Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Hvar finnur tú eina trygga vón?

Hvar finnur tú eina trygga vón?

Hvar finnur tú eina trygga vón?

URIÐ hjá tær er steðgað, og tað sær út til at vera í ólagi. Um tú vilt hava tað at rigga aftur, hevur tú fleiri møguleikar, tí nógvir ursmiðir bjóða seg fram at umvæla urið. Men teir eru ikki samdir um, hvussu tað skal gerast. So finnur tú út av, at tann, sum gjørdi urið í sínari tíð, er ein granni hjá tær, og at hann fegin vil hjálpa tær – enntá fyri einki. Ivast tú nú í, hvønn tú skalt fara til?

Hetta vísir, hvat tú kanst gera fyri at finna eina trygga vón. Um tú følir, at vónin hjá tær er viknað sum hjá nógvum øðrum í hesum torføru tíðum, hvar kanst tú so leita tær hjálp? Nógv siga, at tey fegin vilja hjálpa tær at loysa trupulleikan, men tað kann ørkymla teg, at loysnirnar eru so nógvar og mótsigandi. Hví so ikki fara til hann, sum skapti okkum, tí hann kann geva okkum vón. Bíblian sigur, at ’hann ikki er langt frá nøkrum av okkum’, og at hann heldur enn gjarna vil hjálpa. – Ápostlasøgan 17:27; 1. Pætursbræv 5:7.

Ein betri lýsing av vón

Bíblian gevur eina greiðari og betri lýsing av vón enn læknar, vísindafólk og sálarfrøðingar ofta gera. Í Bíbliuni merkir „vón“ at bíða í spenningi og at vænta nakað gott. Vón hevur faktiskt tvær síður. Fyri tað fyrsta at ynskja sær nakað gott og fyri tað næsta at hava góða grund til at trúgva, at tað verður so. Vónin, sum Bíblian gevur okkum, er ikki bara ein ynskisdreymur, hon er væl grundað.

Vón líkist trúgv og má eisini grundast á fakta. (Hebrearabrævið 11:1) Men Bíblian vísir, at tað er munur á trúgv og vón. – 1. Korintbræv 13:13.

Vit kunnu taka eitt dømi: Tá ið tú biður ein góðan vin gera tær eina tænastu, vónar tú, at hann vil hjálpa tær. Av tí at tú kennir vinin hjá tær væl, og at hann fyrr hevur verið blíður og hjálpsamur, trýrt tú eisini, at hann fer at hjálpa tær. At trúgva og at vóna hoyrir altso saman, hóast tað er hvørt sítt. Hvussu fært tú eina slíka vón, tá ið talan er um Gud?

Grundarlagið undir vón

Gud er tann, sum gevur okkum sanna vón. Á Bíbliunnar døgum var Jehova róptur „vón Ísraels“. (Jeremias 14:8) Allar álítandi vónir, sum ísraelitar høvdu, komu frá honum, og tí var hann vón teirra. Og tann vónin var ikki bara ynskishugsan, hon var verulig, tí teir kundu hava fult álit á Gudi. Teir høvdu í fleiri hundrað ár verið hansara fólk, og hann hevði altíð hildið síni lyfti. Leiðari teirra, Josva, segði: „Tit mugu … sanna, at ikki so mikið sum eitt orð hevur svitast av øllum hinum góðu orðum, ið HARRIN Gud tykkara hevur lovað viðvíkjandi tykkum.“ – Josva 23:14.

Og nú, fleiri túsund ár seinni, kunnu vit framvegis líta á alt, sum Gud lovar. Í Bíbliuni lesa vit um nógv lyfti frá Gudi, sum eru gingin út. Tey eru so álítandi, at nógv av lyftunum eru orðað, sum vóru tey longu gingin út.

Tí er Bíblian ein bók, sum kann geva okkum vón. Tá ið tú kannar hana, sært tú, at tú kanst líta á Gud, og tað styrkir tína vón um, at alt, sum Bíblian lovar, gongur út. Paulus ápostul skrivaði: „Alt, ið áður er skrivað, er jú skrivað okkum til lærdóm, so vit, við toli og troystini, ið skriftirnar geva, skulu hava vón.“ – Rómbrævið 15:4.

