Far beinleiðis til innihaldið

Hvussu hevur Bíblian yvirlivað fram til okkara tíð?

Hvussu hevur Bíblian yvirlivað fram til okkara tíð?

Hvussu hevur Bíblian yvirlivað fram til okkara tíð?

Tað er eitt undur, at Bíblian hevur yvirlivað, og at vit kunnu lesa í henni í dag. Hon bleiv fullførd fyri meira enn 1.900 árum síðani. Hon bleiv skrivað á forgeingiligt tilfar – á pappír, sum var gjørt úr papýrusplantuni, og á pergament, sum var gjørt av djóraskinni – og hon varð skrivað á málum, sum bara fá fólk duga í dag. Og máttmiklir menn líka frá keisarum til átrúnaðarligar leiðarar royndu alt, teir vóru mentir, at beina fyri Bíbliuni.

HVUSSU hevur Bíblian yvirlivað øll hesi árini, og hvussu ber tað til, at hon er tann mest útbreidda bókin, sum er til? Her eru tvær grundir.

Nógvar avskriftir vórðu gjørdar

Ísraelitarnir, sum høvdu ábyrgd av teimum elstu bíbliuhandritunum, syrgdu fyri, at bókrullurnar blivu varðveittar, og teir gjørdu nógvar avskriftir av teimum. Til dømis blivu kongarnir í Ísrael bidnir um at gera eina ’avskrift av lógini’, sum levitaprestarnir høvdu hjá sær. – 5. Mósebók 17:18.

Nógvum ísraelitum dámdi væl at lesa Skriftirnar, tí teir vistu, at tær vóru Guds orð. Tí høvdu teir væl lærdar avskrivarar, sum gjørdu sær stóran ómak at skriva tekstin av. Ein av teimum, sum avskrivaði tekstin, var Ezra. Hann var ein „skriftlærdur maður, kunnigur við Móselóg, hana, ið HARRIN Gud Ísraels hevði givið“. (Ezra 7:6) Millum umleið ár 500 og 1000 e.o.t. avskrivaðu masoretarnir Hebraisku skriftirnar (Gamla testamenti), og teir taldu enntá allar bókstavirnar fyri ikki at gera villur. Av tí at teir vóru so nærlagdir og gjørdu so nógvar avskriftir, er Bíblian til enn í dag – eisini sjálvt um nógv hava roynt at beina fyri henni.

Til dømis royndi ein kongur í Sýria í ár 168 f.o.t. at beina fyri øllum eintøkunum av Hebraisku skriftunum, sum vóru í Palestina. Í einum søguligum jødiskum handriti stendur: „Teir skræddu og brendu allar tær lógbøkurnar, sum teir funnu.“ The Jewish Encyclopedia sigur: „Menninir, sum fingu hesa uppgávuna, fóru harðliga fram. Teir drupu øll, sum áttu eina heilaga bók.“ Men eintøk av Skriftunum blivu tó varðveidd millum jødar í Palestina og í øðrum londum.

Tá ið teir, sum skrivaðu Kristnu griksku skriftirnar (Nýggja testamenti), vóru lidnir við sítt arbeiði, gekk ikki long tíð, fyrr enn avskriftir av hesum innblástu brøvum, profetium og frásøgum vóru útbreiddar í stórum tali. Til dømis skrivaði Jóhannes sítt evangelium í ella nærindis Efesus. Men eitt brot av eini avskrift av hesum evangeliinum varð seinni funnið í Egyptalandi, hundraðtals kilometrar burturi. Serfrøðingar siga, at henda avskriftin varð gjørd minni enn 50 ár eftir, at Jóhannes skrivaði sítt evangelium. Hetta dømið vísir, at stutt eftir at innblástu bíbliutekstirnir vóru skrivaðir, høvdu tey kristnu sjálvt í fjarskotnum londum avskriftir av teimum.

