Far beinleiðis til innihaldið

Ein stór afturgongd á moralska økinum

Ein stór afturgongd á moralska økinum

Ein stór afturgongd á moralska økinum

NÆR byrjaði stóra afturgongdin á moralska økinum? Hendi tað í tínari tíð? Nøkur siga, at hon byrjaði í 1914, tá ið fyrri heimsbardagi brast á. Søgufrøðingurin, Robert Wohl, skrivaði í bókini The Generation of 1914: „Tey, sum livdu undir krígnum, sóu, at heimurin broyttist nógv, og hugsaðu, at hann ongantíð fór at verða tann sami aftur.“

Ein søgufrøðingur sigur: „Moralurin hjá fólki versnaði allastaðni. Undir fyrra heimsbardaga doyðu so nógv fólk, at eitt mannalív einki virði hevði. Politikarar og generalar sendu menn í kríggj og løgdu einki í, um nógvir av teimum blivu dripnir. Av tí sama blivu fólk meira sjálvsøkin og fóru verri og verri við hvørjum øðrum.“

Ein søgufrøðingur hevur sagt, at moralurin broyttist nógv, tá ið menningarlæran vant upp á seg. Fólk fóru at halda, at menniskjuni vóru eitt slag av djóri, bara klókari. Nøkur samanbóru menniskjuni við villar hundar og søgdu, at tað var heilt natúrligt at brúka harðskap ímóti teimum veiku.

Fyrri heimsbardagi vendi fullkomiliga upp og niður upp á moralin hjá fólki. Eingin legði longur í, hvat eldri fólk søgdu um politikk, klædnastíl og sex. Eitt annað, sum ávirkaði støðuna, var, at kirkjurnar góðtóku menningarlæruna og eggjaðu fólki til at fara í kríggj. Ein bretskur heryvirmaður hevur sagt, at kristna kirkjan bæði rættvísgjørdi og stuðlaði krígnum, og tað kom væl við hjá herinum.

Fólk vrakaðu moralnormarnar

Í tíðini eftir fyrra heimsbardaga hugsaðu fólk mest um at stuttleika sær. Tey skúgvaðu teir gomlu normarnar fyri rætt og skeivt til viks – alt var lov. Ein søgufrøðingur hevur sagt, at tað, sum eyðmerkti tey fyrstu tíggju árini aftan á kríggið, var, at fólk sum heild skikkaðu sær illa. Nógv vrakaðu teir gomlu moralnormarnar, og fólk vistu ikki longur, hvat var rætt og hvat var skeivt.

Álvarsliga búskaparkreppan í 1930’unum hevði við sær, at nógv fólk blivu ekstremt fátæk. Í 1939 byrjaði eitt kríggj, sum var uppaftur verri, og tað var seinni heimsbardagi. Tjóðir fóru at framleiða ræðulig vápn, og hóast tað kanska hjálpti upp á búskapin, kom heimurin at líða stórliga undir tí. Tá ið kríggið var av, lógu hundraðtals býir í sori, og í Japan blivu tveir býir fullkomiliga oyðilagdir av atombumbum. Milliónir doyðu í týningarlegum. Til samans doyðu umleið 50 milliónir menn, kvinnur og børn í krígnum.

Undir seinna heimsbardaga gjørdu fólk, sum teimum lysti, og tey høvdu onga virðing fyri gomlum siðum. Bókin Love, Sex and War – Changing Values, 1939-45 sigur: „Undir krígnum sníkti tann fríi sexmoralurin, sum ráddi á vígvøllinum, seg eisini inn í heimini. … Kríggið fekk fólk at hugsa, at lívið var stutt og virðisleyst. Og tá ið kríggið var av, fóru tey at hugsa tað sama um hjúnabandið og familjulívið – at tað ikki var bindandi.“

Av tí at fólk kundu doyggja hvørja løtu, høvdu tey ein serligan tørv á at føla seg elskaði, um tað so bara var í stutta tíð. Ein bretsk kona forsvaraði tað upp á henda mátan: „Tað, sum vit gjørdu, var í veruleikanum ikki ómoralskt, tað var jú kríggj!“ Ein amerikanskur hermaður viðgekk: „Tey flestu høvdu nokk hugsað, at tað, sum vit gjørdu, var ómoralskt, men vit vóru ungir og vistu, at vit kundu blíva dripnir næsta dag.“

Tey ringu minnini frá krígnum plága enn nógv av teimum, sum livdu tá, eisini tey sum bara vóru børn. Nógv mistu trúnna á Gud og vistu ikki longur, hvat vendi upp og niður moralskt. Fólk fóru at halda, at rætt og skeivt broyttist alt eftir umstøðunum.

