Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

2

Guds navn í Kristnu griksku skriftunum

Guds navn í Kristnu griksku skriftunum

Bíbliugranskarar viðurkenna, at Guds navn, skrivað við tetragramminum (יהוה), stendur nærum 7.000 ferðir í upprunatekstinum til Hebraisku skriftirnar. Men nógvir halda ikki, at tað stóð í upprunatekstinum til Kristnu griksku skriftirnar. Av tí sama brúka flestallar bíbliur í dag ikki navnið Jehova í sonevnda Nýggja testamenti. Sjálvt í teimum førum, har brot úr Hebraisku skriftunum við tetragramminum verða endurgivin, skriva teir flestu umsetararnir „Harrin“ heldur enn Guds egna navn.

New World Translation of the Holy Scriptures fylgir ikki hesi vanligu mannagongd. Hon skrivar navnið Jehova til samans 237 ferðir í Kristnu griksku skriftunum. Tá ið umsetararnir tóku avgerð um at bera seg soleiðis at, høvdu teir tvey týðandi viðurskifti í huga: (1) Tey griksku handritini, sum eru tøk í dag, eru ikki upprunahandrit. Tey flestu av teimum túsundtals avritunum, vit hava í dag, vórðu gjørd í minsta lagi tvær øldir eftir, at upprunahandritini vórðu skrivað. (2) Tá í tíðini býttu teir, ið skrivaðu av eftir handritunum, í summum førum tetragrammið um við Kyrios, sum er grikska orðið fyri „Harrin“, og í øðrum førum skrivaðu teir av eftir handritum, har tað longu var gjørt.

Nevndin, sum umsetti New World Translation, kom til ta niðurstøðu, at vitnisburðirnir um, at tetragrammið stóð í teimum griksku upprunahandritunum, eru sannførandi. Og vitnisburðirnir eru hesir:

  • Í avritum av Hebraisku skriftunum, sum vórðu brúkt á døgum Jesusar og ápostlanna, stóð tetragrammið í øllum tekstinum. Fyrr í tíðini settu bert fá spurnartekn við hesa niðurstøðu. Og nú, tá ið avrit av Hebraisku skriftunum, sum kunnu tíðarfestast heilt aftur til fyrstu øld, eru funnin nærindis Qumran, kann eingin longur vera í iva.

  • Á døgum Jesusar og ápostlanna stóð tetragrammið eisini í grikskum umsetingum av Hebraisku skriftunum. Í fleiri øldir hildu granskarar ikki, at tetragrammið stóð í handritum til Septuaginta, sum er elsta grikska umsetingin av Hebraisku skriftunum. Men so komu granskarar mitt í 20. øld fram á nøkur heilt gomul brot úr teirri útgávuni av Septuaginta, sum var til á Jesu døgum, og í teimum stendur Guds navn skrivað við hebraiskum bókstavum. Á døgum Jesusar stóð Guds navn sostatt í grikskum avritum av Skriftunum. Men í týðandi handritum til griksku Septuaginta úr fjórðu øld e.o.t., sum til dømis Codex Vaticanus og Codex Sinaiticus, var Guds navn ikki at finna í bókunum frá Fyrstu Mósebók til Malakias (har tað fyrr hevði staðið í eldri handritum). Tí er tað ikki so løgið, at Guds navn ikki stendur í teksti úr sonevnda Nýggja testamenti, ella grikska partinum av Bíbliuni, frá teirri tíðini.

    Jesus segði bart út: „Eg eri komin í navni Faðirs Míns.“ Hann legði eisini dent á, at verk hansara vórðu gjørd ’í navni Faðirs hansara’

  • Kristnu griksku skriftirnar siga sjálvar, at Jesus ofta vísti til Guds navn og kunngjørdi øðrum tað. (Jóhannes 17:6, 11, 12, 26) Jesus segði bart út: „Eg eri komin í navni Faðirs Míns.“ Hann legði eisini dent á, at verk hansara vórðu gjørd ’í navni Faðirs hansara’. – Jóhannes 5:43; 10:25.

  • Av tí at Kristnu griksku skriftirnar vóru eitt innblást ískoyti til tær heilagu Hebraisku skriftirnar, hevði tað verið løgið, um Guds navn, Jehova, knappliga hvarv. Onkuntíð mitt í fyrstu øld e.o.t. segði lærisveinurin Jákup soleiðis við teir elstu í Jerusalem: „Símun hevur sagt frá, hvussu Gud í byrjan hevði umhugsan um at taka navni Sínum út fólk av heidningunum.“ (Ápostlasøgan 15:14) Jákup hevði helst ikki tikið soleiðis til, um eingin í fyrstu øld kendi ella brúkti Guds navn.

  • Guds navn stendur í styttum sniði í Kristnu griksku skriftunum. Í Opinberingini 19:1, 3, 4 og 6 er Guds navn ein partur av orðinum „Halleluja“, sum er avleitt av einari hebraiskari orðing, ið bókstavliga merkir „lovið Jah“. „Jah“ er ein stytting av navninum Jehova. Nógv nøvn í Kristnu griksku skriftunum eru avleidd av Guds navni. Í roynd og veru merkir navnið Jesus sambært handbókum „Jehova er frelsa“.

