Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

FPG/The Image Bank via Getty Images

VER VAKIN!

Politikarar ávara um Harmageddon – hvat sigur Bíblian?

Politikarar ávara um Harmageddon – hvat sigur Bíblian?

 Mánamorgunin 10. oktober 2022 vórðu fleiri býir í Ukraina raktir av russiskum rakettum. Hetta var eitt aftursvar upp á stóru spreingingina á eini brúgv, sum bindur Russland og Krimhálvoynna saman. Hesar hendingarnar koma í kjalarvørrinum av, at fleiri politikarar hava ávarað um, at Harmageddon nærkast.

  •   „Vit hava ikki verið so tætt upp á Harmageddon síðan Kubakreppuna og Kennedy. … Eg haldi ikki, tað ber til at brúka kjarnorkuvápn, uttan at tað hevði endað við Harmageddon.“ – Amerikanski forsetin Joe Biden, 6. oktober 2022.

  •   „Eg taki undir við, at Harmageddon nærkast. Allur heimurin er í vanda.“ – Ukrainski forsetin Volodymyr Zelenskyj, tá ið hann bleiv spurdur um avleiðingarnar av at brúka kjarnorkuvápn, BBC News, 8. oktober 2022.

 Fer tað at føra til Harmageddon, viss kjarnorkuvápn verða brúkt? Hvat sigur Bíblian?

Fara kjarnorkuvápn at føra til Harmageddon?

 Nei. Orðið Harmageddon er bara at finna eina ferð í Bíbliuni, í Opinberingini 16:16. Og tað vísir ikki til eitt kríggj millum tjóðir, men til eitt kríggj millum Gud og „kongarnar á øllum jarðarríki“. (Opinberingin 16:14) Í Harmageddonkrígnum fer Gud at gera enda á øllum mannastjórnum. – Dániel 2:44.

 Í greinini Hvat er Harmageddonkríggið? fært tú meira at vita um, hvønn týdning Harmageddon fer at fáa fyri jørðina.

Fer eitt kjarnorkukríggj at oyðileggja jørðina og tey, sum búgva á henni?

 Nei. Sjálvt um menniskju kanska fara at brúka kjarnorkuvápn í framtíðini, fer Gud ikki at loyva teimum at oyðileggja jørðina. Bíblian sigur:

  •   „Jørðin stendur í allar ævir.“ – Prædikarin 1:4.

  •   „Hini rættvísu arva landið og búgva í tí allar ævir.“ – Sálmur 37:29.

 Men profetiir í Bíbliuni og tað, sum hendir í heiminum beint nú, vísir, at stórar broytingar skjótt fara at henda á jørðini. (Matteus 24:3-7; 2. Timoteusarbræv 3:1-5) Viss tú vilt vita meira um, hvat Bíblian sigur um framtíðina, kanst tú royna okkara ókeypis bíbliuskeið.