Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 11

Fyrsti ælabogin

Fyrsti ælabogin

VEITST tú hvat ið var tað fyrsta Nóa gjørdi, tá hann og húsfólkið hjá honum vóru komin út úr ørkini? Hann gav Gudi eitt offur, ella eina gávu. Tað sært tú á bílætinum í neðra. Nóa ofraði hesi dýrini fyri at takka Gudi fyri at húsfólkið hjá honum varð bjargað gjøgnum Vatnflóðina.

Var Jehova glaður fyri gávuna, heldur tú? Ja, tað var hann. Og hann lovaði Nóa at hann aldri aftur skuldi oyðileggja allan heimin í einari vatnflóð.

Skjótt var jørðin tornað, og Nóa og húsfólkið kundu byrja eitt nýtt lív uttan fyri ørkina. Gud vælsignaði tey og segði við tey: ’Tit skulu fáa nógv børn. Tit skulu fjølgast inntil fólk búgva um alla jørðina.’

Men seinni, tá fólk frættu um Vatnflóðina, fóru tey kanska at óttast fyri at nakað slíkt kundi henda aftur. Tí gav Gud menniskjunum eitt tekin, ið skuldi minna tey á at Gud hevði lovað ongantíð aftur at lata vatn floyma yvir alla jørðina. Veitst tú hvat tað var fyri tekin? Tað var ein ælabogi.

Ofta sæst ein ælabogi á luftini tá sólin skínur beint aftan á at tað hevur regnað. Hann kann hava nógvar vakrar litir. Hevur tú nakrantíð sæð ein? Tú sært ein á bílætinum.

Gud segði: ’Eg lovi at eg ongantíð aftur skal beina fyri øllum menniskjum og dýrum í einari vatnflóð. Eg seti mín ælaboga í skýggini. Og tá ælabogin vísir seg, síggi eg hann og minnist lyfti mítt.’

Tá tú sært ein ælaboga, hvat skal hann so minna teg á? At Gud hevur lovað ongantíð aftur at oyðileggja allan heimin í einari vatnflóð.