Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 1

Gud fer at skapa

Gud fer at skapa

ALT tað góða vit hava, kemur frá Gudi. Hann skapti sólina til at lýsa fyri okkum um dagin, og mánan og stjørnurnar til at lýsa um náttina. Jørðina gav hann okkum at búgva á.

Men Gud skapti ikki sólina, mánan, stjørnurnar og jørðina fyrst. Veitst tú hvat Gud skapti fyrst? Einglarnar. Einglarnir eru sum Gud, vit kunnu ikki síggja teir. Gud skapti teir at vera hjá sær í himlinum.

Fyrsti eingilin Gud skapti var nakað serligt. Hann var fyrsti sonurin hjá Gudi, og hann arbeiddi við Faðir sínum. Hann hjálpti Gudi at skapa alt hitt. Hann hjálpti Gudi at skapa sólina, mánan, stjørnurnar og jørðina sum vit búgva á.

Hvussu sá jørðin út tá? Jú, í fyrstuni kundi eingin búgva á jørðini. Har var einki uttan eitt stórt hav allastaðni. Men Gud vildi fegin hava menniskju á jørðina. Tí fór hann at gera hana til reiðar til okkara. Hvat gjørdi hann meðni?

Fyrst skuldi ljós brúkast á jørðini. Gud syrgdi fyri at ljósið frá sólini kom at skína á jørðina. Hann gjørdi tað so, at her kom at vera bæði dagur og nátt. So syrgdi Gud fyri at turt land kom til sjóndar úr havinum.

Í fyrstuni var jørðin ber. Hon líktist bílætinum her. Hvørki blomstur ella trø ella dýr vóru har. Enn ikki fiskar í sjónum. Gud mátti gera nógv meira um jørðin skuldi verða eitt gott stað har menniskju og dýr kundu búgva.