Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 5

Eitt torført lív byrjar

Eitt torført lív byrjar

UTTAN FYRI urtagarðin Eden fingu Ádam og Eva nógv stríð. Tey noyddust at arbeiða hart fyri føðina. Í staðin fyri vøkur frukttrø, vuksu rúgvur av tornum og tistlum. Soleiðis gekst tá Ádam og Eva vóru ólýðin móti Gudi og hildu uppat at vera vinir hansara.

Men uppaftur verri, Ádam og Eva byrjaðu at doyggja. Gud hevði jú sagt at tey skuldu doyggja, um tey ótu av einum ávísum træi. Og sama dagin sum tey ótu av tí, byrjaðu tey at doyggja. Sum tey vóru býtt, at tey ikki lurtaðu eftir Gudi!

Børnini hjá Ádami og Evu vórðu øll fødd aftan á at Gud hevði koyrt foreldrini hjá teimum út úr Edens urtagarði. Tí máttu børnini eisini gerast gomul og doyggja.

Høvdu Ádam og Eva bara gjørt sum Jehova segði, so høvdu bæði tey og børnini fingið eitt lukkuligt lív. Tey kundu havt livað æviga í lukku á jørðini. Eingin hevði gjørst sjúkur og gamal og doyð.

Gud vil at menniskju skulu liva æviga í lukku, og hann lovar at ein dagin verður tað. Ikki bert verður øll jørðin vøkur, men øll menniskju verða frísk. Og øll verða góðir vinir við hini og við Gud.

Men Eva var ikki longur vinur við Gud. Tá hon átti børn, var tað ringt hjá henni. Hon fekk ilt. Hon fekk sanniliga nógvar sorgir av tí at hon ikki lurtaði eftir Jehova, heldur tú ikki?

Ádam og Eva fingu nógvar synir og døtur. Tá fyrsti sonurin hjá teimum varð føddur, kallaðu tey hann Káin. Næsta sonin hjá sær nevndu tey Ábel. Veitst tú hvussu tað gekst teimum?