Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 42

Eslið ið tosaði

Eslið ið tosaði

HEVUR tú nakrantíð hoyrt um eitt esil ið dugdi at tosa? ’Nei!’ sigur tú kanska. ’Dýr duga ikki at tosa.’ Men Bíblian sigur frá einum esli ið tosaði. Nú skalt tú hoyra hvussu tað bar til.

Ísraelsmenn hava næstan gjørt seg til at fara inn í Kána’ansland. Balak, kongurin í Móab, ræðist ísraelsmenn. Hann sendir boð eftir einum listilærdum manni ið eitur Bileam, fyri at fáa hann at banna ísraelsmonnum. Balak lovar Bileami nógvar pengar afturfyri, so Bileam stígur upp á eslið hjá sær og fer at hitta Balak.

Men Jehova vil ikki lata Bileam banna sínum fólki. Hann sendir ein eingil sum stillar seg á vegin við einum longum svørði fyri at steðga Bileami. Bileam sær ikki eingilin, men tað ger eslið. Tað roynir sum best at halda undan einglinum, og at enda leggur tað seg niður á vegin. Bileam verður illur og slær eslið við stavinum hjá sær.

Knappliga letur Jehova Bileam hoyra eslið tosa við seg. ’Hvat havi eg gjørt tær? Hví slært tú meg?’ spyr eslið.

’Tú argar meg,’ sigur Bileam. ’Hevði eg eitt svørð, skuldi eg dripið teg!’

’Plagi eg annars at bera meg soleiðis at ímóti tær?’ spyr eslið.

’Nei,’ svarar Bileam.

Nú letur Jehova Bileam síggja eingilin sum stendur við svørði í hond á vegnum. Eingilin sigur: ’Hví slóst tú eslið hjá tær? Eg eri farin út at forða tær, so tú ikki skalt banna Ísrael. Hevði eslið ikki hildið undan mær, so hevði eg dripið teg, men eg vildi ikki gera eslinum nakað.’

Bileam sigur nú: ’Eg havi syndað. Eg visti ikki at tú stóðst á vegnum.’ Síðan letur eingilin Bileam halda leiðini fram til Balak. Hann roynir hóast alt at banna Ísrael, men í staðin fyri fær Jehova hann at signa Ísrael tríggjar ferðir.