Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

3. PARTUR

Frá ferðini úr Egyptalandi til fyrsta kongin í Ísrael

Frá ferðini úr Egyptalandi til fyrsta kongin í Ísrael

Móses førdi ísraelsmenn burtur úr trældóminum í Egyptalandi, til Sinaifjall, og har gav Gud teimum sínar lógir. Seinni sendi Móses 12 menn at njósnast í Kána’anslandi. 10 komu aftur við vánaligum tíðindum, sum fingu fólkið at ynskja seg aftur til Egyptalands. Tey manglaðu trúgv, tí revsaði Gud tey. Hann læt ísraelsmenn ganga 40 ár í oyðimørkini.

Síðan varð Josva útvaldur at leiða ísraelsmenn inn í Kána’ansland. Jehova gjørdi undurverk fyri at hjálpa teimum at taka landið. Hann steðgaði Jordanánni, fekk Jerikomúrarnar at rapla, og læt sólina standa stilla ein heilan dag. Eftir seks árum varð landið tikið frá kána’anitum.

Frá og við Josva ráddu dómarar í Ísrael í 356 ár. Vit hoyra um nógvar dómarar sum Barak, Gideon, Jefta, Samson og Sámuel. Vit lesa eisini um kvinnur sum Rahab, Deboru, Jael, Rutt, No’omi og Dalilu. Tilsamans fevnir 3. PARTUR um 396 ár í søguni.