Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Tað sæst við trúgv

Tað sæst við trúgv

(Sálmur 27:13)

Tak niður:

  1. 1. Hví skal eg vera bangin,

    rýma og leita mær skjól?

    Gud er tætt við mína lið,

    hann gevur mær sín frið,

    sum hirðin tryggjar hann mær ból.

    (NIÐURLAG)

    Tað er við trúgv, at allur ótti hvørvur.

    Tað er við trúgv, at eg kann halda á.

    Við Jehova megni eg

    at ganga rættan veg,

    veit, mín Gud vil altíð vera hjá

    – tað sæst við trúgv.

  2. 2. Fortíðar fyrimyndir,

    trúføst fólk úr farnari tíð,

    sum við trúgv hildu á,

    tey rísa aftur tá

    úr deyðans leinkjum fræls og frí.

    (NIÐURLAG)

    Tað er við trúgv, at allur ótti hvørvur.

    Tað er við trúgv, at eg kann halda á.

    Við Jehova megni eg

    at ganga rættan veg,

    veit, mín Gud vil altíð vera hjá

    – tað sæst við trúgv.

    (BRÚGV)

    Tað er við trúgv, vónin í mær veksur.

    Tað er við trúgv, eg flyti fjøll.

    Hvar var eg nú,

    í fall eg ikki hevði trúð,

    at loysnin nærkast fyri øll?

  3. 3. Framtíðin, Gud mær lovar,

    stendur so klár fyri mær.

    Við trúnni tað sæst,

    og eg má halda fast,

    til Jehova Gud sín sigur fær.

    (NIÐURLAG)

    Tað er við trúgv, at allur ótti hvørvur.

    Tað er við trúgv, at eg kann halda á.

    Við Jehova megni eg

    at ganga rættan veg,

    veit, mín Gud vil altíð vera hjá

    – tað sæst við trúgv

    – tað sæst við trúgv.

(Les eisini Hebr. 11:1-40.)