Far beinleiðis til innihaldið

Far til innihaldsyvirlit

SØGA 58

Dávid og Goliat

Dávid og Goliat

NÚ fara filistarar aftur í hernað móti Ísrael. Tríggir teir elstu beiggjarnir hjá Dávidi eru í herinum hjá Saul. Ein dagin sigur Ísai við Dávid: ’Tak eitt sindur av korni og nøkur breyð við til beiggjar tínar. Far og vita hvussu teir hava tað.’

Dávid fer til herleguna og rennur fram at hermótinum fyri at leita eftir beiggjunum. Í tí sama trínur filistarakempan Goliat fram og spottar ísraelsmenn. Hetta hevur hann gjørt hvønn morgun og hvørt kvøld í 40 dagar. Hann rópar: ’Veljið ein av tykkara monnum at berjast móti mær. Drepur hann meg, skulu vit vera trælir tykkara. Men um eg drepi hann, skulu tit vera okkara trælir. Eg bjóði tykkum av; finnið ein ið kann berjast við meg!’

Dávid spyr nakrar hermenn: ’Hvat fær hann ið drepur filistaran og bjargar Ísrael undan hesari skomm?’

’Saul gevur honum stóra løn,’ svara hermenninir. ’Og hann gevur honum sína egnu dóttur til konu.’

Men allir ísraelsmenn ræðast Goliat, tí hann er so stórur. Hann er okkurt um tríggjar metrar høgur, og hann hevur ein annan hermann at bera skjøldurin fyri seg.

Nakrir hermenn boða nú Saul frá at Dávid vil berjast móti Goliat. Saul sigur við Dávid: ’Tú kanst ikki berjast móti honum. Tú ert bert ein drongur, og hann hevur verið hermaður alt lívið.’ Men Dávid svarar: ’Eg havi dripið eina bjørn og eina leyvu ið tóku seyðin hjá pápa. Hesin filistarin skal verða sum ein teirra. Jehova hjálpir mær.’ Saul sigur: ’Íðan far so, og Jehova veri við tær.’

Í eini á finnur Dávid fimm slættar steinar, sum hann koyrir í taskuna. Síðan tekur hann sleingibandið hjá sær og fer móti risanum. Goliat gløir við. Tað verður lætt at drepa Dávid, heldur hann.

’Kom so,’ rópar Goliat, ’so skal eg geva fuglunum og dýrunum líkið av tær at eta.’ Men Dávid sigur: ’Tú kemur ímóti mær við svørði, spjóti og kastivápni, men eg komi ímóti tær í Jehova navni. Í dag gevur Jehova lív títt í mínar hendur, og eg skal drepa teg.’

Og so rennur Dávid móti Goliat. Hann tekur ein stein úr taskuni, leggur hann í sleingibandið og sendir hann avstað tað besta hann er mentur. Steinurin rakar Goliat beint í pannuna, og hann doyr! Tá filistarar síggja sín risastóra hermann falla, rýma teir. Ísraelsmenn jagstra teir og vinna bardagan.