Nógv fólk høvdu eitt eintak av Bíbliuni, og tað er ein onnur grund til, at hon bleiv varðveidd fleiri hundrað ár eftir Kristus. Søgufrøðingar siga, at rómverski keisarin Diokletian ein morgun í februar í ár 303 e.o.t. hugdi at, meðan hermenninir hjá honum brutu inn í eina kirkju og brendu eintøk av Bíbliuni. Dagin eftir gav hann boð um, at allar bíbliur í øllum tí rómverska ríkinum skuldu brennast alment. Diokletian helt, at hann kundi útrudda kristindómin við at beina fyri heilagu skriftunum hjá teimum kristnu. Men nøkur eintøk av Bíbliuni yvirlivdu, og tey blivu avritað. Stórir partar av tveimum grikskum bíbliuhandritum, sum helst eru gjørd beint eftir at Diokletian søkti at Bíbliuni, hava faktiskt yvirlivað heilt fram til okkara tíð. Annað handritið er í Róm, og hitt er á British Library í London.

Sjálvt um mann ikki hevur funnið tey upprunaligu bíbliuhandritini, hava túsundtals hondskrivað eintøk av allari Bíbliuni ella pørtum av henni yvirlivað til í dag. Nøkur av teimum eru øgiliga gomul. Broyttist boðskapurin í Bíbliuni, so hvørt sum hon bleiv avritað? Bíbliugranskarin W.H. Green segði um Hebraisku skriftirnar: „Tað er heilt vist, at eingin onnur gomul bók er blivin avritað upp á ein so nágreiniligan máta.“ Sir Frederic Kenyon, sum er serfrøðingur í bíbliuhandritum, segði um Griksku skriftirnar: „Tær elstu avskriftirnar, sum vit hava í dag, vórðu gjørdar bert fá ár, eftir at bíbliubøkurnar upprunaliga vórðu skrivaðar. Tí er eingin ivi um, at Bíblian, sum vit hava í dag, er eftirfarandi. Tað kunnu vit ikki siga um nakra aðra gamla bók.“

Bíblian bleiv umsett

Ein onnur grund til, at Bíblian er meira útbreidd enn nøkur onnur bók, er, at hon er blivin umsett til nógv mál. Hetta vísir, at Gud vil, at fólk úr øllum tjóðum og av øllum tungumálum skulu læra hann at kenna og tilbiðja hann „í anda og sannleika“. – Jóhannes 4:23, 24; Mika 4:2.

Tann fyrsta umsetingin av Hebraisku skriftunum, sum vit vita um, er ein umseting til grikskt. Hon verður rópt Septuaginta og varð gjørd til jødar, sum búðu uttan fyri Palestina, og sum tosaðu grikskt. Henda umsetingin bleiv liðug umleið 200 ár, áðrenn Jesus kom til jørðina. Og bert nøkur fá hundrað ár eftir, at øll Bíblian varð fullførd, bleiv hon umsett til nógv mál. Men seinni broyttist støðan. Kongar og enntá prestar, sum burdu hjálpt fólki at lesa í Bíbliuni, gjørdu alt, teir kundu, fyri at forða fólki í at eiga eina bíbliu. Teir loyvdu ikki nøkrum at umseta Bíbliuna til tey málini, sum fólk tosaðu, tí teir vildu ikki, at tey skuldu læra sannleikan um Gud at kenna.

Men nakrir menn vóru djarvir og gjørdu beint ímóti tí, sum hesir kongar og prestar søgdu. Teir umsettu Bíbliuna til mál, sum vanlig fólk tosaðu, og settu enntá lívið í váða. Ein av teimum var William Tyndale úr Onglandi. Sjálvt um máttmiklir menn royndu at steðga honum, umsetti hann tær fyrstu fimm bøkurnar í Hebraisku skriftunum beinleiðis úr hebraiskum til enskt. Hann var eisini tann fyrsti umsetarin, sum brúkti Guds navn, Jehova, í einari enskari bíbliu. Ein annar var bíbliugranskarin Casiodoro de Reina í Spania. Katólska kirkjan royndi at drepa hann, tí hann umsetti Bíbliuna til spanskt. Í tí tíðarskeiðinum, hann umsetti Bíbliuna, mátti hann flýggja til Onglands, Týsklands, Fraklands, Niðurlond og Sveis. *

Í dag verður Bíblian umsett til enn fleiri mál, og milliónatals bíbliur verða útgivnar. Bíblian hevur yvirlivað, og hon er tann mest útbreidda bókin, sum er til. Tað vísir, at Jehova heldur tað lyftið, sum hann læt Pætur ápostul skriva: „Grasið følnar, og blóma tess fellur av; men orð Harrans verður í allar ævir.“ – 1. Pætursbræv 1:24, 25.

