Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 33

Yvir um Reyðahavið

Yvir um Reyðahavið

OG HVAT er hetta? Móses stendur og rættir stavin hjá sær út yvir Reyðahavið. Ísraelsmenn eru komnir yvir um havið í øllum góðum saman við honum. Men Farao og allur herurin hjá honum drukna í havinum. Nú skalt tú hoyra um tað ið hendi.

Tú hevur hoyrt at Farao læt ísraelsmenn fara úr Egyptalandi tá Gud hevði latið ta tíggjundu pláguna koma yvir egyptar. Umleið 600.000 ísraelitiskir menn, aftrat konum og børnum fóru avstað. Nógv onnur, sum høvdu fingið trúgv á Jehova, fóru avstað við ísraelsmonnum. Øll tóku seyð og neyt og geitir sum tey áttu, við sær.

Áðrenn ísraelsmenn fóru, bóðu teir egyptar um klæðir og ymiskar lutir úr gulli og silvuri. Egyptarnir vóru bangnir aftan á ta seinastu pláguna. So teir góvu ísraelsmonnum alt sum teir bóðu um.

Fáar dagar seinni komu ísraelsmenn til Reyðahavið. Har hvíldu teir seg. Ímeðan angraði Farao og fólkið hjá honum at tey høvdu sent ísraelsmenn avstað. ’Á, hví lótu vit okkara trælir fara?’ søgdu tey.

Farao broytti altso aftur ætlan. Skjótt gjørdi hann stríðsvognin og allan herin hjá sær til at fara. So setti hann eftir ísraelsmonnum við 600 serliga góðum stríðsvognum, aftrat øllum hinum vognunum í Egyptalandi.

Tá ísraelsmenn nú sóu at Farao og herur hansara komu eftir teimum, vórðu teir bangnir. Teir sluppu ikki undan nakran veg. Reyðahavið var øðrumegin, og hinumegin komu egyptarnir. Men Jehova reisti eitt skýggj millum sítt fólk og egyptar. So fingu egyptar ikki lopið á ísraelsmenn, tí teir sóu teir ikki.

Nú bað Jehova Móses rætta stavin hjá sær út yvir Reyðahavið. Tá hann gjørdi tað, læt Jehova ein harðan eystanvind blása. Vatnið í havinum skildist sundur, so tað stóð sum ein múrur á báðum síðum.

Nú kundu ísraelsmenn fara yvir um havið á turrum. Fleiri milliónir av menniskjum og nógv dýr vóru, so tað tók teimum fleiri tímar at koma turrskødd yvirum. Endiliga bóru egyptar aftur eyga við ísraelsmenn. Trælirnir sluppu burtur! Eftir teimum!

Men so skjótt sum teir so royndu at koma yvir um havið, læt Gud hjólini detta av vognunum hjá teimum, og teir sluppu ongan veg. Egyptar vórðu ræðuliga bangnir og róptu: ’Jehova er við ísraelsmonnum ímóti okkum. Latið okkum sleppa okkum burtur!’ Men ov seint.

Tá var tað Jehova læt Móses rætta stavin hjá sær út yvir Reyðahavið, sum tú sært á bílætinum. Og tá Móses gjørdi tað, kom vatnið aftur og skolaði yvir bæði egyptarnar og vognarnar hjá teimum. Allur herurin var komin eftir ísraelsmonnum út í havið. Og ikki ein einasti egypti slapp livandi frá tí!

Sum Guds fólk gleddist, nú tað var bjargað! Menninir sungu Jehova ein takkarsong: ’Jehova hevur vunnið stóran sigur. Hestar og menn stoytti hann í havið.’ Mirjam, systir Móses, tók tamburinina hjá sær, og allar kvinnurnar fylgdu henni við sínum tamburinum. Tær dansaðu av gleði og sungu sama sangin sum menninir: ’Jehova hevur vunnið stóran sigur. Hestar og menn stoytti hann í havið.’