Hvørja vón gevur Gud okkum?

Tá ið ein av okkara kæru doyr, hava vit meira brúk fyri vón enn nakrantíð. Men nettupp tá kann alt kennast vónleyst, tí eingin av okkum sleppur undan deyðanum, og vit klára ikki at gera tann, vit hava mist, livandi aftur. Tí sigur Bíblian, at deyðin er tann „síðsti fíggindin“. – 1. Korintbræv 15:26.

Er nøkur vón um, at tey deyðu blíva livandi aftur? Tað bíbliuørindið, sum sigur, at deyðin er tann síðsti fíggindin, sigur eisini, at hann ’verður gjørdur til einkis’. Jehova Gud er sterkari enn deyðin. Hvussu vita vit tað? Í Bíbliuni eru níggju dømi um, at Gud við síni kraft gjørdi deyð fólk livandi aftur.

Til dømis gjørdi Jehova Jesus føran fyri at uppreisa vinmannin Lazarus, sum hevði verið deyður í fýra dagar. Tað var ikki nakað, Jesus gjørdi í loyndum, tí nógv fólk hugdu at. – Jóhannes 11:38-48, 53; 12:9, 10.

Tú spyrt kanska: ’Hví vórðu fólk uppreist? Blivu tey ikki bara gomul og doyðu aftur?’ Jú, men frásøgurnar í Bíbliuni um uppreisnir eru so álítandi, at vit hava góðar grundir til ikki bara at vóna, men eisini at trúgva, at tey, sum eru deyð, skulu liva aftur. Vit hava við øðrum orðum eina veruliga vón.

Jesus segði: „Eg eri uppreisnin og lívið.“ (Jóhannes 11:25) Jehova fer at geva Jesusi kraft at uppreisa fólk allastaðni á jørðini. Jesus segði: „Tann tími kemur, táið øll tey, sum eru í grøvunum, skulu hoyra rødd [Kristusar]. Og tey skulu koma fram.“ (Jóhannes 5:28, 29) Ja, øll tey, sum eru deyð, hava vón um at fáa lívið aftur og sleppa at liva í einum paradísi á jørðini.

Esaias profetur gav eina vakra lýsing av uppreisnini: „Tíni deyðu skulu livna og likam teirra rísa upp; tey, sum liggja í moldini vakna og hevja fagnaðarljóð.“ – Esaias 26:19, Dahl/Viderø.

Tað er eitt uggandi lyfti. Vit kunnu vera vís í, at minnið um tey kæru, sum vit hava mist, er væl vart, og at tey fáa eina uppreisn, tí hin alvaldi Gud minnist øll, sum eru deyð – eingin verður gloymdur. (Lukas 20:37, 38) Tað verður ikki leingi, fyrr enn tey koma aftur til lívið í eini nýggjari verð, har fólk, sum elska tey, taka ímóti teimum! So vón er eisini fyri tey deyðu.

Hvussu kann vónin hjálpa tær?

Paulus lærir okkum, hví vón hevur so stóran týdning. Hann samanbar vónina við hjálmin, sum hoyrir til ein herbúna. (1. Tessalonikabræv 5:8) Hví gjørdi hann tað? Á Bíbliunnar døgum var ein hermaður í einum hjálmi úr sterkum tilfari, tá ið hann fór í bardaga. Um hann fekk eitt slag á høvdið, vardi hjálmurin hann í flestu førum, so hann ikki doyði. Hvat vildi Paulus læra okkum? Akkurát sum ein sterkur hjálmur verjir høvdið, verjir vónin sinnið og tankarnar. Tá ið tú hevur eina sterka vón um, at tað, sum Gud lovar, gongur út, kanst tú hava frið í sinninum, sjálvt um tú hevur stórar trupulleikar at dragast við. Hvør hevur ikki brúk fyri einum slíkum hjálmi?

