ella lisið í Bíbliuni. Eg fór at ganga á møti hjá Jehova vitnum og at kanna Bíbliuna saman við teimum.

Eg lærdi nógv úr Bíbliuni, sum gav mær hug at broyta lívið hjá mær. Til dømis lærdi eg, at vit liva „á síðstu døgum“, sum Bíblian rópar tað. (2. Timoteusarbræv 3:1-5) Eg lærdi eisini, at Gud skjótt fer at beina øll tey óndu burtur av jørðini og lata tey góðu sleppa at liva í allar ævir í einum paradísi. (Sálmur 37:29) Tað motiveraði meg til at leggja lívið um, so eg kundi vera millum tey góðu.

Eg fortaldi vinunum hjá mær um tað, sum eg lærdi úr Bíbliuni. Teir flestu spottaðu meg, men tað vísti seg at vera gott. Tí tað hjálpti mær at síggja, at teir ikki vóru sannir vinir. Teir vóru faktiskt ein av orsøkunum til, at eg var farin at drekka so illa. Alla vikuna gingu teir og gleddu seg til vikuskiftið, so teir kundu drekka seg fullar aftur.

Eg droppaði teir og fekk nýggjar vinir, sum vóru Jehova vitni. Tað hjálpti mær nógv at vera saman við teimum, tí tey elskaðu Gud og royndu at liva eftir hansara normum. So við og við kláraði eg at fáa tamarhald á drekkarínum.

HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR? Eg takki Jehova fyri, at eg ikki longur noyðist at drekka fyri at vera glaður. Eg veit virkuliga ikki, hvussu endin hevði verið, viss eg var blivin við at drekka so illa. Men eitt er vist, nú havi eg eitt gott lív.

Tey seinastu sjey árini havi eg verið á deildarskrivstovuni hjá Jehova vitnum í Slovenia. Lívið hjá mær gevur so góða meining nú, tí eg kenni Jehova og tæni honum.