BÍBLIAN BROYTIR LÍV
Eg fór ongastaðni uttan pistólina hjá mær
FØDDUR: 1958
HEIMLAND: ITALIA
FORTÍÐ: HARÐLIGUR BANDALIMUR
BAKGRUND
Eg bleiv føddur í útjaðaranum av Róm og vaks upp í einum fátækum øki. Lívið var hart. Eg kendi ikki mína biologisku mammu, og eg og pápi høvdu ikki nakað gott samband. Eg lærdi skjótt, hvussu mann klárar tað harða lívið á gøtuni.
Tá ið eg var 10 ára gamal, var eg longu farin at stjala, og sum 12 ára gamal rýmdi eg heimanífrá fyri fyrstu ferð. Pápi mátti koma eftir mær á politistøðini meira enn eina ferð. Eg var harðligur og illur inn á alt og øll og kom í heilum í klammarí við fólk. Tá ið eg var 14, flutti eg heimanífrá og fór ongantíð aftur. Eg búði á gøtuni og byrjaði at taka rúsevni. Av tí at eg ongastaðni hevði at sova, breyt eg ofta inn í bilar og svav har nakrar tímar. Tíðliga um morgunin plagdi eg at leita eftir einum springvatni, so eg kundi vaska mær eitt sindur.
Eg bleiv ein dugnaligur tjóvur – tað var alt frá at stjala taskur til at bróta inn í hús og íbúðir um náttina. Tað vardi ikki leingi, áðrenn eg hevði so ringt orð á mær, at eg slapp upp í ein tiltiknan banda og var nú við til at ræna bankar. Hinir í bandanum sóu upp til mín, tí eg var so harðligur. Eg fór ongastaðni uttan pistólina hjá mær – faktiskt svav eg við henni undir koddanum. Tað bleiv ein lívsstílur hjá mær at vera harðligur, taka rúsevni, stjala, tosa ljótt og liva ómoralskt. Politiið var altíð eftir mær, og eg bleiv ofta handtikin. Í fleiri ár var tað bara í og úr geglinum.
BÍBLIAN BROYTTI MÍTT LÍV
Ta einu ferðina, eg bleiv leyslatin, fór eg at vitja eina mostur hjá mær. Eg visti ikki av, at hon og tvey av systkinabørnunum vóru blivin Jehova vitni. Tey bjóðaðu mær við á møti. Eg var forvitin og fór við teimum. Tá ið vit komu í ríkissalin, vildi eg sita tætt við hurðina, so eg kundi halda eyga við, hvør kom og fór. Eg hevði sjálvandi pistólina uppi á mær.
Hetta møtið broytti mítt lív. Eg minnist, at eg hugsaði, at hetta var sum at vera á eini aðrari planet. Fólkini heilsaðu hjartaliga upp á meg, og eg sá á teimum, at tey vóru góð og ærlig menniskju. Hetta var heilt øðrvísi enn tað, sum eg var vanur við!
Eg fór at kanna Bíbliuna saman við Jehova vitnum. So við og við gekk tað upp fyri mær, at eg noyddist at broyta mín lívsstíl fullkomiliga. Eg tók ráðini í Orðtøkunum 13:20 til mín. Har stendur: „Kom saman við vís, og tú verður vísur! Men vini dára, honum gongst illa.“ Eg skilti, at eg noyddist at fara úr bandanum. Tað var ikki lætt, men Jehova hjálpti mær.
Fyri fyrstu ferð nakrantíð var tað eg, sum stýrdi mínum lívi
Eg fekk eisini skil á nógvum øðrum í mínum lívi. Eg stríddist av øllum alvi fyri at leggja av at roykja og taka rúsevni, og tað eydnaðist! Eg klipti mítt síða hár, slapp mær av við oyraringarnar og helt uppat at tosa ljótt. Fyri fyrstu ferð nakrantíð var tað eg, sum stýrdi mínum lívi.
Mær hevur ongantíð dámt at lesa, so tað var ikki lætt hjá mær at konsentrera meg um at studera Bíbliuna. Men eg royndi, og so við og við fór eg at elska Jehova, og okkurt innan í mær broyttist – mín samvitska byrjaði at gera vart við seg. Eg ivaðist ofta í, um Jehova nakrantíð kundi fyrigeva mær fyri alt tað ringa, sum eg hevði gjørt. Men tað, sum hjálpti mær, var at hugsa um, at Jehova fyrigav Dávidi kongi, tá ið hann hevði syndað álvarsliga. – 2. Sámuelsbók 11:1 – 12:13.
Eitt annað, sum eg helt var ordiliga ringt, var at ganga hús úr húsi og fortelja øðrum um mína trúgv. (Matteus 28:19, 20) Eg var ræðslusligin fyri at møta onkrum, sum eg einaferð hevði verið harðligur við. Men sum tíðin gekk, vann eg á óttanum. At enda dámdi mær ordiliga væl at læra onnur um okkara góða himmalska pápa, sum er so fyrigevandi.
HVUSSU HEVUR TAÐ GAGNAÐ MÆR?
Tað, at eg havi lært Jehova at kenna, hevur bjargað mínum lívi! Teir flestu av mínum gomlu vinum eru deyðir ella í fongsli, men eg havi eitt gott lív og eina góða framtíð í væntu. Eg havi lært at vera eyðmjúkur, lýðin og at hava tamarhald á mínari vreiði. Av tí sama havi eg tað gott saman við øðrum. Eg havi eina deiliga konu, sum eitur Carmen, og vit elska at hjálpa øðrum at læra meira um Bíbliuna.
Og forrestin, arbeiðið hjá mær hevur framvegis nakað við bankar at gera – men nú vaski eg teir í staðin fyri at ræna teir