Paulus brúkti eisini eina aðra samanbering fyri at lýsa, hvussu stóran týdning vón hevur. Hann skrivaði: „Í teirri vón hava vit eins og trygt og fast akker sálarinnar.“ (Hebrearabrævið 6:19) Paulus hevði meira enn eina ferð verið fyri skipbroti, og hann visti væl, hvussu stóran týdning eitt akker hevur. Tá ið eitt skip kemur í illveður, kasta sjómenninir akkerið. Tað heldur skipinum, so tað ikki rekur á land og fer í knús.

Soleiðis er tað eisini, tá ið vit hava Guds lyfti sum eina trygga og fasta vón. Hon hjálpir okkum at halda út í hesum torføru tíðum. Jehova lovar, at tann tíðin skjótt kemur, tá ið menniskju ikki longur skulu uppliva kríggj, kriminalitet, sorg ella deyða. (Sí rammuna „Hví kunnu vit hava vón?“) Tann vónin verjir okkum og gevur okkum ta styrkina, sum tað krevur at akta Gud í dag og ikki taka eftir heiminum rundan um okkum.

Jehova vil, at eisini tú skalt fáa ta vónina. Hann vil, at tú skalt hava eitt gott lív. Og hann vil, at „øll menniskju skulu verða frelst“. Hvussu kunnu vit blíva frelst? Fyrst mugu vit „kenna sannleikan“. (1. Timoteusarbræv 2:4) Vit eggja tær til at læra um sannleikan í Bíbliuni. Har gevur Gud okkum eina vón, sum vit ikki fáa aðrastaðni í hesum heimi.

Við hesi vónini missir tú ikki so lætt mótið, tí Gud kann geva tær styrki at røkka einum og hvørjum máli, sum er í samsvari við hansara vilja. (2. Korintbræv 4:7; Filippibrævið 4:13) Hetta er vónin, vit øll hava brúk fyri. So um tú hevur leitað eftir eini veruligari vón, eru tey góðu tíðindini, at hon finst!

[Ramma/mynd]

Hví kunnu vit hava vón?

Hesi bíbliuørindini kunnu styrkja okkara vón:

◼ Gud lovar okkum eina góða framtíð

Í Bíbliuni stendur, at øll jørðin verður eitt paradís, og at fólkini á henni verða sum ein stór, lukkulig og sameind familja. – Sálmur 37:11, 29; Esaias 25:8; Opinberingin 21:3, 4.

◼ Gud kann ikki lúgva

Hann hatar allar lygnir. Jehova er heilagur, hann ger einki skeivt, og tí hevði hann ikki funnið upp á at logið. – Orðtøkini 6:16-19; Esaias 6:2, 3; Titusarbrævið 1:2; Hebrearabrævið 6:18.

◼ Gud hevur markleyst vald

Bara Jehova er alvaldur. Einki kann forða honum í at halda síni lyfti. – 2. Mósebók 15:11; Esaias 40:25, 26.

◼ Gud vil, at vit skulu liva í allar ævir

Jóhannes 3:16; 1. Timoteusarbræv 2:3, 4.

◼ Gud sær tað góða í okkum

Hann velur at síggja tað góða, vit royna at gera, heldur enn okkara feilir og mistøk. (Sálmur 103:12-14; 130:3; Hebrearabrævið 6:10) Hann vónar, at vit gera tað rætta, og verður glaður, tá ið tað eydnast. – Orðtøkini 27:11.

◼ Gud hjálpir okkum at gera tað, sum gleðir hann

Tey, sum tilbiðja Gud, nýtast ongantíð at kenna seg hjálparleys. Gud vil heldur enn gjarna hjálpa okkum við sínum heilaga anda, sum er tann sterkasta kraftin, ið er til. – Filippibrævið 4:13.

◼ Tey, sum líta á Gud, verða ongantíð vónsvikin

Vit kunnu hava fult álit á Gudi. Hann fer ongantíð at svíkja okkum. – Sálmur 25:3.

[Mynd]

Sum ein hjálmur verjir høvdið, verjir vónin sinnið

[Mynd]

Eins og eitt akker kann ein væl grundað vón gera okkum trygg

[Kelduávísing]

Við loyvi frá René Seindal/Su concessione del Museo Archeologico Regionale A. Salinas di Palermo