  • Gamlar jødiskar skriftir geva ábendingar um, at jødakristin brúktu Guds navn í sínum skriftum. Tosefta, eitt skrivað savn av munnligum lógum, sum varð liðugt umleið ár 300 e.o.t., sigur um kristnar skriftir, ið vórðu brendar, tá ið sabbatur var: „Bøkurnar hjá evangelistunum og bøkurnar hjá minim [helst jødakristnum] verða ikki bjargaðar undan eldinum. Tær verða brendar, har sum tær eru, við øllum sínum tilvísingum til Guds navn.“ Sama keldan endurgevur Rabbi José galileara, sum livdi fyrst í aðru øld e.o.t., fyri at siga, at aðrar vikudagar „verða tilvísingarnar til Guds navn, sum standa í teimum [kristnu skriftunum], skornar burtur og goymdar, og hitt verður brent“.

  • Summir bíbliugranskarar viðurkenna, at Guds navn helst var at finna, har Kristnu griksku skriftirnar endurgeva brot úr Hebraisku skriftunum. Undir yvirskriftini „Tetragrammið í Nýggja testamenti“ sigur The Anchor Bible Dictionary: „Tá ið upprunahandritini til NT [Nýggja testamenti] vórðu skrivað, bendir nógv á, at tetragrammið, Guds navn, Jahve, stóð summastaðni ella allastaðni, har NT endurgevur brot úr GT [Gamla testamenti].“ George Howard professari tekur soleiðis til: „Tá ið nú tetragrammið framvegis stóð skrivað í avritum av griksku bíbliuni [Septuaginta], ið vóru tær skriftirnar, fornkirkjan hevði, er tað væl hugsandi, at teir, sum skrivaðu NT, varðveittu tetragrammið í bíbliutekstinum, tá ið teir endurgóvu Skriftina.“

  • Viðurkendir bíbliuumsetarar hava brúkt Guds navn í Kristnu griksku skriftunum. Hetta gjørdu nakrir av teimum, langt áðrenn New World Translation varð gjørd. Ímillum hesar umsetarar og verk teirra eru: A Literal Translation of the New Testament ... From the Text of the Vatican Manuscript eftir Herman Heinfetter (1863), The Emphatic Diaglott eftir Benjamin Wilson (1864), The Epistles of Paul in Modern English eftir George Barker Stevens (1898), St. Paul’s Epistle to the Romans eftir W.G. Rutherford (1900) og The New Testament Letters eftir J.W.C. Wand bisp í London (1946). Haraftrat skrivaði Pablo Besson í síni sponsku umseting fyrst í 20. øld „Jehová“ í Lukas 2:15 og í Brævi Judasar 14, og meira enn 100 undirgreinir í hansara umseting siga frá, at Guds navn helst hevði verið rætta endurgevingin. Langt áðrenn hesar umsetingarnar vórðu gjørdar, skrivaðu hebraiskar umsetingar av Kristnu griksku skriftunum úr 16. øld og fram tetragrammið nógvastaðni. Á týskum máli til dømis brúka í minsta lagi 11 umsetingar „Jehova“ (ella Jahwe) í Kristnu griksku skriftunum, og fýra umsetarar seta navnið í klombur eftir „Harrin“. Meira enn 70 týskar umsetingar brúka Guds navn í undirgreinum ella viðmerkingum.

    Guds navn í Ápostlasøguni 2:34 í The Emphatic Diaglott eftir Benjamin Wilson (1864)

  • Bíbliuumsetingar á meira enn hundrað málum brúka Guds navn í Kristnu griksku skriftunum. Á nógvum afrikanskum, indianskum, asiatiskum og evropeiskum málum, eins og á málum, ið verða tosað á oyggjum í Kyrrahavinum, verður Guds navn ofta brúkt. (Sí yvirlitið á síðunum 12 og 13.) Tey, ið gjørdu hesar umsetingar, tóku avgerð um at brúka Guds navn av orsøkum, ið líkjast teimum áðurnevndu. Nakrar av hesum umsetingum av Kristnu griksku skriftunum eru rættiliga nýggjar, eitt nú rotumanska bíblian (1999), sum skrivar „Jihova“ 51 ferðir í 48 ørindum, og batak (toba) útgávan (1989) úr Indonesia, sum skrivar „Jahowa“ 110 ferðir.

    Guds navn í Markus 12:29, 30 í eini hawaiianskari umseting

Haldgóðar grundir eru uttan iva til at seta Guds navn, Jehova, aftur í Kristnu griksku skriftirnar. Og tað er júst tað, tey, ið umsettu New World Translation, hava gjørt. Tey hava djúpa virðing fyri Guds navni og vága sær ikki at strika nakað av tí, sum stóð í upprunatekstinum. – Opinberingin 22:18, 19.