Nýggir sosialir normar

Tá ið seinni heimsbardagi var av, vórðu ymiskar kanningar gjørdar um sex. Ein kanning bleiv til dømis gjørd í USA í 1940’unum. Tað var Kinseyfrágreiðingin, sum var meira enn 800 síður. Áðrenn henda frágreiðingin kom út, plagdu fólk ikki at tosa opið um sex, men aftaná bleiv tað púra vanligt. Hóast tilfarið í summum førum gjørdi í so nógv av, vísti frágreiðingin, at hugburðurin hjá fólki til sex var broyttur undir krígnum.

Í eina tíð royndu fólk at lata sum um, at tey hildu fast við, hvat var rætt og hvat var skeivt. Til dømis royndu myndugleikarnir at banna ómoralskum tilfari í útvarpi, filmum og sjónvarpi. Men tað vardi ikki leingi. William Bennett, fyrrverandi undirvísingarmálaráðharri í USA, greiddi frá: „Í 1960’unum broyttust normarnir fyri rætt og skeivt í Amerika rættiliga skjótt.“ Og hetta sást eisini aftur í nógvum øðrum londum. Men hví hendi hetta akkurát í 1960’unum?

Hesi tíggju árini fingu kvinnur nógv størri frælsi, og fólk fingu eina aðra áskoðan á sex. Tað var eisini tá, at p-pillarar komu fram, sum gjørdi tað møguligt at hava sex uttan at gerast við barn. Tí bleiv tað vanligt, at fólk fóru í song saman uttan at vera gift.

So við og við bleiv tað í lagi at vísa tilfar í miðlum, filmum og sjónvarpi, sum mann ikki hevði funnið upp á at víst fyrr. Ein amerikanskur embætismaður segði seinni um tað, sum var at síggja í sjónvarpssendingum: „Hesar sendingarnar leggja upp til, at alt bara snýr seg um at stuttleika sær, at harðskapur er púra vanligur, og at tað er gott at fara í song við nógvum ymiskum.“

Í 1970’unum bleiv tað vanligt við videobondum. Hetta gjørdi, at fólk kundu sita heima og hyggja at ómoralskum filmum, sum tey ongantíð høvdu hugt at í einum biografi. Í dag ber tað til at hyggja at pornografi av ringasta slag, bara tú eigur eina teldu.

Avleiðingarnar av hesum eru nokkso ræðandi. Ein fangavørður hevur til dømis sagt, at fyri tíggju árum síðani, tá ið ein ungur persónur varð settur í fongsul, bar tað til at tosa við viðkomandi um, hvat er rætt og skeivt. Men tey, sum koma inn at sita í dag, vita ikki, hvat hann snakkar um.

Hvar fáa vit góð ráð?

Kirkjurnar fáa ikki hjálpt okkum. Tær hava valt at vera ein partur av hesum ónda heimi heldur enn at fylgja tí, sum Jesus og lærisveinarnir lærdu. Ein rithøvundur hevur sagt: „Øll, sum taka lut í kríggi, siga, at Gud er í parti við teimum.“ Ein prestur í New York segði soleiðis fyri nøkrum árum síðani: „Kirkjan er tann einasta samskipanin í heiminum, sum setur lægri krøv, enn tey krøvini, sum eru galdandi fyri at sleppa upp í ein buss.“

Tað er greitt, at afturgongdin á moralska økinum er stór, og at okkurt má henda. Men hvat? Og hvørjar broytingar eru neyðugar? Hvør kann gera tær, og hvussu kann tað gerast?

[Tekstsendurgeving]

Eftir fyrra heimsbardaga blivu fólk meira sjálvsøkin og fóru verri og verri við hvørjum øðrum

[Mynd]

Niðurbrótandi undirhald er meira og meira vanligt