Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 14

Gud roynir trúgv Ábrahams

Gud roynir trúgv Ábrahams

HVAT heldur tú Ábraham ger her? Hann hevur ein knív, og tað sær út sum hann ætlar at drepa sonin hjá sær. Hvussu fær hann seg at gera tað? Latið okkum nú fyrst hoyra hvussu Ábraham og Sára fingu ein son.

Minst til at Gud hevði lovað teimum ein son. Men tað sá ómøguligt út, tí Ábraham og Sára vóru jú gomul. Men Ábraham trúði at tað bar til hjá Gudi hóast alt. Hvat hendi so?

Eitt ár gekk eftir at Gud hevði givið lyftið. Og tá Ábraham var 100 ár og Sára 90 ár, fingu tey ein son sum tey nevndu Ísak. Gud hevði hildið sítt lyfti!

Men tá Ísakur var tilkomin, royndi Jehova trúnna hjá Ábrahami. Hann rópti: ’Ábraham!’ Og Ábraham svaraði: ’Her eri eg!’ So segði Gud: ’Tak einasta sonin hjá tær, Ísak, og far til eitt fjall eg skal vísa tær. Har skalt tú drepa sonin hjá tær og ofra hann sum offur.’

Tú kanst hugsa tær at Ábraham varð keddur, tí hann var so góður við sonin hjá sær. Og minst til at Jehova hevði lovað at børnini hjá Ábrahami skuldu búgva í Kána’anslandi. Men hvussu kundu tey tað, um Ísakur skuldi doyggja nú? Ábraham skilti einki, men hóast hann ikki skilti hvat Gud ætlaði, gjørdi hann kortini sum Gud segði.

Komin til fjallið bant hann Ísak og legði hann á eitt altar hann hevði bygt. So fekk hann sær fatur á knívinum. Men beint tá hann skuldi drepa Ísak, rópti Guds eingil: ’Ábraham, Ábraham!’ Og Ábraham svaraði: ’Her eri eg!’

’Tú mást ikki gera dreinginum nakað,’ segði Gud. ’Nú veit eg at tú trýrt á meg, tí tú spardi ikki son tín, hin einasta, men var til reiðar at ofra hann.’

Ja, Ábraham hevði eina sterka trúgv á Gud! Hann visti at fyri Jehova var einki ógjørligt, og at Jehova enntá kundi vekja Ísak upp frá deyðum. Men Gud vildi ikki at Ábraham skuldi drepa Ísak. Gud læt ein seyð koma fastan í nakrar runnar, so Ábraham kundi ofra hann í staðin fyri sonin hjá sær.