[Undirgrein]

^ stk. 14 Útgávan hjá Reina varð givin út í 1569, og Cipriano de Valera endurskoðaði hana í 1602.

[Ramma/Myndir]

HVØRJA UMSETING SKAL EG VELJA?

Á nógvum málum eru fleiri bíbliuumsetingar. Summar umsetingar brúka eitt gamalt mál, sum er ringt at skilja. Aðrar umsetingar eru lættar at lesa, men ofta ikki so neyvar. Og uppaftur aðrar eru umsettar orð fyri orð úr upprunamálinum.

Enska útgávan av New World Translation of the Holy Scriptures, sum Jehova vitni hava givið út, bleiv umsett beinleiðis úr upprunamálunum. Tað var ein bólkur av dulnevndum umsetarum, sum umsetti. Henda útgávan hevur síðani ligið til grund fyri umsetingum til nógv onnur mál. Tey, sum umsettu til onnur mál, samanbóru tó eisini sítt arbeiði við tekstirnar á upprunamálunum. New World Translation heldur seg neyvt til upprunamálini og er samstundis løtt at skilja. Umsetararnir miða eftir, at fólk í dag skulu hava líka lætt við at lesa Bíbliuna, sum fólk høvdu, tá ið hon bleiv skrivað.

Nakrir serfrøðingar hava kannað nútíðar bíbliuumsetingar fyri at vita, um tær eru neyvar. Ein av teimum er Jason David BeDuhn, sum er dosentur í gudfrøði á Northern Arizona University í USA. Hann útgav eina bók í 2003, har hann samanbar níggju enskar bíbliuumsetingar. * Hann kannaði fleiri bíbliuørindi, sum eru umsett ymiskt. Hann samanbar hesi ørindini við grikska tekstin fyri at vita, um umsetararnir vóru ávirkaðir av síni egnu áskoðan. Hvørja niðurstøðu kom hann til?

Sambært BeDuhn halda nógv, at tey, sum hava umsett New World Translation, vóru ávirkað av síni egnu trúgv, og at tað er grundin til, at henda umsetingin er øðrvísi enn aðrar umsetingar. Men hann sigur: „Í nógvum førum er New World Translation øðrvísi, tí hon er sera neyv og tættari at upprunamálinum.“ Sjálvt um BeDuhn er ósamdur í, hvussu summi ørindi eru blivin umsett í New World Translation, sigur hann, at henda umsetingin „vísti seg at vera tann mest nágreiniliga av teimum, sum vóru samanbornar“. Hann sigur, at hon er ein „óvanliga góð“ umseting.

Benjamin Kedar, ein ísraelskur serfrøðingur í hebraiskum, segði nakað líknandi um New World Translation í 1989. Hann segði: „Hetta verkið ber brá av, at umsetararnir ærliga hava strembað eftir at skilja tekstin so væl, sum til ber. ... Eg havi ikki funnið nakað dømi í New World Translation um, at teir hava roynt at broyta meiningina í tekstinum.“

Spyr teg sjálvan: ’Hvat vil eg gjarna hava burtur úr at lesa í Bíbliuni? Haldi eg, at tað hevur størri týdning, at umsetingin er løtt at lesa, enn at hon er heilt neyv? Ella vil eg heldur, at hon er so neyv og tætt at upprunatekstinum, sum til ber?’ (2. Pætursbræv 1:20, 21) Tað, sum tú svarar, vísir hvørja umseting, tú skalt velja.

[Undirgrein]

^ stk. 22 Umsetingarnar, sum hann kannaði, vóru New World Translation, The Amplified New Testament, The Living Bible, The New American Bible With Revised New Testament, New American Standard Bible, The Holy Bible New International Version, The New Revised Standard Version, The Bible in Today’s English Version og King James Version.

[Mynd]

„New World Translation of the Holy Scriptures“ er umsett til nógv mál

[Mynd]

Masoretisk handrit

[Mynd]

Eitt brot við Lukas 12:7: „ … Óttist ikki! Tit eru meiri verdir enn nógvir spurvar“

[Keldutilvísingar]

Fyrsta síða: Russiska tjóðarbókasavnið, St. Pætursborg; onnur og triðja: Bíbliuforngripasavnið, Münster; aftasta: © The Trustees of the Chester Beatty Library, Dublin