Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

Ábyrgdarkensla í hjúnabandinum er sum eitt akker, tá ið lívsins stormar herja

TIL HJÚN

1. Ábyrgdarkensla

1. Ábyrgdarkensla

HVAT VIL TAÐ SIGA?

Maður og kona, sum føla ábyrgd yvir fyri hvørjum øðrum, meta hjúnabandið sum nakað varandi, og tað ger, at tey føla seg trygg. Tey eru sikkur upp á, at tey bæði tvey fara at halda sítt lyfti, eisini sjálvt um tey fáa trupulleikar.

Fleiri pør halda saman, tí tey eru bangin fyri, hvat familja og vinir fara at siga, viss tey blíva skild. Men tað hevði verið nógv betri, um tey hildu saman, tí tey elska og virða hvønn annan.

MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: „Maður má ikki skiljast frá konu síni.“ – 1. Korintbræv 7:11.

„Viss mann følir ábyrgd í hjúnabandinum, er mann ikki skjótur at taka nakað illa upp, og so er tað eisini lættari at fyrigeva og at siga orsaka. Mann metir trupulleikar sum nakað, ið skal loysast, ikki sum eina umbering fyri at fara frá hvørjum øðrum.“ – Micah.

HVÍ HEVUR TAÐ TÝDNING?

Tá ið maður og kona, sum ikki føla ábyrgd yvir fyri hvørjum øðrum, fáa trupulleikar, hava tey ofta lyndi til at geva upp og hugsa, at tey bara ikki passa saman.

„Fleiri, sum skulu giftast, hugsa, at tey altíð kunnu fara frá hvørjum øðrum aftur. Men viss mann longu áðrenn brúdleypið hugsar um hjúnaskilnað sum ein møguleika, so manglar ábyrgdarkenslan heilt frá byrjan.“ – Jean.

HVAT KANST TÚ GERA?

HYGG INNEFTIR

Hvat gert tú, tá ið tit eru ósamd?

  • Kanst tú finna upp á at angra, at tit blivu gift?

  • Fert tú at droyma um at vera saman við einum øðrum?

  • Sigur tú: „Eg tími ikki meir, eg rými,“ ella: „Eg fari at finna onkran, sum skilur meg“?

Viss tú svaraði ja til ein ella fleiri av spurningunum, mást tú gera nakað fyri at føla størri ábyrgd í hjúnabandinum, og ongantíð for skjótt.

TOSIÐ SAMAN UM HETTA

  • Føla vit minni ábyrgd yvir fyri hvørjum øðrum nú enn fyrr? Og um so er, hví?

  • Hvat kunnu vit gera fyri at fáa størri ábyrgdarkenslu?

PREI

  • Skriva okkurt fitt á ein lepa til hjúnafelagan av og á

  • Hav eina mynd av hjúnafelaganum standandi frammi á arbeiðsplássinum

  • Ring ella skriva eitt sms til hjúnafelagan hvønn dag, antin tú ert til arbeiðis ella onkra aðrastaðni

MEGINREGLA Í BÍBLIUNI: „Tað, sum … Gud hevur bundið saman, má menniskja ikki skilja sundur.“ – Matteus 19:6.